Vælkomin á mína heimasíðu

Hugleiðingar

(Hesa greinina skrivaði eg til leikskránna hjá STíF fyri nøkrum árum síðani)


Eg gangi dagliga eftir gonguteiginum, sum er tvørtur um gøtuna í Steinatúni í Havn. Hesin gonguteigur hevur ljósregulering, og tí noyðast fótgangarar at bíða til bilarnir hava fingið reytt ljós, og tann reyði lýsandi maðurin yvir gonguteiginum er avloystur av tí grøna.

Men menniskjan er ein ótolin skapningur, og eg havi lagt til merkis, at ístaðin fyri at bíða eftir tí grøna manninum, so hyggja fólk heldur eftir, nær bilarnir fáa reytt ljós, tí skiftið hjá bilunum hendir umleið eitt sekund fyrri enn tað hjá fótgangarunum. Á henda hátt ber til at vinna tíð – EITT SEKUND !

Onkuntíð havi eg hug at spyrja hesi fólkini, hvat tey skulu brúka hetta eina sekundið til. Tí talan er ikki júst um nakað ”dýpi av dýrari tíð”.

Tað sama ger seg galdandi, tá tú koyrir í bili, og tú verður yvirhálaður av onkrum, sum meira at kalla flýgur eftir vegnum, og setir bæði fólk og fæ í lívsvanda, fyri at vinna einar fimm minuttir. – Til hvat ?

Tíðin er eitt løgið fyribrigdi. Tey sum hava nógv at gera, hava altíð tíð til at átaka sær eina uppgávu afturat, meðan tey sum hava lítið at gera, fáa ikki tíðina at røkka til.

Flestu hentleikatól sum vit hava heima við hús, og á arbeiðsplássunum hava millum annað til endamáls at spara tíð. Men jú fleiri hesi tólini gerast, minni tíð loypur av. Fólk sum máttu í hagan eftir torvi, áðrenn tey kundu kóka ketilin, høvdu nógv betri tíð enn vit, sum bara skulu tendra eina kontakt. Áðrenn bilarnir komu, høvdu fólk tíð til at ganga, men nú hava vit ikki tíð til at koyra bil. Bløðini verða borðin út um kvøldi, tí vit hava ikki tíð at bíða til dagin eftir. Vit mugu hava fartelefon í lummanum, tí samrøður og SMS-boð skulu avgreiðast her og nú.

Í dag er tað breiðbandið, sum er tað heilt stóra. Við tí kanst tú fáa telduna at arbeiða ”nógv” skjótari. Og tá eg hugsi um hvussu nógvar teldur standa á teimum almennu arbeiðsplássunum, so skuldi hetta kunnað spart landinum fleiri ársverk, og skattgjaldarunum nógvar pengar. Men neyvan man nakar fara at verða uppsagdur av hesi orsøk.

Eg kundi skrivað nógv meira um hetta evnið, men tíverri – eg havi ikki tíð…

16. feb, 2012