Vælkomin á mína heimasíðu

Tingsetan 2011-2012

Innkoyringarvegurin á Skála

Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a. 

Fyrispurningur um almennar íløgur, settur Kára P. Højgaard, landsstýrismanni, 

(at svara skrivliga eftir TS § 52a) 

1.Nær verður farið undir arbeiðið at gera íbinding frá landsvegnum oman til kommunala vegin á Skála?

2.Hvussu stórur partur av játtanini á fíggjarlógini fyri 2012 til nýgerð av landsvegum, er higartil brúktur?

Viðmerkingar: 

Nú ein sløk helvt av árinum er farið, og summarferian stundar til, er spakin framvegis ikki settur í jørðina við íbindingina á Skála. Eisini á øðrum støðum sær út til, at støðan er tann sama.

Í feriutíðini hendir neyvan tað stóra, og tá summarið er farið eru ikki nógvir mánaðir eftir av árinum. 

Í viðmerkingunum til fíggjarlógina fyri 2012 stendur, at samlaði løgukarmurin verður hækkaður, fyri at økja um vakstrarfortreytirnar. Hetta kann vera skilagott, tí talan er um arbeiðsskapandi tiltøk.

Játtaðir pengar sum ikki verða brúktir í fíggjarárinum, fella burtur tá fíggjarárið endar. Tí er umráðandi, at arbeiðið fer í gongd skjótt, soleiðis at tað verður liðugt áðrenn ársskiftið. Eisini hevur tað týdning, at arbeiðsskapandi tiltøk verða framd, fyri at minka um arbeiðsloysið.

Svar:

1: 

Landsverk hevur leingi víst á, at skal verkætlanin gerast heilt liðug, er neyðugt at gera eina íbinding frá kommunala vegnum á Skála til landsvegin, og fuktbjálva tvær brýr á vegnum Skála - Strendur. Verandi íbinding frá landsvegnum oman til kommunala vegin, er ov vánalig og vegurin ikki nóg tryggur. Fyri at lúka vegateknisku krövini skal ein betri íbinding gerast, ið eisini fevnir um kanaliseringar. 

Projektið er blivið rættað eitt sindur til, og verður í vikuni sent ráðgevandi verkfröðingastovu at gera liðugt. Síðani skal tað ferðslutrygdargrannskoðast; tað tekur vanliga einar 3 dagar, og so er klárt at bjóða út. Tað vil siga, at verkætlanin verður boðin út í summar, og verkætlanin verður liðug í ár. 

2: 

Tann 29.05.2012 vóru brúktar 5,6 mió. kr.. Játtanin á lögtingsfíggjarlógini 2012 til nýgerð av landsvegum er 67,3 mió. kr., og stöðlaðar frá 2011 eru 9,3  mió. kr.  

Her skal viðmerkjast, at tað gongur ein tíð frá tí, at arbeiðini eru gjörd, og til arbeiðstakararnir senda rokning til Landsverk. Í fleiri förum skulu rokningarnar umvegis ein ráðgeva, sum svarar fyri at tað er í lagi at gjalda tær, áðrenn tær verða sendar til Landsverk at rinda. Hetta tíðarbilið kann lættliga koma upp í 1-2 mánaðir. 

Arbeiðstakararnir senda ikki rokningarnar, fyrr enn teir kunnu skjalprógva, at arbeiðið er gjört. Av tí sama verða flestu rokningarnar goldna seint í árinum. Nevnast skal eisini, at tað tíðum eru rættiliga stórar rokningar, ið tað snýr seg um. Sum dömi kann nevnast játtanin til vegaföring í Leirvík, sum er 31 mió. kr. í ár. Tað arbeiðið verður liðugt seint í ár. Annars upplýsir Landsverk, at öll játtanin til nýgerð av landsvegum verður brúkt í ár. 

Tí skal ein vera varin við at taka salduna og hyggja at, hvussu nógv er bókað sum goldið fram til ein ávísan dag. Tað gevur ikki eina nágreiniliga ella rætta mynd av stöðuni.  

Tinganes, 11. juni 2012 

Kári P. Höjgaard 

landsstýrismaður 

Farleiðin til Gjáar

Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a. 

Fyrispurningur um farleiðina til Gjáar, settur Kára P. Højgaard, landsstýrismanni, 

(at svara skrivliga eftir TS § 52a) 

1.Hvussu nógv kostar tað árliga í meðal at rudda Gjáarvegin fyri kava ?

2.Hvussu nógv kostar ein tunnil til Gjáar ?

3.Um tunnil verður gjørdur til Gjáar, hvussu nógv ár tekur tað so at spara íløguna innaftur við lækkaðum rakstrarútreiðslum?

Viðmerkingar: 

Vegurin til Gjáar man vera dýrasti vegur í Føroyum at halda opnan í kava. Vegurin er langur, liggur høgt uppi og eisini er hann á einum øki, har ábart er fyri høgættini.

Gjáarfólk hava, sum so nógv onnur, havt ynski um ein tunnil til bygdina, men tað er sum kunnugt ein dýr loysn. Hinvegin kunnu vit ikki síggja burtur frá, at um íløgan kann sparast inn aftur í rakstri eftir fáum árum, so er støðan avgjørt verd at umhugsa. 

Tað er rætt at brúka pengar til íløgur í ringum tíðum, men trupulleikin er ofta, at tá íløgan er gjørd, so fylgir ein dýrur rakstur við, og hann verður hangandi, eisini aftaná at tíðirnar eru blivnar betri aftur. Men er tað soleiðis, at íløgan kann gera raksturin bíligari, so er støðan ein onnur. Tí verður hesin spurningur settur.

Svar:

1: 

Miðalkostnaðurin seinastu 5 árini er 1.040 tús. kr. fyri Eysturoy Norðara part. Hesin kostnaður er fyri allan norðara part av Eysturoynni, t.e. tann partin av Eysturoynni, ið hoyrir til Miðökið. Samlaði teinurin á ökinum Eysturoy Norðari partur er Oyri – Eiði – Gjógv og Funningsbotnur – Funningur – Gjógv. Kostnaðurin verður ikki gjördur upp tein fyri tein, men ökisleiðarin á Landsverki metir, at árliga eru umleið 400 tús. kr. farnar til teinin Funningur – Gjógv seinastu 5 árini.

2: 

Alt eftir hvörja loysn, ið ein velur, verður ein tunnil at kosta umleið 115-150 mió. kr. 

At dagföra verandi veg verður mett at kosta 30–35 mió. kr. Tað merkir, at neyðug mötipláss verða gjörd, og vegurin verður tryggjaður. 

Munurin millum stuttu tunnilsloysnina og at dagföra vegin er harvið 80 mió. kr. 

3: 

Tað er munandi dýrari at reka ein tunnil enn ein veg. Her vil rakstrarkostnaðurin fyri stutta tunnilin verða umleið 1,8 mió. kr. um árið, og 2,2 mió. kr. fyri longra tunnilin. Eisini skal havast í huga, at umframt dagliga raksturin av tunlinum er neyðugt 20. hvört ár við útreiðslum til at dagföra tunnilin svarandi til umleið ½ av tí krónutali, ið tunnilin upprunaliga kostaði at gera. 

Hóast tunnil verður gjördur, er framhaldandi neyðugt at rudda vegirnar uttanfyri tunnilin fyri kava. Tessvegna kemur ein tunnil ikki at spara allan kostnaðin av at grava kava á farleiðini til Gjáar. 

Tað er sostatt ikki möguligt at spara ílöguna í ein tunnil innaftur.

Tinganes, 31. mai 2012

Kári P. Höjgaard

landsstýrismaður

Um traðir

Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a. 

Fyrispurningur um nýtslu av traðum, settur Jacob Vestergaard, landsstýrismanni, 

(at svara skrivliga eftir TS § 52a) 

1.Eru nakrar ásetingar fyri, hvat virksemi traðir kunnu brúkast til?

2.Um slíkar ásetingar eru, kann landsstýrismaðurin so upplýsa, hvat tær siga um virksemið?

3.Um ongar ásetingar eru í lógum ella kunngerðum, verður tað so tulkað soleiðis, at traðarmaðurin ger sjálvur av, hvat hann brúkar trøðna til? 

4.Er loyvt at hava seyð á traðum aftaná 14. mai?

Viðmerkingar: 

Traðirnar hava eina serliga søgu, og tær hava havt stóran sosialan týdning í Føroyum. Men tíðirnar broytast, og brúksmynstrið er ikki heilt tað sama nú, sum tað var, tá traðirnar vórðu innlagdar. Tí verður hesin spurningur settur, fyri at fáa greiðu á, um nakrar avmarkingar eru fyri nýtsluni av traðum, og hvørjar hesar eru.

Svar: 

Til nr. 1.

Teir traðarleigusáttmálar, sum Búnaðarstovan vanliga ger, hava eina endamálsgrein, sum sigur:   ... verður hervið gjørdur soljóðandi sáttmáli viðvíkjandi einum jarðarstykki, sum skal nýtast til vanligt traðarbrúk – gras til slóttur, til eplavelting og aðra grøði. 

Í sambandi við fyrispurningin hevur Búnaðarstovan hugt í eldri leigusáttmálar. Har stendur forprentaður tekstur í endamálsgreinini: “Helaarskofoder” tað kann so vera hálvt, heilt ella annað partvíst kúfóður (“kofoder”) talan er um, alt eftir støddini á trøðni. Onkur sáttmáli (1934) nevnir endamálið soleiðis, “et Trøstykke som i opdyrket Stand skal kunnu afgive et Sommer- og Vinterfoder for en Ko”.  Seyður finst ongastaðni nevndur í nøkrum leigusáttmála.  

Høvuðsorsøkin til, at traðarbrúkið ikki er sambæriligt við seyðahald, er vetrarbitsrætturin sambært hagalógini, fjórði partur §§ 34 til 37, sum oman fyri liggjandi seyður hevur til traðirnar, og sum eisini verður týðiliga víst til í leigusáttmálunum. 

Til nr. 2.

Flestu vita, at traðir verða brúktar til seyð, men tá er talan um, at: 

• trøðin er ogn 

• avloyst er fyri bit 

• oman fyri liggjandi hagi góðtekur, ella hevur gjørt avtalu um, at seyður verður 

havdur á viðkomandi trøð (traðum). 

Dømi eru um, at Búnaðarstovan, sum 3. persónur, hevur verið inni í trætumáli um bitsrætt og seyð á traðum, men, sum mær er upplýst, er ikki kunnleiki um nakran dóm, sum er fallin í slíkum máli. 

Samanumtikið kann sigast, at torført er at svara ítøkiliga uppá nevnda spurning, tí alt málið – nýtsla og atgongd til traðir – ber eyðkenni av mannagongdum, ið hvíla á elligamlar siðvenjur, semjur og avtalur millum viðkomandi partar. Besta dømið í so máta eru traðarstykki í ymsum markatalsbygdum, ið kunnu vera eins at síggja til, men eru fevndar av avtalum um sera ymiskan nýtslurætt. 

Til nr. 3.

Nei ikki altíð. Sí svar til spurning 1.  

Til nr. 4.

Seyður er á traðum eftir 14. mai. Slíkt brúk hvílir á avtalur millum viðkomandi partar. (sí seinastu orðingarnar í svarinum til spurning nr. 1) 

Jacob Vestergaard

landsstýrismaður

Eftirlit við almennum byggjaríum

Skrivligur fyrispurningur

til
 
Kára P Højgaard, landsstýrismann

Viðvíkjandi eftirliti við almennum byggjaríum


1. Hvørjar ítøkiligar uppgávur hevur ein eftirlitsmyndugleiki, sum hevur eftirlit við almennum byggjaríum?

2. Kemur tað nakrantíð fyri, at tann sum byggir fyri tað almenna, er tann sami, sum hevur eftirlit við arbeiðinum, og harvið hevur eftirlit við sær sjálvum?

3. Eru dømi um, at Landsverk, sum eftirlitsmyndugleiki hevur útdeligerað eftirlitsarbeiðið til somu arkitektar sum hava teknað tað, ið bygt verður, ella til onnur, ið eru partur av byggjarínum?

4. Um tað er komið fyri, at arkitekturin ella onkur annar, sum luttekur í byggjarínum, hevur havt eftirlit við egnum arbeiði, hvørjar fylgjur hevur tað so fingið fyri viðkomandi, um arbeiðið er blivið dýrari ella ófullfíggjað?

5. Vanligt er, at  arkitektar og entreprenørar hava tryggingar, sum kunnu gerast virknar, um arkitekturin ella entreprenørurin ikki heldur sína skyldur. Hevur landsstýrið nakrantíð kannað møguleikan, um hesar tryggingar kunnu taka við meirkostnaði ella øðrum trupulleikum, ið hava verið í sambandi við almenn byggjarí?

6. Hevur landsstýrið nakrantíð kannað, hvussu tað ber til, at almenn byggjarí í Føroyum, so ofta blíva munandi dýrari enn frammanundan mett?

7. Hvat ætlar landsstýrið at gera við henda trupulleikan, at metti prísurin ikki heldur?


Viðmerkingar:
Vit hoyra javnan um almenn byggjarí, sum gerast munandi dýrari, enn upprunaliga metingin og projekteringin segði, og eisini hoyra vit um aðrar trupulleikar viðvíkjandi góðsku. Fyri stuttari tíð síðani viðgjørdi løgtingið eitt mál, har endaligi kostnaðurin er blivin 288 prosent dýrari, enn fyrstu upplýsingarnar søgdu, sum vórðu givnar fíggjarnevndini. 

Mál av hesum slagnum fáa vanliga ongar avleiðingar, annað enn, at landskassin rindar allan eyka kostnaðin.

Vanligt er, at ein eftirlitsmyndugleiki fylgir við arbeiðum av hesum slagnum, og hesin skal millum annað syrgja fyri, at arbeiðið ikki gerst dýrari enn ætlað. Um arbeiðið kortini gerst dýrari, so má tað fáa avleiðingar fyri eftirlitsmyndugleikan, ella onkran annan, sum er partur í málinum. Vanligt er, at arkitektar og onnur hava tryggingar, sum  tryggja ímóti júst slíkum, men í Føroyum sær ikki út til, at hesin møguleikin verður brúktur. Her verður rokningin vanliga send landskassanum.

Landsverk hevur, mær vitandi, eftirlit við almennum byggjaríum í Føroyum, men eg havi fingið upplýst, at hetta eftirlitið vanliga verður útdeligerað til onnur (sum í onkrum føri kann vera tann sami, sum projekterar arbeiðið).

Trupulleikar í sambandi við almenna bygging (bæði hvat prísi og góðsku viðvíkur), hava kosta landskassanum somikið nógvar pengar, at hetta kann ikki standa ósvarað. Tí verður hesin fyrispurningurin settur.


Á Løgtingi, tann 20. februar 2012

Helgi Abrahamsen

Svar:

Í viðmerkingunum til henda fyrispurningin vísir spyrjarin í síni grundgeving fyri hesum fyrispurn­ingi til eitt byggimál, har byggiútreiðslurnar blivu 288% dýrari enn mett.

Tí vil eg fyrst gera greitt, at Landsverk, ið er stovnur undir Innlendismálaráðnum, ikki á nakran hátt hevur verið inni í tí málinum.

Síðani til einstøku spurningarnar.

1:  

Eftirlitið við einum almennum byggjaríi verður útint av fleiri pørtum, og uppgávurnar eru ymiskar. Ein almennur byggimyndugleiki, t.e. ein byggiharri, skal tryggja sær, at grundar­lagið fyri eini verkætlan er væl lýst, granskað, og bjóðað út til fyritøkur, sum hava førleika til og megna at gera arbeiði. Eisini skal byggiharrin tryggja sær, at eitt vælvirkandi fakeftir­lit og byggileiðsla verða sett at hava eftirlit við og leiða verkætlanina.

Tá ið verkætlanin byrjar, skal byggiharrin tryggja sær, at ráðgevararnir, fakeftirlitið, byggi­leiðslan og arbeiðstakarin útinna sítt arbeiði, og at uppgávurnar eru væl lýstar.

2: 

Tá ið Landsverk er byggiharri, er meginreglan tann, at greiður skilnaður skal vera millum uppgávurnar í eini verkætlan. Hetta merkir, at bygging, fakeftirlit, byggileiðsla og prosjektering verða boðin út sum sjálvstøðugar uppgávur. Hetta merkir t.d, at ein fyritøka, sum skal byggja, ikki eisini kann hava eftirlitið við arbeiðinum, sum fyritøkan skal gera.

3: 

Meginreglan er tann, at uppgávurnar verða bodnar út, og at tann, sum hevur teknað, ikki skal útinna fakeftirlitið. Arkitektar, sum hava teknað, hava skyldu til at taka sær av pro­sjektuppfylging, t.e svara fyrispurningum og tryggja, at feilir og manglar í prosjektinum verða rættaðir. Uppgávan hjá fakeftirlitinum er at tryggja, at tann, sum byggir, ger hetta í samsvari við tað, sum er fyriskrivað og teknað.

Undantøk frá meginreglunum kunnu í ávísum og heilt serligum førum koma fyri. Sum dømi kann nevnast, at ein verkætlan kann vera so lítil og einføld, at mett verður óneyðugt at keypa eitt fakeftirlit. Í hesum føri kann t.d. byggleiðslan átaka sær eisini at útinna fakeftir­litið.

Ein verkætlan kann eisini verða boðin út sum ein heildarveiting ella í eitt partalag (partn­ering). Í slíkum føri kann ein fyritøka til dømis bjóða seg fram at byggja og prosjektera. Tá verða bæði byggileiðsla og fakeftirlit ein partur av hesum arbeiðinum.Viðmerkjast skal tó, at hetta ikki er ein útboðsháttur, sum vanliga verður brúktur, tá ið Landsverk er byggiharri, men varð tó brúktur, tá skúladepilin í Hovi bleiv bygdur.

4: 

Sum nevnt omanfyri, er tað ikki vanligt, at arkitekturin, sum hevur teknað, eisini hevur eftirlit við egnum arbeiði.

Um eitt arbeiði er vorðið dýrari enn mett, ella er ófullfíggjað, verður altíð kannað, um ábyrgdin kann staðfestast.

Kann byggiharrin staðfesta, at ein verkætlan er vorðin dýrari orsakað av einum ófull­fíggjaðum prosjekti ella ófullfíggjaðum arbeiði, verður eitt rættarligt krav reist mótvegis rætta viðkomandi ella fyritøku. Hetta kann hava við sær, at byggiharrin krevur og fær viðhald í einum endurgjaldskravi móti einari fyritøku.

5: 

Tá ið ein verkætlan fer í gongd, og Landsverk er byggiharri, skulu fyritøkur seta eina banka­trygd, skjalprógva, at fyritøkan hevur eina lógarkravda arbeiðstrygging. Eisini veður kravt, at ein ráðgevi, sum skal tekna ella prosjektera eitt alment byggjarí, skal hava eina ráðgevaratrygging, sum kann dekka prosjekteringsfeilir og fylgjur av hesum. Um byggi­harrin kann staðfesta, at ein prosjekteringsfeilur ella eitt ófullfíggjað prosjekt hevur havt við sær ein meirkostnað, verður eitt rættarligt krav um fíggjarligt endurgjaldskrav reist.

6: 

Verður eitt alment byggjarí dýrari, enn mett, verður ein kanning sett í verk til tess at fáa greiðu á, hvør orsøkin til meirkostnaðin er. Ein skrivlig frágreiðing til játtandi myndug­leikan verður gjørd, har greitt verður frá orsøkini til meirkostnaðin.

7: 

Um ein verkætlan verður dýrari, enn upprunaliga mett, verður, sum oman fyri nevnt, ein kanning sett í verk til tess at staðfesta ábyrgd. Hetta kann hava við sær umsitingarligar avleiðingar fyri byggiharran, t.e. um staðfestast kann, at byggiharrin ikki hevur røkt sínar skyldur. Um ein byggifyritøka ella ráðgevi ikki hevur røkt sína skyldu, og hetta fær fíggj­arligar avleiðingar fyri eina verkætlan, verður eitt fíggjarligt endurgjaldskrav reist.

Skálafjørður sum hvalvág

Munnligur fyrispurningur 

til

Jákup Mikkelsen, landsstýrismann

Viðvíkjandi góðkenning av hvalvágum

1.Hvørji umhvørviskrøv skulu lúkast, fyri at ein fjørður kann verða góðkendur sum hvalvág?

2.Verða somu umhvørviskrøv sett nýggjum og gomlum hvalvágum? 

3.Um somu krøv ikki verða sett øllum hvalvágum, hvørjar eru so orsøkirnar til tað?

4.Um somu krøv ikki verða sett øllum hvalvágum, hevur landsstýrið so nakra ítøkiliga ætlan um at líkastilla krøvini, ið verða sett hvalvágum?

Viðmerkingar:

Í langa tíð hevur verið arbeitt við at fáa Skálafjørð góðkendan sum hvalvág, men í desember frættist, at góðkenning verður ikki givin, fyrr enn kloakkirnar í bygdini eru umlagdar.

At krøv verða sett til kloakkviðurskiftini, er væl skiljandi, men tað sum kann undrað viðvíkjandi øllum umhvørviskrøvum her á landi, er, at somu krøv verða ikki sett øllum. Til dømis verða strong umhvørviskrøv sett nýggjum fyritøkum og virkjum, sum verða sett á stovn, meðan fyritøkum og virkjum, sum vóru til, áðrenn umhvørvislógin varð sett í gildi, nýtist ikki at lúka somu krøv.

Hesin fyrispurningur verður settur, fyri at fáa staðfest, um tað sama er galdandi fyri góðkenning av hvalvágum. Er tað soleiðis, at allar kloakkir, ikki verða mettar at vera líka dálkandi fyri eina hvalvág? 

Á Løgtingi, tann 3. februar 2012

Helgi Abrahamsen

Heimahjálpartænastan

Skrivligur fyrispurningur 

til

Rósu Samuelsen, landsstýriskvinnu

Viðvíkjandi heimahjálpartænastuni

1.Hvussu nógvir føroyingar fingu heimahjálp í 2010, um vit ikki rokna sambýlini við?

2.Hvussu nógvir føroyingar fingu heimahjálp í 2010, tá sambýlini eru íroknað?

3.Hvussu nógvir arbeiðstímar verða, samanlagt, nýttir árliga til at veita heimahjálpartæanstu (við og uttan sambýli)?

4.Hvussu samsvarar veitta heimahjálpartænastan við samlaða tørvin fyri alt landið?  

5.Hvussu nógv kostaði hvør einstakur heimahjálpartími í 2010, og hvussu hevur gongdin verið í kostnaðinum fyri hvønn veittan tíma, tey seinastu 10 árini?

6.Um kostnaðurin fyri hvønn veittan tænastutíma er broyttur, hvør er so orsøkin til broytingina?

7.Hvussu nógv kostar umsitingin av heimahjálpartæanstuni fyri hvønn veittan heimahjálpartíma, og hvussu hevur gongdin verið hesum viðvíkjandi tey seinastu 10 árini?

8.Hvønn týdning hevur tað havt fyri lønarútreiðslurnar, at fleir og fleiri heimahjálparar hava fingið útbúgving?

Viðmerkingar:

Javnan hoyra vit um stóra tørvin á røktarheims- og sambýlisplássum. Hóast nógv verður gjørt fyri at víðka hesa tænastu, so er trupult at nøkta skjótt vaksandi tørvin. Bæði íløgur og rakstur av røktarheims- og sambýlisplássum eru kostnaðarmiklar útreiðslur, men í nógvum førum er talan um einastu leiðina, vit hava at ganga, tí umráðandi er, at fólk ikki verða noydd at búgva heima hjá sær sjálvum, um tey ikki eru trygg við ta støðuna.

Men mong eldri fólk vilja heldur búgva heima, enn at flyta inn á eitt røktarheim ella sambýli. Hetta krevur tó í nógvum førum eina vælvirkandi heimatænastu.

Bæði fyri tey sjálvi, og fyri samfelagið er tað ein fyrimunur, um tey, sum kunnu og vilja búgva heima, fáa tann møguleikan, heldur enn, ímóti sínum egna vilja, at verða flutt inn á eitt heim, har onnur standa á bíðilista, tí pláss ikki er fyri øllum.  

Árliga játtanin til heimahjálpartæanstuna liggur um 50 mió. krónur (tá er játtanin til eldrasambýli og heimasjúkrasystrar ikki íroknað). Áhugavert hevði verið at fingið at vita, hvussu nógvir tænastutímar fáast fyri hesar pengarnar, tí út frá tí kundu vit fingið eina greiða mynd av, hvussu ein broytt játtan sæst aftur í veittari tænastu. 

Hesin fyrispurningur varð settur landsstýriskvinnuni í farnu tingsetu, men av tí at hann varð settur á skrá á seinasta tingfundi áðrenn tingsetan endaði og tískil skuldi svarast á náttartíð, valdi undirritaði at taka spurningin aftur og seta hann fram av nýggjum í hesi tingsetuni. 

Á Løgtingi, tann 12. juli 2011

Helgi Abrahamsen

Á tingfundi 20. september 2011 svaraði Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna fyrispurninginum soleiðis:

1.      Sambært skrásetingini hjá Nærverkinum, fingu 492 brúkarar heimarøkt í september 2010, um sambýlini ikki verða roknað við.

2.      Tað búðu 168 borgarar á sambýlum hjá heimatænastuni í 2010.

Saman við borgarum úti í heimarøktini vóru tað sostatt 660 borgarar, sum Nærverkið veitti heimahjálp til í 2010.

3.      Sambært skrásetingini hjá Nærverkinum vóru 175.343 beinleiðis tímar veittir innan heimastænastuna (úti) í 2010. Beinleiðis tímar sipar til ta tíðina starvsfólkið nýtir beinleiðis saman við brúkaranum, sum býr í egnum heimi. Afturat beinleiðis tímunum, nýtir starvsfólkið eisini óbeinleiðis tímar, eitt nú til koyring, feriu, sjúku, dokumentatión o.a.

Á sambýlunum fær borgarin tænastu alt samdøgrið. Vegleiðandi dagsprísur fyri ein brúkara á einum sambýli er 930 kr. fyri samdøgrið. Kostnaðurin fyri sambýlini sambært fíggjarlógini í 2010 var 56.484.000 kr. Umroknað til arbeiðstímar, tá roknað verður við eini miðal ársløn uppá 330.000 kr., vórðu veittir 356.013 tímar inni í sambýlunum, umframt 43.800 arbeiðstímar fyri náttarvakt, sum kommunurnar rinda.

4.      Skipanin sum Nærverkið hevur haft til og við 2010 hevur ikki haft møguleikan at skráseta metta tørvin, men bert teir tímar, sum tað hevur verið møguligt at veita innanfyri verandi fíggjarkarmar. Nærverkið hevur nú ment skrásetingarskipanina, soleiðis at man frá í ár fær møguleika at skráseta tann metta tørvin. Á henda hátt verður gjørligt at síggja munin í millum ein mettan tørv og veittu tænastuna. Mett verður at tøl fyri samlaða tørvin innanfyri heimahjálpina verða tøk um árslok 2011.

Nærverkið er tó vitandi um, at tørvurin í Suðurstreymoy hevur verið størri enn tænastuveitingin í 2010. Tað er eisini í Suðurstreymoy at tørvurin á røktarheimsplássum er størstur.

5.      Hvør einstakur heimahjálparatími hevur ein mettan kostnað í 2010 á uml. 285 kr. Tá eru øll gjøld, eftirløn, feria, sjúka o.a. íroknað. Kostnaðurin er hækkaður í tráð við lønarhækkingina seinastu árini. Í dag eru ikki tøk hagtøl, sum neyvt kunnu vísa, hvussu gongdin í kostnaðinum fyri hvønn heimahjálparatíma hevur verið seinastu 10 árini.

Í fíggjarlógini fyri 2010 vísir virksemisyvirlitið fyri konto 12.16.04 25 – Heimatænastan, at uml. 44% av játtanini, ella 55,8 mió. kr., verður nýtt til heimahjálp. Restin verður nýtt til eldrasambýli og heimasjúkrasystrar. Av einum samlaðum rakstri uppá 128,4 mió. kr. vóru 13,4 mió. kr. nýttar til annan rakstur enn løn. Tá 44% av rakstrarútreiðslunum verða drignar frá játtanini til heimahjálp, er greitt at 49,9 mió. kr. eru brúktar í lønum til at veita 175.343 beinleiðis tímar í heimahjálpini, og hetta gevur ein mettan kostnað uppá 285 kr. pr. beinleiðis tíma.

6.      Hækkingin í kostnaðinum er stórt sæð grundað lønarhækkingar. Í svarinum til spurning 8 er somuleiðis víst á, at menningin av førleikunum hjá starvsfólkunum eisini hevur økt eitt sindur um kostnaðin.

7.      Samlaðu útreiðslurnar til umsiting hjá Nærverkinum vóru áleið 21,9 mió. kr. í 2010. Tað svarar til uml. 4 % av samlaðu játtanini til Nærverkið í 2010. Til tess at umsitingin kann optimerast og effektiviserast mest gjørligt, er umsitingin av heimahjálparatænastuni tengd saman við umsitingini av heimasjúkrarøktini, økisterapiini og sambýlunum. Tískil hevur Nærverkið ikki neyv tøl fyri umsiting av heimahjálparatænastuni fyri hvønn veittan heimahjálparatíma og kann hetta ikki gerast upp fyri seinastu 10 árini.

Samlaða játtanin til heimatænastuna í 2010 var 127,5 mió.kr. og var henda játtan brúkt til heimahjálp, eldrarøkt og heimasjúkrasystrar. Játtanin til heimahjálp var í 2010 55,8 mió. kr., og við eini umsiting uppá 4 % gevur hetta uml. 2,2 mió. kr. til umsiting av heimahjálpini.

Samlaðu beinleiðis veittu tímarnir í 2010 vóru 175.343 í tali. Kostnaðurin av umsitingini pr. beinleiðis tíma verður sostatt uml. 12,55 kr.

8.      Ein heimahjálp, sum fær sær heilsuhjálparaútbúgving, fær 3,46 kr. meira útgoldið í løn pr. tíma.

Tá roknað verður við 2.080 arbeiðstímum árliga, gevur hetta eina meirútreiðslu í lønum á kr. 7.197,00 árliga pr. starvsfólk.