Vælkomin á mína heimasíðu

Tíðindi

Spyr um endurvenjing til fólk ið hava fingið skurðviðgerð uttanfyri heilsuverkið

Hvør er orsøkin til, at fólk ið fáa skurðviðgerð aðrastaðni enn í føroyska heilsuverkinum, missa rættin til endurvenjing í heilsuverkinum? Tað hevur Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, spurt Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismann, í einum § 52a fyrispurningi.

Helgi Abrahamsen sigur seg hava sæð dømi um, at fólk ið standa á bíðilista til at fáa skurðviðgerð, og sum hava egna sjúkratrygging, hava fingið at vita frá heilsuverkinum, at um tey nýta tryggingina og fáa skurðviðgerðina gjørda aðrastaðni, so missa tey rættin til endurvenjing í heilsuverkinum.

“Fyri tann sjúka kann bíðitíðin vera trupul, og tí er væl skiljandi, at fólk vilja nýta teir møguleikar ið eru, fyri at linna pínuna. Men um avleiðingin er, at tey ikki fáa endurvenjing, so skulu tey velja ímillum skurðviðgerð beinan vegin uttan endurvenjing, ella at ganga við pínu, fyri at tryggja endurvenjingina seinni,” sigur Helgi Abrahamsen. Hann hevur tí sett fyrispurningin fyri at fáa greiðu á, hvør orsøkin er til, at hesi fólkini ikki kunnu fáa endurvenjing.

Sambært tingskipanini skulu § 52a fyrispurningar svarast innan 10 yrkadagar frá tí at teir eru latnir inn.

 

Spyr um møguligar illstøður millum russar og ukrainar í Føroyum

19. apríl 2022

Eru Føroyar fyrireikaðar til møguligar illstøður millum russar og ukrainar í Føroyum, og hvat hevur landsstýrið gjørt – ella ætlar at gera, fyri at fyribyrgja slíkum støðum? Tað hevur Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, spurt Bárð á Steig Nielsen, løgmann í einum § 52a fyrispurningi á løgtingi.

Helgi Abrahamsen vísir á, at løgtingið hevur samtykt, at Føroyar skulu taka ímóti 200 flóttafólkum úr Ukraina, og samtíðis er endalig støða ikki tikin til, um vit fara at seta russiskum skipum forboð ímóti at koma í føroyskar havnir.

“Hetta merkir, at vit í komandi tíð møguliga fara at hava fólk úr báðum fíggindalondunum, Russlandi og Ukraina, í Føroyum,” sigur løgtingsmaðurin. “Hesi londini eru í kríggi, og tað kann lættliga henda, at illstøður kykna, har annar parturin vil hevna seg inná hin. Tað kann seta Føroyar í eina óhepna støðu, og tí havi eg sett fyrispurningurin,” sigur Helgi Abrahamsen.

Landsstýrið hevur boðað frá, at Føroyar fara at gera sum ES, tá talan er um at seta tiltøk í verk ímóti Russlandi, og í løtuni er óvist, hvussu umfatandi tiltøkini hjá ES verða.

 

Vil vita nær restin av føroysku bløðunum verða talgild

2. september 2021

Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, fer á tingfundinum mikudagin at seta Jenisi av Rana, landsstýrismanni, ein munnligan fyrispurning um talgildingina av gomlu føroysku bløðunum.

Helgi Abrahamsen vísir á, at fyri nøkrum árum síðani fór Landsbókasavnið undir at leggja gomlu føroysku bløðini út á alnótina, og hetta hevur verið ein stórur fyrimunur fyri tey ið skriva um søguligar hendingar, og fyri onnur, ið hava áhuga fyri gomlum tilfari.

Higartil eru flestu føroysku bløðini sum komu út áðrenn ár 2000 løgd út á alnótina, og ætlanin var eisini at leggja nýggjari bløð út, men tað arbeiðið er ikki komið víðari.

Helgi Abrahamsen spyr tí Jenis av Rana, um arbeitt verður við at leggja nýggjastu bløðini í savninum út á alnótina, og um so er, nær verður so roknað við, at arbeiðið verður liðugt?

Fyrispurningurin verður svaraður á tingfundinum komandi mikudag, sum byrjar klokkan 11.

 

Føroyar og Grønland tosa saman um farmasigling

28. juni 2021

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður við vinnumálum, hevur í dag havt ein netfund við grønlendsku landsstýriskvinnuna Naaja H. Nathanielsen 

Á fundinum umrøddu tey ójøvnu kappingina sum er í farmasiglingini til og úr Grønlandi.

“Meðan grønlendsk skip kunnu sigla við farmi til og úr Føroyum, so kunnu føroysk skip ikki sigla farm til og úr Grønlandi, tí har er einkarættur galdandi,” sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður. Hann sigur, at bara Royal Arctic Line hevur loyvi at sigla farmasigling millum Grønland og onnur lond, og millum grønlendskar havnir, men sama Royal Arctic Line hevur tó seinastu tíðina, saman við íslendska Eimskip, siglt við farmi til og úr Føroyum. 

“Tað kann ikki vera rætt, at skip úr øðrum londum kappast frítt móti føroyskum reiðaríum á Føroyaleiðini, meðan føroysk skip ikki fáa atgongd til teirra havnir,” sigur Helgi Abrahamsen. Hann hevur tí samskift seinasta hálva árið við grønlendska landsstýrið um spurningin, og í dag var fyrsti fundurin millum partarnar um málið.

Helgi Abrahamsen sigur, at enn røkist ikki fyri nakrari semju, men partarnir hava avtalað at hittast aftur seinni í ár.

 

Landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum og Kommunufelagið samd um reglugerð um óljóð frá skipum

22. juni 2021

Landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum og Kommunufelagið eru vorðin samd um leist, sum skal minka um ampa av óljóði frá skipum við bryggju í føroyskum havnum.

Ætlanin er, at einstøku kommunurnar samtykkja eina standardreglugerð fyri kommunalar havnir. Reglugerðin er gjørd í samstarvi millum kommunurnar og í samráði við Umhvørvis- og vinnumálaráðið.

Í einari royndartíð fram til 1. november 2021 er ætlanin, at myndugleikarnir við regluligum ljóðmátingum finna fram til eitt markvirði fyri ljóðdálking, sum allir partar í samfelagnum kunnu taka undir við.

Í royndartíðini verða ljóðmátingar gjørdar við skipini, í nærumhvørvinum og inni á privatum ognum. Umboð fyri myndugleikar, vinnuna og felagsskapir sum Heimafrið hava møguleika fyri at vera við og eygleiða, tá ið mátingar verða gjørdar.

Eftir royndartíðina verða markvirðini ásett og alment fráboðað.

Vísa ljóðmátingar tá brot á ásettu markvirðini, fær viðkomandi skip boð frá havnini um at broyta raksturin og fáa viðurskiftini í rættlag. Fæst ljóðstigið ikki niður á ásett markvirði beinanvegin, skulu havnirnar nokta fyri at taka ímóti skipinum um viðurskiftini ikki eru fingin í rættlag innan eina nærri ásetta freist.

Kunnandi fundir hava verið við umboð fyri vinnuna og fyri felagsskapin Heimafrið. Hesi hava sum heild tikið væl ímóti teirri ætlan, sum fyriliggur.

Flestu størru havnirnar við vinnuligum virksemi hava bílagt sær útgerð at gera mátingar við, og innanfyri stutta tíð verða gjørdar regluligar ljóðmátingar í føroyskum havnum.

Við hesum vóna partarnir at hava fingið ein loysn, sum er til gagns fyri borgararnar samstundis sum vinna og myndugleikar hava greiðar reglur at halda seg til.

 

Kunngerðirnar um rættindi hjá sjófólki eru nú lýstar

8. juni 2021

Tann 7. mai í ár varð løgtingssamtyktin um starvsviðurskifti o.a. hjá sjófólki (millumtjóðasáttmálin ILO 188) sett í gildi fyri Føroyar.

Við lógini fylgja nakrar kunngerðir sum nú eisini eru lýstar. Kunngerðirnar fevna um hvílutíð, skrivligar avtalur, um trúnað í sambandi við viðgerðir av klagum, og um fría heimferð og fíggjarliga trygd.  

“At viðurskiftini umborð á skipum eru sett í fastar karmar er ikki nýtt, men við nýggju kunngerðunum er tey blivið meira útgreinað, og Føroyar fylgja altjóða reglum á økinum,” sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður við sjóvinnumálum. Hann heldur, at umframt týdningin av at hava góð viðurskifti umborð, hevur hetta eisini týdning fyri umdømi Føroya í útheiminum. Landsstýrismaðurin vísir í hesum sambandinum á, at tá flakatrolarin Gadus herfyri fekk altjóða góðkenning frá Global Seafood Assurances fyri ábyrgdarfullan fiskiskap, var tað júst tað, at skipið altíð livir upp til altjóða krøv til arbeiðsumhvørvi og trygd, ið var ein av grundgevingunum fyri heiðurin.   

“Góð viðurskifti umborð á skipum styrkja umdømið millum tey ið keypa okkara fiskavørur, og hetta kemur afurat týdninginum av, at manningin hevur tað gott,” sigur Helgi Abrahamsen. Hann heldur tí at tað hevur stóran týdning fyri Føroyar, at vit fylgja altjóða reglum á økinum.

 

Útgjaldið úr ALS hækkar

10. desember 2020

Løgtingið hevur einmælt samtykt uppskotið hjá Helga Abrahamsen, landsstýrismanni, um at broyta gjøldini hjá ALS.

Á nýggjárinum hækkar útgjaldið, sum arbeiðsleys kunnu fáa frá ALS. Løgtingið hevur í dag við 3. viðgerð samtykt uppskotið hjá Helga Abrahamsen, landsstýrismanni, um at hækka útgjaldið úr 75 prosentum upp í 80 prosent av lønini. Hægsta útgjaldið hækkar samstundis úr 17.500 krónum upp í 18.500 krónur um mánaðin.

Eisini inngjaldið til ALS verður broytt á nýggjárinum. Inngjaldið lækkar úr 1,25 prosentum niður í 1 prosent av lønini. Henda broytingin verður gjørd í kunngerð.

Umframt hesar broytingarnar samtykti løgtingið eisini at gera aðrar tillagingar í lógini um ALS. Millum annað skal føroyska arbeiðsloysisskipanin samsvara betur við norðurlendska sáttmálan um almannatrygd, og kærunevndirnar hjá Arbeiðsloysisskipanini og Barsilsskipanini verða lagdar í somu kærunevnd.

Sambært stýrinum fyri ALS er fíggjarliga haldførið hjá skipanini so mikið gott nú, at skipanin megnar at standa ímóti einum arbeiðsloysi upp á 8 prosent í eini 12 samanhangandi ár. Miðal arbeiðsloysið síðani 1998 hevur verið sløk 4 prosent.

 

Barsilstíðin verður nú longd

18. desember 2020

Løgtingið hevur samtykt uppskotið hjá Helga Abrahamsen, landsstýrismanni, um at broyta barsilsskipanina.

Løgtingið hevur í dag við 2. viðgerð samtykt uppskotið hjá Helga Abrahamsen, landsstýrismanni, um at leingja barsilstíðina við 4 vikum. Barsilstíðin kemur sostatt upp á 52 vikur.

“Við hesum røkka vit málinum, sum samgongan setti sær fyri, tá samgonguskjalið varð skrivað fyri góðum ári síðani,” sigur Helgi Abrahamsen. “Vit fáa eina barsilsskipan, sum gevur rætt til 52 vikur við bæði løn og uppsparing til eftirløn,” sigur hann.

Haldførið

Barsilsskipanin hevur verið fíggjarliga sperd ta seinastu tíðina, og tí hækkar inngjaldið bæði fyri at fáa hallið burtur og fyri at fíggja tað, sum longda tíðin kostar. Inngjaldið er í løtuni 0,71 prosent av lønini, og tað hækkar á nýggjárinum upp í 0,86 prosent. Hóast inngjaldið hækkar, so fara lønmóttakarar ikki at merkja hetta, tí gjaldið til ALS lækkar samstundis við 0,25 prosentum.

Ein orsøk til at barsilsskipanin hevur havt hall er, at seinast tá broytingar vórðu gjørdar í skipanini, hækkaðu inngjøldini ikki nóg nógv til, at tað svaraði til øktu útreiðslurnar.

Tær 4 vikurnar, sum koma afturat í barsilsskipanini nú, verða lagdar afturat felagskvotuni hjá báðum foreldrunum. Tað merkir, at mamman fær rætt til barsilspening í 14 vikur eftir barnsburð, pápin í 4 vikur og foreldrini kunnu frítt býta 34 vikur sínámillum.

25 løgtingsfólk atkvøddu fyri uppskotinum, eingin atkvøddi ímóti og eingin atkvøða var blonk.

 

Helgi Abrahamsen spyr løgman, hvussu ríkislógir skulu viðgerast í framtíðini


27. september 2017

Uppskotið um Stjórnarskipanarlóg sigur einki um, hvussu løgtingið skal viðgera ríkislógir.

Hvussu skal løgtingið viðgera ríkislógir, eftir at Stjórnarskipanarlógin er sett í gildi? Tann spurningin fer Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, at seta løgmanni á tingfundinum í dag.

Helgi Abrahamsen vísir á, at í verandi Stýrisskipanarlóg, sum eftir ætlan skal fara úr gildi, um Stjórnarskipanarlógina verður samtykt, eru fleiri greinir, sum snúgva seg um, hvussu ríkislógir skulu verða viðgjørdar á løgtingi.

”Har stendur millum annað, hvør kann leggja uppskot um ríkislógir fyri tingið, hvussu nógvar viðgerðir uppskotini skulu hava o.s.fr.,” sigur Helgi Abrahamsen.

Men í uppskotinum um Stjórnarskipanarlóg verða ríkislógir als ikki nevndar. Har stendur, at løgtingið ger lógir (hóast veruleikin er, at nógvar av lógunum sum eru galdandi í Føroyum, eru samtyktar av Fólkatinginum), og har stendur einki um, hvussu ríkislógir skulu verða viðgjørdar á løgtingi, og hvussu ætlanin er, at tær skulu verða lýstar.

Sambært uppskotinum um Stjórnarskipanarlóg skal nýggja lógin setast í gildi í tveimum stigum.

”Um tær lógargreinirnar í Stýrisskipanarlógini, sum viðgera ríkislógartilmæli, verða settar úr gildi, meðan vit framvegis hava ríkislógir, so er viðkomandi at spyrja, hvussu ríkislógir í framtíðini skulu verða viðgjørdar og staðfestar,” sigur Helgi Abrahamsen. Hann setur tí hesar spurningarnar:

Um Føroya fólk á fólkaatkvøðu næsta ár samtykkir Stjórnarskipan Føroya, nær verða so tær greinirnar í galdandi Stýrisskipanarlóg, sum viðvíkja viðgerðini av ríkislógartilmælum, settar úr gildi?

Um greinirnar sum viðgera ríkislógartilmæli verða settar úr gildi, meðan verandi stjórnarskipanarligu viðurskifti framvegis eru óbroytt, hvussu er ætlanin so at áseta, hvussu ríkislógir skulu verða samtyktar og lýstar?

Er ætlanin at partar av Stjórnarskipanarlógini og partar av Stýrisskipanarlógini skulu verða galdandi samstundis, frá 2018 og líka so leingi sum Føroyar eru í ríkisfelagsskapi við Danmark?