Vælkomin á mína heimasíðu

Dagsskráin í løgtinginum

Stutt frágreiðing um málini.

Veiðigjøld og tilfeingisgjøld á skrá fyri tingfundin í dag.

 

Dagsskráin fríggjadagin, 31. mars 2023, kl. 10:00:


1.viðgerðir:


Tingmál nr. 93/2022 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um loyvisgjald á alivinnu (Broytingar í tøkugjaldinum).


Høgni Hoydal, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.


Skotið verður upp at broyta tøkugjaldið í alivinnuni. Gjaldið verður útroknað við støði í tveimum viðurskiftum:


  1. miðal altjóða søluprísurin pr. kg.
  2. miðal framleiðslukostnaðurin pr. kg.


Um søluprísurin er lægri enn framleiðslukostnaðurin verður tøkugjaldið 0,5%.

Um søluprísurin er upp til 5 kr. hægri  enn framleiðslukostnaðurin verður tøkugjaldið 2,5%

Um søluprísurin er millum 5 og 15 kr. hægri enn framleiðsukostnaðurin verður tøkugjaldið 5%

Um søluprísurin er millum 15 og 20 kr. hægri enn framleiðsukostnaðurin verður tøkugjaldið 7,5%

Um søluprísurin er millum 20 og 25 kr. hægri enn framleiðsukostnaðurin verður tøkugjaldið 10%

Um søluprísurin er millum 25 og 30 kr. hægri enn framleiðsukostnaðurin verður tøkugjaldið 12,5%

Um søluprísurin er millum 30 og 35 kr. hægri enn framleiðsukostnaðurin verður tøkugjaldið 15%

Um søluprísurin er millum 35 og 40 kr. hægri enn framleiðsukostnaðurin verður tøkugjaldið 17,5%

Um søluprísurin er meira enn 40 kr. hægri enn framleiðsukostnaðurin verður tøkugjaldið 20%


Skotið verður upp, at kommunurnar skulu hava 2% av inntøkunum frá hesum gjaldinum.


---


Tingmál nr. 96/2022 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um veiðigjøld fyri fiskiskap (Veiðigjaldslógin) (Dagføring av gjøldum, veiðigjald fyri lodnu og heystgýtandi sild og strikan av undantaki fyri heimaflotan).


Ruth Vang, landsstýriskvinna, hevur lagt uppskotið fram.


Endamálið við uppskotinum er at dagføra verandi veiðigjøld í fiskivinnuni. Somuleiðis leggur uppskotið upp til at strika undantakið hjá heimaflotanum fyri at rinda veiðigjald. Endamálið við uppskotinum er somuleiðis at gjaldast skal fyri veiðirættindi til at fiska lodnu og heystgýtandi sild, sum í dag ikki rinda veiðigjald. Harafturat verður veiðigjaldið fyri botnfiski í Barentshavinum og við Svalbard dagført.

Skotið verður upp, at 2% av veiðigjaldinum fellur til kommunurnar.


Í alt verður mett, at árliga meirinntøkan í veiðigjaldi verður um 60-100 mió. kr.


____________________________________________________________________________________


Dagsskráin, hósdagin, 30. mars 2023, kl. 11:00:


3. viðgerð:


Tingmál nr. 47/2022 - Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri fíggjarárið 2023.


Ruth Vang, landsstýriskvinna, hevur lagt uppskotið fram.


Ein samd fíggjarnevnd tók undir við fíggjarlógaruppskotinum við teimum broytingunum, sum nevndin hevði gjørt, og tað varð einmælt samtykt við 2. viðgerð.


---  


2. viðgerðir:


Tingmál nr. 49/2022 - Uppskot til løgtingslóg um lántøku til landskassan fyri 2023.


Ruth Vang, landsstýriskvinna, hevur lagt uppskotið fram.


Skotið verður upp, at landsstýriskvinnan fær heimild at taka í mesta lagi 350 mió. krónur í láni til at rinda fyri møguligt gjaldførishall landskassans í 2023.


Ein samd fíggjarnevndi tekur undir við uppskotinum, og mælir løgtinginum til at samtykkja tað.


---  


Tingmál nr. 46/2022 - Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af visse ændringer i lov om midlertidig opholdstilladelse til personer, der er fordrevet fra Ukraine (Ændring af tidspunkt for Færøernes Landsstyres overtagelse af ansvar og ændring af skæringsdato for udrejse af Ukraine ved meddelelse af opholdstilladelse).


Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.


Í apríl mánaði í 2022 samtykti Løgtingið ríkislógartilmæli um at geva flóttafólkum úr Ukraina loyvi at koma til Føroya. Nú ein tíð er fráliðin er tað greitt, at ávísar broytingar eiga at verða gjørdar í lógini. Til dømis stendur í lógini, at bara fólk sum vóru í Ukraina tann 24. februar 2022 (tá kríggið byrjaði) og teirra familja, kunnu fáa fyribils uppihaldsloyvi í Føroyum. Henda dagfestingin verður broytt til 1. februar 2022, soleiðis at ukrainar, sum vóru á styttri ferð uttanlands tá kríggið byrjaði, kunnu eisini fáa uppihaldsloyvi í Føroyum. Eisini aðrar tillagingar verða gjørdar.


Ein samd uttanlandsnevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.


--- 


Tingmál nr. 64/2022 - Uppskot til løgtingslóg um at umbyggja og útbyggja eftirskúlan Rásina.


Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.


Endamálið við lógaruppskotinum er at heimila landsstýrismanninum at nýta upp til 25 mió. kr. til verkætlanina at um- og útbyggja Rásina í Saltangará. Rásin er eitt skúlatilboð til ung við menningartarni, ið eru liðug við fólkaskúlan.


Ein samd fíggjarnevnd tekur undir við málinum og mælir løgtinginum til at samtykkja tað.


---  


Tingmál nr. 65/2022 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um triðja byggistig í umbygging og útbygging av miðnámsskúlanum á Kambsdali (Hækka upphæddina, sum landsstýrismanninum verður heimilað at brúka).


Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.


Løgtingið hevur fyrr samtykt at umbyggja og útbyggja miðnámsskúlan á Kambsdali. Triðja byggistig varð mett at kosta 71 mió. krónur, men nú vísir tað seg, at kostnaðurin verður hægri. Tí verður skotið upp at broyta lógina, soleiðis at landsstýrismaðurin kann nýta 94 mió. krónur til byggingina.


Ein samd fíggjarnevnd tekur undir við málinum og mælir løgtinginum til at samtykkja tað.


---


1. viðgerðir:


Tingmál nr. 90/2022 - Uppskot til Løgtingslóg um ókeypis at avhenda ymiskt tilfar til P/F Suðuroyartunnilin.


Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur lagt uppskotið fram.


Skotið verður upp, at landsstýrið skal fáa heimild til, ókeypis, at lata P/F Suðuroyartunlinum allar forkanningar og annað tilfar, ið Landsverk hevur framleitt ella útvegað sær í sambandi við verkætlanina at gera tunnil til Suðuroyar, ella aðrar verkætlanir.


---


Tingmál nr. 91/2022 - Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Yvirtøka av málsøkjunum sjóuppmerking og vitaverk).


Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur lagt uppskotið fram.


Skotið verður upp, at málsøkini sjóuppmerking og vitaverk verða yvirtikin tann 1. juni 2024.


---  


Tingmál nr. 95/2022 - Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um afturbering av útreiðslum til filmsframleiðslu í Føroyum (Broyttur fíggingarleistur og lógartøkniligar rættingar).


Høgni Hoydal, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.


Endamálið við uppskotinum er at fáa til vega fastari karmar fyri at bera aftur part av útreiðslunum sum verða brúktar til filmsframleiðslu í Føroyum.


Føroyar eru í harðari kapping við onnur lond um slíkar framleiðslur, og tí verður hildið, at tað er umráðandi, at vit hava somu skipanir sum eru í grannalondunum. Beinanvegin tá umsóknir koma um stuðul, skal Filmshúsið kunna boða umsøkjaranum frá, um afturbering verður latin.


Skipanin við afturbering verður tí broytt soleiðis, at umsøkjari, sum lýkur treytirnar fyri at fáa afturborið part av útreiðslunum, sum eru hildnar í Føroyum, altíð fær afturborið 25% av hesum útreiðslunum.

Afturberingin kann tó í mesta lagi vera 5 milliónir kr.


---


Tingmál nr. 86/2022 - Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om forebyggende foranstaltninger mod hvidvask og finansiering af terrorisme (hvidvaskloven) og lov om finansiel virksomhed.


Høgni Hoydal, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.


Lóggávan um hvítvask (sum skal fyribyrgja fíggjarligan kriminalitet) byggir í stóran mun á altjóða leiðreglur og tilmæli, sum umvegis ES-lóggávu verður sett í gildi í Danmark, og síðani verður hon, umvegis danska lóggávu, sett í gildi fyri Føroyar.


Altjóða tilmælini verða javnan broytt, so skulu vit lúka treytirnar, mugu vit eisini dagføra okkara lóggávu.

Føroyar hava yvirtikið ein part av málsøkjunum, sum hava við fíggjargeiran at gera, meðan ein partur er felagsmál, og harvið er undir donskum ræði. Bankarnir eru undir donsku lóggávuni, meðan eitt nú tryggingar eru undir føroyskari lóggávu.


Av tí at myndugleikabýtið er tvíbýtt, hava vit tvær hvítvasklógir – eina fyri yvirtikin mál og eina fyri felagsmál.


Hetta uppskotið snýr seg um at dagføra lóggávuna á ikki-yvirtiknum málsøkjum.


---  


Tingmál nr. 92/2022 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyribyrgjandi tiltøk ímóti hvítvaski av vinningi og fígging av yvirgangi (Hvítvasklógin) (Ígildissetan av 4. og 5. hvítvaskdirektivi o.a.).


Høgni Hoydal, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.


Eins og í tingmáli nr. 86/2022 snýr hetta málið seg um at dagføra lóggávuna viðvíkjandi hvítvaski. Men í hesum førinum er talan um dagføring av lóggávuni viðvíkjandi yvirtiknum málsøkjum.


Í januar í ár almannakunngjørdi Hvidvasksekretariatet eina serstaka váðameting fyri Føroyar. Ein av niðurstøðunum var, at tað verður mett at vera stórur vandi fyri, at Føroyar verða brúktar í sambandi viðhvítvask m.a. orsakað av, at tað gongur ov seint við at dagføra hvítvasklóggávuna. Millum annað av hesi orsøk verður lóggávan nú dagførd.


---


Tingmál nr. 94/2022 - Uppskot til samtyktar um at landsstýrið fær settan í gildi fyri Føroyar niðanfyristandandi UNESCO-sáttmála frá 20. oktober 2005 um at verja og fremja margfeldi í mentanarligum úttrykki.


Høgni Hoydal, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.


Skotið verður upp, at Løgtingið góðkennir, at landsstýrið fær settan í gildi fyri Føroyar UNESCO-sáttmálan frá 20. oktober 2005 um at verja og fremja margfeldi í mentanarligum úttrykki.

____________________________________________________________________________________



Dagsskráin, mánadagin, 27. mars 2023, kl. 11:00:


2. viðgerð:


Tingmál nr. 47/2022 - Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri fíggjarárið 2023.


Ruth Vang, landsstýriskvinna, hevur lagt uppskotið fram.


Fíggjarlógaruppskotið hjá landsstýrinum hevði eitt avlop á 141 mió. krónur. Nú uppskotið er tillagað í fíggjarnevndini er avlopið komið uppá 144 mió. krónur.


Rakstrarútreiðslurnar vaksa við 12,7 mió. krónum, løguútreiðslurnar vaksa við 12,1 mió. og inntøkurnar vaksa við 27,5 mió. krónum.


Størsta inntøkubroytingin er frá vinningsbýti frá Bank Nordic, har landið eigur 35% av partapeninginum. Tað gevur landskassanum 52,5 mió. krónur. Hinvegin, so lækka inntøkurnar við 25 mió. krónum orsaka av at inntøkumetingin av MVG er lægri nú enn hon var, tá fíggjarlógaruppskotið varð lagt fram.


Ein samd fíggjarnevnd tekur undir við uppskotinum og mælir løgtinginum til at samtykkja tað. Tó hava andstøðuumboð nakrar serligar viðmerkingar, sum snúgva seg um skattalætta og minking av ríkisveitingini.


---   


1. viðgerð:


Tingmál nr. 87/2022 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkakirkjuna í Føroyum (Heimild at býta upp embætisuppgávur millum próstar).


Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, hevur lagt uppskotið fram.


Skotið verður upp, at broyta lógina um fólkakirkjuna, soleiðis at tað ber til at hava fleiri próstar í Føroyum. Hetta verður gjørt, tí hildið verður, at ov stór arbeiðsbyrða liggur á dómprósti, ið er einasti próstur sum er.

 

 

____________________________________________________________________________________



Hósdagur, 23. mars 2023, kl. 11:00:


Atkvøðugreiðsla:


Atkvøðugreiðsla um at beina tingmál nr. 69/2022 í eina § 25 nevnd.


og


Atkvøðugreiðsla um at beina tingmál nr. 70/2022 í eina § 25 nevnd.


Í sambandi við uppskotini um at broyta Stýrisskipanarlógina og Tingskipanina, soleiðis at starvsheitini í løgtinginum og landsstýrinum eisini kunnu vera “-kvinna” og ikki bara “-maður”, er skotið upp at beina málini í eina serliga nevnd, heldur enn at beina tey í eina vanliga løgtingsnevnd. Atkvøðast skal um tað.


---


1. viðgerðir:


Tingmál nr. 52/2022 - Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af visse bestemmelser i forskellige love om ændring af lov om finansiel virksomhed.


Høgni Hoydal, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.


Uppskotið hevur tvey høvuðsendamál. Fyrra høvuðsendamálið er at dagføra lógina um fíggjarligt virksemi, og tað seinna er at verkseta CRD V direktivið í Føroyum. CRD V kemur ístaðin fyri CRD IV. Talan er um eitt ES-direktiv, sum skal økja um fíggjarliga støðufestið og styrkja um mótstøðuførið hjá fíggjarfyritøkum. 


Hetta uppskotið hevur longu verið til viðgerðar í Løgtinginum. Tað var til fyrstu viðgerð 11. november 2022, men fall síðani burtur, tá løgtingsval varð útskrivað.


---  


Tingmál nr. 53/2022 - Uppskot til løgtingslóg um grundvatn.


Høgni Hoydal, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.


Endamálið við uppskotinum er at fáa greiðar reglur um, hvussu og við hvørjum treytum loyvi kann veitast at gagnnýta vatn úr føroysku undirgrundini. Reglur verða ásettar fyri, hvør kann gagnnýta grundvatn, hvussu loyvi verða veitt, loyvistreytir, loyvistíðarskeið og reglur um at taka aftur loyvi. Reglur um ognartøku til almannagagnlig endamál verða eisini ásettar. Hesar geva í ávísum førum landi og kommunum heimild at ognartaka lendi fyri at gagnnýta grundvatn.


---   


Tingmál nr. 73/2022 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um loyvisgjald á alivinnu (Broytingar í tøkugjaldinum).


Sambandsflokkurin hevur lagt uppskotið fram.


Skotið verður upp, at alivinnan skal rinda eitt lutfalsliga høgt gjald, tá søluprísurin á laksi er óvanliga høgur, men santíðis skal hædd eisini takast fyri, at framleiðslukostnaðurin er nógv hækkaður tey seinnu árini. 


Í uppskotinum verður hildið fast við grundregluna um, at eitt nýtslugjald verður kravt fyri framíhjárættindi at gagnnýta føroysku aliøkini. Hetta nýtslugjaldið verður kravt, uttan mun til, hvussu laksaprísurin háttar sær. Er laksaprísurin lægri enn framleiðslukostnaðurin, er gjaldið 0,5%.


Lógaruppskotið tekur annars støði í uppskotinum, sum undanfarna landsstýri legði fram í desember 2022. Tað merkir at gjøldini verða hesi:


  • Er prísurin lægri enn framleiðslukostnaðurin, er gjaldið 0,5%
  • Er prísurin hin sami sum ella 5 kr. hægri enn framleiðslukostnaðurin, er gjaldið 2,5%
  • Er prísurin millum 5 og 15 kr. hægri enn framleiðslukostnaðurin, er gjaldið 5,0%
  • Er prísurin millum 15 og 30 kr. hægri enn framleiðslukostnaðurin, er gjaldið 7,5%
  • Er prísurin meir enn 30 kr. hægri enn framleiðslukostnaðurin, er gjaldið 10%


 

____________________________________________________________________________________


mikudagur, 22. mars 2023, kl. 11:00:


3. viðgerð:


Tingmál nr. 56/2022 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um familjuískoyti (Hjálparískoyti til húski og hækking av familjuískoyti í 2023).


Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, hevur lagt uppskotið fram.


Síðani 2016 hava barnafamiljur við lágari inntøku kunna fingið familjuískoyti. Familjuískoyti er ein skattafrí veiting, ið verður útgoldin mánaðarliga. Stuðulin kann í mesta lagi er 4.000 kr. um mánaðin til tey sum hava eitt barn, og stuðulin hækkar við 500 kr. um mánaðin fyri hvørt barni, sum er afturat fyrsta barninum.


Í sambandi við ógvusliga prísvøksturin, sum er í løtuni, verður skotið upp, at øll húski sum hava ein ársinntøku, ið er lægri enn 440.000 krónur (har tvey vaksin eru í húsinum) ella 290.000 krónur (har ein vaksin er í húsinum), kunnu søkja um eitt hjálparískoyti á 12.000 kr., sum verður veitt eina ferð. Eisini verður skotið upp, at vanliga familjuískoytið skal hækka í eitt avmarkað tíðarskeið við 750 kr. fyri hvørt barnið.


Ein samd Trivnaðarnevnd tók undir við málinum og mælti Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.


Við 2. viðgerð bleiv málið einmælt samtykt við 29 atkvøðum fyri.


---    


1. viðgerðir:


Tingmál nr. 66/2022 - Uppskot til løgtingslóg um fyrsta byggistig at høvuðsumvæla og umbyggja skúlabygningarnar á Frælsinum.


Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.


Skotið verður upp, at landsstýrismaðurin skal fáa heimild at skipa fyri, at partar av skúlabygningunum á   Frælsinum verða høvuðsumvældir og umbygdir. Byggiútreiðslurnar kunnu í mesta lagi vera 24 mió. krónur, og lógin fer úr gildi 1. januar 2027.


---   


Tingmál nr. 82/2022 - Uppskot til samtyktar um at taka av oljuavgjaldið.


Miðflokkurin hevur lagt uppskotið fram.


Skotið verður upp, at Løgtingið skal heita á landsstýrið um at leggja lógaruppskot fyri Løgtingið um at taka av oljuavgjaldið.


Í viðmerkingunum verður víst á, at dagsins oljuprísur er í løtuni umleið 10 krónur fyri liturin. Av hesum fer góður fjórðingurin beinleiðis í landskassan. Talan er um meirvirðisgjald, ið er gott og væl 1,80 krónur fyri liturin og oljuavgjald, ið er 80 oyru fyri liturin.


Uppskotssetararnir meta, at um oljuavgjaldið hevði verið tikið av, høvdu húski við meðal nýtslu kunna spart umleið 3.000 krónur árliga.


---  

 

Tingmál nr. 69/2022 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stýrisskipan Føroya (Løgtings- og landsstýrismenn v.m., broytt starvsheiti).


og


Tingmál nr. 70/2022 - Uppskot til broyting í Tingskipan Føroya Løgtings.


Formansskapurin í løgtinginum hevur lagt uppskotini fram.


Talan er um tvey uppskot, har somu broytingar verða gjørdar í Stýrisskipanarlógini og Tingskipanini. Endamálið er at broyta starvsheitini í politisku skipanini, soleiðis at tey samsvara við bæði kynini.

Orðið “tingmaður” skal eisini kunna eita “tingkvinna” ella “tingfólk” og so framvegis.


---  


Tingmál nr. 084/2022 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a. (Broyting í lækking av pensjón).


Sambandsflokkurin hevur lagt uppskotið fram.


Fleiri av eldri borgarar hava bæði hug, heilsu og orku at halda fram við at arbeiða aftaná náddan  pensjónsaldur, men okkara skattaskipan við mótrokning av arbeiðsinntøku omanfyri 45.000 krónur árliga, ger hetta lítið áhugavert og stimbrandi.


Skotið verður tí upp, at fólkapensjónistar skulu kunna arbeiða, uttan at lønin verður mótroknað i pensjónini. Hetta skal eggja pensjónistar til at arbeiða meira, enn teir gera í dag.

 


____________________________________________________________________________________



týsdagur, 21. mars 2023, kl. 11:00:


1. viðgerðir:


Tingmál nr. 54/2022 - Uppskot til samtyktar um karmsáttmála um fiskiskap millum Føroyar og Ísland.


Høgni Hoydal, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.


Skotið verður upp, at Løgtingið góðkennir, at landsstýrið fær settan í gildi fyri Føroyar ein Karmsáttmála um fiskiskap millum Føroyar og Ísland.


Føroyar og Ísland hava havt árligar fiskivinnusamráðingar síðani miðskeiðis í sjeytiárunum. Á sumri 2017 samdust partarnir um at gera ein karmsáttmála, sum kann liggja til grund fyri fiskiveiðusamstarvinum millum londini. Komið var á mál við hesum samráðingum í 2022, og nú verður biðið um, at løgtingið samtykkir sáttmálan.


---


Tingmál nr. 51/2022 - Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af forskellige love om ændring af udlændingeloven og af forskellige love om ændring af lov om Danmarks tiltrædelse af Schengenkonventionen.


Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur lagt uppskotið fram.


Skotið verður upp, at Løgtingið skal mæla ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar eitt uppskot um broytingar í útlendingalógini og Schengenkonventiónini.


Schengensamstarvið er eitt samstarv millum nógv europeisk lond, har endamáli er at skapa eitt felags øki, har eingi marknaeftirlit eru millum einstøku londini í samstarvinum. Tað vil siga, at ferðandi verða kannaði, tá tey koma inn í Schengenøkið, men tá tey eru komin innum, kunnu tey ferðast frítt inni í økinum.


Føroyar eru ikki beinleiðis partur av Schengen, men av tí at vit vóru við í norðurlendsku pass-uniónini (sum er ein líknandi skipan millum Norðurlond), fingu vit eina serstøðu. Føroyingar kunnu tí ferðast frítt í Schengenøkinum.


Avbjóðingin er, tá persónar koma til Føroya úr einum landi sum ikki er partur av Schengen. Tá eru tað vit, sum skulu gera kanningarnar sum krevjast, fyri at sleppa inn í Schengen.


Vit hava eina danska útlendingalóg, og hon er broytt meira enn 100 ferðir í Danmark, men bara nakrar fáar ferðir í Føroyum. Nú verður skotið upp at gera nakrar broytingar fyri Føroyar, soleiðis at vit kunnu liva upp til krøvini hjá Schengen.


---


Tingmál nr. 79/2022 - Uppskot til samtyktar um tilráðingar frá Útnorðurráðnum í 2022.


Eyðdis Hartmann Niclasen, Henrik Old, Karlot Hergeirsson, Jenis av Rana, Bárður á Lakjuni og Erling Eidesgaard, limir í Útnorðurráðnum, hava lagt uppskotið fram.


Skotið verður upp, at løgtingið skal taka undir við 4 tilráðingum, sum Útnorðurráðið gjørdi í 2022, og at frágreiðingin frá ráðnum verður tikin til eftirtektar.

 

---


Tingmál nr. 80/2022 - Uppskot til samtyktar um tilráðingar frá Norðurlandaráðnum í 2022 og um frágreiðing um virki ráðsins í 2022.


Johan Dahl og Erling Eidesgaard, limir í Norðurlandaráðnum, hava lagt uppskotið fram.


Skotið verður upp, at løgtingið tekur undir við tilráðingunum frá Norðurlandaráðnum í 2022 og tekur til eftirtektar frágreiðingina um virki ráðsins í 2022.

 

____________________________________________________________________________________