Vælkomin á mína heimasíðu

Tingsetan 2012-2013

Fyrispurningur um vegarbeiði í Hósvík

Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a.

Fyrispurningur um vegarbeiði í Hósvík, settur Kára P. Højgaard, landsstýrismanni, (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

  1. Hvør er orsøkin til, at ferðslan eftir landsvegnum í Hósvík verður stýrd við ferðsluljósum?
  2. Nær vórðu ferðsluljósini sett upp?
  3. Hevur verið arbeitt á staðnum alla tíðina, síðani ferðsluljósini vórðu sett upp?
  4. Um arbeitt ikki hevur verið á staðnum alla tíðina, kann landsstýrismaðurin so upplýsa, nær arbeiðið steðgaði?
  5. Um arbeitt ikki hevur verið á staðnum alla tíðina, hvørjum verður so bíðað eftir?
  6. Nær kann roknast við at arbeiðið verður liðugt?

Viðmerkingar:

Í fleiri mánaðir hevur ferðslan eftir landsvegnum fram við Hósvík verið tarnað av ferðsluljósum. At síggja til er orsøkin, at arbeitt verður við at seta eina brúgv í stand. Men tað undrar mong ferðandi, at hvørki arbeiðsfólk ella maskinur hava verið at sæð á staðnum í fleiri mánaðir, meðan ferðslu­ljósini hava verið í brúki.

Landsvegurin fram við Hósvík er ein tann mest trafikkeraði vegurin í landinum, og tí hevur tað stóran týdning, at ferðslan ikki verður tarnað meira enn neyðugt. Tí verður hesin fyrispurningurin settur.

 

Á Løgtingi, 1. mai 2013 

Helgi Abrahamsen

 

Svar:

 

1: Hvör er orsökin til, at ferðslan eftir landsvegnum í Hósvík verður stýrd við
ferðsluljósum?

Orsökin er, at vegbreiddin ikki er nóg breið til 2 farbreytir. Miðað verður eftir, at tað
skulu vera tvær farbreytir, tó ikki í fullari breidd, tá arbeitt verður í mótsattu síðu, og tá
verður bert skeltað niður við hámarksferð.

 

2: Nær vórðu ferðsluljósini sett upp?

Ferðsluljósini vórðu sett upp fyrst í januar mánaði, tá arbeiðið byrjaði.

 

3: Hevur verið arbeitt á staðnum alla tíðina, síðani ferðsluljósini vórðu sett upp?

Arbeitt varð alla tíðina, til stoypiarbeiðið var liðugt. Betongið skuldi síðani herða í umleið
3 vikur – hetta eisini fyri at fáa vætuna úr konstruktiónini, so membranur kundi leggjast á.
Hendan tíðin bleiv munandi longri, vegna tað kalda várið.

 

4: Um arbeitt ikki hevur verið á staðnum alla tíðina, kann landsstýrismaðurin so
upplýsa, nær arbeiðið steðgaði?

Stoypt var 8. februar og 3 vikur seinni steðgaði arbeiðið vegna viðvarandi kulda.

 

5: Um arbeitt ikki hevur verið á staðnum alla tíðina, hvörjum verður so bíðað
eftir?

Bíðað hevur verið eftir, at hiti kemur í luftina, so membranurin kann verða lagdur, hetta
krevur sum nevnt ein ávísan hita.

 

6: Nær kann roknast við at arbeiðið verður liðugt?

Um arbeiði ikki verður tarnað vegna veður ella kulda, er alt arbeiðið væntandi liðugt fyrst
í juni mánaði.

Sum landsstýrismaður við ábyrgd av málsökinum eri eg ikki nögdur við, at ein
hövuðsferðsluleið er skerd í so langa tíð, sum landsvegurin í Hósvík nú hevur verið, og
eg harmist um tann ampa, ið tey ferðandi á hesum vegateini hava havt.

Eg fari tí at taka upp við Landsverk um at bera so í bandi, at slík arbeiði verða gjörd, tá
árstíðin hóskar, so tey verða ferðsluni sum minst til ampa frameftir.


Tinganes, 10. mai 2013

Kári P. Höjgaard
landsstýrismaður

Lestrarstuðul í sambandi við fjarlestur

Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a.

Fyrispurningur um lestrarstuðul í sambandi við fjarlestur, settur Bjørn Kalsø, landsstýrismanni, (at svara skrivliga eftir TS § 52a)


1.Er tað rætt, sum upplýst er frá Fjarlestrardeplinum í Vági, at føroyingar, sum fara undir fjarlestrarútbúgvingar í Danmark, kunnu fáa 5.753 kr. í lestrarstuðli (SU) um mánaðin?

2.Hvussu langt er arbeiðið komið at gera eina føroyska stuðulsskipan fyri fjarlesandi?

3.Hví verður ein nýggj føroysk skipan gjørd, um so er, at ein onnur skipan longu virkar á økinum?

4.Visti landsstýrismaðurin um møguleikan, at fjarlesandi kunnu søkja um SU, tá hann svaraði einum fyrispurningi um hesi viðurskiftini á tingfundi tann 10. oktober 2012?


Viðmerkingar:
Á tingdundi tann 10. oktober 2012 setti undirritaði landsstýrismanninum við skúlamálum ein munnligan fyrispurning viðvíkjandi lestrarstuðli í sambandi við fjarlestur. Landsstýrismaðurin bleiv spurdur, hvør orsøkin er til, at tey ið taka útbúgving við fjarlestri, ikki fáa útbúgvingarstuðul, og um landsstýrið arbeiðir við at broyta stuðulsskipanina, soleiðis at fjarlesandi eisini kunnu fáa útbúgvingarstuðul.

Landsstýrismaðurin svaraði at tað eru fleiri orsøkir til at fólk ikki fáa útbúgvingarstuðul tá tey lesa fjarlestur, men at landsstýrið arbeiðir við at gera eina skipan fyri hesi, sum ætlandi skal kunna setast í verk í seinasta lagið í august 2014. Ein orsøk til at skipanin ikki kann fáast at virka fyrr enn í 2014 segði landsstýrismaðurin vera, at hann hevur avmarkaða fígging til at fáa eina slíka skipan gjørda.

Men í tíðindaskrivi tann 17. apríl 2013 boðar Fjarðlestrardepilin í Vági frá, at føroyingar, sum fara undir fjarlestrarútbúgvingar í Danmark, umvegis Fjarlestrardepilin, kunnu fáa 5.753 kr. í lestrarstuðli (SU) um mánaðin, um so er, at útbúgvingin er góðkend av SU.

Tað undrar undirritaða, at landsstýrismaðurin ikki upplýsti hetta, tá fyrispurningurin varð svaraður á tingfundinum tann 10. oktober 2012. Eisini tykist tað løgið, at landsstýrismaðurin sigur seg arbeiða við at gera eina nýggja skipan, um so er, at hon longu finst frammanundan. Tí verður hesin fyrispurningurin settur.

 

Á Løgtingi, 29. apríl 2013

Helgi Abrahamsen

 

 

Svar:

Ad. 1: Føroyingar hava sum danskir ríkisborgarar rætt til stuðul frá SU, tá ið vit lesa
heiltíðarlestur á donskum lærustovni ella á eini danskari útbúgving, ið er SU-heimilað. Í SUlógini verður einki krav sett um, hvar tann lesandi býr, men tann lesandi skal lúka krøvini um lestrarvirkni, ið tann einstaki lærustovnurin setir. Víst verður í hesum sambandi til § 2 í donsku SU-lógini.

Tá ið danska lógin ikki setur nakað bústaðarkrav, tá lisið verður við ein danskan lærustovn og tað ofta ikki er møtiskylda við hægri lærustovarnar, er tað møguligt at vera í Føroyum og lesa við danskan lærustovn og fáa lestrarstuðul frá SU. Fleiri dømi eru um, at føroyingar búsitandi í Føroyum hava tikið útbúgvingar í Danmark og fingið SU-stuðul. Hesi lesandi hava tó sum oftast í styttri tíðaskeið verið í Danmark í sambandi við próvtøkur o.a. Orsøkin til, at hetta hóast alt ikki hevur verið so vanligt er óivað, at tað eru ymisk krøv, teir einstaku lærustovnarnir seta teimum lesandi. Harafturat krevur tað nógv av teimum lesandi at lesa á henda hátt.

Síðstu árini eru kollveltandi broytingar farnar fram á samskiftisøkinum. Hesar broytingar hava
eisini viðført stórar broytingar á útbúgvingarøkinum, serstakliga í sambandi við møguleikan at
lesa fjarlestur á netinum. Síðstu árini eru fleiri og fleiri danskar útbúgvingar skipaðar soleiðis, at møguligt er at lesa tær við fjarlestur. Tó, sum oftast eru krøv um, at møtt verður nakrar ferðir í styttri tíðarskeið til miðsavnaða frálæru. Talan kann tí ofta verða um samansettan lestur, har skift verður ímillum lestur á lestrarstaðnum og fjarlestur.

Ad. 2: Arbeitt verður við eini skipan, ið byggir á álitið Føroysk fjarlestrarskipan, sum varð løgd fram í desember 2010. Ætlanin er at hava skipanina klára at taka í nýtslu á sumri 2014, men hetta er sjálvsagt treytað av, at fíggjarlig orka verður tøk.

Ad. 3: Tann nýggja føroyska stuðulsskipanin til fjarlesandi, sum tosað hevur verið um, er í
stóran mun rættað móti teimum, ið lesa fjarlestur aðrastaðni enn í Danmark Nevnast kann, at SU veitir ikki stuðul til danskar ríkisborgarar, ið lesa fjarlestur uttan fyri Danmark. Hetta merkir, at ein danskur ríkisborgari fær ikki stuðul til fjarlestur uttanlands, um tann lesandi er búsitandi í Danmark. Tískil eru føroyingar, sum velja at taka útbúgving við fjarlesturi í eitt nú Bretlandi, ikki fevndir av donsku SU-lógini.

Ad. 4: Tá ið fyrispurningurin um fjarlestur varð svaraður á tingfundi tann 10. oktober 2012, vóru viðurskifti í eini møguligari føroyskari fjarlestrarskipan viðgjørd. Møguleikin, at føroyingar búsitandi í Føroyum, kunnu fáa danskt SU, um teir lesa fulla tíð á SU heimilaðari útbúgving í Danmark, varð ikki viðgjørdur. Hetta er tó nakað, sum landsstýrismaðurin hevur verið vitandi um, hóast tað kann sigast av vera nakað nýtt, at hetta beinleiðis verður knýtt at skipanum við fjarlestri.

 

Vinarliga

Bjørn Kalsø
landsstýrismaður

 

Fyribilsgóðkenning av hvalvágum

Skrivligur fyrispurningur

til

Jacob Vestergaard, landsstýrismann

Viðvíkjandi fyribilsgóðkenning av hvalvágum


1.Hvørji krøv skulu lúkast, fyri at ein fjørður kann fáa fyribilsgóðkenning sum hvalvág?

2.Eru fyribilsgóðkenningar av hvalvágum tíðaravmarkaðar?

3.Eru treytir settar til fyribilsgóðkendar hvalvágir, um at tær innan ásetta tíð skulu lúka ávís krøv (til dømis viðvíkjandi umhvørvisviðurskiftum)?

4.Hevur landsstýrið ætlanir um at veita fleiri fyribilsgóðkenningar av hvalvágum?

5.Um landsstýrið ikki ætlar at veita fleiri fyribilsgóðkenningar av hvalvágum, hvør er so orsøkin til tað?


Viðmerkingar:
Eg havi fyrr sett ein fyrispurning til landsstýrismannin í fiskivinnumálum viðvíkjandi hvalvágum. Í sambandi við tað orðaskiftið vísti eg á Skálafjørð og Funningsfjørð sum dømi um tvær bygdir, sum í allar mátar líkjast, men kortini eru í heilt hvør sínari støðu viðvíkjandi góðkenning sum hvalvágir.

Funningsfjørður er gomul hvalvág, meðan Skálafjørður, sum liggur fáar kilometrar frá Funningsfirði, fær ikki góðkenning. Orsøkin sigst vera, at kloakkviðurskiftini eru ikki komin í rættlag í Skálafirði.

Men kloakkviðurskiftini í Skálafirði eru einki verri enn tey eru í Funningsfirði. Tað er ikki har, ið munurin liggur. Munurin er harafturímóti, at krøvini eru strangari, tá tú skalt hava eina nýggja góðkenning, enn tey eru fyri at varðveita eina gamla góðkenning.

Síðani eg setti tann fyrra fyrispurningin havi eg fingið at vita, at nakrar hvalvágir hava fingið fyribilsgóðkenning, hóast tær ikki lúka somu treytirnar, sum eru orsøk til, at Skálafjørður ikki fær sína góðkenning.

Í Skálafirði verður arbeitt við eini ítøkiligari ætlan um at fáa kloakkviðurskiftini uppá pláss, men mær vitandi eru ongar ítøkiligar ætlanir fyri kloakkviðurskiftini í teimum bygdunum, sum hava fingið fyribilsgóðkenning, og eg ivist eisini í, um tað var ein treyt fyri at fáa fyribilsgóðkenningina, at viðurskiftini skuldu verða komin uppá pláss innan ávísa tíð.

At krøv verða sett til kloakkviðurskiftini, er væl skiljandi, men tað sum kann undrað viðvíkjandi øllum umhvørviskrøvum her á landi, er, at somu krøv verða ikki sett øllum. Til dømis verða strong umhvørviskrøv sett nýggjum fyritøkum og virkjum, sum verða sett á stovn, meðan fyritøkum og virkjum, sum vóru til, áðrenn umhvørvislógin varð sett í gildi, nýtist ikki at lúka somu krøv.

Um nakar eigur at fáa fyribilsgóðkenning, so eru tað tey, sum arbeiða við eini ætlan um at fáa viðurskiftini í rættlag. Tí er spurningurin, hvørjar treytir skulu lúkast, fyri at fáa eina fyribilsgóðkenning, ella er tað soleiðis, at ein fyribilsgóðkenning er endalig hjá summum, meðan onnur ikki kunnu fáa eina slíka, heldur ikki í eitt avmarkað tíðarskeið.

Hesin fyrispurningurin verður ikki settur, fyri at spenna bein fyri teimum, sum hava fingið fyribilsgóðkenning, men neyðugt er at undirstrika, at øll eiga at vera líka stillað fyri lógini.

 

Á Løgtingi, tann 18. februar 2013

Helgi Abrahamsen


 

Svar:
 
 
 
Til nr. 1.
 
Grindadráp verður skipað sambært grindareglugerðini, og grind kann bert verða hildin til á góðkendum hvalvágum. Tað eru 23 hvalvágir kring landið. 20 vórðu góðkendar í 1989, og 3 eru fyribilsgóðkendar í tíðarskeiðinum frá 1993 til 2000. Tá hesar hvalvágir vórðu góðkendar, hevur størsti denturin verið lagdur á, um tær vóru egnaðar til grindarakstur, og at sandurin og botnviðurskiftini annars vóru hóskandi, og minni dentur varð lagdur á umhvørviskrøv og útlát av spillivatni.
 
Onnur mál um fyribilsgóðkenning av hvalvágum eru síðan tá viðgjørd, har heilsufrøðiligu- og umhvørvismyndugleikarnir hava mælt frá at halda grind til, av tí at spillivatn rennur út á fjørðin og vánna. Um grindadráp er, har sannlíkt er, at sjógvurin er dálkaður av kloakkútláti ella øðrum vinnuvirksemi, er vandi fyri, at grindin ikki er egnað til fólkamat.


Nú eru umhvørviskrøv sett, og kommunur skulu gera eina spillivatnsætlan og leiða spillivatn út á streymasjógv. Hesar spillivatnsskipanir mugu vera lidnar, áðrenn fleiri hvalvágir verða fyribilsgóðkendar.
 
Til nr. 2.
 
Fyribilsgóðkenningar av hvalvágum eru ikki tíðaravmarkaðar.               

Til nr. 3.
 
Í teimum hvalvágum, sum longu eru fyribilsgóðkendar, eru ikki treytir lagdar við. Fiskimálaráðið er av teirri fatan, at grind framhaldandi skal kunna haldast til á teimum hvalvágum, ið longu eru góðkendar og fyribilsgóðkendar.


Til nr. 4.
 
Um aðrar hvalvágir verða mettar at vera egnaðar til grindarakstur, og um annars umstøðurnar tala fyri tí, fer Fiskimálaráðið møguliga at veita fleiri fyribilsgóðkenningar av hvalvágum.


Til nr. 5.
 
Sí svarið til spurning 4.

 

Hoyr orðaskiftið

 

 

 

Minsta stødd á valstøðum

Munnligur fyrispurningur

til

Kára P. Højgaard, landsstýrismann

Viðvíkjandi minstu stødd á valstøðum


1. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at broyta markið fyri minstu stødd á valstøðum til løgtings- og fólkatingsval?

2. Hvussu nógvir veljarar heldur landsstýrismaðurin, eiga í minsta lagið at hoyra til eitt valstað?

3. Hevur landsstýrið arbeitt við tankanum um at broyta valskipanina soleiðis, at atkvøðurnar á teimum minstu valstøðunum verða taldar saman við einum størri valstaði?


Viðmerkingar:

Hóast Føroyar eru eitt valdømi, so hava vit ikki færri enn 60 valstøð til løgtings- og fólkatingsval.

Ein meginregla í vallógini er, at valið skal vera loyniligt. Millum annað verður sagt í lógini, at atkvøðurúmini skulu vera soleiðis háttað, at ongin skal hava møguleika fyri uttanífrá at síggja, hvussu atkvøtt verður, og atkvøðukassarnir skulu vera læstir, meðan atkvøðugreiðslan fer fram.

Men av tí at summi valstøð hava sera fáar veljarar, ber í teimum førunum næstan til at seta navn á, hvør eigur hvørja atkvøðu. Dømi eru um fólk, sum ikki tora at atkvøða eftir síni bestu sannføring, tí tann sum hevði væntað sær atkvøðuna, kann lættliga rokna út, hvør veljarin er, sum hevur vent honum bakið.

Í vallógini er ásett, at einki valstað kann hava færri enn 10 veljarar (tað eru bara tríggir veljarar fleiri, enn tað eru flokkar í løgtinginum).

Hetta er ein sera óheppin støða fyri demokratiið á smáplássunum, og tí verður hesin fyrispurningurin settur.

 

Á Løgtingi, tann 30. november 2012

Helgi Abrahamsen

 

Hoyr orðaskiftið

Lestrarstuðul í sambandi við fjarlestur

Munnligur fyrispurningur

til

Bjørn Kalsø, landsstýrismann

Viðvíkjandi lestrarstuðli í sambandi við fjarlestur


1. Hvør er orsøkin til, at tey ið taka útbúgving við fjarlestri, ikki fáa útbúgvingarstuðul?

2. Arbeiðir landsstýrið við at broyta stuðulsskipanina, soleiðis at fjarlesandi eisini kunnu fáa útbúgvingarstuðul?

3. Um landsstýrið arbeiðir við hesum, nær kann so roknast við, at skipanin verður broytt?


Viðmerkingar:

Nógv verður í hesum døgum tosað um fólkafráflyting og minking í fólkatalinum. Ein av størstu orsøkunum til fráflytingina sigst vera, at mong flyta av landinum í lestrarørindum, men koma ikki heimaftur eftir loknan lesnað.

Ein møguleiki, sum hevur verið nevndur fyri at bøta um hetta, er at skipa fyri fjarlestri á teimum økjum, har vit annars ikki kunnu bjóða útbúgvingina í Føroyum.

Men samtíðis sum vit tosa um hetta, so bjóða vit ikki teimum, ið gera nýtslu av fjarlestrarmøguleikanum lestrarstuðul.

Tí verður spurt, hvat landsstýrið ætlar at gera við hetta. Í samgonguskjalinum stendur: ”Lestrarstuðulsskipanin verður endurskoðað m.a. við atliti at fjarlestri og ÚSUN-skipanini.”

 

Á Løgtingi, tann 20. august 2012

Helgi Abrahamsen

 

Hoyr orðaskiftið