Vælkomin á mína heimasíðu

Tingsetan 2016-2017

Markaforðingar millum Norðurlond

Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a

Fyrispurningur um markaforðingar millum Norðurlond,setturlandsstýris-manninum í uttanríkis-og vinnumálum, Poul Michelsen (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

1.Hvørji ítøkilig stig eru tikin seinastu tvey árini, sum hava til endamáls at minka um markaforðingarnar,sum eru millum Føroyar og hini Norðurlondini?

2.Er ”rundskrivið um lógarsmíð” frá 29. februar 2000 víðkað soleiðisat ávirkan á hini Norðurlondini eisini er vorðin partur av arbeiðinum at eftirkanna lógaruppskot o.a., sum verða løgd fyri Løgtingið?

3.Hvussu langt er føroyski markaforðingarbólkurin komin við arbeiðinum at finna fram til tær markaforðingar, sum eru, raðfesta tær og taka stig til at fáa hesar loystar?

Viðmerkingar:
Tann 20. apríl 2012 hevði Løgtingið eitt sokallað ”temaorðaskifti” um markaforð-ingar. Viðgjørdar vórðu forðingar, sum gera tað trupult ella ómøguligt hjá fólki at virka tvørturum norðurlendsku landamørkini.

Tað var Annika Olsen, landsstýrismaðurvið norðurlandamálum, sum legði upp til orðaskiftið. Í framløguskrivinum vísti hon á, hvørji átøk landsstýrið hevði sett sær fyri at seta í verk fyri at byrgja upp fyri markaforðingum.

Undirritaði hevur fleiri ferðir síðani sett fyrispurningarfyri at fáa at vita, hvussu langt er komið við arbeiðinum. Sambært svarunum vóru nógv tiltøk sett í verk,og fleiri vóru ávegis.

Millum tiltøkini,sum vóru farin í gongd,var arbeiðið við at broyta rundskrivið um lógarsmíðsoleiðis,at ávirkanin á hini Norðurlondini eisini skuldi vera partur av arbeiðinum at eftirkanna lógaruppskot í Føroyum. Eisini skuldi ein føroyskur marka-forðingarbólkur til verka, sum skuldi finna fram til tær markaforðingar, sum eru, raðfesta tær og taka stig til at fáa hesar loystar.

Hesin spurningurin verður settur fyri at fáa upplýst, hvat er hent á økinum síðani seinasti fyrispurningurin varð svaraður.

Á Løgtingi, 14. desember 2016

Helgi Abrahamsen

Asfaltering av Selatraðarvegnum

Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a

Fyrispurningur um asfaltering av umvældum vegastrekkjum,setturlandsstýris-manninum í samferðaslumálum, Henrik Old(at svara skrivliga eftir TS § 52a)

Er nøkur ætlan um at asfaltera strekkini á Selatraðarvegnum, sum vórðu breiðkaði fyri nógvum árum síðani, men sum tó ongantíð blivu asfalterað?

Viðmerkingar:
Fyri nógvum árum síðani vórðu tvey strekki á Selatraðarvegnum breiðkað, men asfalt varð tó ongantíð lagt á tey. Annað strekkið er beint sunnanfyri Morkranes,og hitt er millum Morkranes og Selatrað. Í eini 10 15 ár hava hesi vegastrekki ligið liðugt-gjørd, men tey verða tó ikki brúkt. Bilarnir koyra á gomlu vegsíðuni, tí har er asfalt á.

Í 2012 varð eitt annað vegastrekki, beint norðanfyri Kolbanargjógv, breiðkað og asfalterað, og tað hevur verið til stóra nyttu fyri tey, sum ferðast eftir vegnum.

Tað má sigast at vera stórt spell, tá pengar verða nýttir til at bøta um ein veg, at tað seinasta,sum restar í at fáa arbeiðið liðugt, er forðing fyri, at nytta fæst burturúr.umvælingini.

Á Løgtingi, 14. desember 2016

Helgi Abrahamsen

Hægst loyvda ljóðstyrki

Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a

Fyrispurningur um mest loyvdu ljóðstyrkisettur landsstýrismanninum í heilsuog innlendismálum, Sirið Stenberg (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

1.Er nøkur lóg fyri, hvussu harður tónleikur kann verða spældur á almennum støðum?

2.Um ein lóg er á økinum, hvat sigur hon so um ljóðstyrki bæði innandura og uttandura?

3.Um eingin lóg er á økinum, hvørjum reglum verður so gingið eftir í sambandi við konsertir, festivalarog onnur líknandi tiltøk?

4.Um eingin lóg er á økinum, kunnu vit so rokna við, at ein lóg verður gjørd hesum viðvíkjandi í næstu framtíð?

Viðmerkingar:
Dømi eru um, at fólk hava fingið varandi hoyriskaðar, eftir at tey hava vitja á almennum støðum, har harður tónleikur varð spældur. Hoyriskaðar er ein vaksandi trupulleiki í okkara parti av heiminum. Serliga ungdómar eru nógv útsettir fyri at fáa hoyriskaða, millum annað tí at tey ganga við proppum í oyrunum, haðani tey hoyra tónleik úr til dømis fartelefonini. Eisini á nógvum almenn-um støðum, bæði innandura og uttandura, er harður tónleikur at hoyra.Kanningar vísa, at fólk sum eru í ljóði,sum er meira enn 120 db í meira enn tríggjar minuttir, kunnu rokna við at fáa varandi skaða í hoyrnina. Einki bendir á, at nakrar reglur eru á hesum økinum í Føroyum, og tí verður hesin fyrispurningurin settur, fyri at varpa ljós á vaksandi trupulleikan.

Á Løgtingi, 15. desember 2016

Helgi Abrahamsen

Kirkjulig signing av hjúnarløgum

Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a.

Fyrispurningur um “Ritual for kirkelig Velsignelse af et borgerligt stiftet Ægteskab”, settur landsstýrismanninum í mentamálumRigmor Dam, (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

1.Hvønn setning í “Ritual for kirkelig Velsignelse af et borgerligt stiftet Ægteskab” hugsar landsstýriskvinnan um, tá hon í viðmerkingunum til løgtingsmál nr. 102/2016 sigur, at ritualið er eftir orðalagnum skilliga til at signa hjúnaløg millum pør, ið hava hvør sítt kyn einans?

2.Hvat í nevnda rituali kann forða einum presti at signa eitt hjúnalag millum til dømis tvær kvinnur?

Viðmerkingar:

Í Løgtingsmáli nr. 102/2016: (Uppskot til løgtingslóg um broyting í anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om ægteskabs indgåelse og opløsning)verður skotið upp at orða fyriskipanina soleiðis, at ein sóknarprestur bert kann signa hjúnalag millum tveir persónar av sama kyni, um fólkakirkjan hevur løggilt ritual um tað.

Í viðmerkingunum til uppskotið stendur millum annað: ”Sum er, er eittans slíkt ritual løggilt, nevniliga “Ritual for kirkelig Velsignelse af et borgerligt stiftet Ægteskab”, sum varð løggilt í 1938, er á donskum máli, og er eftir orðalagnum skilliga til at signa hjúnaløg millum pør, ið hava hvør sítt kyn einans.”

Út frá hesum verður komið til ta niðurstøðu, at uppskotið, grundað á nevnda ritual, ikki gevur prestum loyvi at signa hjúnaløg millum tvey av sama kyni, uttan so at kirkjan sjálv ger eitt nýtt ritualum tað.

Men tannsum lesur ritualiðsær skjótt, at tað er einki í tí,sum forðar einum presti at signa eitt hjúnalag millum tvær kvinnur. Er talan um tveir menn, kann tað møguliga vera ein spurningur um at tulka orðið ”hustru”, og eisini er tað ein spurningur, hvørja ávirkan eitt juridiskt kynsskifti kann hava á tann spurningin.

Tað undrar undirritaða, at tað stendur í viðmerkingunum til uppskotið, at galdandi ritual er eftir orðalagnum skilliga til at signa hjúnaløg millum pør, ið hava hvør sítt kyn einans, tí hetta samsvarar als ikki við tekstin í ritualinum. Av somu orsøk er tað ivasamt, um broytingin íhjúnabandslógini,sum Løgtingið samtykti tann 29. apríl 2016, kann setast í gildi við at samtykkja løgtingsmál nr. 102/2016. Har er nevniliga ásett, at broytingin verður sett í gildi, tá § 14, stk. 2 er strikað ella broyttsoleiðis,at hon ikki gevur rætt til at signa borgarlig stovnað hjúnaløg millum tvey av sama kyni.

Verður løgtingsmál nr. 102/2016 samtykt, so kunnu prestar við galdandi rituali signa hjúnaløg millum tveir persónar av sama kyni.

Á Løgtingi,1. mai 2017

Helgi Abrahamsen

Um hoyringar í sambandi við lógaruppskot

Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a

Fyrispurningur um hoyringar í sambandi við lógaruppskot, settur Aksel V. Johannesen, løgmanni, (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

1.Hava øll lógaruppskot, sum sitandi landsstýri hevur lagt fyri Løgtinið, síðani landsstýrið tók við, verið send til hoyringar?

2.Um tað er komið fyri, lógaruppskot eru løgd fyri Løgtingið, uttan at tey hava verið send til hoyringar, kann løgmaður so greiða frá, hvussu mong tey eru í tali?

3.Hvussu mong lógaruppskot hevur landsstýrismaðurin ífíggjarmálum lagt fyri Løgtingið, uttan at tey hava verið send til hoyringar?

4.Hvat ætlar løgmaður at gerafyri at steðga óvananum við,at uppskot verða løgd fyri Løgtingið, uttan at tey hava verið send til hoyringar?

Viðmerkingar:
Í farna valskeiði kærdi Kristina Háfoss,fyrrverandi løgtingsmaður, Jørgen Niclasen, landsstýris-mann í fíggjarmálum, til Formansskapin í Løgtinginum, tí hann hevði lagt uppskot fyri Løgtingið, áðrenn hoyringsfreistin var farin.

Í kæruni til Formansskapin vísti Kristina Háfoss millum annað á, at um óvanin helt fram, so var vandi fyri, at hoyringspartarnir fóru at gevast við at lata hoyringssvar inn, tá hesi kortini ikki vórðu tikin fyri fult.

Í kæruni varð eisini heitt á Formansskapin um at heita á løgmann um at syrgja fyri, at landsstýrisfólkini hildu ásetingarnar í Tingskipanini, tá tey løgdu lógaruppskot fyri tingið.

Tað kundi tí verið áhugavert at vita, nú Kristina Háfoss sjálv situr í landsstýrinum, hvussu tað gongur hjá sitandi landsstýri at halda krøvini, sum Kristina Háfoss,í hvussu so er, tá heltáttu at verhildin. Ikki minst er tað áhugavert at vita, um tað er komið fyri, at tingkvinnan sjálv, nú hon situr í landsstýrinum, onkuntíð er komin til at bróta hoyringsfreistirnar, og um løgmaður (sum landsstýrismaðurineinaferð ynskti) fer at gera nakað við hendatrupulleikan. Tí verður spurningurin settur.

Á Løgtingi, 2. mai 2017

Helgi Abrahamsen