Vælkomin á mína heimasíðu

Eldri greinir

Norðurlendski sáttmálin um útbúgvingar gevur onga trygd

(29. august 2015)

Eg havi hoyrt fleiri nevnt í valstríðnum, at ríkisfelagsskapurin gevur okkum einki á útbúgvingarøkinum. Tey vísa á norðurlendska sáttmálan, sum gevur føroyskum lesandi sama rætt í øllum Norðurlondum, sum ríkisfelagsskapurin gevur teimum í Danmark.

Rætt er tað, at ein sáttmáli varð gjørdur í 1996, sum gevur lesandi atgongd til víðari útbúgvingar í øðrum Norðurlondum. Hendan sáttmálan skulu vit sjálvsagt brúka, tí hann er góður fyri okkara lesandi. Men hann kann á ongan hátt samanberast við rættindini í ríkisfelagsskapinum.

Mugu gjalda sjálvi

Meðan útbúgvingarnar í Danmark eru ókeypis fyri føroyingar, so sigur norðurlendski sáttmálin, at londini mugu gjalda fyri tey lesandi. Sáttmálin sigur í Artikel 7: ”Danmark, Finland, Noreg og Sverige betaler hvert kalenderår godtgørelse til studielandet for deres studerende i et andet nordisk land.”

Ísland hevur higartil fingið undantak frá hesi reglu, kanska orsaka av, at íslendingar sum lesa í øðrum Norðurlondum, eru so fáir. Og so verður sagt, at tá Ísland sleppur undan at gjalda, so høvdu Føroyar sum fullveldi eisini sloppið undan. Ja møguliga høvdu vit tað, men hesum hava vit onga trygd fyri.

Sáttmálin gongur út á nýggjárinum

Umframt hesa nevndu óvissuna, so stendur eisini í norðurlendska sáttmálanum: ”Overenskomsten skal gælde til udgangen af 2015, såfremt andet ikke forinden aftales.” Tað vil siga, at vit vita ikki við vissu, um sáttmálin framvegis verður til aftaná nýggjár, og um hann framvegis verður til tá, so stendur í Artikel 11, at øll londini alla tíðina hava rætt at siga sáttmálan upp.

Sjálvandi skulu vit fegnast um norðurlendska sáttmálan, men at frásiga ungdóminum rættindini í ríkisfelagsskapinum við einum slíkum sáttmála sum ”trygd”, tað er at ”spæla hasard” við ungdóminum.

Vit kunnu ikki liva av at býta um rokningar

(26. august 2015)

Eg havi ferðast dagliga millum Havnina og Skálafjørðin í nógv ár, og havi tí onkuntíð hugsað tankan, at tað hevði verið munandi lættari at búð í Havn. Tað hevði spart næstan tríggjar tímar dagliga í bussi. Men tað er ikki bara fyrimunur at búgva í Havn. Ein vansi er, at í Havn skalt tú rokna við eini sethúsaskuld, sum er munandi størri, enn tá tú býrt á bygd.

Rentustuðul og ferðastuðul

Men so er tað, at politikarar koma inn á banan. Tað er so synd í teimum, sum skylda nógv, og tí geva vit teimum almennan rentustuðul. Landskassin skal gjalda ein part av rentunum fyri tey dýru húsini. Men sum við øllum øðrum hjá landskassanum, so mugu pengarnir fyrst krevjast inn, áðrenn teir kunnu gjaldast út.

So tá bygdarmaðurin, við tí lítlu skuldini, rindar skatt, so fer ein partur at pengunum til at gjalda fyri tey dýru húsini hjá borgaranum í Havn. Av tí sama hevur bygdarmaðurin minni eftir at ferðast fyri.

Men so vaknar politikarin aftur. Nú er tað so synd í bygdarmanninum, tí hann skal brúka so nógvar pengar til ferðing. Og hvat gera vit so? Jú vit geva honum ferðastuðul.

So tá havnarmaðurin rindar skatt, so ferð ein partur av pengunum til ferðaseðilin hjá bygdarmanninum. Og so er sjálvandi óneyðugt at siga, at eitt úrslit av hesum verður, at havnarmaðurin hevur minni eftir at gjalda rentu við.

Frá lumma til lumma

Vit senda rokningar frá vinstra lumma, yvir í høgra lumma, og senda so aðrar rokningar frá høgra lumma yvir í vinstra lumma. Og tað kalla vit ”at loysa trupulleikar.”

Tíverri hava vit nógv dømi um hetta í føroyska samfelagnum. Vit viðgera smálutirnar og gloyma tað yvirskipaða. Hvørja ferð eini hús verða bygd, so má renta gjaldast, og hvørja ferð eitt strandfaraskip loysir, ella ein bussur startar, so kostar tað pengar. Tað er bara ein spurningur um, hvør skal hava rokningina, brúkarin ella skattgjaldarin. At býta um rokningar ger tað ikki bíligari.

Hetta eigur tú sum veljari at hugsa um, nú nógv vallyfti um ókeypis tænastur verða givin. Einki er ókeypis, og eingin verður ríkur av at býta um rokningar.

Í Føroyum ráða føroyingar

(20. august 2015)

Løgtingsval verður um eina góða viku, og onkur er aftur farin at spæla hasa gomlu, skøvaðu plátuna, um at í Føroyum skulu føroyingar ráða. Men hvør ræður í Føroyum?

Áðrenn vit fingu heimastýrislógina, høvdu vit einki landsstýri og fólkatingið samtykti allar okkara lógir. Tá kundu vit sagt, at danir høvdu stórt vald í Føroyum. Men síðani 1948, hava vit sjálvi stýrt okkara dagligu viðurskiftum.

Tað er løgtingið sum ásetur, hvussu nógv føroyingar skulu rinda í skatti. Skattakrónurnar enda allar í okkara egna landskassa. Har fer ikki ein króna til Danmarkar. Tað er eisini løgtingið sum avger, hvat pengarnir verða brúktir til. Vit stýra okkara fiskivinnu og vit gera eisini fiskiveiðusáttmálar við onnur lond, hóast málsøkið ikki er yvirtikið. Vit hava fyri stuttari tíð síðani reist sakarmál móti ES (íroknað Danmark), um makrelmálið. Eisini tað bar til, hóast málsøkið formliga liggur hjá dønum.

Vit hava í Føroyum alt tað sjálvstýri, sum vit hava brúk fyri, og um meirilutin av føroyingum velur at loysa úr ríkisfelagsskapinum, so verður tað eisini gjørt. Vónandi hendir tað ikki, tí vit hava sera nógvar fyrimunir av at vera í ríkisfelagsskapinum.

Fyri mær er eingin ivi um, at í Føroyum ráða føroyingar. Ríkisfelagsskapurin tekur ikki valdið frá okkum, men hann gevur okkum bara enn fleiri møguleikar.
 

Helgi Abrahamsen

Bardu okkum úr fíggjarkreppuni

(11. august 2015)

Tað var ikki nøkur løtt uppgáva sum lá og bíðaði, tá Sambandsflokkurin í september 2008 tók við landsins leiðslu. Alheims fíggjarkreppan bankaði á dyrnar og í Føroyum vísti hon seg við skerdum lánimøguleikum, uppsagnum og gjaldsteðgi.

Fyri at halda gongd í samfelagnum valdu vit at økja um íløgurnar, samstundis sum vit hildið aftur í vøkstrinum av rakstrarútreiðslum.

Vit vóru noydd at hava hall á fíggjarlógini, men vit settu okkum samstundis fyri, at hallið skuldi so líðandi vendast aftur til yvirskot. Hesin málsetningurin er nú rokkin. Fíggjarkarmarnir fyri 2016 eru teir fyrstu í hesum tíðarskeiðinum, sum hava avlop. Samtíðis er ferð komin á búskapin, og sólskinssøgurnar um gongdina í samfelagnum tykjast ongan enda at hava.

Men vit eiga ikki at steðga her. Umráðandi er, at vit í komandi árum fara at gjalda skuld. Vit skulu í hesum árinum rinda heilar 115 mió. krónur fyri rentur, og tað er ikki nøktandi. Málið fyri tey komandi árini eigur tí at vera einar skuldafríar Føroyar. Tí vil Sambandsflokkurin virka fyri.

Løgtingið bað um at fáa bind fyri eyguni

(7. august 2015)

Grindalógin má broytast. Tað hoyra vit aftur og aftur í hesum døgum. Hon styggir ferðafólk av landinum, og hon virðir ikki tey rættindi, sum grundlógin tryggjar okkum øllum.

Í útvarpstíðindunum sunnudagin varð spurningurin reistur, hvussu tað kann bera til, at løgtingið hevur samtykt eitt uppskot, sum er beinleiðis brot á bæði grundlógina og heimastýrislógina. Svarið var, at orsøkin kundi vera, at lógin var skundað ígjøgnum.

Møguliga er tað ein partur av orsøkini, men tað er ikki øll orsøkin.

Løgtingsfyrisitingin fekk munnkurv

Vit hava eina Tingskipan, sum áleggur fyrisitingini í Løgtinginum at siga frá, um uppskot verða løgd fyri tingið, sum ikki samsvara við tær yvirskipaðu lógirnar. Tingformaðurin skal mæla Løgtinginum til at burturvísa mál, sum ikki lúka hesar treytirnar.

Fyrr stóðu grundlógin, heimastýrislógin, stýrisskipanarlógin, tingskipanin og millumtjóða sáttmálar á listanum yvir tað, sum øll lógaruppskot skuldu samsvara við. Men 1. mars 2011 løgdu Tjóðveldi, Miðflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin uppskot fyri tingið, um at broyta hesa ásetingina. Nú skuldi fyrisitingin hava munnkurv, tá talan var um ósamsvar við grundlóg, heimastýrislóg og millumtjóða sáttmálar. Løgtingið skuldi hava møguleika at viðgera mál, sum „mýktu ríkisrættarligu støðuna”, stóð í viðmerkingunum.

Men grundlógin er so ótrúðliga nógv annað enn ríkisrættarliga støðan. Tað hava uppskotsstillararnir helst ikki hugsað um.

Uppskotið varð samtykt. Tjóðveldi, Miðflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin, Framsókn og størsti parturin av Fólkaflokkinum atkvøddu fyri. Løgtingið samtykti harvið at geva sær sjálvum bind fyri eyguni, hvat hesum yvirskipaðu reglum viðvíkur, og grindalógin er eitt gott dømi um, at samtyktin sær út til at virka.

Nú byrja roknistykkini at blíva heilt stuttlig

(15. juni 2015)

„Bara Bakkafrost er vert um 9 milliardir krónur. Hetta er heilar 15 ferðir meiri enn blokkstuðulin á 630 mió. kr.” Soleiðis skrivar eitt av valevnunum hjá tjóðveldi í lesarabrævi nú um dagarnar. Í lesarabrævinum roynir hann at sannføra føroyingar um, at blokkstuðulin hevur lítið virðið samanborið við føroyska framleiðslu.

Sjálvandi eru øll samd um, at føroysk framleiðsla hevur ovurstóran týdning, men nevnda samanberingin er tó púra burturvið.

Virkið, talan er um, hevur verið til síðani 1968, og eftir 47 árum er tað nú komið uppá eitt virði á 9 milliardir. At samanbera tað við blokkstuðulin í eitt ár, sigur eitt sindur um trongdina hjá valevninum at villleiða.

Níggju milliardir býttar yvir 47 ár gevur eitt meðal úrslit á knappar 200 mió. krónur um árið. Tað í sær sjálvum er fantastiskt, men tað er altso ikki 15 ferðir meira enn 630 mió.

Leita eftir nýggjum inntøkum, men tveita samtíðis verandi inntøkur burtur

(8. juni 2015)

Búskaparráðið ávarar harðliga um, at vit í Føroyum hava álvarsamar avbjóðingar á tí fíggjarliga økinum. Framrokningar vísa nevniliga, at um vit ikki gera okkurt munagott nú, so renna vit okkum í ein stóran trupulleika um heilt stutta tíð.

Ein av orsøkunum til henda trupulleikan er, at í Føroyum búgva ov fá ung í mun til vaksandi talið av gomlum. Skulu vit varðveita tær dýru almennu tænasturnar í samfelagnum, so má landskassin innan stutta tíð hava nýggjar inntøkur, sigur Búskaparráðið. Ja í veruleikanum eru vit longu ov sein á sjóvarfallinum, men tað er ikki bara sum at siga tað at finna hesar inntøkurnar, tí talan er um sera stórar upphæddir.

Uppskot hava verið frammi um at leggja risastór gjøld á vinnuna, um pensjónsuppsparing, um at hækka pensjónsaldurin og onkur er farin so langt sum at nevna bannlýsta orðið ”ognarskatt”. Alt hetta munar sjálvsagt væl í landskassanum, men ivasamt er, um hesi tiltøk høvdu fingið politiska undirtøku, og tað er heldur ikki vist, at tey einsamøll høvdu klárað at fylt tað stóra trotið í landskassanum.

Og mitt í øllum hesum næstan vónleysa stríðinum fyri at finna nýggjar inntøkur, hava flestu politisku flokkar í Føroyum sett sær sum mál, at Føroyar skulu verða eitt fullveldisríki, og í tí sambandinum, skulu verandi inntøkur úr danska ríkiskassanum minka við eini heilari milliard á hvørjum ári. Hesir pengarnir mugu finnast AFTURAT øllum hinum, sum vit ganga við lykt og leita eftir, og hava so ilt við at finna. Enn hevur eingin klárað at víst á, hvaðani hesir pengarnir skulu koma.

Spurningurin er tí, um flokkarnir á loysingarveinginum ætla at leggja eitt uppaftur hægri gjald á vinnuna? Skal pensjónsaldurin hækka uppaftur meira? Ella verur talan um uppaftur hægri ognarskatt? Tað kundi verið áhugavert at fingið at vita frá hesum flokkunum.

Aldubrot í fjarandi sjógvi

(20. mai 2015)

Spurningurin um búskaparliga haldførið er farin at fylla nógv í politisku dagsskránni. Føroyingar hava endiliga fest eyguni á búskaparligu avbjóðingarnar, sum vit merkja eitt sindur til longu nú, men sum eftir øllum at døma fara at vaksa í framtíðini. Men hvørjar eru hesar avbjóðingarnar?

Ikki øll undirskot eru líka

Vit hoyra ofta um avlop og undirskot, og av egnum royndum vita vit, at tað er ongantíð gott at hava undirskot. Men so einfalt er tað kortini ikki, tá vit tosa um landshúsarhaldið. Har eru nevniliga fleiri sløg av avlopum og undirskotum.

Fíggjarlógin er ein løgin lóg

Fíggjarlógin er, sum navnið sigur, ein lóg. Um tú brúkar pengar, sum ikki eru játtaðir á fíggjarlógini, so ert tú lógbrótari. Men hetta er bara galdandi fyri útreiðslusíðuna. Í fíggjarlógini stendur eisini, hvussu stórar inntøkurnar hjá landskassanum fara at verða í tí komandi árinum, men tá er talan bara um ein meting. Tað er ikki lógarbrot, um inntøkurnar verða minni, enn tað sum stendur í fíggjarlógini.

Sum aldur í sjónum

Um skipini fáa nógvan fisk, so fáa manningarnar góða løn, og nógv arbeiði verður eisini á landi. Tí fær landskassin nógvan skatt, og nógv meirvirðisgjald, tá fiskiskapurin er góður. Men eingin veit, tá árið byrjar, um skipini fara at fáa nógvan fisk.

Inntøkurnar eru sum aldur í sjónum. Onkuntíð fara tær upp eftir, og aðrar tíðir dala tær. Tí er tað ikki so vandamikið, um vit okkurt ár hava undirskot orsaka av einum ”aldudali”, tí vit vita, at aftaná ”dalin” kemur ein nýggj alda. Tað ger einki um landskassin hevur 300 mió. krónur í undirskoti í ár, um hann hevur 300 mió. krónur í avlopi næsta ár. Tað gevur eitt meðal úrslit sum svarar til null krónur.

Men tað er ein trupulleiki, um ”sjógvurin fjarðar”, soleiðis at aldutopparnir ongantíð røkka uppum null-punktið, meðan aldudalarnir søkka heilt niður á 600 mió. krónur í undirskoti. Tá verður meðal úrslitið minus 300 mió. krónur. Hetta er tað sum kallast eitt ”bygnaðarligt hall”, ella ”strukturelt hall”.

Tað er hesa avbjóðingina vit hava at stríðast við í tí føroyska húsarhaldinum í løtuni. Tað er ikki nóg mikið at hyggja eftir úrslitinum í ár og næsta ár, tí framrokningar vísa, at sjógvurin er fjarandi, og tað mugu vit gera nakað við.

Loysnir sum svíða

Fleiri møguleikar eru nevndir, sum kunnu fáa tað at fløða aftur í landskassanum. Ein er tilfeingisgjøld og ein annar er pensjónsuppsparing. Eisini hevur spurningurin um pensjónsaldurin verið nevndur, nú fólk liva longuri, og tí eisini eru longri á arbeiðsmarknaðinum. 

Hetta eru ikki lættar avgerðir, og eg haldi at tað er í fínasta lagið, at politikarar og fólk annars siga seg vera ímóti hesum loysnunum. Tað krevur bara, at tey eisini vísa á, hvat vit so skulu gera ístaðin, tí um vit einki gera, so steðgar alt upp um ikki so langa tíð.

Her má nakað gerast, og allar loysnirnar fara at svíða onkrastaðni. - Og jú longri við bíða, størri verður avbjóðingin.

Tilfeingisgjøldini eru longu brúkt

(29. apríl 2015)

”Fíggjarliga haldførið” er eitt hugtak, sum vit hava hoyrt nógv um ta seinastu tíðina. Vit fáa at vita frá búskaparfrøðingum, at tað er ikki nóg mikið, at vit klára at venda hallinum hjá landskassanum til avlop, tí vit mugu eisini hyggja longur fram í tíðina. Vit mugu vera klár at møta tíðini, tá ein størri partur av føroyingum verða pensjónistar, og tá fólkatalið møguliga aftur fer at minka, verður sagt.

Tvær loysnir

Tað eru serliga tvær loysnir, sum hava verið nevndar í hesum sambandinum. Onnur er uppsparing til pensjónir og hin er tilfeingisgjøld. Sjálvur havi eg góðar vónir um, at vit, langt um leingi, nú fara at finna eina breiða semju á pensjónsøkinum, hóast vit í mun til okkara grannalond eru alt ov sein á veg.

Hvussu verður við semjuni um tilfeingisgjøld er ilt at siga. Men tað løgna er, at tað tykist sum at teir pengarnir eru langt síðani brúktir, longu áðrenn teir nakrantíð eru fingnir til vega.

Soleiðis fara pengarnir

Tá løgtingið um ársskiftið viðgjørdi fíggjarlógina fyri 2015, hevði andstøðan uppskot um fleiri útreiðslur, men kortini var undirskotið hjá teimum minni enn í uppskotinum hjá landsstýrinum. Orsøkin var, at sambært teirra uppskoti skuldi meira koma frá vinnuni. Tilfeingisgjøldini skuldu rinda fyri alt frá valstríði hjá politisku flokkunum, til Tjóðleikhús og Kirkjubømúrin.

Javnaðarflokkurin hevur harumframt lovað skattalætta til lægru inntøkurnar, og eisini hann skal fíggjast við tilfeingisgjøldum.

Undirskotið á fíggjarlógini skal burtur, og eisini har eru tað tilfeingisgjøldini sum skulu gjalda.

Tá fullveldisfólkini verða spurd, hvussu tey ætla at fíggja teirra fullveldisætlan, so vísa tey á stóra ríkidømið í fiskivinnuni og alivinnuni. Tilfeingisgjøldini haðani skulu koma ístaðin fyri ríkisveitingina úr Danmark.

Næstseinasta vikuskifti hevði Javnaðarflokkurin landsfund, og har føddist enn eitt uppskot, sum skal fíggjast við tilfeingisgjøldum. Nú skal barnaansingin vera ókeypis fyri foreldur, tí alivinnan skal gjalda. Eg gangi úr frá, at tá nýggi formaðurin í Pedagogfelagnum sær hetta, so fer hann at siga, at tá tit hava ráð til ókeypis ansing, so hava tit eisini ráð at geva starvsfólkunum hægri løn. - Og vinnan fær rokningina.

Umframt alt hetta skulu vit minnast til, at vit eru í einum valári, og tað skal undra meg nógv, um ikki fleiri uppskot fara at verða drigin upp úr skjáttuni, har ið tilfeingisgjøld standa á inntøkusíðuni.  

Men hvat hendur við øllum hesum útreiðslunum, um alivinnan aftur verður rakt av sjúku, ella makrelstovnurin minkar? Hvar verður tá fíggjarliga haldførið?

Brúksveitslan er byrjað

Tað skal ikki vera nøkur loyna, at eg taki undir við, at landskassin krevur tilfeingisgjøld frá vinnuni.

Búskaparfrøðingar mæla til, at vit bara brúka avkastið av tilfeingisgjøldunum, og at vit goyma sjálva tilfeingisognina til komandi ættarlið. Men við hetta lag, verður einki at goyma, og vit tryggja heldur einki haldføri, tí vit brúka allar pengarnar longu áðrenn teir nakrantíð eru komnir í kassan. 

Enn ein skattalætti til tey ríku

(20. apríl 2015)

Í langa tíð hava vit hoyrt og lisið, at skattalættarnir sum eru latnir tey seinastu nógvu árini, eru bara komnir teimum hægru inntøkunum til góðar, meðan tey lægri løntu einki hava fingið. Vit hava eisini hoyrt og sæð, at verandi andstøðuflokkar hava bjóðað seg fram til at venda hesi gongdini.

Tí kom tað sum ein hvøkkur, tá Javnaðarflokkurin á landsfundi leygardagin avdúkaði sítt størsta vallyfti higartil. Nú skal øll barnaansing vera ókeypis. Kommunurnar skulu fáa pengar úr landskassanum, og landskassin skal senda rokningina víðari til vinnuna.

Men er hetta ikki enn ein ”skattalætti til tey ríku”?

Vit hava í dag eina skipan við fríplássum á dagstovnum, í dagrøkt og í frítíðarskúlum. Sambært henni rinda foreldur einki, um inntøkan er niðanfyri kr. 247.900 um árið. Fyri hvørjar 1.000 krónur, inntøkan hækkar, lækkar frádrátturin við tveimum prosentum og er inntøkan omanfyri kr. 292.900 skulu foreldrini gjalda fult gjald.

Um alt nú skal vera ókeypis, so verða tað tey sum hava inntøku omanfyri kr. 292.900, sum spara pengarnar. Tey gjalda nú fult, men skulu aftaná einki gjalda. Tey sum hava inntøku niðanfyri kr. 247.900 spara einki, tí tey rinda einki sum er.

Staðfestast kann tí, at hetta vallyfti frá landsfundi Javnaðarfloksins er enn ein ”skattalætti til tey ríku”, meðan tey á teimum niðastu rókunum einki fáa.

Fullveldi fyri NATO-pengar

(17. apríl 2015)

Tað er ótrúligt at síggja, hvussu ein lítil viðmerking kann kynda undir stóran eld, tá tú rakar eina  eyma tá.

Mánadagin hevði løgtingið aðalorðaskifti um uttanríkismál, og tað sum stendur eftir, er ein lítil viðmerking hjá mær um kostnaðin av at vera limur í NATO.

Á Portalinum fær Høgni Hoydal nógv rúm, har hann roynir at stilla meg út sum lygnara, nú eg dittaði mær at endurgeva nakað, sum Høgni sjálvur hevur sagt fyri nøkrum árum síðani, og eisini hevur hann skrivað eitt lesarabræv um sama evni. Søgan er í stuttum hendan:

Danski ríkiskassin skuldi gjalda loysingina

Tá fullveldislandsstýrið fyri 15 árum síðani ætlaði at loysa Føroyar úr danska ríkinum, vórðu nógvar kanningar gjørdar, sum skuldu prógva, at hetta bar til. Ætlanin var at gera eina avtalu við donsku stjórnina, um at danir skuldu senda nakrar milliardir krónur til Føroya í heili 15 ár eftir at Føroyar høvdu loyst. Okkurt bendir tó á fulveldisfólkini innast inni ikki trúðu uppá ”projektið”, tí tá sáttmálauppskotið var orðað, stóð ikki í uppskotnum, at tey skuldu hava pengar í 15 ár. Nei har stóð: ”Kongeriget Danmarks bloktilskud til Færøerne bliver herudover yderligere reduceret til DKK 650 millioner årligt.” og síðani stóð: ”Kongeriget Danmarks bloktilskud til Færøerne forbliver herefter på dette niveau realt, indtil bloktilskuddet udgør tre procent af Færøerner bruttonationalprodukt.” Hetta merkir, at fullveldislandsstýrið ætlaði at fáa blokkstuðul úr Danmark, líka til føroyska bruttotjóðarúrtøkan nærkaðist 22 milliardum krónum. Í løtuni liggur bruttotjóðarúrtøkan um 14 mia. Tað vil siga, at fullveldisríkið Føroyar skuldi sambært hesum framvegis – og nógv ár afturat - fingið 650 mió. krónur í blokkstuðli.  

- Nei bíða nú... Har stóð ”på dette niveau REALT”! - Blokkstuðuin skuldi altso prístalsregulerast, so vit tosa helst um einar 850 mió. krónur, sum danski statskassin skuldi lívga fullveldið Føroyar við í 2015 og eini 40 ár framyvir.

Máttu prógva síni ”rættindi”

Tá tú fert til eitt samráðingarborð og biður um so nógvar pengar, so mást tú hava eitt ella annað sum rættvísger kravið. Tí var tað at landsstýrið, dagin fyri sum samráðingarnar skuldu byrja, sendi eitt skriv út til donsku fjølmiðlarnar, har tey vístu á, at Danmark hevði spart nógvar milliardir í limagjaldi til NATO orsaka av Føroyum og Grønlandi. Í skrivinum varð sagt, at Danmark átti at gjalda 3% av bruttotjóðarúrtøkuni í limagjaldi, men var sloppið bíligari orsaka av føroysku og grønlendsku herstøðunum.

Tað var altso sambært Høgna Hoydal ein føroyskur rættur at biðja um pengar úr Danmark. Vit áttu pengarnar, og tí skuldu Nyrup og hansara fólk gera so væl at ganga við til føroyska kravið. Eg síggi nú, at Høgni hevur ikki broytt støðu, tí hann endurtekur kravið í einum lesarabrævi í dag

Og tað var hetta skrivið frá landsstýrinum, sum eg vísti á undir orðaskiftinum um uttanríkismál. Fólk høvdu hug at siga, at limaskapur í altjóða felagsskapum kann geva nógvar møguleikar. Har eri eg ikki ósamdur, men so segði eg, at tað kostar eisini at vera sjálvstøðugur limur í altjóða felagsskapum. Eg vísti á sum dømi, at um vit sum sjálvstøðugur limur í NATO skuldu goldið 3 % av bruttotjóðarúrtøkuni í limagjaldi, so merkir tað, at vit skuldu goldið eina hálva milliard um árið. 

Vendir málinum á høvdið

Jógvan Hugo Gardar, journalistur á Portal.fo, tók málið upp, og tað havi eg alla virðing fyri. Hann vildi hava meg at svara, hvaðani eg hevði talið 3% frá, og eg greiddi honum frá, at tað var úr einum tíðindaskrivi frá fullveldislandsstýrinum.

Eftir tað hevði Portal.fo tvær greinar við Høgna Hoydal um sama málið. Men har má eg undrast yvir fleiri úttalilsi, og ikki minst, at hann at síggja til fær ”fría mikrofon”. Tað eydnast honum at koppa málinum somikið á høvdið, at tað verður mín ábyrgd at skula prógva pástandin hjá fullveldislandsstýrinum, meðan leiklurturin hjá Høgna sjálvum er at afturvísa tað, sum nú er blivið ”mín pástandur.” - Hetta er altso Høgni, tá hann er uppá tað allar besta. 

Tað undrar meg, at Portal.fo ikki spyr einfalda spurningin, um tað nakrantíð varð prógvað, at ”avslátturin” sum Danmark fekk í limagjaldinum var fyri herstøðirnar í Føroyum og Grønalndi. Tað virkar sum, at tá Høgni sigur tað, so er tað prógv í sær sjálvum. Men eg havi so ikki sæð tað prógvið enn.

Tølini sum fullveldislandsstýrið fann fram til vísa, at tað er ymiskt, hvussu nógv limalondini í NATO rinda fyri limaskapin, men ójavnin fylgir ikki fólkatalinum í teimum ymisku londunum. Tað er rætt, at Noreg rindar meira enn Danmark, men Noreg rindar eisini nógv meira enn Canada, hóast tað búgva næstan 7 ferðir fleir fólk í Canada, enn tað búgva í Noreg. 

Roynir at skifta evni

Í staðin fyri at viðgera spurningin um limagjaldið, so vísir Høgni á, at Føroyar vóru bumbumál undir kalda krígnum.

- Jú jú. Vit kunnu vera samdir um, at kalda kríggið var vandamikið, men hvat hevur tað við rokningina at gera? Vit tosa altso um gjald fyri limaskap í altjóða felagsskapum, har NATO varð nevnt sum eitt dømi. Bumbur eru eitt heilt annað evni.

Ræðumynd og trygd samstundis

Høgni ”endurgevur” eisini meg fyri at siga, at Danmark verjir Føroyar hernaðarliga. - Eg má spyrja:  Hvar havi eg sagt tað? Mítt úttalilsi var ikki um hermegi, men um gjald til altjóða felagsskapir. At NATO, sum varð brúkt sum dømi, er ein hernaðarligur felagsskapur, er heilt ein onnur søga. 

Men tað løgna er, at samtíðis sum Høgni Hoydal finst at Danmark, sum gjøgnum ríkisfelagsskapin og NATO-limaskapin skal hava gjørt okkum til bumbumál, so sigur hann, at tað er Bretland sum verjir Føroyar hernaðarliga. Hví sigur hann so ikki, at grundin til at Bretland verjir okkum, hevur eisini nakað við danska limaskapin í NATO at gera? Tað er ótrúligt, at ein og sami maður kann brúka somu søgu bæði sum ræðumynd og sum trygd í somu grein.

Hví sendi hann pengarnar avstað aftur? 

Samanumtikið má sigast, at tað kann ikki vera mín skyld, at fullveldislandsstýrið ikki tordi at loysa, tá tey høvdu møguleikan til tað. Og stóri spurningurin sum stendur eftir er: Um tað er so, at Danmark hevur fingið so nógvar milliardir í avsláttri fyri Føroyar, hví í verðini hevur Høgni so sent seks at teimum milliardunum aftur til Danmarkar?

Stakir pensjónistar verða taparar

(10. apríl 2015)

Tað er ein kendur trupulleiki, at sosialar veitingar ofta enda í hondunum á teimum, sum tær ikki vóru ætlaðar til. Ein avleiðing av tí er, at minni verður til teirra, sum eftir ætlan skuldu hava pengarnar.

Eg hugsi her um fólkapensjónistar og tað kjakið sum seinastu tíðina hevur verið um munin millum gift og ógift. Skulu øll fáa líka? Skal munur vera á støkum og pørum? Og skal munur vera á um pørini eru gift ella ógift?

Var ongantíð ætlanin við skipanini

Frá politiskari síðu hava vit valt eina skipan, har stakir pensjónistar hava fingið meira upp á seg enn tey giftu. Hetta er gjørt út frá tí tankanum, at nógvar av útreiðslunum hjá einum støkum pensjónisti eru líka stórar sum tær eru hjá pørum. Tað kostar tað sama at fylla ein oljutanga, líkamikið um eitt ella tvey fólk búgva í húsinum. Eisini hevur ein grundleggjandi tanki verið, at hjún hava skyldur mótvegis hvørjum øðrum.

Men hvussu so við teimum, sum liva saman uttan at vera gift? Tey eru á pappírinum støk, og hava tí rætt til hvør sína pensjón av tí hægra slagnum. Men øll vita, at ætlanin við at veita hægri pensjón til støk hevur ongantíð verið at gera mun millum hjún og sambúgvandi sum ikki eru gift.

Vilja ikki misnýta skipanina

Eg vil ikki við hesum leggja fólk undir at vilja misnýta skipanina, tí rættiliga nógv av teimum sum liva saman ógift, eru einkjur og einkjumenn sum hava funnið saman á eldri árum, og av tí at bæði sita í óskiftum búgvi eftir fyrra hjúnafelagan, kann tað vera trupult at ganga í nýtt hjúnalag. So í flestu førum er talan helst ikki um eina roynd at misnýta skipanina. Heldur er tað skipanin, sum er somikið stirvin, at fólk velja ta lættastu loysnina, sum í hesum førinum eisini gevur fleiri pengar. Skipanin eggjar beinleiðis til, at fólk skulu liva saman, uttan at vera gift, og tað er óheppið.

Trupulleikin er, at hetta gevur ein mismun bæði mótvegis teimum giftu og teimum støku, og tann mismunin mugu vit frá politiskari síðu fáa rættaðan.

Tey støku verða taparar

Í august mánaði fekk landsstýriskvinnan við almannamálum ein fyrispurning, har hon varð spurd, um hon ætlaði at gera nakað við munin millum giftar pensjónistar og tey sum liva saman uttan at vera gift. Hon svaraði, at um gift og ógift skuldu hava líka nógv í pensjón, so fór tað at kosta landskassanum einar 55 til 65 mió. krónur um árið og tað hevði hon ikki pengar til – og so hendi einki.

Eg undrist á hetta svarið, tí vit tosa altso um nøkur sum fáa meira útgoldið enn tey eftir ætlan eiga at fáa, og tí skuldi tað ikki kostað landskassanum pengar, at fingið hetta mistakið rættað. Tað skuldi annaðhvørt kostað minni, ella tað sama (um spardu inntøkurnar verða býttar út til hini). – Men sjálvandi – vit eru í einum valári, og tá skal eingin missa nakað. Tí verður víst til eina loysn, har øll fáa meira. – Altso øll skulu fáa líka nógv, líkamikið um tey eru hjún, støk ella liva saman ógift.

Jú tað ljóðar mikið gott. Men hvussu so við teimum sum veruliga eru støk? Ætla vit at tey í framtíðini skulu klára seg fyri helvtina av tí sum hjún og sambúgvandi fáa? Tað vera hesi, sum í longdini verða taparar um tann loysnin verður vald.

Sama skipan fyri børn og pensjónistar

Fyri mær er eingin ivi um, at støk eiga at fáa eina lutfalsliga hægri pensjón enn hjún, tí teirra pensjón skal røkka til fleiri útreiðslur. Hin trupulleikin við at líkastilla hjún og sambúgvandi má loysast á ein annan hátt, og tað ber væl til.

Vit hava longu í dag eina skipan við fríplássum á dagstovnaøkinum, har munur ikki verður gjørdur á, um foreldrini hjá barninum eru gift ella ógift. Og tá tað ber at halda skil á teimum tingunum á barnaøkinum, so má tað eisini bera til viðvíkjandi pensjónistum.

Sjálvandi skulu hjún fáa líka nógv sum sambúgvandi, sum ikki eru gift, og sjálvandi skulu støk fáa lutfalsliga meira enn pør.

Høgni Hoydal rennur aftur undan ábyrgd

(9. mars 2015)

Enn einaferð hevur Høgni Hoydal verið í fjølmiðlunum við eini av sínum afturvendandi greinum, har hann viðgerð sambandspolitikk mótvegis fullveldispolitikki, og aftur hesaferð er greinin full av faktuellum feilum.

Hóast vit eru mong, sum ferð eftir ferð hava víst honum á skeivleikarnar í hansara pástandum, so tykist hetta ikki at rína við. Tvørturímóti sær út til, at hann vil sleppa at endurtaka hesar skeivu pástandirnar.

Avlopið var danskt

Høgni skrivar í nýggjastu greinini, at fullveldissamgongan frá 1998 – 2003 hevði yvirskot hvørt einasta ár og rindaði uttanlandsskuldina niður. 

Her átti hann, fyri rættleikan skuld, at lagt afturat, at samlaða avlopið hesi árini var bara 2,6 milliardir krónur, hóast heildarveitingin úr Danmark í sama tíðarskeiði var meira enn 5 milliardir krónur (umframt aðrar ríkisveitingar, sum ikki eru partur av heildarveitingini). Tað vil siga, at hvør einasta króna, sum fullveldislandsstýrið spardi upp og hvør einasta króna sum bleiv brúkt til at gjalda skuld við, kom í landskassan sum heildarveiting úr Danmark. Og harumframt rindaði heildarveitingin 2,5 milliardir krónur fyri rakstrarútreiðslur hjá fullveldislandsstýrinum hesi árini, umframt at aðrar ríkisveitingar rindaðu annan almennan rakstur í samfelagnum.

Men hetta sigur Høgni ikki. Tvørturímóti skrivar hann, at Føroyar í hesum tíðarskeiðinum vóru á veg til at byggja eitt sjálvbjargi og sjálvstøðugt vælferðarsamfelag, sum vit sjálvi rindaðu fyri. 

Feilur í roknistykkinum

Tann næsti pástandurin í greinini hjá Høgna ljóðar soleiðis: ”Síðani vit tóku ábyrgdina í 2001 og gjørdu okkum leys av meiri enn helvtini av danska blokkinum, er okkara samlaði búskapur – t.e. øll tey virði, ið vit skapa sjálv – meira enn tvífaldaður.” 

Nú má eg spyrja: Hvussu roknar Høgni? Blokkurin var 995 mió. krónur í 2001 og lækkaði við 366 mió. krónum. Nær er 366 blivið meira enn helvtin av 995? Og hvat hendi við úrslitinum hjá landskassanum tá blokkurin minkaði? Avlopið í 2001 var 697 mió. krónur og í 2002 var tað 191 mió. krónur (áðrenn avdráttir vóru goldnir av lánum). Í 2003 var avlopið bara 22 mió. krónur – tað vil siga, at tað var ikki nóg stórt til at rinda fyri avdráttir. Er tað soleiðis vit skapa eitt ”sjálvbjargi og sjálvstøðugt vælferðarsamfelag, sum vit sjálvi rinda fyri?”

Eftir bert tveimum árum minkaði talið á botnlinjuni við ikki minni enn 675 mió. krónum, og nú situr høvuðskokkurin aftanfyri hetta átakið í andstøðu og fýlist at samgonguni, tí at eftir hansara tykki gongur tað ov seint við at fáa undirskotið burtur. - Hansara undirskot!

Hvat hevur Tjóðveldi gjørt?

Síðani fer Høgni tann vanliga túrin aftur í søguna, fyri at útleggja fyri føroyingum, hvør ið gjørdi hvat fyri rættiliga nógvum árum síðani. Ein slíkur túrur endar sjálvsagt altíð við eini niðurstøðu, sum passar inn í dagsskránna hjá ferðaleiðaranum. Soleiðis er eisini hesaferð. Men tað sum undrar meg er, at hesir túrarnir vísa altíð til tað sum ”tjóðskapar og fullveldisrørslan” hava gjørt. Hví vísir Høgni ikki heldur til Tjóðveldi? Er tað kanska tí at tey stóru gomlu tingini hendu áðrenn Tjóðveldisflokkurin varð stovnaður, meðan tey nýggjastu eru umleið 40 ára gomul? Hvørji stór frambrot hevur Høgni at vísa á frá hansara egnu stjórnartíð, og hví eru tey ikki á listanum? 

Tordi ikki at loysa

Høgni vísir á, at tað hevur kostað okkum nógv, at vit ikki eru fullveldi, og hetta sigur hann, at Kaj Leo Johannesen, løgmaður, hevur ábyrgdina av. Men var tað ikki Høgni Hoydal, sum í 1998 varð valdur inn á ting og seinni í landsstýrið, við einum lyfti um, at hann skuldi skipa Føroyar sum fullveldi? Øll vita, at hann megnaði ikki uppgávuna, og er tað so sum hann nú sigur, at hetta hevur kostað Føroya landi milliardir, ja so má hann eisini taka ábyrgdina av, at hann ikki kláraði at skaffa okkum atgongd til hesar milliardirnar. 

Hví gjøgnumførdi Høgni Hoydal ikki fullveldisætlanina, um hon var ein so stórur fíggjarligur vinningur? Hví lækkaði hann blokkstuðulin við ”bara” 366 mió. krónum? Hví tók hann ikki alt burtur, tá tað nú er so lætt og gott og leskiligt? Og til seinast: Hví skeyt Tjóðveldi upp í teirra alternativa fíggjarlógaruppskoti fyri 2015, at blokkstuðulin í ár skal vera 615 mió. krónur – eg meini so við... - hann skrivar um at fara til Danmarkar við húgvuni í hondini. 

Jú løgmaður hevur rætt tá hann sigur, at Tjóðveldi hevur kostað okkum seks milliardir - sum man svara til millum 300.000 og 400.000 krónur fyri hvørt einasta húsarhald í Føroyum.

Tjóðveldi útilokar fullveldissamgongu

(18. februar 2015)

“Tjóðveldi fer ikki í samgongu við Fólkaflokkin eftir valið.” Tað var greiði boðskapurin í einum lesarabrævi, sum Tór Marni Weihe, limur í aðalstjórn Tjóðveldis, skrivaði týsdagin. Og aðalstjórnarlimurin leggur afturat: “Skal eg vera heilt erligur, so vil eg heldur hava, at vit halda fram í verandi heimastýri, enn sum sjálvstøðug tjóð við Fólkaflokkinum í landsins leiðslu”.

Hetta eru nýggir, og fyri okkum í Sambandsflokkinum sera áhugaverdir tónar úr ovastu leiðslu fyri Tjóðveldi. Tað er ikki á hvørjum degi, at Tjóðveldi almannakunngerð, at okkurt í teirra hugaheimi er verri enn heimastýri, og tað er heldur ikki á hvørjum degi, at tey alment taka frástøðu frá eini fullveldissamgongu. – Men rós til teirra fyri tað!

Fiskivinnupolitikkurin er trupulleikin

Áður hevur Javnaðarflokkurin boðað frá, at hann fer ikki í samgongu við Fólkaflokkin, tí flokkarnir liggja ov langt frá hvørjum øðrum ideologiskt. Tjóðveldi sær harafturímóti út til at byggja alla sína sundurlesing á fiskivinnupolitikkin.

Greinin er skrivað dagin eftir at Kringvarpið sendi sendingina “Dulda sølan av fólksins ogn”, og hon er tí merkt av sendingini. Tað er ikki løgið, tí sendingin gjørdi vart við álvarsamar veikleikar í verandi fiskivinnuskipan, sum allir flokkar á tingi hava havt sín leiklut í, ikki minst Fólkaflokkurin. Og nú arbeitt verður við eini nýggjari skipan fyri fiskivinnuna, er ikki sørt at fólk óttast fyri, at verandi skipan sleppur at halda fram í verandi líki.

Sambandsflokkurin sá vandan

Sambandsflokkurin sá vandan fyri hesum skeivleikunum fyri fleiri árum síðani, og tí legði Bjørn Kalsø, sum tá var landsstýrismaður við fiskivinnumálum, uppskot fyri tingið  í apríl 2007, um at øll fiskiloyvi skuldu fara úr gildi tann 1. Januar 2018. Í uppskotinum var eisini gjørd ein roynd at avmarka útlendska eigarapartin í fiskivinnuni. Hetta seinasta sær tíverri út til ikki at hava eydnast til fulnar.

Tað eru uppsøgdu fiskiloyvini sum eru orsøkin til, at tað nú verður arbeitt við eini nýskipan á fiskivinnuøkinum. Nógv viðurskifti eru farin av sporinum og bráneyðugt er tí at rudda upp í skipanini. Neyðugt er at gera breiða semju tvørtur um samgongu- og andstøðumørk, soleiðis at karmarnir sum vinnan hevur at arbeiða eftir, ikki verða broyttir aftan á hvørt løgtingsval.

Vónandi verður komið á mál við hesum arbeiðinum innan stutta tíð – og fáa vit harafturat sum hjáveiðu, at Tjóðveldi vil ikki í eina fullveldissamgongu, ja so er nógv vunnið.

Vit mugu hjálpa fólki úr eldinum

(12. januar 2015)

Spurningurin um flóttafólk hevur verið nógv frammi síðani løgmaður helt sína nýggjársrøðu. Sum so ofta í Føroyum er kjakið farið at snúgva seg um ”alt ella einki”. Annaðhvørt skulu vit steingja allar hurðar, so at eingin sleppur inn, ella skulu vit lata flóttafólk yvirtaka landið.

Sjálvandi finnast aðrar loysnir enn hesar báðar. Vit kunnu saktans hjálpa fólki sum er í neyð, uttan at tað gongur útyvir lívsgóðskuna hjá føroyingum - og tað er einki minni enn okkara skylda at gera tað. Men tað krevur sjálvsagt, at vit skipa økið væl.

Ein trupulleiki sum ikki er til

Eg havi varhugan av, at hesin trupulleikin, sum verður málaður í skrift og talu, er í veruleikanum ikki so stórur sum hann verður gjørdur til. Tí hvussu stór eru sannlíkindini fyri, at eitt flóttafólk sum stendur til dømis í Sýria, velur at flýggja til Føroya? Fyri tað fyrsta, hava tey ongantíð hoyrt um hetta landið, og hyggja tey í eitt heimskort, so skulu tey vera sera heppin, um tey finna tað har. Skuldi tað kortini hent, at tey fáa eyga á Føroyar, so vita tey ikki, um nakað menniskja býr her, og tey vita enn minni, hvussu tey kunnu koma henda vegin. Og skuldi tað so harafturat hent, at onkur setti sær fyri at seta kósina ímóti okkara oyggjum, so skulu tey ígjøgnum nógv góð lond á vegnum hendavegin, so onkrastaðni á leiðini siga tey, ”eg steðgi her”.  

Myndin av streymum av flóttafólkum, sum fara at yvirtaka Føroyar er eftir mínum tykki sera nógv yvirdrivin. Talan verður í mesta lagið um nøkur heilt fá fólk, har vit frammanundan gera avtalu um, at vit skulu taka okkum av teimum. Tí skuldi ikki verið nakar trupulleiki at skipa økið væl frammanundan.

Út úr eldinum

Tá eldur er í einum húsi, ræður um at fáa fólkini út. Eingin fer millum logarnar at spyrja, hvar hesi fólkini skulu fara, um tey eru tryggjað ella hvør skal keypa teimum mat og klæði. Tey skulu bara út. Alt hitt má koma aftaná.

Soleiðis er eisini við flóttafólkum. Teirra heim og tryggleiki stendur í ljósum loga, og tí mugu tey sleppa burtur. Tey fara frá øllum sum tey eiga, og hava tí brúk fyri hjálp. Eg haldi at vit hava skyldu at gera okkara part av hesum hjálpararbeiðinum. Sjálvandi er tað lættast at siga, at tey skulu flyta inn til onkran annan, og í nógvum førum er tað kanska eisini tann besta loysnin. Men skulu vit vera partur av sokallaða ”altjóðasamfelagnum”, so mugu vit eisini vísa vilja og taka ábyrgd. Tað merkir ikki, at hesi fremmandu skulu troka okkum út úr okkara húsum, og tað merkir heldur ikki, at tey skulu sleppa at leggja støði fyri okkara samfelag. Men tey skulu hava hjálp at koma út úr eldinum og hjálp til at gerast partur av nýggja heimlandinum. Tað er okkara skylda.

Tað ber væl til at gera hetta á ein skilagóðan hátt, men tað krevur fyrireiking, og vit tosa altso um eitt sera avmarkað tal av fólki. 

Misnýta málið politiskt

Tá so onkur nýtir høvið at gera hetta til part av spurninginum um at yvirtaka útlendingamál, so er tað ikki annað enn ein ódámlig samanblanding av ”perum og bananum”. Tað er eingin grund til at misnýta hetta málið politiskt, tí vit kunnu saktans hjálpa flóttafólki undir verandi skipan. Tað er bara ein spurningur um fyrireiking og vilja.

Fimm atkvøður frá eini vanlukku

(7. januar 2015)

Tann 7. mai 2014 var atkvøðugreiðsla í løgtinginum um at yvirtaka útlendingmál og marknaeftirlit. 10 løgtingslimir úr Tjóðveldi, Javnaðarflokkinum og Framsókn atkvøddu fyri uppskotinum, meðan 19 atkvøddu ímóti. Høvdu bara fimm av teimum, sum henda dagin trýstu á nei knøttin ístaðin atkvøtt ja, so høvdu Smyril Line og Atlantsflog havt ein ovurstóran trupulleika frá 1. januar 2015.

Schengen økið

Tá vit flyta okkum millum lond verður stórur munur gjørdur á, um vit halda okkum innanfyri ella fara útum sokallaða Schengen-økið. Schengen-økið umfatar flestu londini í ES og eisini nøkur lond, sum ikki eru partur av ES. Innanfyri hetta økið kunnu vit ferðast frítt, tað vil siga, at okkum nýtist ikki at hava pass, men fara vit útum økið, skulu vit kannast gjølla bæði við fráferð og komu.

Føroyar eru partur av Schengen-samstarvinum, men yvirtaka vit útlendingamál og marknaeftirlit, uttan at hava fingið eina sjálvstøðuga avtalu við Schengen, so eru vit ikki partur av hesum samstarvinum longur. Tað merkir, at vit kunnu tá ikki ferðast frítt til okkara grannalond uttan pass. Høvdu bara fimm tinglimir atkvøtt øðrvísi í mai, so vóru vit í tí støðuni nú.

Vanlukka fyri Atlantsflog og Smyril Line

Fyri Atlantsflog og Smyril Line hevði hetta verið ein vanlukka. Smyril Line roknar við at skula brúka millum 4 og 6 tímar longri í hvørjari havn, og av somu orsøk hevði verið neyðugt at sett ferðina á skipinum upp, og tað hevði økt munandi um oljuútreiðslurnar. Rokningin fyri tað hevði endað hjá ferðafólkunum. Verandi summarferðaætlan hevði als ikki kunna verið hildin um hetta vóru treytirnar.

Í Kastrup rokna tey við, at eitt flogfar sum kemur úr einum landi, sum ikki er í Schengen-samstarvinum tekur ein hálvan tíma longri at avgreiða. Eisini tað kostar pengar, sum ferðafólkini í seinasta enda mugu gjalda.  

Felags fyri bæði Smyril Line og Atlantsflog er eisini, at fysisku karmarnir til at avgreiða eitt tílíkt eftirlitið eru ikki til staðar. Neyðugt hevði tí verið at gjørt sera stórar útbyggingar bæði í Havn og í Vágum, umframt í havnunum uttanlands, sum Norrøna siglir til.

Pass-eftirlit er annað enn samleikaprógv

Eg havi hoyrt onkran politikara sagt í ramasta álvara, at pass-eftirlit er longu á flogvøllinum í Vágum, tí hvørja ferð vit fara uttanlands, so skulu vit vísa passið fram, men hetta er ein stór misskiljing. Skipanin sum er nú hevur einki við pass-eftirlit at gera. Talan er harafturímóti um eitt ynski hjá flogfelagnum um at ferðafólk vísa samleikaprógv, fyri at tryggja, at tann sum kekkar inn, er sami persónur sum eigur ferðaseðilin. Veruligt pass-eftirlit er munandi meira umfatandi enn so, og eingin má halda, at tað eru starvsfólk hjá Atlantsflogi og Smyril Line sum umsita marknaeftirlitið í Føroyum.

Málið liggur aftur í løgtinginum

Málið um at yvirtaka útlendingamál og marknaeftirlit er eitt afturvendandi mál, sum javnan verður viðgjørt í løgtinginum. Tann 22. februar 2012 atkvøddi løgtingið um at yvirtaka hesi málsøkini, og tá atkvøddi onkur í samgonguni fyri uppskotinum. Tann 26. september 2011 restaði bara ein atkvøða í, at uppskotið varð samtykt. 

Nú liggur sama uppskot aftur í løgtinginum og bíðar eftir enn eini atkvøðugreiðslu. Fleiri av teimum, sum fyri góðum hálvum ári síðani atkvøddu ímóti uppskotinum, søgdu undir fyrstu viðgerð, at tey gingu inn fyri at yvirtaka málsøkið. Verður uppskotið samtykt, uttan at avtala er fingin í lag við Schengen, so kunnu vit gloyma alt reyp um tjóðarflogfelag, flaggskip og bíligar ferðaseðlar, tí tá hevur tann misskilta nationalisman enn einaferð megnað at skapt okkum ein stóran og óneyðugan trupulleika. 

Fíggjarlógin er ein styrkiroynd millum samgongu og andstøðu

(22. desember 2014)

Løgtingið hevur júst samtykt fíggjarlógina fyri 2015. Ein fíggjarlóg er altíð samansett av nógvum mótstríðandi málsetningum. Millum málsetningarnar kann eg nevna hesar:

Fyri tað fyrsta hava vit politiskar raðfestingar, sum vísa hvørji mál, politikarar vilja hava framd. Síðani hava vit stýring av búskapinum, har hildið verður aftur í útreiðslunum, tá tíðirnar eru góðar, meðan trýst verður á spitaran tá tíðirnar eru ringar. Og at enda kann nevnast tann fíggjarligi parturin - tað at vit mugu ansa eftir talinum á botnlinjuni.

Tað er ikki lætt at fáa allar hesar og aðrar málsetningar at sameinast. Serliga fyri flokkar í  samgongu kann telvingin um fíggjarlógina vera trupul, tí tá tú ert í samgongu, hevur tú ábyrgdina av bæði tænastum, búskapi og fíggjarstøðu. Í somáta hevur andstøðan ein munandi lættari leiklut, tí tað fær ongar fylgjur, um tey lova veljarunum nakrar øktar játtanir, sum kortini ikki verða samtyktar.

Undirskotið skal burtur í 2016

Samgongan hevur sett sær fyri, at undirskotið sum hevur staðið á botnlinjuni í nógv ár, skal vera burtur í 2016. Búskaparliga sær út til at ferð er komin á í samfelagnum, so eisini tað gevur eina greiða ábending um, at rættast er at halda aftur við útreiðslunum. Men so er tað hin spurningurin: Hvussu fáa vit 20 tinglimir í samgonguni at lata vera við at krevja hægri játtanir í einum valári?

Samanumtikið má eg siga, at hetta hevur gingið væl. Vit hava fingið eina fíggjarlóg, har undirskotið er komið niðurum 140 mió. krónur, samstundis sum økini almannamál, heilsumál og útbúgvingar eru raðfest. Hinvegin er spurningurin, um játtanin til íløgur tey næstu árini ikki er í hægra lagið.

Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Framsókn ynsktu størri útreiðslur

Tá fíggjarlógin kom til aðru viðgerð í løgtinginum, høvdu andstøðuflokkarnir Tjóðveldi,  Javnaðarflokkurin og Framsókn gjørt sítt egna fíggjarlógaruppskot. Ikki óvæntað var teirra uppskot merkt av, at krøvini til eina andstøðu eru ikki tey somu, sum tey eru til eina samgongu. Útreiðslurnar øktust nógv, men kortini var undirskotið minni. Hetta komst av, at andstøðan hevði sett eitt hægri tal fyri tilfeingisgjald á inntøkusíðuni, og eisini høvdu tey rokna seg fram til, at tá tey øktu útreiðslurnar, so fóru tey at fáa ein part av brúktu pengunum innaftur í meirvirðisgjaldi. Tað kann vera nakað um tað, men hví høvdu tey so ikki eisini roknað við, at aðrar inntøkur fóru at minka orsaka av at tey hækkaðu tilfeingisgjaldið? Men tílík roknistykki bera jú til at gera, tá tú ert í andstøðu. Tað fær ongar fylgjur.

Loysingarflokkar vilja hava blokkstuðul

Á einum øki vóru andstøðuflokkarnir ikki samdir. Hóast bæði Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og  Framsókn hava verið samdir um at mæla frá at prístalsviðgera blokkstuðulin í hesum valskeiðinum, so eru flokkarnir ikki samdir um at lækka upphæddina aftur. Javnaðarflokkurin vil nú hava 641 mió. krónur í blokkstuðli, meðan Tjóðveldi og Framsókn vilja hava 615 mió. krónur.

Tað kann undra, at serliga Tjóðveldi og Framsókn vilja hava so nógvan blokkstuðul, men hinvegin so er ikki ringt at síggja, hvørja ávirkan tað hevði havt á teirra fíggjarlógaruppskot, um blokkstuðulin var minni ella var heilt burtur. Samsvar má jú vera ímillum politiskar raðfestingar, búskaparstýring og talið á botnlinjuni, og tað ber ikki til at raðfesta bæði fullveldi og vælferð samstundis. Sum andstøðuflokkar hava tey tí valt at raðfesta fleiri vælferðartænastur, sum verða fíggjaðar við blokkstuðli, og tí hava tey verið noydd at leggja fullveldisdreymin á ís eina løtu. Men um hesa tíðina næsta ár, tá løgtingsval hevur verið, sita hesir somu flokkarnir møguliga í eini nýggjari samgongu, og tá er ikki óhugsandi at raðfestingin verður heilt øðrvísi. Eg dugi illa at ímynda mær, at ein samgonga har Tjóðveldi og Framsókn eru við, kann blíva samd um eina politiska kós, har stórar og kostnaðarmiklar yvirtøkur ikki standa ovast á breddanum, og tí má okkurt av hinum tingunum, sum tey fíggjaðu við blokkstuðli í ár, fáa lægri raðfesting. 

Samgongan vann

Fíggjarlógin er ein styrkiroynd millum samgongu og andstøðu, og tað eydnaðist samgonguni at fáa øll tey 20 tingfólkini í samgonguni at standa saman, hóast øll helst kundu hugsað sær, at okkurt var øðrvísi. Undirskotið minkar, og almanna-, heilsu- og útbúgvingarmál verða raðfest. Um eitt ár hava vit møguliga eina nýggja samgongu og heilt aðrar raðfestingar.

Kastar við gróti, men rakar síni egnu

(9. desember 2014)

(Viðmerking til lesarabræv hjá Frank Davidsen).

”Verur pensjónsætlanin hjá sitandi samgongu veruleiki, so er vælferðarsamfelagið gott á veg at fara í søguna,” skrivar Frank Davidsen, fyrrverandi løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, í einum lesarabrævi nú um dagarnar. Tað er týðiligt, at endamálið við lesarabrævinum er at fáa fólk at halda, at tað er sitandi samgonga, sum hevur uppfunnið skipanina, har fólk skulu spara upp til sína egnu eftirløn. Men hetta er ein villleiðandi pástandur.

Javnaðarflokkurin leiddi arbeiðið
Eg var sjálvur partur av einum pensjónsbólki í seinasta valskeiði, sum undir leiðslu av Jóannesi Eidesgaard, formanni Javnaðarfloksins, arbeiddi við at skipa fyri, at fólk skuldu spara upp til sína egnu eftirløn. Eisini fakfeløg og arbeiðsgevarar hava í sáttmálum álagt, at ein partur av lønunum skal fara til eftirlønir. Umleið 70 prosent av øllum løntakarum í Føroyum høvdu eina tílíka uppsparing longu áðrenn henda samgongan tók við.

Pensjónsnýskipanin sum arbeitt varð við í farna valskeiði kom so langt, at hon varð løgd fyri løgtingið. Tá var Jóannes Eidesgaard farin úr landsstýrinum og tí var tað eftirmaður hansara, Aksel V. Johannesen, sum sjálvur annar legði pensjónsnýskipanina fyri tingið. Hetta var í mars 2011.

Í viðmerkingunum til uppskotið um pensjónsnýskipan skrivaði Aksel V. Johannesen millum annað soleiðis:

* Øll, sum eru knýtt til arbeiðsmarknaðin skulu gjalda 15 % til eina bundna
eftirlønarsamansparing.

* Samansparingin er persónlig.

* Bundna eftirlønarsamansparingin ger tað møguligt at minka um útreiðslurnar til fólkapensjón.

* Í framtíðini verður mótroknað í allari fólkapensjónini.

*Uppskotið til pensjónsnýskipan, sum við hesum verður lagt fyri Løgtingið, fer at minka um
vøksturin í eldraútreiðslunum við umleið 50%. Vøksturin verður framvegis stórur og neyðugt verður at gera fleiri tiltøk í komandi árum.

Eisini varð boðað frá í viðmerkingunum, at fylgibólkurin fór seinni at arbeiða víðari við spurninginum um pensjónsaldurin.

Javnaðarflokkurin eigur eisini pensjónirnar hjá landsstýrisfólkum
Eitt annað evni, sum Frank Davidsen kemur inná í sínum lesarabrævi, eru pensjónsviðurskiftini hjá løgmanni og landsstýrisfólkum. Hann skrivar:

”Hinvegin kunnu høvuðsarkitektarnir aftanfyri pensjónsránið og tvungnu uppsparingina, Løgmaður og Fíggjarmálaráðharrin, næsta heyst seta seg afturá við eini feitari pensjón uppá kr. 30.000,00 um mánaðin, so leingi sum teimum er lív lagað. Hetta uttan at teir hava goldið eitt tað einasta prosent til pensjón.”

Men eisini hetta uppskotið er komið frá Javnaðarflokkinum. Tann 2. februar 2006 legði Jóannes Eidesgaard, løgmaður, uppskot fyri tingið um samsýning og eftirløn hjá landsstýrisfólkum, og tað er eftir hesi lógini, løgmaður og fíggjarmálaráðharrin fáa sína løn og seinni eftirløn.

Eg haldi at tað er í fínasta lagið, at Frank Davidsen skrivar kritisk lesarabrøv, vend ímóti samgonguni, men eg vil tó mæla til, at hann kannar málið áðrenn hann skrivar, tí so sleppur hann kanska undan at raka síni egnu.

Vit hava ikki ráð til 30 lokalsamfeløg í Føroyum

(27. november 2014)

Løgmaður loypti øði í grindina, tá hann í gjár segði sína hugsan um at gera eina bingjuhavn við Havnar Skansa, og allar lokalpolitiskar kreftir vaknaðu skjótt til orrustu. Hvat billar maðurin sær inn at blanda seg uppí, hvussu Føroyar verða skipaðar? - Hann er jú bara løgmaður!

Eg skal ikki við hesi greinini leggja meg út í ítøkiliga málið um bingjuhavnina, men eg má geva løgmanni rætt í tí, at okkum tørvar eina yvirskipaða ætlan fyri, hvussu vit skipa okkara samfelag. 

30 ferðir Føroyar

Føroyar eru eitt lítið, fjarskotið land við avmarkaðum pengum og tí er neyðugt, at øll standa saman, fyri at fáa tingini at virka. Vit mugu koma burturúr tí støðuni, har hvør dregur til sín, og heldur seta okkum niður og finna útav, hvussu vit skipa samfelag til frama fyri okkum øll. Vit hava ikki ráð til 30 lokalsamfeløg við nógvum dupultfunktiónum, samstundis sum aðrar tænastur mangla. Vit kunnu ikki hava alt allastaðni. 

Spurningurin er, um vit vilja hava eitt samfelag, har borgarin hevur atgongd til allar tænastur, (hóast tað í summum førum er neyðugt at ferðast í ein- ella kanska tveir tímar) ella vit vilja hava tredivu sjálvstøðug kommunal samfeløg, har tú hevur styttri veg til nakrar fáar tænastur, men har tað eisini eru nógvar tænastur, sum tú als ikki fært. 

Vit eiga øll Havnina

Einaferð í tíðini hava føroyingar valt Havnina til høvuðsstað, og eg síggi onga orsøk til at broyta ta avgerðina. Sjálvandi hoyra nakrir grundleggjandi stovnar til høvuðsstaðin, og stendur tað til mín, so verða hesir ikki fluttir. Her hugsi eg fyrst og fremst um landsfyristingina og um mentanarstovnar, sum púra natúrliga eiga at vera í høvuðsstaðnum. Fyri mær er Havnin ikki bara býurin hjá havnarfólki, men høvuðsstaðurin hjá okkum øllum. 

Hinvegin, so eru eisini íløgur, sum líka natúrliga eiga at liggja uttanfyri Havnina. Eg havi til dømis ongantíð skilt, hví Norrøna skal troka seg innímillum Molan og Tinganes, tá ferðafólkini kortini skulu út í stóru verð at ferðast. Tað hevði ongan týdning havt fyri ferðafólkini, um tey koyrdu inn á Sund, Norður til Kollafjarðar ella kanska heilt norður til Klaksvíkar. 

Vit skulu hava nakrar tænastur í Havn og vit skulu eisini hava nakrar tænastur aðrastaðni í Føroyum. Alt hetta má vera samskipað. 

Skeivur hugburður

Í samrøðu við Útvarpið í gjárkvøldið vísti Heðin Mortensen á, at eldraøkið verður í hesum døgum lagt út til kommunurnar at umsita, og í tí sambandinum hevur Tórshavnar kommuna brúk fyri inntøkum frá nýggju havnini. 

Júst hetta úttalilsið er eitt ræðandi dømi um skeiva hugburðin í okkara landi. Tað er nevniliga ikki bara Tórshavnar kommuna sum fær eldraøkið at umsita á nýggjárinum, men hetta er galdandi fyri allar kommunur í landinum. Um allar kommunurnar skulu fíggja eldraøkið við bingjuhavnum, so fara tað skjótt at mangla bingjur í Føroyum.   

Jú sjálvandi skulu íløgur gerast í Havn og íløgur skulu eisini gerast aðrastaðni, men vit mugu hava eina yvirskipaða ætlan fyri alt landið, soleiðis at vit hava eitt samfelag, sum vit øll eiga, og ikki tredivu lokalsamfeløg sum hvørt livir sítt egna lív. 

Í farnu viku fingu vit eitt nýtt heimsatlas. Nú eiga vit at seta okkum saman, fyri at vita um vit ikki eisini klára at tekna eitt føroyakort. 

Føroyar eru farnar í kríggj

(19. november 2014)

Løgtingið viðgjørdi týsdagin eitt uppskot frá Tjóðveldi og Framsókn um at yvirtaka uttanríkis-, trygdar- og verjumál.

Í viðmerkingunum til uppskotið siga Tjóðveldi og Framsókn, at tað líkist ongum, at Danmark fer í kríggj og dregur formliga Føroyar við sær, uttan at føroyingar eru eftirspurdir. Millum annað tí er neyðugt at yvirtaka uttanríkis-, trygdar- og verjumál.

So kunnu vit sjálvandi spyrja, um tað hevði verið nakað betri um vit vóru eftirspurd, tí føroyingar hava ikki herskyldu og eru tí ikki við í nøkrum kríggi. Droyma fólk um, at vit skulu sita á sofuni heima í Føroyum og senda onnur í kríggj? Ella er hetta kanska enn ein av mongum royndum at finna trupulleikar í verandi skipan? 

Trúðu ikki uppá sín egna politikk

Uppskotið um at yvirtaka uttanríkis-, trygdar- og verjumál er ein roynd at kveikja lív í tann annars útkólnaða fullveldisneistan. Vit høvdu eitt fullveldislandsstýri, sum sat frá 1998 til 2002, og frá 2002 til 2003 sat eitt sjálvstýrislandsstýri. Alt bendir á, at hesi landsstýri trúðu ikki uppá sín egna politikk.

Tey prentaðu niður í føroyingar, at fullveldi snúði seg um at ”rætta ryggin”, ”gerast búgvin”, og ”trína inn á altjóða pallin”. Har skuldu vit vera ”javnbjóðis við aðrar tjóðir”, ”standa á egnum beinum” o.s.fr. 

- jú men... hví gjørdu tey so ikki tað? Tey høvdu meirilutan í løgtinginum í 6 ár, so eingin kundi forða teimum at gera tað, sum tey hildu vera best.

Um tað var so gott og einfalt, hví tøvdu tey so í málinum í áravís og endaðu við at slíta samráðingarnar við donsku stjórnina, uttan at vera komin á mál?

Almenna undanførslan var, at danska stjórnin hótti føroyingar. Hóttanin var, at vit fóru at missa blokkstuðulin, men tað burdi ikki verið nakar trupulleiki fyri eitt landsstýri sum annars segði, at blokkstuðulin bara oyðilegði føroyska búskapin. Hví skuldi tað vera ein hóttan?

Høvdu fólk veruliga roknað við, at danski staturin fór at halda fram at senda pengar til fullveldisríkið Føroyar, eftir at tað var ”búgvið”, ”flutt heimanífrá” og ”stóð á egnum beinum”? Er tað soleiðis fullveldislandsstýri gerast búgvin? 

Royna at tendra neistan

Men nú skal nýtt lív blásast í henda fullveldisneistan, sum øll brendu seg av fyri nøkrum árum síðani, og sum mong framvegis kenna sviðan av. Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag lýsir við einum fundi, har Høgni Hoydal skal røða um evnið: "Hvussu fáa vit fullveldisneistan at tendra í samfelagnum," og uppskot er lagt fyri tingið um at yvirtaka týðandi málsøki longu á nýggjárinum. Verður hetta uppskotið samtykt, so fáa vit ta loysingina, sum fullveldislandsstýrið ikki tordi at taka, tá tey høvdu møguleikan. 

- Og so er klárt at fara í kríggj.

Valið verður greiðari

(7. november 2014)

Nýggjasta veljarakanningin, sum Fynd hevur gjørt fyri Sosialin vísir, at komandi løgtingsval verður spennandi, og nógv bendir eisini á, at møguleikarnir fyri samgongum eru mestsum avgjørdir frammanundan.

Løgmaður sigur við Rás 2, at sum Tjóðveldi førir seg fram í løtuni, ber ikki til at skipa samgongu millum Sambandsflokkin og Tjóðveldi. "Tey ætla í eina fullveldissamgongu og tað verður eingin fullveldispolitikkur við Sambandsflokkinum," sigur hann. Samstundis heldur Aksel V. Johannesen fast við sína støðu, um at Javnaðarflokkurin vil ikki í samgongu við Fólkaflokkin.

Hesar útmeldingarnar eru áhugaverdar, tí við teimum eru vit komin nærri einum sokallaðum "blokkpolitikki" enn vit nakrantíð hava verið fyrr. Tað tykist at gerast alsamt greiðari, at komandi løgtingsval kann blíva eitt val ímillum verandi samgongu og verandi andstøðu. Tá so veljarakanningin vísir, at munurin ímillum hesar báðar blokkarnar er farin frá at vera 14 tinglimir til samgonguna og 19 til andstøðuna (hetta var so seint sum í juni í ár), til nú at vera tódnaður niður í 16 til samgonguna og 17 til andstøðuna, ja so má sigast, at við hesi gongdini kann hetta komandi árið gerast rættiliga spennandi.

Samgonga millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn

Í seinasta enda eru tað altíð veljararnir, sum avgerð valið, men vit hava kortini loyvi at gita, hvussu støðan fer at verða um eitt ár. Sosialurin, sum hevur bílagt seinastu veljarakanningina, skrivaði soleiðis í oddagreinini hósdagin: 

"Tí er mangt sum bendir á, at veljarin fer at biðja Kaj Leo Holm Johannesen hoppa og renna, meðan Aksel V. Johannesen kann skipa samgongu millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn.

Eina samgongu, sum ikki verður bundin niður av Miðflokkinum í etiskum málum, so sum fosturtøkur, rúsdrekka ella samkyndum hjúnabandi..." 

Helst er tað nakað tíðliga enn at siga, um hetta kann fara at verða støðan um eitt ár, men sambært nýggjastu veljarakanningini hevði hetta verið úrslitið, um val var nú. 

Aðrir møguleikar

Sjálvsagt finnast eisini aðrir møguleikar fyri samgongum, enn verandi samgonga ella verandi andstøða, men onkursvegna er tað gott, at veljarin ikki bara fær at vita, hvørjar flokkar hann hevur at velja ímillum, men at hann eisini veit nøkulunda, hvørjir møguleikarnir eru fyri at skipa samgongur aftaná valið. Sjáldan hevur tann myndin verið so greið, sum hon er nú, eftir at ávikavist størsti og næststørsti flokkur í veljarakanningini hava kritað vøllin av.

Tjóðveldi gloymdi sítt egna uppskot

(23. oktober 2014)

Politiska minnið er stutt, verður ofta sagt, og onkuntíð kann tað vera so stutt, at fólk ikki minnast, hvat tey sjálvi hava gjørt. Hetta upplivdu vit í løgtinginum týsdagin, tá uppskotið hjá Jørgeni Niclasen um stuðul til rentuútreiðslur av lánum var til viðgerðar.

Kristina Háfoss, sum var framsøgufólk fyri Tjóðveldi, hevði lítið gott at bera uppskotinum, tí hetta fór at vera steinur omaná byrðu hjá sethúsaeigarum. Men tað sum Kristina eftir øllum at døma hevði gloymt var, at tann 5. mars 2009 legði Tjóðveldi eitt uppskot um tað sama fyri tingið, og tað uppskotið var munandi víðgongdari enn uppskotið hjá Jørgeni Niclasen.

Meðan Jørgen Niclasen skjýtur upp, at rentustuðulin skal lækka eitt prosent um árið í fimm ár, so skeyt Tjóðveldi upp, at stuðulin skuldi lækka tvey prosent annaðhvørt ár og trý prosent annaðhvørt ár, og hetta skuldi ikki bara vera í fimm ár, men tað skuldi halda fram, líka til allur stuðulin var burtur í 2025.

Eg eri samdur við bæði Tjóðveldi og Jørgeni Niclasen í tí, at rentustuðulin er í roynd og veru ein stuðul til bankarnar, og tí er hann ein vánalig loysn. Hinvegin, so duga vit øll at síggja, at av tí at fólk hava tikið lán við hesi fortreytini, so ber illa til at strika stuðulin í einum høggi.

Spurningurin er so, hvussu líðandi skal yvirgongdin vera? Har hevur Jørgen Niclasen valt eina lagaligari yvirgongd, enn Tjóðveldi gjørdi í teirra uppskoti.

Tí er tað løgið, at Tjóðveldi nú hartar landsstýrismannin, fyri at leggja stein omaná byrðu hjá húsaeigarum, tá tey sjálvi valdu ein størri og tyngri stein at leggja omaná somu byrðuna.

Fólkapensjónin verður ikki tikin frá pensjónistunum

(8. oktober 2014)

Mánakvøldið í farnu viku var eg á fundi í Saltangará, sum veljarafelagið Samhald skipaði fyri. Á skránni var sosialpolitikkur, og sjálvur hevði eg ongan aktivan leiklut á fundinum. Men tá tú ert tingmaður, so kanst tú altíð roknað við at fáa onkran spurning, og tað hendi eisini hetta kvøldið.

Seinni er tað sum eg segði, endurgivið á portalinum in.fo, og tíverri hava fleiri misskilt tað sum eg segði. (Tað skal tó als ikki útilokast, at onkur av politiskum orsøkum hevur misskilt við vilja). 

Ikki núverandi pensjónistar

Lat meg tí sláa fast, at tað sum eg tosaði um hetta kvøldið, hevur einki við núverandi pensjónistar at gera, so tá onkur hevur roynt at leggja tað út sum at eg og Sambandsflokkurin vilja taka breyðið úr munninum á pensjónistunum, so er tað beinleiðis ein villleiðing.

Sambandsflokkurin gongur sum kunnugt á odda fyri at varðveita tær inntøkurnar, sum eisini í framtíðini skulu gera tað møguligt at veita pensjónir á einum høgum støði.

Nýskipan av framtíðini

Tað sum eg sipaði til á fundinum í Saltangará, var ætlanin um at gera eina nýskipan av 

pensjónsøkinum, sum skal vera galdandi einaferð langt frammi í tíðini. Eg havi sjálvur verið partur av einum arbeiðsbólki, sum í fleiri ár hevur arbeitt við hesi ætlanini, og eftir at arbeiðið hevur ligið stilt í eina tíð, sigur landsstýriskvinnan nú, at tað skal takast uppaftur eftir ársskiftið.

Hetta arbeiðið var einaferð komið so langt, at ein "pakki" við uppskotum varð lagdur fyri tingið. Landsstýrisfólkini Aksel V. Johannesen og Rósa Samuelsen løgdu "pakkan" fram í mars 2011, men har kom hann av ymiskum orsøkum ikki víðari.

Í viðmerkingunum til uppskotini hjá Akseli og Rósu stóð millum annað, at øll sum vóru knýtt til arbeiðsmarknaðin skuldu gjalda 15 % av lønini til eina bundna eftirlønarsamansparing og at í 

framtíðini skuldi verða mótroknað í allari fólkapensjónini (tað sama sum eg segði á fundinum í 

Saltangará). Eisini stóð í viðmerkingunum til uppskotið, at fylgibólkurin fór seinni at arbeiða víðari við spurninginum um pensjónsaldurin.

Henrik Old hevði lisið greinina

Á tingfundinum í gjár segði Henrik Old, at hann nú kundi upplýsa, at Helgi Abrahamsen ætlaði at taka fólkapensjónina frá pensjónistunum, tí tað hevði hann lisið á onkrum portali. Hann hevði eftir øllum at døma ikki fingið við, at mín útsøgn vísti til eitt uppskot, sum millum annað hansara egni floksformaður hevði lagt fyri tingið í 2011.

Eg ætli mær hvørki at leggja Aksel V. Johannesen ella nakran annan undir at vilja avtaka 

fólkapensjónina, tí talan er als ikki um at taka nakað frá nøkrum, uttan at seta okkurt annað ístaðin. 

Nakrir spurningar at hugsa um

Lat meg enda hesa greinina við at seta hesar grundleggjandi spurningarnar, sum hvør í sínum lagi kann hugsa um:

Er pensjónin til, fyri at tryggja øllum eitt gott lív aftaná at tey eru farin av arbeiðsmarknaðinum, ella er pensjónin til, fyri at fólk sum framvegis eru á arbeiðsmarknaðinum skulu fáa pensjónina sum eina eyka inntøku afturat lønini?

Skal til dømis ein løgtingsmaður sum fyllur 67 ár, meðan hann enn situr á tingi, fáa fólkapensjón og samhaldsfasta afturat løgtingslønini, soleiðis at minni verður til hini, sum bara hava pensjónina at liva av, ella eigur pensjónin hjá løgtingsmanninum at bíða, til hann onga aðra inntøku hevur?

Tá tað er staðfest, at tað í framtíðini fer at vera ov lítið av pengum til øll tey mongu sum tá verða pensjónistar, hvat er tá meira rímiligt, at býta pengarnar millum øll, soleiðis at mong fáa ov lítið, ella skulu vit bara geva teimum, sum einki annað hava at liva av?

Tað er tað, sum hetta málið snýr seg um. Vit mugu tryggja, at øll fáa ein góðan aldurdóm.

Loysing merkir ikki fólkaræði


(16. september 2014)

”Loysing er fólkaræði”, skrivar Óluva Klettskarð í eini grein, sum stóð á Vágaportalinum og í Norðlýsinum um vikuskiftið. Greinin var eitt aftursvar til nakað sum eg skrivaði í farnu viku.

Í míni grein vísti eg á, at tað er ódemokratiskt at krevja av okkum núlivandi føroyingum, at vit skulu lata okkum binda av eini 68 ára gamlari fólkaatkvøðu. Eitt demokrati má vera livandi, og tí eru tað vit sum nú liva, ið eiga tað avgerandi orðið.  

Men nú heldur fyrrverandi forkvinnan í aðalstjórn Tjóðveldis, Óluva Klettskarð, at tað er fordómsfult av mær at hugsa so um hennara flokk. ”Tingmaðurin noyðist at góðtaka, at tjóðveldisfólk ikki eru vanabundin hugsandi, ið líta niður í húðarskógvarnar og binda posabond,” skrivar hon. Men er tað ikki júst tað, Tjóðveldi ger? 

Stendur í stevnumiðunum

Mánadagin hevði Tjóðveldi tíðindafund, har endurskoðaðu stevnumið floksins vórðu løgd fram. Í innganginum til stevnumiðini verður sagt, at Stevna Tjóðveldisfloksins, sum var samtykt í mai 1948 er tíðarleys. (Ja so óbroytilig er henda ”stevna”, at sjálvt navnið á flokkinum stendur framvegis at vera Tjóðveldisflokkurin, hóast flokkurin skifti navn fyri sjey árum síðani). 

Og hvat stendur so í hesum óbroytiligu orðunum frá 1948? Jú har stendur: ”Føroyar verða loystar úr øllum útlendskum bondum, soleiðis sum føroyska tjóðin avgjørdi á fólkaatkvøðuni 14. september 1946.” Hetta er tað, sum varð samtykt á eykaflokstingi í mai í ár, og sum varð lagt fram á tíðindafundi so seint sum í gjáramorgunin.

Hvussu kann Óluva Klettskarð so kalla meg fordómsfullan, tí eg sigi, at summir loysingarsinnaðir føroyingar hava læst seg fastar í fólkaatkvøðuni? Tað stendur jú svart uppá hvítt í júst framløgdu stevnumiðunum!

Sjálvsagt veit eg, at talan er um eitt skjal, sum fyrst og fremst er til innanhýsis nýtslu í flokkinum, men tá talan er um eitt somikið heilagt skjal, at sjálvt navnið á flokkinum kann ikki broytast, so kann tað neyvan heldur bera til at gera semjur við aðrar flokkar um innihaldið.   

Tjóðveldi merkir ikki fólkaræði 

Tjóðveldi plagar at nýta slagorðini ”Tjóðveldi merkir fólkaræði”, og Óluva hevur valt sær orðini ”Loysing er fólkaræði” til yvirskrift. Men tey gloyma at siga, at hetta er bara galdandi um meirilutin av fólkinum vil hava loysing. Um meirilutin vil hava samband, so eru tjóðveldi og loysingin beint ímóti fólkaræðinum. 

Í einum fólkaræði er tað nevniliga neyðugt at lurta eftir fólkinum – og her meini eg við fólkið sum nú livir.

14. september køvir demokratiið í Føroyum

(12. september 2014)

Fyri 1000 árum síðani vórðu politiskir spurningar avgjørdir við vápnaðum bardøgum. Tann sum kláraði at drepa mótpartin bleiv høvdingi. Nú á døgum hava vit demokrati. Okkara vápn eru argument. Tann sum við teimum bestu argumentunum klárar at sannføra fjøldina, vinnur slagið. 

Men demokratiið stendur ongantíð í stað. Tað at tú einaferð hevur sannført fjøldina, merkir ikki, at tú kanst leggja teg afturá og lata standa til. Tá kann tað skjótt henda, at fjøldin hevur vent tær bakið, tá tú einaferð letur eyguni uppaftur.

Vit falla ofta í ta grøvina, at vit droyma um at vinna eitt val ella eina fólkaatkvøðu, og síðani vilja vit binda posabandið fyri, soleiðis at eingin aftur skal kunna skala henda sigurin, sum vit einaferð vunnu. Men soleiðis virkar demokratiið ikki. Tað er livandi, og tú mást alla tíðina syrgja fyri (við góðum argumentum og røttum avgerðum), at tú áhaldandi hevur fólkið við tær. Møguleikin hjá veljarunum at venda tær bakið, má alla tíðina vera til staðar, annars hava vit ikki demokrati.

Bundu posabandið í 1946

Summi loysingarsinnað fólk siga, at tey vunnu eina fólkaatkvøðu í 1946, og tí hava tey bæði snørt og táttað posabandið, soleiðis at eingin nakrantíð skal kunna loysa tað aftur. Eingin fólkaatkvøða skal nakrantíð aftur geva Føroya fólki møguleika at velja nakað, sum ikki samsvarar við fólkaatkvøðuna í 1946. Hetta er beint ímóti tí demokratiska prinsippinum. Møguleikin at velja nakað annað, má altíð vera til staðar. Vit kunnu ikki krevja, at nútíðarfólk skulu vera bundin av tí, sum forfedrarnir valdu fyri næstan 70 árum síðani. Tað er ódemokratiskt. 

Fortíðin er órættvís

Onkuntíð hoyri eg hesi somu fólkini siga, at danska grundlógin er ikki galdandi í Føroyum, tí føroyingar hava ongantíð valt hana. Rætt er tað, at føroyingar valdu ikki donsku grundlógina, tá hon varð sett í gildi í 1849. Tað gjørdu danskarar heldur ikki. Fatanin av demokratii var ikki tann sama tá sum hon er nú. Kongur hevði einaræði, og hann setti tær lógir í gildi, sum hann helt vera hóskandi. 

Hyggja vit eftir søguligum hendingum, so kunnu vit ikki siga, at alt sum er hent í gomlum døgum, hevur verið serliga rættvíst og demokratiskt. Tí nyttar ikki at leita eftir gomlum rættvísi, men vit mugu taka útgangsstøði í verandi støðu.

Okkara land

Vit siga, at Føroyar er okkara land, men hví er tað tað? Jú vit eiga hetta landið, tí at nakrir víkingar einaferð komu henda vegin og tóku lívið av teimum sum vóru her frammanundan. Og av tí at vit eru eftirkomarar hjá hesum ófriðarkroppunum, kunnu vit í dag siga, at vit eiga hetta landið. - Er tað rættvíst? Nei sjálvandi ikki. 

Um nú írar koma hendavegin og siga, at teir eiga hetta landið, tí teirra forfedrar vóru her áðrenn okkara forfedrar, skulu vit so geva teimum landið? Nei sjálvsagt ikki.

Søgan er ikki altíð rættvís, og hon er heldur ikki demokratisk, men vit kunnu ikki fara 1.000 ár aftur í tíðina at leita eftir rættvísi. Onkursvegna eru vit eftir krókutum og órættvísum vegi komin í ta støðu, sum vit eru í, og so mugu vit taka tað haðani frá.   

Virða verandi støðu

Tí var tað, at vit sum myndaðu meirilutan í Stjórnarskipanarnevndini í mai 2011 skrivaði hesi orðini í okkara álit: ”Stjórnarskipanin virðir teir stjórnarrættarligu sáttmálar og avtalur, sum eru í gildi, tá hon verður sett í verk, men staðfestir, at føroyskir myndugleikar hava fullan rætt til at siga hesar upp og taka við málsræðinum.”

Meirilutin staðfesti við øðrum orðum ta støðu, sum Føroyar eru í (líkamikið um hon er rættvís ella órættvís), og síðani varð staðfest, at leiðin framyvir skal vera demokratisk. Fólkið í Føroyum skal hava møguleika at velja at fylgja donsku grundlógini, gomlu fólkaatkvøðuni, ella onkrum heilt øðrum, men útgangsstøði má vera verandi støða. Men Tjóðveldi kundi ikki vera við í álitinum frá meirilutanum, tí flokkurin kundi ikki góðtaka, at vit eru her sum vit eru, og hann kundi heldur ikki taka undir við, at fólkið skal sleppa at velja nakað, ið gongur ímóti tí, sum 5.656 føroyingar valdu í 1946. 

Komið víðari

Veruleikin er, at 14. september køvir tað føroyska demokratiið. Skulu vit koma víðari, mugu vit taka útgangsstøði í støðuni sum vit eru í, líkamikið um vit halda hana vera rættvísa ella órættvísa, og síðani má meirilutin, leysur av fortíðini, frítt sleppa at velja, hvønn veg vit skulu fara.    

So mín áheitan á Tjóðveldi og øll onnur skal vera: Gloymið nú 14. september og veljið heldur demokratiið.

Frummátturin sum sovnaði

(25. august 2014)

”Í botn og grund tørvar okkum ikki argumentir,” skrivar Gunvør Balle í eini grein, sum stóð at lesa á Vágaportalinum seinasta fríggjadag. 

Eg mátti lesa hetta fleiri ferðir. Kann tað veruliga passa, at tað finst føroyskir politikarar sum halda, at teirra sjónarmið eru so sjálvsøgd, at teimum ikki nýtist at argumentera? Hetta minnir ikki sørt um hugburðin hjá einaræðisharrum, sum í egnum hugaheimi eru hevjaðir langt uppum øll saklig argument hjá mótpartinum.  

Yvirskriftin til greinina hjá Gunvør ber boð um, at hon og onnur tjóðveldisfólk hava okkurt slag av ósjónligum mátti, sum tað ikki nyttar mær og øðrum at argumentera ímóti. ”Tú fært ikki steðga einum frummátti, Helgi,” ljóða yvirskriftin. Gunvør Balle er altso somikið vís í tí sum hon sigur, at eg og onnur skulu ikki váða okkum at koma við argumentum, sum seta spurnartekin við tað.

Svarar ikki mótargumentum

Greinin skal eitast fyri at vera eitt aftursvar til eina grein, sum eg skrivaði í farnu viku, men heldur enn at viðgera ta greinina, skrivar Gunvør um alt annað. Men sjálvandi, eru argument óneyðug, so fær tað helst ikki verið øðrvísi. Eg loyvi mær tó at halda, at tá hon ikki svarar mínum argumentum, so ásannar hon innast inni, at tað sum eg segði í fyrru greinini var rætt. 

- at hon ikki hevði grundarlag fyri pástandinum um at ríkisfelagsskapurin var orsøk til ES-boykottið móti Føroyum, 

- at hennara pástandur um at ríkisfelagsskapurin var ein forðan fyri semjuni um makrelin,  var ógrundaður, 

- og at pástandurin um at vit fóru at vera boykottað av Russlandi orsaka av ríkisfelagsskapinum helt ikki. 

Kennir ikki søguna

Greinin hjá Gunvør avdúkar eisini, at hon hevur fylgt sera illa við søguligu gongdini, sum er orsøk til ta stýrisskipanarligu støðuna, sum vit eru í. Millum annað spyr hon meg, um eg ynski, at Føroyar skulu lata tey yvirtiknu málsøkini frá sær aftur. Tað er heilt týðiligt, at Gunvør heldur, at Tjóðveldi hevur yvirtikið nógv málsøki, meðan Sambandsflokkurin einki hevur yvirtikið. Men veruleikin er, at størstu yvirtøkurnar vórðu framdar í 1948, tá heimastýrislógin varð sett í gildi. Sambandsflokkurin var við til at gera tær yvirtøkurnar, men tað var Tjóðveldi ikki. 

Nakrar stórar yvirtøkur vórðu eisini gjørdar í sjeytiárunum, men síðani er lítið hent á tí økinum. Sjálvt fullveldislandsstýrið yvirtók nætan einki, men formaliseraði bara nakrar av yvirtøkunum, sum longu vóru gjørdar í sjeytiárunum. Ja tað er ikki ov nógv sagt, at ”frummátturin” í Tjóðveldisflokkinum sovnaði burtur fyri nógvum árum síðani. Flestu stóru ”frambrotini”, sum tey áhaldandi plaga at vísa á, eru umleið 40 ára gomul ella eldri. (Gunvør nevnir millum annað málstríðið og flaggstríðið, sum endaðu fyri meira enn 70 árum síðani – áðrenn Tjóðveldisflokkurin varð stovnaður). Hví hoyra vit so lítið um ”frambrot” í nýggjari tíð?

Onkur hampuliga stór yvirtøka er tó gjørd seinastu 20 árini. Eg hugsi til dømis um fólkakirkjuna, men henni stóðu Jógvan á Lakjuni og Fólkaflokkurin fyri, meðan Tjóðveldi var í andstøðu.

Viðfáningur valdast

Eitt av evnunum, sum Gunnvør tekur fram í eini roynd at káva útyvir míni argument er blokkstuðulin. Hon sigur at hann er bara ein ”viðfáningur”.

Nú er tað sjálvandi eitt sindur ymiskt, hvussu nógvar pengar fólk eru von at hava, og tí hevur orðið ”viðfáningur” helst ikki sama týdning hjá øllum, men lat meg taka eitt dømi, fyri at vísa hvussu stórur hesin ”viðfáningurin” er:

Samlaða ríkisveitingin sum Føroyar fáa úr Danmark hevur eitt virði, sum svarar til umleið eina milliard um árið. So lat okkum ímynda okkum eitt arbeiðspláss, har 50 fólk arbeiða. Um vit siga, at lønin sum hesi fólkini fáa er 200.000 krónur um árið í part, so skulu hesi 50 fólkini arbeiða í 100 ár, áðrenn samlaða lønin hjá teimum kemur uppá eina heila milliard. So stórt virðið hevur hesin ”viðfáningurin”, sum landskassin fær á hvørjum ári, so tað er ikki løgið, at Tjóðveldi ongantíð hevur megnað at gjørt eitt fíggjarlógaruppskot, har ríkisveitingin ikki stóð á inntøkusíðuni.

Leita við lykt eftir trupulleikum

(21. august 2014)

Uttanríkispolitikkur hevur fylt nógv í almenna rúminum í summar. Dagliga hava vit hoyrt um syrgiligar lagnur í Miðeystri og Ukraina, og orðið ”handilsforðingar” er aftur sett á breddan.

Tað er eingin loyna, at líkamikið hvat hendir úti í stóru verð, so fara ávísar kreftir í gongd við at sannføra føroyingar um, at øll ring ávirkan á okkara lítla land, er ríkisfelagsskapinum fyri at takka. Men onkuntíð haldi eg, at hesir boðberarnir gerast í so grammir. 

Tann 8. august skrivar Gunvør Balle, løgtingskvinna, soleiðis á Facebook: ”Vit hava her trý fesk dømi um at ríkisfelagsskapurin ikki hevur hjálpt okkum, men heldur er ein bági.” Og so nevnir hon trý dømi, sum eg haldi vera púra burturvið. 

Danmark stýrir ikki ES

Fyrsta dømi er, at ”Danmark, gjøgnum ES, hevur boykottað føroyskar fiskavørur í eitt ár.”

Tað er altso ikki ES, sum hevur boykottað føroyskar fiskavørur, men ”Danmark gjøgnum ES”, og hetta skal vera ríkisfelagsskapinum fyri at takka. - Ella sagt við øðrum orðum: Høvdu vit ikki verið í ríkisfelagsskapi, so høvdu vit kunna fiskað so nógv av sild og makreli sum vit vildu, uttan at tað fekk nakrar avleiðingar. Ríkisfelagsskapurin fær skuldina fyri bæði tað sum Danmark ger og tað sum ES ger. Hetta má sigast at vera snaring av sannleikanum, sum veruliga vil nakað. Tí tað sigur seg sjálvt, at um Føroyar høvdu verið fullveldi, so hevði ES-landið Danmark framvegis verið noytt at fylgt ES júst so sum tilfeldið er nú. Ein onnur ríkisrættarlig støða hevði einki broytt í somáta. Tí ber ikki til at siga, at boykottið hjá ES er dømi um, at ríkisfelagsskapurin er ein bági.

Danmark ávirkar ikki okkara samráðingarfólk 

Næsta dømið har Gunvør sigur at ríkisfelagsskapurin er ein bági, gongur fyri seg við samráingarborðið. Hon sigur: ”Føroyar megnaði sjálvt, við sannførandi argumentum og góðum samráðingarfólki, at fáa eina makrelavtalu. Danmark hevði ongan leiklut í at hetta eydnaðist, heldur hinvegin.”

Eg skilji ikki rættiliga, hvussu hetta kann vera dømi um, at ríkisfelagsskapurin er ein bági. Føroyar hava í nógv ár ført samráðingar við onnur lond um fiskiveiðurættindi, og tað var eisini galdandi í hesum førinum. Danmark hevur onga ávirkan, men Gunvør Balle leggur afturat: ”...heldur hinvegin.” Og sjálvandi greiðir hon ikki nærri frá, hvat liggur í orðunum ”heldur hinvegin.” - Tað er helst nakað, sum hon bara”eigur at siga”, fyri at fáa setningin at passa til pástandin. Men pástandurin er altso skeivur. 

Seinasta dømið passar heldur ikki

Sum seinasta dømi nevnir Gunvør Balle eitt russikst boykott, sum ongantíð kom. Hon skrivar: ”Orsakað av at Føroyar og Danmark verður sæð sum sama land, er vandi fyri at verða rakt av russiskum boykotti.” Tann vandin sær tíbetur út til ikki at vera veruligur.

So alt í alt má sigast, at tá roynt verður at vísa á, at ríkisfelagsskapurin er ein bági, so eru hesi trý dømini sera illa vald.

Fleiri fyrimunir enn vansar

Veruleikin er, at líkamikið hvørja skipan vit velja (um tað eitur heimastýri, fullveldi ella okkurt annað), so hevur tann valda skipanin altíð bæði fyrimunir og vansar. Vit fáa ikki alt, og tí mugu vit velja, hvørji kós vit vilja fylgja. 

Eg havi einki ímóti, at tjóðveldisfólk royna at vísa á vansar við ríkisfelagsskapinum, líka so væl sum vit sambandsfólk vísa á allar teir mongu vansarnar sum eitt fullveldi hevur við sær. Men máti skal vera við øllum. Tað ger í hvussu so er einki, um pástandirnir í framtíðini verða eitt sindur betur undirbygdir enn hesi dømini vísa.

Veljarakanning reisir áhugaverdar spurningar

(7. mai 2014)

Seinasta fríggjadag kunngjørdi “Ting.fo” eina veljarakanning, sum Gallup hevði gjørt. Ikki kann sigast annað enn at kanningin gevur báðum teimum stóru samgonguflokkum nakað at hugsa um, tí báðir ganga nógv aftur. 

Veljarakanningar skulu sjálvsagt takast við fyrivarni, tí tað er alment kent, at summir veljarar brúka kanningar til at vísa sína misnøgd, hóast fleiri av somu veljarum ikki høvdu funnið uppá at skift flokk á einum vali. Eisini vísti kanningin, at stórt tal av teimum sum valdu stóru samgonguflokkarnar á seinasta løgtingsvali, høvdu framvegis ikki tikið støðu til, hvønn tey høvdu valt, um val var nú.

Men hóast tølini kunnu broytast nógv frá eini kanning til eitt val, so geva kanningar eina greiða ábending um, hvønn veg rákið fer.

Samgongumøguleikar
Ein spurningur sum altíð er áhugaverdur aftaná eitt løgtingsval (og tí eisini átti at havt áhuga aftaná eina veljarakanning) er spurningurin um, hvørjir flokkar kunnu hugsast at fara í samgongu.

Stóri vinnarin í veljarakanningini er Javnaðarflokkurin, sum fer úr 17,8 prosentum uppí 25,1 prosent av atkvøðunum. 

Ein orsøk til hesa stóru framgongdina sigst vera, at formaðurin í flokkinum hevur meldað greitt út, at hann fer ikki í samgongu við Fólkaflokkin aftaná komandi val.

Uttan iva er ein tílík útmelding ein styrki á valinum. Spurningurin er so, um hon ikki kann vera ein veikleiki aftaná valið. Tí fyri at fáa meiriluta, mugu í minsta lagið tveir stórir flokkar vera í samgongu, og tá Fólkaflokkurin er avskrivaður, og Sambandsflokkurin sambært kanningini verður ov lítil, so er bara Tjóðveldi eftir. Hetta kann blíva ein trupulleiki hjá einum floksformanni, sum eisini hevur boðað alment frá, at undir hansara leiðslu verður Javnaðarflokkurin ein samríkisflokkur.

Má melda greitt út
Aksel Johannesen segði í sjónvarpinum fríggjakvøldið, at Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi kunnu samstarva um so nógv annað enn fullveldispolitikk, og rætt er tað. Teir kunnu endurstovna Landsbankan, broyta hjúnabandslógina o.s.fr. Men eingin má halda, at Tjóðveldi, aftaná 12 ár í andstøðu, fer í eina samgongu, sum ikki tekur stór stig á fullveldisleið. Tað hendir ikki.

So tá Aksel Johannesen meldar greitt út, at hann ikki fer í samgongu við Fólkaflokkin, so verður hann eisini noyddur at melda líka greitt út, hvussu langt hann vil fara (ella vónandi ikki vil fara) á fullveldisleið saman við Tjóðveldinum. 

Høgni vil vera løgmaður
Hin stóri vinnarin í veljarakanningini er Tjóðveldi, sum, eins og Javnaðarflokkurin, stendur til at fáa átta tingmenn. 

Á seinasta flokstingi, sum var hildið í Sandavági í mars mánaði, meldaði flokkurin út, at hann vildi hava landsins leiðslu (løgmann) og at málið var at “skipa einar frælsar Føroyar”.

Tjóðveldi hevur ikki frammanundan avskrivað at samstarvað við nakran flokk, men eg havi varhugan av, at “kemiin” millum Tjóðveldi og Fólkaflokkin er ikki góð í løtuni. Men aftur her kann útmeldingin hjá Akseli Johannesen um at útiloka Fólkaflokkin spæla inn. Fólkaflokkurin endar næstan altíð í samgongu, og við undantaki av nøkrum mánaðum í 2008, hevur hann sitið í samgongu út í eitt seinastu 18 árini.

Rekur Fólkaflokkin til Tjóðveldi
Fólkaflokkurin er í teirri støðu, at Javnaðarflokkurin hevur avskrivað hann sum samgongufelaga, og verður Sambandsflokkurin ikki størri enn tað sum veljarakanningin vísti, so hevur Fólkaflokkurin bara ein møguleika, og tað er at fara í eina fullveldissamgongu saman við Tjóðveldi.

Tjóðveldi skal tí velja millum samríkispolitikk saman við Javnaðarflokkinum ella fullveldispolitikk saman við Fólkaflokkinum. Saman við Sambandsflokkinum fer hann ikki, tí har veit hann, hvat hann fær. Tann sum slakar mest mótvegis Tjóðveldi í tí spurninginum vinnur slagið um skrivstovurnar í Tinganesi. Sostatt kann útmeldingin hjá Akseli Johannesen um at útiloka Fólkaflokkin blíva beinleiðis orsøk til, at vit fáa eina fullveldissamgongu millum Tjóðveldi og Fólkaflokkin, meðan Javnaðarflokkurin sum størsti flokkur endar í andstøðu.

Eingin fær Tjóðveldi at reka sambandspolitikk
Ilt er at spáða um framtíðina, men sigast má, at nýggja veljarakanningin reisir í hvussu so er nakrar áhugaverdar spurnigar og Aksel Johannesen má melda út, hvussu langt hann vil slaka mótvegis Tjóðveldi í fullveldisspurninginum. Bara at siga at flokkurin kann samstarva um nógv annað, dugir ikki, tí tað verður tann ríkisrættarligi spurningurin, sum í seinasta enda verður avgerandi.

Eg trúgvi í hvussu so er ikki, at nakar fær Tjóðveldi at reka sambandspolitikk.

Formaðurin í BLF segði bara hálva søgu

(13. mars 2014)


“Tað hevur  stóran týdning, at almenn starvsfólk úttala seg.” Tað var boðskapurin hjá fyrrverandi Fólkatingsins umborðsmanni, Hans Gammeltoft-Hansen, í eini samrøðu við Dag og Viku seinasta fríggjakvøld.

Gammeltoft-Hansen vísti á, at almennu starvsfólkini hava bæði faklig og starvslig innlit, og tí eigur at vera pláss fyri teirra úttalilsum í tí almenna rúminum. Eg eri samdur við hesum sjónarmiðinum.

Aftaná innslagið var formaðurin í Búskapar- og Løgfrøðingafelagnum (BLF) gestur í sjónvarpsstovuni. Hann vísti á, at hansara limir halda seg aftur við at úttala seg alment, og segði at ein av orsøkunum til tað er, at politikarar kunnu finna uppá at siga sína hugsan um teirra úttalilsi. Hann nevndi sum dømi, at eitt politiskt tiltak var fyri nøkrum árum síðani, har ein embætismaður var sæddur á eini mynd, og hetta førdi við sær, at skotið varð upp at skerja játtanina til hansara aðalráð.

Hevur ikki fylgt nóg væl við
Tað tykist ikki sum at formaðurin í BLF hevur fylgt serliga væl við í tí sum bleiv sagt og skrivað um ta hendingina, og av tí at eg sjálvur var upprunin til søguna, loyvi eg mær at fríska hana upp í minninum. 

Tað skal eingin ivi vera um, at eg enn sum áður haldi, at aðalstjórar eiga ikki at luttaka í partapolitiskum tiltøkum. Til tann spurningin havi eg á ongan hátt broytt støðu. Tú kanst ikki vera hægsti embætismaður hjá einum landsstýrisfólki í arbeiðstíð, og so fara í býin aftaná arbeiðstíð, fyri at luttaka í politiskt litaðum mótmælistiltøkum, sum eru vend ímóti sama landsstýri. Tað sigur seg sjálvt.

Men í kjakinum sum fylgdi eftir at eg hevði úttalað meg um hesi viðurskiftini, fyri góðum tveimum árum síðani, greiddi eg frá, at eg havi avgjørt einki ímóti, at almenn embætisfólk luttaka sum fakpersónar í tí almenna kjakinum. Eg haldi júst sum Gammeltoft-Hansen, at tey skulu luttaka í almenna kjakinum sum serfrøðingar. Men er talan um aðalstjórar og onnur, sum sita ovast í skipanini, er umráðandi, at tey halda seg til sítt fak, og ikki blíva partapolitisk.

Um formaðurin í BLF vil vísa til kjakið sum var fyri tveimum árum síðani, so haldi eg, at hann eisini eigur at taka henda partin við.

Eitt heilt ættarlið av ránsmonnum

(5. mars 2014)

Síðani løgtingið samtykti at forskatta pensjónir, havi eg ferð eftir ferð hoyrt og lisið, at hetta ættarliðið sum nú er á arbeiðsmarknaðinum, tekur pengar frá komandi ættarliðum. Víst verður á, at pengar, sum landskassin átti at fingið fyri pensjónsskatt í framtíðini, verða goldnir inn og brúktir longu nú, og tí fara hesir pengarnir at mangla seinni.

Hetta er sjálvsagt ikki allur sannleikin, tí fólk fara eisini at arbeiða og rinda pensjónsgjøld í framtíðini. Verða pensjónsgjøldini tá framvegis skattað við inngjaldi, so fer landskassin, orsaka av forskattingini, eisini tá at fáa pengar, sum hann annars ikki hevði fingið fyrr enn seinni. Talan er um eina áhaldandi ”forskjóting” av inntøkunum.

Gjalda fyri fleiri ættarlið

Men er tað veruliga so galið, at føroyskir arbeiðarar eru blivnir nakrir ræðuligir ránsmenn, sum taka pengar frá sínum egnu børnum? Er tað ein náttúrulóg, at skattur av pensjónum eigur og skal verða goldin við útgjaldi? Lat meg lýsa hetta soleiðis:

Ættarliðini sum hava livað undan okkum, hava ikki spart upp til sína egnu pensjón. Tey fingu fólkapensjón av tí, sum teirra eftirkomarar á arbeiðsmarknaðinum rindaðu í skatti. Vit kunnu (fyri at gera tað einfalt) siga, at tey sum pensjónistar livdu av sínum eftirkomarum. Men í framtíðini verður tað soleiðis, at fólk fara at spara upp til sína egnu pensjón. Tey fara ikki at liva av tí, sum eftirkomararnir gjalda í skatti, men av tí, sum tey sjálvi hava spart upp.

Ættarliðið sum nú er á arbeiðsmarknaðinum livir í skiftinum ímillum hesar báðar skipanirnar. Hesi skulu bæði gjalda fólkapensjón til tey sum nú eru gomul og eisini spara upp til sína egnu pensjón. Núverandi ættarlið skal við øðrum orðum rinda pensjónirnar hjá tveimum ættarliðum.

Av pengunum sum vit spara upp til okkara egnu pensjón skulu vit gjalda skatt, og tá vit loyva okkum at gjalda skattin nú heldur enn seinni (soleiðis at landskassin millum annað kann gjalda pensjónir til tey sum nú eru gomul), so verða vit løgd undir at vera tjóðar. Vit ”stjala frá okkara eftirkomarum,” verður sagt. Útgangsstøðið hjá kritikarunum móti forskatting av pensjónum er altso, at núverandi arbeiðarar eiga at gjalda fyri trý ættarlið. Tey skulu gjalda pensjónirnar hjá foreldrunum umframt sína egnu pensjónsuppsparing og eiga harafturat eisini at gjalda skatt til børnini. - Trý ættarlið.

Komandi ættarlið skulu bara hugsa um seg sjálvan

Eg skilji væl roknistykkið hjá kritikarunum móti forskatting av pensjónum. Sjálvandi kunnu pengar sum verða brúktir nú, ikki brúkast umaftur í framtíðini. Men hinvegin, so dugi eg ikki at síggja, at núverandi ættarlið hevur minni brúk fyri pengum enn okkara eftirkomarar fara at hava. Helst verður tað so, at tað í framtíðini fara at vera fleiri pensjónistar og færri arbeiðarar, men vit skulu eisini minnast til, at pensjónistarnir í framtíðini fara at liva av tí, sum tey sjálvi hava spart upp, og tí skulu komandi arbeiðarar ikki í sama mun sum nú gjalda fyri pensjónirnar hjá øðrum. Tey skulu bara gjalda til sína egnu eftirløn og fáa ágóðan av, at landskassin kann veita teimum tænastur við pengum, sum tey tá fara at gjalda í skatti – eisini pensjónsskatti.

Tá Jonhard ruddaði ein triðing av kamarinum

(4. februar 2014)

Eg sá á onkrum portali, at Jonhard Eliasen skrivaði eitt lesarabræv, har hann vildi hava meg og Edmund Joensen at svara nøkrum spurningum viðvíkjandi blokkstuðlinum. Jonhard sigur, at eg og Edmund hava skrivað rættiliga nógv um hetta evnið, og tí vil hann hava at vita, hví vit ikki hava gjørt meira, fyri at hækka stuðulin aftur.

Einasta greinin eg havi skrivað um blokkstuðulin hetta seinasta knappa árið, stóð í Sosialinum fyri nøkrum døgum síðani, so eg gangi út frá, at tað er ta greinina, Jonhard fyrst og fremst sipar til. Greinin var eitt aftursvar til eitt úttalilsi hjá Kristinu Háfoss, sum í einum sjónvarpskjaki pástóð, at fullveldislandsstýrið hevði stór avlop, tá blokkstuðulin varð lækkaður. Eg vísti á, at hetta var eitt villleiðandi úttalilsi, tí avlopini sum hon sipaði til vóru øll í árunum áðrenn blokkstuðulin minkaði. Eg vísti eisini á, at uttan blokkstuðulin, hevði fullveldislandsstýrið havt eitt risastórt undirskot á hvørjum ári. Eg síggi í greinini hjá Jonhardi, at hann vísir ongari av hesum viðmerkingunum aftur.

Søguliga gongdin
Áðrenn eg svari hansara spurningum, lat meg so fyrst greiða eitt sindur frá málinum um lækkingina av blokkstuðlinum.

Fullveldislandsstýrið sum varð skipað í 1998 lovaði føroyingum eitt fullveldisríki, har danski statskassin skuldi rinda blokkstuðul í eini skiftistíð, sum skuldi varða í 15 ár. Hetta fór einki kosta vanliga fólkinum í Føroyum, varð sagt. Jonhard Eliasen og aðrir serfrøðingar ferðaðust landið runt við eini uppvørpu, har fólk kundu velja tøl at seta í eitt rokniark, og so roknaði teldan út, hvussu stórt avlop landskassin fór at hava, eftir at Føroyar høvdu fingið fullveldi.

Men 15 ár munnu hava verið í minna lagið tá til stykkis kom, tí í sáttmálauppskotinum sum varð lagt fyri donsku stjórnina bleiv ikki biðið um 15 ár, men landsstýrið valdi heldur at seta eitt longri roknistykki upp, og hevði danska stjórnin góðtikið tað, so hevði fullveldið Føroyar, bæði nú og nógv ár framyvir, fingið ein árligan blokkstuðul úr Danmark, sum hevði verið størri enn hann er í dag. Og hetta kallaðu tey ”sjálvberandi búskap.”

Ein av arkitektunum aftanfyri hetta roknistykkið, var Jonhard Eliasen, sum nú spyr meg og Edmund Joensen, um vit ikki halda tað vera ómoralskt at fáa blokkstuðul úr Danmark. Eg og Edmund ganga  hóast alt inn fyri ríkisfelagsskapi. Jonhard vildi hinvegin hava, at Danmark skuldi gjalda til eitt land, sum eftir egnum ynski var farið úr danska ríkinum. So kunnu vit altíð kjakast um, hvør av hesum møguleikunum er meira moralskur.

Royndu aðrar møguleikar
Danska stjórnin segði sjálvandi korta nei til hetta lumpisliga roknistykkið. Um føroyingar vildu klára seg sjálvar, so kundi landsstýrið fáa 4 ára skiftistíð, vóru boðini. Hetta kallar Jonhard í greinini, at ”fíggjarliga revsa okkara land.” Hann hevði altso bæði vónað og væntað at fingið nógv meira blokkstuðul, enn tað sum danska stjórnin vildi bjóða fullveldisprojektinum.

Tá henda ætlanin ikki sá út til at ganga, royndi landsstýrið aðrar møguleikar, fyri at fáa fatur á pengum úr danska ríkiskassanum. Ein roynd var gjørd at bjóða donsku stjórnini veðhald í møguligum framtíðar oljuinntøkum. Ein onnur roynd var at fáa sett nýggja ríkissáttmálan stigvíst í gildi, soleiðis at Føroyar kundu verða ”hangandi” í ríkinum í 15 ár og varðveita rættin til blokkstuðul í eina tíð. Triði møguleikin var eitt uppskot um, at øll uttanlandaskuldin í ríkinum skuldi verða løgd saman og síðani verða býtt millum partarnar eftir fólkatali. Harvið høvdu Føroyar verið so at siga skuldarfríðar, meðan danskir skattgjaldarar høvdu hingið upp á føroysku skuldina.

Tað er løgið at hugsa sær, at ein av høvuðsarkitektunum aftanfyri hesi uppskotini, nú spyr tveir sambandsmenn, um tað ikki er ómoralskt at fáa blokkstuðul úr Danmark.

Settu nýggja kós 
Tá landsstýrið ikki fekk donsku stjórnina at ganga við til at gjalda allan henda blokkstuðulin, slitu tey samráðingarnar. Á tíðindafundi í Tinganesi varð boðað frá eini nýggjari fullveldisætlan, sum skuldi venda gomlu ætlanini á høvdið. Nú skuldi yvirtakast í stórum, og blokkstuðulin skuldi minka samsvarandi yvirtøkunum. Tað bleiv gjørt, og avlopið hjá landskassanum minkaði heilar 506 mió. krónur eftir bert einum ári.

Villleiðandi upplýsingar
Tá henda nýggja fullveldisætlanin varð viðgjørd í uttanlandsnevndini, fekk nevndin eina sokallaða ”kravsgreining”, sum skuldi vísa, hvussu nýggi fullveldisleisturin hekk saman fíggjarliga. Tann sum hevði tilevnað hesa greiningina var eingin minni enn Jonhard Eliasen.

Eg skal ikki koma so nógv inná kravsgreiningina her, tí eg havi áður víst á, at endamálið við henni var at villleiða bæði løgtingið og Føroya fólk. Ein búskapargrunnur skuldi fyrst stovnast, sum skuldi gjalda landskassanum ein part av pengunum, sum vóru mistir í blokkstuðli. Men ein grunnur í sær sjálvum, hjálpir einki um hann ikki hevur pengar. Tí skuldi ein heil milliard fyrst takast av uppsparingini hjá landskassanum og setast í grunnin. Av eini ella aðrari orsøk stóð tað ongastaðni í kravsgreiningini, at landskassin harvið bleiv eina milliard fátækari. Men tá pengarnir í smáum bitum blivu fluttir yvir aftur í landskassan, tá varð tað kortini roknað sum inntøka hjá landskassanum. - Ótrúðliga smart.

Spurningarnir sum Jonhard setur 
Jonhard Eliasen skrivar í greinini, at blokkstuðulin verður latin úr statskassanum til landskassan fyri uppgávur, sum landsstýrið ikki hevur ábyrgdina av. Tá ið so eitt málsøki verður yvirtikið, verður blokkurin lækkaður, og tí heldur hann tað vera natúrligt, at eg og Edmund Joensen ganga øvugta vegin, fyri at hækka blokkin aftur.

Henda skrivingin avdúkar, at Jonhard, sum arkitektur aftanfyri fíggjarpartin av fullveldisætlanini, ikki visti hvørjar avleiðingarnar vóru av teirra politikki. Hann veit framvegis ikki, at heimastýrislógin gevur bara heimild at yvirtaka felagsmál til sermál, meðan málsøki sum eru yvirtikin ikki kunnu verða avhendað aftur til donsku ríkismyndugleikarnar at umsita.

Her nyttar ikki at biðja meg og Edmund Joensen ella onkran annan um hjálp. Tykkara yvirtøkur eru framdar, og rokningin er langt síðani send til Føroya fólk.

Harnæst er at siga, at Sambandsflokkurin tekur ikki undir við, at føroyingar fyrst fara til donsku stjórnina og biðja um yvirtøkur, men so tá vit síggja rokningina, so fara vit aftur til stjórnina og siga: ”Vit meintu tað ikki.” Hvat tit á fullveldisveinginum gera, tá tit fáa kaldar føtur, tað mugu tit finna útav, men eg komi ikki við á ein slíkan túr. Er eitt málsøki yvirtikið, so fangar borðið og vit mugu gjalda tað sum yvirtøkan kostar. Tit droymdu um eitt fullveldi sum einki skuldi kosta, og hóast tit sóu, at roknistykkið ikki fór at halda, so hildu tit kortini fram, og sendu rokningina til Føroya fólk.

Ruddaði ein triðing av kamarinum 
Jonhard brúkar í greinini eina væl kenda myndatalu, har Danmark er foreldrini, sum biðja tann óskikkiliga tannáringin, Føroyar, um at rudda kamarið o.s.fr. Hann kemur til tað niðurstøðuna, at hann trýr ikki at ”sjálvt hin ørasti blokk-fanatikarin heldur, at hetta er rætti mátin at uppala børn síni.”

So havi eg hug at spyrja. Hví ruddaði Jonhard so bara ein triðing av kamarinum? Um blokkstuðulin er so ræðuligur, hví skar hann so ikki allan blokkstuðulin burtur og sendi eisini hinar báðar triðingarnar av rokningini til Føroya fólk?

Avlopið sum ikki leyp av

(24. januar 2014)

Líkamikið hvussu ofta tú endurtekur eini ósannindi, so blíva tey ikki sonn av at verða endurtikin ofta. 

Týskvøldið var kjak í sjónvarpinum millum Bárð Nielsen, formann í fíggjarnevndini og Kristinu Háfoss. Í hesum kjakinum varð komið inná ríkisveitingina, og segði Kristina Háfoss millum annað hesi orðini: ”Har má tað nevnast, at øll árini, fullveldissamgongan sat, har hevði mann stór avlop á fíggjarlógini. Í 2001 var avlopið næstan 700 mió. tá mann lækkaði ríkisveitingina.”

Smart

Tað er nokkso ”smart” at vísa til árið 2001 og so leggja afturat ”tá mann lækkaði ríkisveitingina”, tí tá fært tú tað at ljóða sum um at landskassin hevði hetta stóra avlopið aftaná at ríkisveitingin var lækkað. Trupulleikin er bara, at hetta er ikki í trá við veruleikan. Ríkisveitingin lækkaði nevniliga ikki fyrr enn í 2002, og tí var avlopið framvegis stórt í 2001. 

Tað sum Kristina ikki sigur, er at longu í 2002 (fyrsta árið eftir at heildarveitingin lækkaði) tódnaði avlopið heilt niður í 191 mió. krónur, hóast heildarveitingin tá framvegis var yvir 600 mió. krónur. Tað vil siga, at hevði fullveldislandsstýrið ikki havt heildarveitingina, so var talan um eitt risastórt undirskot.

Umframt heildarveitingina, rindar danski staturin eisini fyri aðrar útreiðslur í Føroyum, sum ikki eru partur av heildarveitingini, og eisini tað pyntar uppá úrslitið.

Samanlagt undirskot 

Samlaða avlopið øll árini, meðan fullveldislandsstýrið sat (frá 1998 til og við 2003) var 2,6 milliardir krónur, men heildarveitingin hesi árini var meira enn 5 milliardir krónur umframt hinar ríkisveitingarnar, sum ikki eru partur av heildarveitingini. Tað vil siga, at hvør einasta króna, sum fullveldislandsstýrið spardi upp og hvør einasta króna sum bleiv brúkt til at gjalda skuld við, kom í landskassan sum heildarveiting. Og harumframt rindaði heildarveitingin 2,5 milliardir krónur fyri rakstrarútreiðslur hjá fullveldislandsstýrinum hesi árini, umframt at aðrar ríkisveitingar rindaðu annan almennan rakstur í samfelagnum. 

Hóast henda veruleika, segði Kristina Háfoss í sjónvarpskjakinum týskvøldið, at øll árini meðan fullveldissamgongan sat, hevði landskassin stór avlop á fíggjarlógini. 

- Eg havi hug at siga sum Høgni Hoydal plagar at siga: Kann mann bara siga okkurt?

Javnaðarflokkurin vrakar sítt egna pensjónsuppskot

(8. januar 2014)

Javnaðarflokkurin hevur kúvent í málinum um pensjónir og roynir nú av øllum alvi at látast sum um at flokkurin als ikki kennir sítt egna barn.

”Pensjónir á vegamóti,” er heitið á eini langari grein, sum løgtingsfólkini Aksel V. Johannesen og Rigmor Dam, skrivaðu undan jólum. Í greinini viðgera tey pensjónsmálið og siga, at endamálið við greinini er at leggja upp til framhaldandi kjak um pensjónirnar. Ein skal tó ikki hava lisið leingi fyri at finna útav, at veruliga endamálið við greinini er ikki at leggja upp til kjak, men heldur at frásiga sær sjálvum alla ábyrgd av uppskotinum um nýskipanir á pensjónsøkinum. 

Renna undan sær sjálvum

”Nú samgongan ætlar at avtaka fólkapensjónina...”, ”Samgongan krevur at øll rinda 15 prosent av lønini...” og ”Eftir at samgongan hevur sett pensjónsøkið í vanda...” Hesir og aðrir setningar úr greinini vísa týðiliga, hvussu upptikin Aksel V. Johannesen og Rigmor Dam eru av at undirstrika, at teirra flokkur eigur einki í ætlanini um at løntakarar skulu spara upp til sína egnu eftirløn. Tað er samgongan, sum eigur  barnið sambært teimum. Men líkamikið hvussu ofta tey siga hetta, so broytir tað tó ikki tann veruleikan, at tað hevur verið arbeitt í nógv ár við nýggju pensjónsskipanini, og at Javnaðarflokkurin hevur spælt ein týðandi leiklut í hesum arbeiðinum. 

Jóannes Eidesgaard leiddi arbeiðið

Undir yvirskriftini ”Samgongan: Hvør sætir sær!” skriva Aksel V. Johannesen og Rigmor Dam soleiðis: ”Nú allir løntakarar skulu tvingast at rinda 15 prosent til egna eftirløn, brýtur samgongan bæði meginregluna um samhaldsfasta fólkapensjón og sosialu kontraktina, sum eyðkenna norðurlendsku vælferðarsamfeløgini.”

Til hetta er at siga, at tað at spara upp til egna eftirløn er ikki nakað sum verandi samgonga hevur uppfunnið. Eg var sjálvur partur av einum pensjónsbólki í seinasta valskeiði, sum undir leiðslu av Jóannesi Eidesgaard, formanni Javnaðarfloksins, arbeiddi við at skipa fyri, at fólk skuldu spara upp til sína egnu eftirløn. Eisini fakfeløg og arbeiðsgevarar hava í sáttmálum álagt, at ein partur av lønunum skal fara til eftirlønir. Umleið 70 prosent av øllum løntakarum í Føroyum høvdu eina tílíka uppsparing longu áðrenn lógin um bundna samansparing varð sett í gildi.

Tí kann tað undra, at tveir løgtingslimir úr Javnaðarflokkinum nú vísa til hesa uppsparingina og siga, at samgongan vil, at ”hvør skal sæta sær”, meðan Javnaðarflokkurin vil ”felagsskap fram um sjálvsøkni.”

Aksel V. Johannesen legði uppskotini fyri tingið

Pensjónsnýskipanin sum arbeitt varð við í farna valskeiði kom so langt, at hon varð løgd fyri løgtingið. Tað sum kann tykjast rættiliga løgið er, at av tí at Jóannes Eidesgaard var farin úr politikki, tá uppskotini vórðu løgd fram, var tað eftirmaður hansara, Aksel V. Johannesen, sum saman við Rósu Samuelsen, legði pensjónsnýskipanina fyri tingið. Hetta varð í mars 2011. 

Í viðmerkingunum til uppskotini skrivaðu Aksel V. Johannesen og Rósa Samuelsen millum annað soleiðis um pensjónsnýskipanina: 

* Øll, sum eru knýtt til arbeiðsmarknaðin skulu gjalda 15 % til eina bundna

eftirlønarsamansparing.

* Samansparingin er persónlig.

* Bundna eftirlønarsamansparingin ger tað møguligt at minka um útreiðslurnar til fólkapensjón.

* Í framtíðini verður mótroknað í allari fólkapensjónini.

*Uppskotið til pensjónsnýskipan, sum við hesum verður lagt fyri Løgtingið, fer at minka um

vøksturin í eldraútreiðslunum við umleið 50%. Vøksturin verður framvegis stórur og neyðugt verður at gera fleiri tiltøk í komandi árum.

Eisini varð boðað frá í viðmerkingunum til uppskotini, at fylgibólkurin fór seinni at arbeiða víðari við spurninginum um pensjónsaldrin.

Hetta skrivaði sami Aksel V. Johannesen, sum nú skrivar 

* at samgongan krevur, at øll rinda 15 prosent av lønini til sína egnu persónligu pensjón, 

* at hetta nívir meinast hjá lágløntum, sum ikki hava megnað at spara nakað upp higartil 

* og at hetta merkir, at stættamunurin og ójavnin í samfelagnum økist.

Eisini ávarar hann um, at nýggja pensjónsskipanin verður umsitingarliga fløkt og kostnaðarmikil og at persónliga eftirlønin og onnur inntøka fara at verða mótroknað í allari fólkapensjónini (júst so sum hann fyri trimum árum síðani skeyt upp at gera). 

Hugstoytt

Eg siti eftir við eini løgnari kenslu, tí tað skal ikki vera nøkur loyna, at eg sjálvur stuðlaði Jóannesi Eidesgaard allan vegin ígjøgnum í hesum arbeiðinum, tí eg sá og síggi framvegis tað neyðuga í at fáa nýggju pensjónsskipanina setta í verk. Tí kennist tað hugstoytt at síggja hansara floksfelagar nú royna at vinna sær politiskan vinning við at taka frástøðu frá teirra (ella lat meg heldur kalla tað okkara) egna barni. Vit hava arbeitt saman um hesa skipanina í nógv ár.

Helgi Abrahamsen

løgtingsmaður

Yvirtøkur broyta ikki ES

Í sambandi við málið um handilstiltøkini, sum ES ætlar at seta í verk móti Føroyum, hevur tað higartil verið ein styrki fyri okkum føroyingar, at allir flokkar á tingi hava staðið saman. Tí harmar tað meg, og eg má átala, at fleiri politikarar nú royna at fáa partapolitiskan vinning av hesum álvarsmáli.

Vit hoyra røddir sum siga, at stundin er komin at yvirtaka uttanríkismál ella at fara úr danska ríkinum.

(5. august 2013)

Øll vita, at føroyingar eru ikki samdir um ríkisrættarliga spurningin, men vit hava ríkiliga nógvar aðrar møguleikar at kjakast um tað. Júst nú ræður um at standa saman.

Broytir einki 
Spurningurin er, hvør fær nakað burturúr einum kjaki av hesum slagnum í løtuni.

- Kunnu vit til dømis rokna við, at ES fer at seta linari tiltøk í verk, um vit yvirtaka uttanríkismál? Nei als ikki.

- Fer ES at fiska minni av sild og makreli? Nei sjálvsagt ikki.

- Fer ES kanska at bjóða okkum at fiska meira av hesum fiskasløgum? Nei.

- Kann roknast við at Danmark fer at hava truplari við at steingja havnir fyri føroyskum skipum? Nei – tvørturímóti.

- Broytir tað danska limaskapi í ES? Nei.

Hvat er so endamálið við útmeldingini júst nú, og hvør fær gagn av slíkum útmeldingum? Eg síggi tveir møguleikar: Tað eru  fyri tað fyrsta tey, sum vilja brúka hetta álvarsmálið til at profilera seg sjálvan, og so er tað eisini Maria Damanaki. Hon hevur harðliga brúk fyri, at føroyingar fara í stríð við hvønn annan, heldur enn at standa saman mótvegis ES.

Tí má tað átalast, at hetta máli verður brúkt til partapolitiska profilering. Vit hava yvirtikið fiskivinnupolitikkin, og harvið eisini samráðingarrættin við onnur lond, og tað eru eisini vit, sum í semju hava valt at áseta okkum hægri kvotur av sild og makreli. Tí ber ikki til at renna undan ábyrgdini av tí.

Nú mugu vit standa saman, tí eingin kann vinna eitt uttanlendis- og eitt innanlendis stríð samstundis.


Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður

Tí eru Føroyar eitt heimastýri

Onkuntíð hoyra vit røður ella síggja greinir, sum vilja mála eina mynd av, hvussu nógv betri møguleikar vit høvdu havt, um Føroyar vóru eitt fullveldisríki, og eisini hvussu avmarkað vit eru í heimastýrinum. Seinasta dømið um hetta er tað sum hevur verið sagt og skrivað í sambandi við hóttanirnar frá ES um handilstiltøk.

Onkur hevur gjørt sær stóran ómak við at undirstrika, at Danmark er partur av ES (fyri ikki at siga, at Danmark er ES – ella ræður í ES), og onkur hevur hevjað seg upp til at siga eitt forhánisligt ”Bei bei Helle.”

(26. juni 2013)

Eitt val ímillum fyrimunir og vansar

Tað er einki at ivast í, at líkamikið hvørja skipan vit velja, so fáa vit bæði fyrimunir og vansar. At vera heimastýri hevur nakrar fyrimunir og nakrar vansar, og at vera fullveldisríki hevur eisini bæði fyrimunir og vansar. Spurningurin er bara, hvat gevur fleiri fyrimunir og hvat gevur færri vansar.

Hevði tað verið so einfalt

Um tað var so einfalt, at vit, við at skipa Føroyar sum fullveldisríki, bara fingu fyrimunir og samtíðis sluppu av við allar vansarnar, so hevði valið verið lætt. Men hvussu var tað nú tað gekk, tá føroyskir fullveldispolitikarar seinast ætlaði at broyta ríkisrættarligu støðuna? 

Samráddust í fýra umførum

Tey fóru til Danmarkar at samráðast við donsku stjórnina. Um hvat? Um tað bara handlaði um at sleppa av við vansar og at fáa fyrimunir, so skuldi ikki verið neyðugt við nøkrum samráðingum. So skuldu tey bara farið til Danmarkar og handað forsætismálaráðharranum eina uppsøgn. Men tað gjørdu tey ikki.

Landsstýrið var ikki minni enn fýra ferðir til samráðingar, eftir at hava fyrireikað seg í hálvtannað ár. Á fjórðu samráðingarferðini sleit landsstýrið samráðingarnar, tí tey kundu ikki ganga við til treytirnar – hesar treytirnar, sum bara skuldu geva okkum fyrimunir ístaðin fyri vansar.

Ræddust neyvan fyrimunirnar

Tað er eitt ella annað sum sigur mær, at vansarnir munnu hava verið størri og fleiri enn fyrimunirnir, tí annars hevði eingin sett seg heilar fýra ferðir við eitt samráðingarborð, og enn minni slitið samráðingarnar uttan at vera komin á mál. - Og hetta var eitt landsstýri sum var skipa við tí høvuðsendamáli at gera Føroyar til fullveldisríki.

So tað er í fínasta lagið, at fullveldisfólk royna at vísa á fyrimunir við fullveldinum og vansar við heimastýrinum. Og tað ger kanska heldur einki um tey vísa seg sum óskikkilig skúlabørn, sum siga við læraran ”takk fyri at tú fórt” - aftaná at hann er farin. Men høvdu tey veruliga trúð uppá hatta fullveldið, so høvdu tey nokk eisini gjørt nakað við tað, tá tey høvdu møguleikan. - Men tey valdi at lata verða!

Tí eru Føroyar framvegis eitt heimastýri, við teimum fyrimunum og vansum, sum tað nú einaferð hevur við sær.

Skálafjarðartunnilin verður privatur

Nógva kjakið sum seinastu dagarnar hevur verið um Skálafjarðartunnilin, hevur snúð seg um spurningin, um tunnilin skal vera almennur ella privatur. Nógvar góðar grundgevingar hava verið førdar fram, bæði fyri tí almennu og tí privatu loysnini. Fyri mær er tó eingin ivi um, at tunnilin – um hann kemur – verður privatur.

Eg havi einki ímóti, at tunnilin verður gjørdur av tí almenna, um tað ber til politiskt. Útrokningar hjá Landsverki hava víst, at tað hevði verið tann bíligara loysnin. Men tað sær ikki út sum, at tað ber til at gera ein almennan tunnil millum Suðurstreymoy og Skálafjørðin. 

(25. juni 2013)

Støðan er nevniliga tann, at skal tað almenna gera tunnilin, so verður tað eitt politiskt krav, at Skálafjarðartunnilin, saman við Vágatunlinum og Norðoyatunlinum, skal fíggja bæði ein Sandoyar- og ein Suðuroyartunnil. Helst verður ein nýggjur Hvalbiartunnil eisini partur av málinum, og borgarstjórin í Havn hevur longu meldað út, at innkoyringarvegurin til Havnar, sum annars hevur ligið hálvgjørdur í áravís, skal vera partur av ætlanini. Eisini Strandfaraskip Landsins hava verið nevnd sum møguligur móttakari av ”avlopinum”.

Eg trúgvi ikki at politikarar úr Norðoyggjum ella Vágum fara at taka undir við, at tey økini skulu halda fram at gjalda tunnilsgjøld, eftir at teirra tunlar eru goldnir. Og politikarar úr Sandoynni fara ikki at taka undir við einum almennum Skálafjarðartunli, sum ikki eisini rindar Sandoyartunnilin o.s.fr. Viðvíkjandi Skálafjarðartunlinum, so ivist eg eisini stórliga í, um hann fer at geva eitt so stórt avlop, at tað kann fíggja allar hinar útreiðslurnar umframt tunnilin sjálvan. 

Hvønn veg fara bilarnir?

Tað er einki at ivast í, at fyri tey sum búgva uttarlaga á Skálafjørðinum er nógv at vinna (bæði í tíð og pengum) við at brúka Skálafjarðartunnilin. Men longu tá tú kemur inn á Skipaneskrossin, byrjar tíðarmunurin millum tunnilin og verandi veg at minka.

Tað tekur bara 40 minuttir at koyra úr Skálabotni til Hoyvíkar. Millum Skálabotn og Strendur tekur tað 10 minuttir at koyra, og síðani tekur tað eisini tíð at koyra ígjøgnum tunnilin og tað seinasta strekkið frá tunnilsmunnanum, Streymoyarmegin, til Havnar.

Um sparda tíðin bara er eitt korter ella 20 minuttir, so má tunnilsgjaldið vera sera lágt, um tað skal vera lokkandi fyri bilførarar, sum koma uppum Gøtueiði, at koyra tann vegin, og so blívur spurningurin, hvussu lágt kann gjaldið vera, um íløgan og raksturin av tunlinum skulu verða vunnin inn aftur. Skal hetta gjaldið so eisini fíggja ein Sanoyartunnil og ein Suðuroyartunnil, sum sambært øllum útrokningum fara at geva sera stór hall, umframt aðrar útreiðslur, so ivist eg stórliga í, hvussu hetta fer at hanga saman.

Tað verða neyvan vit sum búgva uttast á Skálafjørðinum, sum einsamøll fara at fíggja tríggjar undirsjóvartunlar við bumgjaldi. Tí eri eg komin til ta niðurstøðu, at valið stendur ikki ímillum privat ella alment, men ímillum privat ella einki. 

Váðin

Tað er alment kent, at størri váða eitt felag átekur sær, størri avkast vil tað hava, um nakað avkast verður. Spurningurin er tí, hvussu stórur er váðin av hesi ætlanini? 

Váðin í hesum førinum er ikki so nógv knýttur at spurninginum, um ætlanin verður gjøgnumførd ella ikki. Váðin liggur heldur í, hvussu mong fara at koyra ígjøgnum tunnilin, og hvussu nógv kann teimum vera álagt at gjalda, áðrenn tey velja at koyra eftir verandi vegi. 

Felagið sum hevur bjóðað seg at gera tunnilin, átekur sær allan henda váðan, men afturfyri skal felagið eisini hava fitt av avkasti, um nakað avkast verður. Hetta merkir, at landskassin hongur ikki uppá nakað. 

Útlendskt felag 

Eg skilji væl at fólk eru ivasom í sambandi við at eitt útlendskt felag kann fáa stóran vinning av eini samferðsluætlan í Føroyum, men hvat er alternativið? Eg hugsi um øll tonsini av bensini og dieselolju, sum fara upp í royk á verandi vegastrekki. Hvussu nógvar hundraðtals milliónir fáa útlendsk oljufeløg ikki burturúr tí? Siga vit nei til tunnilsætlanina, so verða tað hesi feløgini, sum ”ríka seg upp” ístaðin.

Heimildin

Ein spurningur, sum hevur veri reistur hesar seinastu dagarnar, er spurningurin, um heimildin hjá landsstýrismanninum er í lagið. Sjálvur havi eg ikki førleika at taka støðu til tann spurningin, men eg gangi út frá, at ráðgevararnir, sum landsstýrismaðurin hevur í Innlendismálaráðnum, munnu vera førir fyri at meta um tað. Men lat okkum fáa hetta staðfest, so eingin ivi kann vera um tann partin. Tað er eingin grund til at lata tann spurningin standa sum eitt ivamál. 

Føroyar broytast

Bústaðarmynstrið í Føroyum broytist alla tíðina. Einaferð vóru vit eitt bóndasamfelag, og tá vildu fólk búgva í bygdum, har nógv jørð hoyrdi til. Síðani kom slupptíðin, og tá vuksu bygdir, sum lógu við náttúruhavnir. Men bóndasamfelagið og slupptíðin eru farnar tíðir. Nú vilja fólk búgva tættari saman. 

Fyri mær er eingin ivi um, at Havnin, Klaksvík, Skálafjørðurin og økini rundanum hesi plássini, fara at vera tey fólkaríkastu í Føroyum í komandi tíðum. Tí síggi eg Skálafjarðartunnilin sum eitt týðandi bindilið í hesi ketuni, og verður hann ikki gjørdur av privatum, so verður hann als ikki gjørdur.  

Tann sterkasti vinnur og Føroyar tapa

Tórshavnar kommuna er í íløguhýri. Bygningarnir hjá Bank Nordic eru keyptir fyri næstan 100 mió. krónur, nýggj brúgv skal gerast um Sandá fyri meira enn 50 mió. krónur, ynski er um ein 1.200 metrar langan tunnil inni í Havnini, útstykkjast skal í Kollafirði og havnalagið skal útbyggjast fyri hundraðtals mió. krónur (bara fyri at nevna nakrar av yvirskriftunum hesar seinastu tvær ella tríggjar vikurnar). Og nú talar Norðlýsið at. John William Joensen skrivar, at vit mugu fáa eina fíggjarliga javning millum kommunur, og tað skal vera NÚ!

(7. juni 2013)

Eg kann ikki annað enn vera samdur í tí, at íløguætlanin hjá Tórshavnar kommunu sær ógvuslig út, men hinvegin, so ber illa til at nokta eini kommunu at brúka pengar, sum hon hevur tøkar. Tíðin má tí vera komin, har ið vit sum samfelag taka støðu til, um øll bara skulu hyggja eftir sær sjálvum, tá íløgur verða gjørdar, ella um vit skulu hyggja eftir øllum tí føroyska samfelagnum sum eini heild. Velja vit fyrru loysnina, so fáa vit nógvar dupultfunktiónir, samstundis sum aðrar tænastur fara at mangla í samfelagnum.  

Sjúkrahúsøkið

Eg loyvdi mær at skriva eitt lesarabræv í farnu viku, har eg vísti á, hvussu neyðugt tað er at skipa okkara samfelag við einum sjúkrahúsi, heldur enn trimum, men tað fekk ikki góða móttøku í Norðlýsinum. John William skrivaði eina lítla facebook-viðmerking niðanfyri greinina, har hann segði, at eg hevði misskilt støðuna, og tí loysti tað seg ikki at gera stórvegis viðmerkingar til tað, sum eg hevði skrivað. Men nú er støðan ein onnur, tí nú er tað Tórshavnar kommuna, sum eigur leikin í hesum løgna talvinum, har hvør dergur til sín.

Pengar og politikkur

Eg veit ikki, nær føroyingar fara at skilja, at Føroyar eru eitt lítið, fjarskotið samfelag, har øll mugu standa saman, fyri at fáa tingini at virka. Vit mugu koma burturúr tí støðuni, har tann sum hevur maktina (peningaliga ella politiskt) dregur alt til sín, heldur enn at vit seta okkum niður og finna útav, hvussu vit vilja hava Føroyar at síggja út.

Vit hava trý sjúkrahús, tí at politiska maktin ger tað ómøguligt at fáa aðrar loysnir ígjøgnum. Tórshavnar kommuna fær allan farmaflutning, tí tann peningaliga maktin ger tað møguligt at byggja havnarløg. Tann sterkasti vinnur tann lokalpolitiska dystin, og samfelagið Føroyar verður ikki skipað sum ein heilt. Har fleiri eru sterk, fáa vit dupultfunktiónir, og har eingin er sterkur, fáa vit einki.

Saman at halda...

Spurningurin er, um vit vilja hava eitt samfelag, har borgarin hevur atgongd til allar tænastur, (um enn ikki altíð beint uttanfyri úthurðina) ella vit vilja hava 30 sjálvstøðug kommunal samfeløg, har tú hevur styttri veg til tær tænasturnar sum eru, men har tað eisini eru nógvar tænastur, sum tú als ikki fært. 

Fyri mær er eingin ivi. Vit mugu skipa hetta samfelagið sum eina heild.

Tí mugu vit hava færri sjúkrahús

Fyrr søgdu vit, at ein lækni var ein sum opereraði fólk, har orðið ”fólk” fevndi um alt frá iljunum upp í nakkan. Soleiðis er ikki longur. Nú eru læknarnir serlæknar, hvør á sínum øki. Tíðin tá tú fylti sjúkrahúsini við læknum, sum allir dugdu tað sama, er farin, og hetta skapar trupulleikar í einum so lítlum samfelag sum okkara. Vit mugu hava læknar til øll sløg av sjúkum og vit mugu eisini hava nóg mikið av sjúklingum við øllum hesum sjúkunum, fyri at læknarnir kunnu halda sín fakliga førleika við líka. Úrslitið er tað løgna, at vit kunnu standa og mangla bæði læknar til sjúklingarnar og eisini sjúklingar til læknarnar. Vit eru snøgt sagt ein ov lítil eind til hesa nýggju tíðina innan sjúkrahúsøkið, men kortini hava vit megnað at býtt hesa lítlu eindina sundur millum trý sjúkrahús. 

(29. mai 2013)

Eg skilji væl, at fólk í teirri tíðini, tá læknar vóru ”multikunstnarar” og ferðasambandið var vánaligt, høvdu ynski um at hava fleiri sjúkrahús í Føroyum. Tað sum eg harafturímóti ikki skilji, er at tað framvegis nærmast er sett bann fyri at viðgera spurningin, um vit eiga at leggja sjúkrahús saman, nú ferðasambandið er heilt nakað annað enn tað var, og tað læknaliga fakið er ikki longur egnað til smáar eindir.  

Norðurlond vilja samstarva 

Sum limur í Norðurlandaráðnum hoyri eg ofta orðið ”grensehindring”. Tað ræður um at fáa allar forðingar burtur, sum gera tað trupult hjá norðurlendingum at flyta seg frítt ímillum Norðurlond. Tú skalt kunna búgva í einum landi og arbeiða ella ganga í skúla í einum øðrum landi. Tú skalt eisini kunna flyta á gamalsaldri, uttan at missa rættin til pensjón ella aðrar veitingar.

Eisini innan sjúkrahúsøkið verður tosað um ”grensehindring”. Vit skulu samstarva um at veita eina so dygdargóða tænastu sum til ber. Eg hoyrdi ein danskan politikara siga á einum fundi, sum eg var á: ”Hví skulu vit í Danmark uppbyggja ein førleika at basa einum ávísum slagi av krabbabeini, tá heimsins besta viðgerð fyri somu sjúku fæst í Lund”?

Spurningurin hjá teimum er ikki, um viðgerðin er donsk, svensk ella norsk. Einasta málið er at fáa sjúklingin frískan. Í onkrum landi eru tey komin langt á einum øki og í onkrum øðrum landi eru tey komin longri við viðgerðini av aðrari sjúku. Hvat er tá meira natúrligt enn at samstarva?

Hetta er nakað av tí, sum arbeitt verður við í tí norðurlendska samstarvinum. Norðurlond ásanna, at 25 mió. fólk er ein ov lítil eind til dupultfunsjónir. Men her í Føroyum stríðast við enn við spurningin, um vit skulu hava eitt, tvey ella trý sjúkrahús til 49.000 borgarar (altso umleið 1/500 av samlaða fólkatalinum í Norðurlondum). 

Sjúklingurin í fokus

Tíðin má vera komin, hvar ið vit sleppa øllum dupultfunsjónum á sjúkrahúsøkinum. Vit mugu seta okkum sum mál, at vit skulu ongar dupultfunsjónir hava í Føroyum og vit skulu menna samstarvið við sjúkrahús í okkara grannalondum. Høvuðsendamálið má ikki at vera grundað á spurningin um  arbeiðspláss skulu tryggjast her ella har, men alt má snúgva seg um at gera sjúklingar frískar.

Klandrast fyri 20 mió. krónur

”SEV setur ongar myllur upp í ár.” Tað var boðskapurin í eini syrgiligari yvirskrift í Dimmalætting tann 14. mai. Enn einaferð hava vit føroyingar klárað at klandrast so illa, at stór virði eru farin fyri skeyti. Hesa ferð er prísurin 20 mió. krónur. 

Eg skal á ongan hátt blanda meg uppí stríðið millum partarnar, ella taka støðu til, hvør hevur rætt og hvør hevur skeivt. Søguliga koma vit helst ikki uttanum, at mangt kundi verið gjørt øðrvísi, men tíðin má vera komin, hvar ið vit lata farið vera farið, og heldur hyggja frameftir. Eg vóni bara ikki,  at tað er so galið, at vit enn einaferð hava útsett eina ætlan, sum skuldi gera okkum minni bundin at olju.

Øll vita vit, at størsti parturin av el-orkuni í Føroyum verður framleidd úr olju. Tí sigur tað seg sjálvt, at hvørja ferð prísurin á olju hækkar, so verður framleiðslan dýrari. Rokningin fyri dýrkaða streymin kann bara fara ein veg, og tað er til brúkaran.

El-orkan fyllir somikið nógv í okkara samfelag, at hvørja ferð brek er í framleiðsluni, so steðgar mestsum alt samfelagið upp. Vit kunnu tí ikki lata ósemjur í Miðeystri vera avgerandi fyri, hvussu høgur el-prísurin skal vera í Føroyum. Vit mugu gera okkum so leys av oljuni sum til ber. 

Eg havi fyrr víst á, at valið stendur ímillum at brúka pengar til varandi orkukeldur, ella at lata prísin hækka í stórum. Longri vit bíða við at útbyggja alternativu orkukeldurnar, størri verður príshækkingin, tí oljuprísurin fer bara ein veg (sæð yvir eitt longri tíðarskeið). 

Vit mugu tí skipa soleiðis fyri, at innanhýsis ósemjur skulu ongantíð aftur sleppa at fáa ta avleiðing, at útbyggingar innan varandi orku, verða útsettar.

(17. mai 2013)

Eiga at bróta almennu monopolini

Spurningurin um at privatisera almennar tænastur er aftur kyknaður, nú landsstýrið hevur lagt uppskot til fíggjarkarmar fyri løgtingið. Í uppskotinum mælir landsstýrið nevniliga til at gera privatiseringar.

Nakrar royndir hava verið gjørdar, bæði í Føroyum og í okkara grannalondum, at privatisera almennar tænastur. Misjavnt er, hvussu hetta hevur eydnast, og ofta hevur tað verið soleiðis, at vinstrivongurin hevur víst á dømi, har privatiseringin hevur gingið illa, meðan høgrivongurin hevur víst á dømi, har tað hevur gingið væl. Veruleikin er, at tað eru dømi um bæði væleydnaðar og miseydnaðar privatiseringar.

(15. apríl 2013)

Privatiseringin má hava eitt endamál

Endamálið við eini privatisering er í fyrstu atløgu at bróta tað almenna monopolið. Harvið fáa vit kapping, og tað er til fyrimuns fyri brúkaran. Og júst tí gevur tað onga meining at privatisera, um einasta broytingin er, at tað almenna monopolið verður gjørt til eitt privat monopol. Um úrslitið ikki verður kapping, so kunnu vit akkurát tað sama lata monopolið vera alment. 

Tað er eisini sera umráðandi, at privatiseringin verður soleiðis løgd til rættis, at krøv verða sett til dygd og tænastu, og at ikki alt verður ein spurningur um prís.

Kappingin gagnar brúkaranum

Tað er eingin ivi um, at kappingin gagnar brúkaranum, og tí eiga vit at privatisera, har tað er møguligt, men tað skal gerast við skili. 

Tað eru ikki allar almennar tænastur, sum hóska seg at verða privatiseraðar. Við tí sera avmarkaða fólkatalinum, sum vit hava í Føroyum, er ikki pláss fyri kapping á øllum økjum, tí tað eru nakrar almennar tænastur, sum vit ikki fáa havt fleiri av. Men har tað kann gerast við fyrimuni, eiga vit at privatisera, soleiðis at kappingin kann skapa eina betri tænastu og helst eisini lægri prísir. 

Almenna bilparkin er eitt dømi

Eitt øki sum eg ofta hugsi um, sum er væl egnað at privatisera, er almenna bilparkin. Almennu Føroyar eiga sera nógvar bilar. Lat okkum siga, at hvør bilur kostar einar 200.000 krónur at keypa, og hann kostar eisini nógv í rakstri. Samtíðis standa taksabilar ymsastaðni í landinum í longum røðum og bíða eftir kundum. Sjálvandi hevði borið til at gjørt góðar avtalur við privatar bilstøðir um at tikið sær av almenna flutninginum fyri ein nógv lægri kostnað. - Bilarnir standa kortini og bíða eftir at sleppa at koyra onkran túr.

Sjálvandi ber ikki til at avskaffað alla ta almennu bilparkina, men eg ivist ikki í, at tað hevði borið til at lækka talið av almennum bilum munandi. Tað almenna hevði spart og bilførararnir høvdu sloppið at koyrt, heldur enn at bíða.

Eisini á øðrum økjum høvdu vit kunna vunnið nógv við at privatisera. Í summum førum ber bert til at privatisera partar av tænastuni, men lat okkum so gera tað. 

Uppskotið um at privatisera ávísar almennar tænastur skal í hvussu so er fáa mín fulla stuðul – sjálvandi treytað av, at tað verður gjørt við skili. Málið eigur at vera at skifta monopolini út við fría kapping.

Annulera ikki gjørdar avtalur

Tá løgtingið í farnu viku hevði 2. viðgerð av uppskotinum um ríkisveitingina fyri 2013, segði Kristina Háfoss, úr Tjóðveldi, at sambært uppskotinum ætlaði landsstýrið nú at annulera allar avtalur um ríkisveitingina, sum eru gjørdar síðani 2002. Hetta má vera ein misskiljing. Talan er ikki um at annulera nakra avtalu. 

Ríkisveitingin verður goldin fyri danska partin av teimum málum, sum ikki eru yvirtikin. Einaferð um árið verður avtalað millum partarnar, hvussu stórt hetta gjaldið skal vera. Avtalan er bara galdandi fyri eitt ár. 

At okkurt undanfarið landsstýri hevur ynskt at fingið minni enn Føroyar høvdu rætt til, má standa fyri teirra rokning, men tær avtalurnar vóru bert galdandi fyri eitt ár. Um eitt seinni landsstýri ynskir at danir aftur skulu gjalda sín fulla part, er ikki tað sama sum at annulera tær gomlu avtalurnar. Tær eru fyri langari tíð síðani farnar úr gildi.

(6. mars 2013)

Tað farna er farið

Vit skulu ikki krevja pengarnar innaftur fyri tey árini sum eru farin, og sum avtalur vóru um. Vit eiga harafturímóti at gera nýggjar avtalur um, at danir framyvir skulu rinda sín fulla part av felags málsøkjunum.

Tað farna er farið. Tað hevur kostað føroyska skattgjaldaranum góðar 1.000 mió. krónur (bara fastfrystingin). Taka vit yvirtøkurnar við, so er talan um meira enn 5.000 mió. krónur, sum føroyski skattgjaldarin hongur uppá. 

Einki er komið ístaðin

Tað sum var meira áhugavert at hoyra undir orðaskiftinum um heildarveitingina, var tað sum Høgni Hoydal segði um, hvat vit høvdu fingið ístaðin fyri mistu pengarnar.

Høgni Hoydal segði, at síðani heildarveitingin var minkað, var meira ferð komin á tað, sum føroyingar sjálvir framleiða. Hann segði millum annað soleiðis: ”Onkur hevur spurt, hvat skal koma ístaðin, tá vit minka blokkstuðulin? Ja tað sum vit sjálvi framleiða. Tað sum vit sjálvi skapa við okkara høvdi og hondum og hjørtum, tað kemur ístaðin – tað er langt síðani komið ístaðin.” Og so vísti hann á, at síðani blokkstuðulin varð lækkaður, er okkara egna framleiðsla tvífaldað, og at inntøkurnar hjá landskassanum eru vaksnar væl meira enn eina milliard. Og so staðfesti hann: ”Tí at við ábrygdini veksur framleiðslan.”

Tølini tala

Hetta er tíverri ein útsøgn, sum er beinleiðis skeiv. Bruttotjóðarúrtøkan sum vísir, hvussu nógv vit framleiða, sigur, at frá 2002 til 2011 hava vit havt ein árligan meðal vøkstur í framleiðsluni á 3,4 prosent. Høgni Hoydal upplýsti í tinginum, at meðal vøksturin síðani 1962 hevur verið 5 prosent. Vøksturin í búskapinum er altso minkaður síðani ríkisveitingin varð lækkað, og har er eingin ”framleiðsla komin við ábyrgdini,” sum hann tók til. Tað stendur svart uppá hvítt.

Hyggja vit so eftir inntøkum landskassans, so hevur meðal vøksturin síðani 2001 bara verið 1,5 prosent um árið. Eg kenni ikki tølini langt aftur í tíðina, men seinastu trý árini áðrenn blokkniðurskurðin, vuksu inntøkurnar í meðal 7,1 prosent um árið, so eisini har er ein minking farin fram. 

Ein beiskur veruleiki

Sjálvandi eru nógv ting sum ávirka búskapin í einum landi sum í høvuðsheitum livir av fiskivinnu og alivinnu, og tí skal eingin størri niðurstøða gerast burturúr hesum. Men at pástanda, at tað sum vit sjálvi framleiða er komið ístaðin fyri blokkniðurskurðin, er beinleiðis ósatt. Landskassin hevði eitt bygnaðarligt avlop og hevur nú eitt bygnaðarligt hall, og vøksturin í føroysku framleiðsluni er eisini minkaður síðani fullveldislandsstýrið lækkaði ríkisveitingina. Tað er tíverri tann beiski veruleikin.

Stórt framstig at pinkubørn verða hoyriscreenað

(6. mars 2013)

Tað frættist nú, at øll pinkubørn sum verða borðin í heim í Føroyum, skulu screenast fyri møgulig hoyriberk. Hetta er at fegnast um.

Í november 2010 reisti eg málið í løgtinginum, tá eg setti Akseli Johannesen, landsstýrismanni, ein fyrispurning  um hesi viðurskifti. Eg vildi hava landsstýrismannin at upplýsa fyri tinginum, um ætlanir vóru um at seta hoyriscreening í verk, og í sofall, nær roknast kundi við, at tað fór at verða gjørt. Um landsstýrið ikki hevði ætlanir um hetta, vildi eg hava landsstýrismannin at greiða frá, hvør orsøkin var til tað.

Føroyar hava verið einasta Norðurlandið, sum ikki hevur hoyriscreenað pinkubørn. Endamálið við screeningini er at staðfesta møgulig hoyribrek tíðliga, soleiðis at tiltøk kunnu setast í verk alt fyri eitt, fyri at barnið ikki verður óneyðuga nógv darvað av sínum breki.

Svarið eg fekk frá Akseli Johannesen, landsstýrismanni, í 2010, var at landstýrið kundi ikki lova, at screeningin fór at verða sett í verk í 2011, men hann vildi tó miða ímóti, at neyðugu tólini vórðu fingin til vega í 2011, soleiðis at screeningin kundi byrja í 2012. 

Henda tíðarætlanin helt ikki,  men nú upplýsir Heilsumálaráðið, at øll foreldur, skulu hava tilboð um at fáa oyruni hjá pinkubørnum kannað.

Tað er sera umráðandi, at børn við hoyribreki verða loftað tíðliga, soleiðis at vit kunnu bjóða teimum eitt munandi hægri lívsvirði, enn tey annars høvdu fingið. Tí er tað gleðiligt, at hoyriscreening av pinkubørnum nú verður sett í verk.

Stjórnarskipanin víst burtur

Nakað av kjaki var í farnu viku í fjølmiðlunum í sambandi við at formansskapurin í Løgtinginum mælti til at vísa uppskotinum um stjórnarskipan burtur. Hóast nógv varð sagt bæði henda veg og handa veg um málið, so haldi eg at grundarlagið undir kjakinum var ikki serliga væl lýst. Tí skal eg gera eina roynd at greiða frá, hvussu hesi tingini hanga saman.

Tað er einki óvanligt í tí, at formansskapurin í løgtinginum mælir til at burturvísa mál, sum stríða ímóti Stýrisskipanarlógini. Men tað sum er serligt við hesum málinum er, at her verður skotið upp at seta Stýrisskipanarlógina úr gildi, og at seta Stjórnarskipanarlógina ístaðin. Tað sigur seg sjálvt, at eitt lógaruppskot, sum hevur til endamáls at gera nýggjar reglur ístaðin fyri tær sum eru í Stýrisskipanarlógini, má so ella so stríða ímóti Stýrisskipanarlógini. Øðrvísi fær tað ikki verið.

Stóri trupulleikin er gildiskoman 
Tann stóri trupulleikin við uppskotinum, sum fekk formansskapin at mæla til at vísa málið burtur, er reglan um, hvussu lógin verður sett í gildi. Har verður sagt í uppskotinum, at lógin verður sett í gildi, tá hon fyrst er samtykt á Løgtingi og síðani løgd til fólkaatkvøðu, har fólkið tekur endaliga støðu.

Uppskotið sigur eisini: ”Samtundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 103 frá 26. juli 1994 um stýrisskipan Føroya.”

Trupulleikin við hesum er, at sambært Stýrisskipanarlógini, kann Stýrisskipanarlógin ikki setast úr gildi, fyrr enn tvey løgting hava samtykt, at hon skal fara úr gildi. Tað vil siga, at fyrst má løgtingið samtykkja at seta lógina úr gildi, og síðani má samtyktin liggja og bíða, til val hevur verið. So skal nýggja løgtingið samtykkja tað sama einaferð afturat. Ikki fyrr enn tá er lógin sett úr gildi.

Tí nýttar tað so lítið, at tað verður skrivað í Stjórnarskipanaruppskotið, at Stýrisskipanarlógin fer úr gildi, tá Stjórnarskipanarlógin tekur við. Um vit ikki fylgja reglunum í Stýrisskipanarlógini um hvussu hon verður sett úr gildi, so kann tað tulkast sum, at báðar eru í gildi, og tað er ein sera óheppin støða.

Lætt at sleppa undan
Sum við so nógvum øðrum løgfrøðiligum spurningum, eru øll ikki á einum máli um hesa tulkingina, men trupulleikin er lættur at sleppa undan. Tað er bara at seta í Stjórnarskipanaruppskotið, at lógin skal samtykkjast av nýggjum av einum nýggjum løgtingi, eftir at hon hevur verið til fólkaatkvøðu. So er eingin ivi um, at Stýrisskipanarlógin fer úr gildi, tá Stjórnarskipanarlógin tekur við.

Hetta hevði ikki seinkað málinum serliga nógv, tí um lógin verður samtykt áðrenn tingið fer í summarfrí (so skal tað ganga rættiliga væl), so skulu ganga millum 6 og 12 mánaðir til fólkaatkvøða verður. Tað vil siga, at tá verður lítið meira enn eitt ár, til val verður aftur, og eitt nýtt løgting kann samtykkja uppskotið.

Nýtt uppskot 
Uppskotsstillararnir hava eftir øllum at døma tikið hetta til eftirtektar, og eru á veg í løgtingið við einum nýggjum uppskoti, har hesi viðurskiftini eru komin uppá pláss. So fáa vit at síggja, hvørja lagnu uppskotið fær. Eg dugi bara at síggja ein møguleika fyri eini semju, og tað er, um vit venda aftur til álitið sum undanfarna stjórnarskipanarnevndin skrivaði í mai 2011. Klára vit ikki at finna hesa breiðu semjuna aftur, so hevur uppskotið, eftir mínum tykki, ongan møguleika at verða samtykt á eini fólkaatkvøðu, og so er tað endaliga farið í søguna.

Løgin arbeiðsháttur
Tað má sigast at vera ein løgin arbeiðsháttur, sum onkur hevur brúkt í hesum málinum, fyri at fáa alt sítt ígjøgnum. Fyrst varð syrgt fyri, at málið ikki bleiv avgreitt, og síðani er nýtt uppskot lagt fram, sum leggur upp til eina semju, sum skal liggja onkrastaðni millum gjørdu semjuna og egin sjónarmið. Hetta avspeglar eitt ynski um at fáa størri ávirkan á uppskotið enn øll onnur hava. Men tað førir ongan veg, tí Stjórnarskipanin skal samtykkjast á fólkaatkvøðu, og jú meira uppskotið umboðar sjónarmiðini hjá nøkrum fáum, minni undirtøku fær tað frá fólkinum.

Og so má eg eisini siga, at eg haldi tað vera løgið, um Føroyar fáa eina nýggja Stjórnarskipan, sum byrjar sum eitt andstøðuuppskot, har tann eini andstøðuflokkurin als ikki er við, meðan hinir báðir eru ósamdir um, hvussu uppskotið endaliga skal síggja út. Tað livir ikki ordiliga upp til orðingina ”Vit, fólkið í Føroyum”.

Prísurin fyri nationala stoltleikan

(5. februar 2013)

Eg las nú eitt kvøldið eitt lesarabræv, har ein maður royndi at sláa fast, at tað at pengar mangla í landskassanum, hevur einki við niðurskurðin av blokkstuðlinum at gera. Hann vildi vera við, at hetta við blokkinum var ein undanførsla, sum sambandsfólk brúktu, fyri at rættvísgera almennar sparingar. Eisini havi eg hesa seinastu tíðina sæð nógvar pástandir um, at blokkstuðulin hevur lítlan og ongan týdning fyri føroyska búskapin. Hann er jú bara 5 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni, verður sagt. 

Og júst hetta at samanbera við bruttotjóðarúrtøkuna er ”smart”, um endamálið er at fáa eitt stórt tal at síggja út til at vera lítið. Bruttotjóðarúrtøkan er nevniliga eitt somikið stórt tal, at sjálvt stór tøl tykjast lítil í eini samanbering. Men líkamikið hvussu ”smart” hesi fólkini royna at vera, tá tey spæla við tølum, so slepst ikki undan, at 632 mió. krónur eru rættiliga nógvir pengar á vælferðarøkinum. 

Eitt risastórt tal

Bruttotjóðarúrtøkan er samlaða virðið á øllum tí, sum allir føroyingar framleiða av bæði vørðum og tænastum í eitt heilt ár. Hetta talið hevur einki beinleiðis við landskassan at gera, men sigur nakað um støðuna í landinum sum heild. Virðið á øllum húsunum sum verða bygd, á øllum fiskinum sum verður veiddur, á undirvísingini í skúlunum o.s.fr., alt telur við. Og hetta er enntá eitt bruttotal, tað vil siga, at hús sum verða tikin niður og skip sum verða skrottað verða ikki trekt frá. Tað telur bara uppeftir. Tað sigur seg sjálvt, at afturímóti einum slíkum tali blíva øll onnur tøl lítil.  

Nakrar samanberingar

Føroyska bruttotjóðarúrtøkan liggur um 13.000 mió. krónur um árið, og 5 prosent (ella 1/20) av tí eru rættiliga nógvir pengar.

Skatturin sum allir føroyingar rindaðu til landskassan í 2011 var bara 12 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni. Skattalættin, sum fekk fólk at mótmæla við buldrandi blikkum uttanfyri løgtingshúsið fyri einum ári síðani, var bara 1,7 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni. Lækkingin á játtanini til Mentanargrunnin, sum sambært summum fer at gera endan á allari føroyskari mentan, er bara 0,004 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni. Eingin skal siga mær, at 5 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni ikki hava stóran týdning fyri vælferðartænasturnar. Tað skal heldur eingin billa mær inn, at tað ber til at skerja eina so stóra upphædd burtur av fíggjarlógini, uttan at tað fær álvarsamar fylgjur fyri fólkið í landinum.

Gongdin síðani 1998

Eg ivist í, hvussu rætt tað er at samanbera alt við bruttotjóðarúrtøkuna, tí tað at samanbera tvey tøl,  sigur ikki alt um annað talið, men tað sigur líka nógv um talið, sum samanborið verður við. Men um vit halda okkum til henda rokniháttin, sum verður brúktur til at lýsa blokkstuðulin sum eitt lítið tal, so kunnu fleiri áhugaverdar niðurstøður gerast burturúr tí. 

Vit kunnu til dømis samanbera árini 1998 og 2011 (sum er seinasta lidna roknskaparárið). 

Í 1998 hevði landskassin eitt avlop á  472 mió. krónur og í 2011 hevði hann eitt undirskot á 402 mió. krónur. Úrslitið er altso versnað við næstan 900 milliónum krónum. So kunnu vit spyrja hvør er orsøkin til tað?

Nýtslan er lítið økt

Vit hoyra ofta, at almenna nýtslan er økt ov nógv. Onkur sigur, at útreiðslurnar eru ”spolaðar uppeftir”, og eisini hevur onkur sagt at pengarnir eru ”futtaðir av”. Men um vit samanbera við bruttotjóðarúrtøkuna, so eru útreiðslurnar umleið líka stórur partur av bruttotjóðarúrtøkuni nú, sum tær vóru í 1998. Vit brúka bara 1,3 prosenti meira av landsins framleiðslu til almennar tænastur nú, enn vit gjørdu í 1998. Hinvegin so eru inntøkurnar farnar frá at vera 41,8 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni í 1998 niður í 33,7 prosent í 2011 (ein minking á 8,1 prosent). 

So um vit skulu samanbera við bruttotjóðarúrtøkuna, so stendur púra klárt, at orsøkin til at avlopið er vent til undirskot er ikki økt nýtsla, men minka inntøka. 

Skatturin er óbroyttur

So kunnu vit spyrja, hvat er tað fyri inntøka, sum er minkað so nógv? Vit hava í nógv ár hoyrt um skattalættar, og hvussu nógv teir hava kostað landskassanum. Men samanborið við bruttotjóðarúrtøkuna eru skattainntøkurnar ikki minkaðar í tíðarskeiðinum frá 1998 til 2011. Vanligi landsskatturin var 12 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni í 1998 og hann var eisini 12 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni í 2011.   

Tað sum er minkað á inntøkusíðuni er fyrst og fremst blokkstuðulin, sum er farin úr 12 niður í 5 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni. Í sama tíðarskeiði er eingin nevniverd nýggj inntøka komin ístaðin fyri minkaða blokkstuðulin.

70 prosent orsaka av blokkniðurskurðinum

Um ongar yvirtøkur vórðu gjørdar í 2002 og um blokkstuðulin ikki varð fastfrystur, so hevði blokkstuðulin verið 625 mió. krónur størri enn hann var í 2011. Tað eru næstan 70 prosent av tí, sum avlopið var minkað síðani 1998, og tað hevði verið nógmikið til at vit als ikki høvdu nakað hall.

So kann onkur siga um fullveldispolitikkin, at tað snýr seg um ”at standa á egnum beinum”, og onkur kann kalla tað ”at taka ábyrgd”, men spell er tað, at gomul og veik mugu gjalda fyri henda nationala stoltleikan, sum er beinleiðis orsøkin til, at avlopið vendist til hall. 

Tí hava vit demokratiskt undirskot

(15. januar 2013)

Nógv verður í hesum døgum tosað og skrivað um føroysku kjakmentanina. Í tí sambandinum hevur  serliga verið funnist at tinglimum í samgonguni, sum ikki taka orðið í øllum málum, sum verða viðgjørd í løgtinginum. ”Tað eru bara landsstýrisfólkini og framsøgufólkini fyri flokkarnar sum siga nakað, meðan restin tigur,” sigur blaðstjórin á Dimmalætting, og onkur hevur eisini kallað hetta ”demokratiskt undirskot” og ”larmandi tøgn”.

Alla ta tíðina eg havi arbeitt í politisku skipanini, havi eg bara hoyrt tað øvugta. Kritikkurin hevur altíð verið vendur ímóti tí, at í løgtinginum taka øll orðið í øllum málum. Í okkara grannalondum er tað soleiðis, at flokkarnir hava framsøgufólk, sum umboða allan flokkin, og tað kemur næstan ikki fyri, at onnur taka orðið. ”Her fer alt upp at geila”, hoyrdi eg einaferð ein irriteraðan tingmann gremja seg.

Floksdisiplin eitur nú demokratiskt undirskot

Fyrr varð floksdisiplin roknað fyri at vera ein dygd, men nú verður tað kallað ”demokratiskt undirskot”. Kravið tykist vera, at vit skulu hava flokkar, sum ikki eru flokkar, og samgongur, sum ikki hava áralag. Øll skulu bara umboða seg sjálvan og ikki tann flokkin, tey eru vald at umboða, og fjølmiðlarnir tala at, um samgongan er blivin samd um málini, áðrenn tey verða løgd fyri í tingið. 

Vit hava sæð fleiri dømi í Føroyum um flokkar og samgongur, har hvør dró í sína ætt. Tað spældi sjáldan væl av.

Nei sjálvandi eru ikki øll 19 í samgonguni samd um alt. Tað skulu nakrir kamelar svølgjast, og onkur uppskot verða eisini broytt á vegnum. Men skal nakað skil vera á, so má samgongan gera eitt gott forarbeiðið, soleiðis at landsstýrisfólkini kunnu vita, um undirtøka er fyri uppskotunum, sum verða løgd fyri løgtingið.  

Lítið sigandi orðaskifti

Hvat er tað so fyri orðaskifti, sum fjølmiðlarnir eftirlýsa?

Tað sum vit uppliva í løgtinginum fyri tíðina er, at fólk taka orðið undir fyrstu viðgerð, og tey taka aftur orðið undur aðru viðgerð, har tey siga júst tað sama, sum tey søgdu undir fyrstu viðgerð. Og aftur undir triðju viðgerð fáa vit enn eina útgávu av somu røðu. Tá røðarin er liðugur (bæði undir fyrstu, aðru og triðju viðgerð), biðja partafólkini hjá røðaranum um eina viðmerking, har tey takka røðaranum fyri hesa fantastisku røðuna, og so spyrja tey røðaran, um hann ikki er samdur í tí at... (og so kemur ein leiðandi spurningur). Røðarin fær so ein minutt til at svara, at hann er samdur. Síðani reisist tann næsti sum takkar og spyr, og røðarin fær enn ein minutt at siga, at hann aftur hesaferð er samdur. 

Soleiðis ganga heilir dagar í tinginum, so tað er kanska ikki løgið, at tingfólk trívast illa í tingsalinum. Tey koma inn at halda (ella endurtaka) sína røðu, og fara so útaftur.

Aftaná klokkan hálvgum seks, sløknar Tingvarpið, tí tá skal sjónvarpssendarin brúkast til at vísa barnasendingarnar ”Pingu” ella ”Kúgvin Konny”, so tá eru tað stórtsæð bara tey fáu sum sita eftir í tingsalinum sum hoyra orðaskiftið.

Ikki motiverandi

Nei tað er ikki serliga motiverandi at halda røður fyri einum tómum tingsali. Eg haldi í hvussu so er  ikki, at tað sum verður sagt á løgtingsins røðarapalli er tað sum tryggjar tað demokratiska yvirskotið í Føroyum. Harafturímóti havi eg altíð hildið, at tingfólk áttu at gjørt meira við at skriva í bløðunum, fyri á tann hátt at greitt frá teirra politikki.

So heldur enn at eftirlýsa, at samgongulimir taka orðið í øllum málum, so áttu fjølmiðlarnir at eftirlýst, at tingfólk gjørdu meira vart við seg aðrastaðni, har fólk hava størri møguleika at fylgja við. 

Má gevast her

Eg kundi hugsað mær at sagt nógv meira um hetta evnið, men eg má heldur gevast her, tí eitt av hesum bløðunum, sum hava eftirlýst, at samgongufólk úttala seg meira, hevur eisini givið mær harraboð um, at mínar greinir mugu ikki vera longri enn í mesta lagið 6.000 bókstavir, tí annars sleppa tær ikki við í blaðið. 

Eg undrist bara á, at onnur, sum kalla sínar greinir ”kronik” ella ”politisk tíðargrein”, fáa heilt aðrar treytir frá sama blaði. Eg veit ikki, hví treytirnar eru so ymiskar, men kanska hevur tað okkurt við demokratiskt undirskot at gera ???

Valstøðini mugu gerast størri

(30. november 2012)

Valstøðini til løgtings- og fólkatingsval eru í nógvum førum so smá, at tað ber næstan til at seta navn á, hvør eigur hvørja atkvøðu. ”Hetta er ikki nøktandi,” sigur Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, sum nú fer at reisa málið í løgtinginum.

Á tingfundinum komandi mikudag, fer Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, at seta Kára P. Højgaard, landsstýrismanni, ein munnligan fyrispurning um støddina á valstøðunum, ið verða nýtt til løgtings- og fólkatingsval.

Helgi Abrahamsen vil hava at vita, um landsstýrismaðurin hevur nakrar ætlanir um at broyta markið fyri minstu stødd á valstøðum, og hvussu nógvir veljarar landsstýrismaðurin heldur eru hóskandi sum minsta mark fyri eitt valstað. Eisini vil Helgi Abrahamsen hava at vita, um landsstýrið hevur arbeitt við tankanum um at broyta valskipanina soleiðis, at atkvøðurnar á teimum minstu valstøðunum verða taldar saman við einum størri valstaði. 

Tora ikki at velja eftir síni sannføring

Í viðmerkingunum til fyrispurningin vísir Helgi Abrahamsen á, at dømi eru um fólk, sum ikki tora at atkvøða eftir síni bestu sannføring, tí tann sum hevði væntað sær atkvøðuna, kann lættliga rokna út, hvør veljarin er, sum hevur vent honum bakið.

”Hetta er ikki nøktandi og er sera óheppið fyri demokratiið á smáplássunum” sigur løgtingsmaðurin. Hann vísir á, at ein meginregla í vallógini er, at valið skal vera loyniligt. Millum annað verður sagt í lógini, at atkvøðurúmini skulu vera soleiðis háttað, at ongin skal hava møguleika fyri uttanífrá at síggja, hvussu atkvøtt verður, og atkvøðukassarnir skulu vera læstir, meðan atkvøðugreiðslan fer fram. ”Men kortini hava vit so smá valstøð, at til ber at rokna seg fram til, hvussu tann einstaki veljarin hevur atkvøtt,” sigur Helgi Abrahamsen.

Munnligir fyrispurningar standa á skrá fyri tingfundin mikudagin 5. desember.

Tá ein milliard skuldi tømast úr Landsbankanum

(17. oktober 2012)

Landsbankin skal umskipast, og hetta hevur elvt til eitt rættiliga hvast orðaskifti. Nógv sjónarmið verða førd fram – bæði fyri og ímóti.

Eitt av sjónarmiðunum, sum hevur verið brúkt ímóti umleggingini er, at vandi er fyri, at politikarar fara at fáa fatur á pengunum í Landsbankanum og brúka teir til at fíggja almenna raksturin við.

Sjálvandi má ein umlegging ikki hava ta avleiðing, at ”kassin opnar”, og tí mugu greiðar reglur vera fyri tí. Eisini mugu greiðar reglur vera fyri umsitingini av Samhaldsfasta og øllum øðrum virksemi, sum Landsbankin hevur í dag. Alt má vera gjørt eftir bókini. Spurningurin er so, hvussu hetta virkar í verandi skipan? Er Landsbankin ein lukkaður kassi?

Skiftisskipan við pengum úr Landsbankanum 
Vit skulu bara ellivu ár aftur í tíðina, fyri at finna dømi um eitt landsstýri, sum arbeiddi við eini ætlan, sum skuldi geva politikarunum eina heila milliard úr Landsbankanum at brúka. Og tey sum gingu á odda fyri tí ætlanini vóru í nógvum førum tey somu, sum nú ávara ímóti, at júst tað sama skal henda.

Tey arbeiddu tá við eini ætlan, um at skipa Føroyar sum fullveldi. Til tað høvdu tey brúk fyri nógvum pengum, sum skuldu í landskassan ístaðin fyri ríkisveitingina, sum tey vildu hava burtur. Og hvar var tá lættast at fara eftir pengum? Jú í Landsbankan, sjálvandi.

Eitt uppskot bleiv lagt fyri tingið, sum skuldi geva landsstýrinum heimild at stovnseta ein búskapargrunn. Hesin skuldi hava eina heila milliard í stovnsfæi, og tað skuldi takast úr Landsbankanum. So skuldi tann minkandi heildarveitingin eisini leggjast í grunnin, men landsstýrið skuldi sleppa at brúka nógv meira úr grunninum, enn tað sum kom inn. Í 2016 skuldi einki vera eftir. Tá skuldi øll milliardin úr Landsbankanum vera brúkt, og tá skuldi heildarveitingin úr Danmark eisini vera komin niður á null.

Roknistykki manglaði eina útreiðslusíðu 
Tað vóru embætisfólk í Landsbankanum sum gjørdu hetta uppskotið fyri landsstýrið. Og tað var so hegnisliga gjørt, at roknistykkið sum uttanlandsnevndin fekk frá Landsbankanum hevði eina kolonnu sum vísti, hvussu nógvir pengar komu úr Búskapargrunninum í landskassan, men har var eingin kolonna sum vísti, at ein heil milliard bleiv tikin úr Landsbankanum.

Hokus – pokus – filiokus! Soleiðis kann eitt roknistykki fáast at hanga saman.

Má ikki henda aftur
Eg taki undir við teimum sum siga, at kassin hjá Landsbankanum má ikki opna, soleiðis at politikarar uttan forðingar kunnu samtykkja at brúka pengar til ørvitisætlanir. Heldur ikki Landsbankin sjálvur eigur aftur at fáa loyvi at luttaka í slíkum ætlanum. Vit hava longu sæð eina roynd av hesum slagnum, sum tíbetur ikki vann á mál. Men tað var ógvuliga nær við at ein heil milliard bleiv tveitt burtur, og tað eigur ikki at sleppa at henda aftur. Tí má hetta havast í huga, tá ætlaða umleggingin verður framd.

Tjóðveldi snarar til høgru

(4. september 2012)

Fólk í útjaðaranum skulu gjalda minni í skatti enn fólk í miðstaðarøkinum. Tað sigur Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður, sum ætlar at leggja uppskot um hetta fyri tingið. Hetta er rættiliga prinsipielt.

Í langa tíð hava vit hoyrt andstøðuflokkarnar siga, at samgongan førir høgravíðgongdan politikk. Henda pástand hava tey grundað á, at samgongan hevur givið skattalættar, sum serliga tey ið rinda nógvan skatt, hava fingið gleði av. Men hvat er skattur?

Skattur verður vanliga defineraður sum eitt gjald, ið fólk rinda til ein almennan kassa eftir einum ávísum býti, men tá virðið verður goldið útaftur (sum pengar ella tænastur), verður tað gjørt eftir einum øðrum býti. Um eg gjaldi til tann almenna kassan og fái pengar ella tænastur alt eftir, hvussu nógv eg sjálvur havi goldið, so er tað ikki skattur. Tá verður tað kallað ”nýtslugjald”. Tað skal umfordeilast, fyri at kunna kallast skattur. Til dømis er el-rokningin frá SEV ikki ein skattur, tí tú rindar bara fyri tað, sum tú sjálvur hevur brúkt. 

Vanliga verður sagt, at politikkur á vinstraveinginum byggir á skatt og umfordeiling, meðan høgrapolitikkur byggir meira á nýtslugjøld.

Vil hava tænastur eftir gjaldi

Í Føroyum gjalda vit skatt, alt eftir hvussu stóra inntøku vit hava, men vit fáa almennar tænastur eftir tørvi. Tí kunnu vit kalla tað skatt. Inngjald og tænasta fylgjast ikki.

Men nú vil tjóðveldistingmaðurin Páll á Reynatúgvu eisini hava sítt pláss í tí ”høgravíðgongda kórinum”. Hann vil hava, at skatturin hjá fólkum í útjaðaranum skal lækka, tí at tænastustøði í útjaðaranum er lægri enn tað er í mistaðarøkinum. Hann vil við øðrum orðum hava, at skatturin skal ásetast eftir, hvørja tænastur skattgjaldarin sjálvur kann rokna við at fáa. Prinsippið er, at tann sum fær nógvar tænastur, skal gjalda nógvan skatt, meðan tann sum fær færri tænastur skal gjalda minni. - Ella vit kundu sagt tað við øvugtum fortekni: Tann sum rindar nógvan skatt skal fáa nógvar tænastur, meðan tann sum rindar minni í skatti, skal hava færri og verri tænastur. Hetta má sigast at vera sera høgravíðgongdur politikkur.

Kann gerast við kommunuskattinum

Viðvíkjandi skattalætta til ávís øki í landinum, so er góður møguleiki at fáa hann framdan í verki í kommunuskattinum. Serliga hjá teimum, ið ynskja ein meira progressivan skattastiga, er hetta ein upplagdur møguleiki, tí tað er jú kommunuskatturin sum er tann veruligi flatskatturin. 

So við at lækka kommunuskattin, fáa fólk í útjaðaranum skattalætta, meira umfordeiling og minni flatskatt. Tey fáa við øðrum orðum vinstrapolitikk. Men við at fylgja uppskotinum hjá tjóðveldistingmanninum, fáa tey skattalætta, minni umfordeiling og flatari skatt.  

Valið stendur millum vinstra og høgra, og mangt bendir á, at Tjóðveldi vil til høgru. 

Størri skúlaeindir

(27. august 2012)

Vit síggja og hoyra í hesum døgum um næmingar sum fara í skúla, men hvat er tað fyri ein skúli, sum tekur ímóti teimum?

Í Vestmanna, siga tey, at tað eru bara tveir næmingar sum fara í 10. flokk, meðan Tofta skúli hevur størsta árgang nakrantíð í fyrsta flokki.

Vit hava somikið smáar skúlaeindir, at sjálvt stórar bygdir kunnu fáa annaðhvørt ov stórar ella ov smáar flokkar. Eitt lítið sveiggj í burðartíttleikanum ella til- og fráflytingini, er nóg mikið til at kabalin ikki gongur upp.