Vælkomin á mína heimasíðu

Tingsetan 2018-2019

Manningasáttmálar

Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a.

Fyrispurningur um lønarkrøv í sambandi við at fiskiloyvi verða latin, settur Høgna Hoydal, landsstýrismanni, (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

1.Kann landsstýrismaðurin vátta, at einki fiskiloyvi er latið sambært løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi, uttan so at tannsum søkti um fiskiloyvifyrst váttaði, at skipari og manning á fiskifari í tí ávísa fiskiskapinum vórðu lønt samsvarandi sáttmálum viðføroysk manningarfeløg?

2.Kann landsstýrismaðurin vátta, at einki fiskiloyvi er latið sambært løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi, til ávísan fiskiskap, sum ikki var fevndur av sáttmálum við føroysk manningarfeløg, uttan so at tann,sum søkti um fiskiloyvi, í hvørjum einstøkum føri hevur váttað, at lønarviðurskiftini hjá skipara og manning vóru staðfest í skrivligari avtalu millum avvarðandi manningarfeløg og ábyrgdaran av fiskifarinum, sum ávíst í fiskiloyvinum?

3.Um landsstýrismaðurin ikki kann vátta hetta, hvørjar avleiðingar fær tað so fyri tey, ið hava ábyrgdina av, at lógin ikki er fylgd?

4.Um landsstýrismaðurin ikki kann vátta hetta, hvat ætlar hann so at gera, fyri at mistakið ikki verður endurtikið?

Viðmerkingar:
Í løgtingslógini um fyrisiting av sjófeingi stendur soleiðis í § 51 stk. 2:

Áðrenn fiskiloyvi verður latið, skal tann, sum søkir um fiskiloyvi, vátta, at skipari og manning á fiskifari í tí ávísa fiskiskapinum verða lønt samsvarandi sáttmálum við føroysk manningarfeløg. Er ávísur fiskiskapur ikki fevndur av sáttmálum við føroysk manningarfeløg, skal tann, sum søkir fiskiloyvi, í hvørjum einstøkum føri vátta, at lønarviðurskiftini hjá skipara og manning eru staðfest í skrivligari avtalu millum avvarðandi manningarfeløg og ábyrgdaran av fiskifarinum, sum ávíst í fiskiloyvinum.

Undir aðalorðaskiftinum í løgtinginum tann 9. oktober 2018 um støðuna í fyrisitingini av sjófeingi, spurdi undirritaði tvær ferðir landsstýrismannin, um hendan reglan var hildin allan vegin ígjøgnum, men landsstýrismaðurin svaraði ikki spurninginum. Tí verður spurningurin settur sum § 52a fyrispurningur.

Á Løgtingi, 10. oktober 2018

Helgi Abrahamsen

Virðisøking av fiski

Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a.

Fyrispurningur um virðisøking av fiski, settur gna Hoydal, landsstýrismanni, (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

Hvat ætlar landsstýrismaðurat gera fyri at tryggja, at virðisøkingin av føroyskum fiski fer fram áðrenn fiskurin verður fluttur av landinum?

Viðmerkingar:
Føroyingar hava gjøgnum nógv ár uppbygt eina vitan innan fiskivinnu á sjógvi og landi. So leingi sum fiskurin verður viðgjørdur í Føroyum, verður hendan vitanin varðveitt, men skjótt er at missa hana aftur, um viðgerðin verður flutt til onnur lond. Í løtuni er hetta ein stór avbjóðing, tí orsaka av millum annað lønarviðurskiftum, eru føroysk virki ikki kappingarfør við virki uttanlands. Tí liggur eitt støðugt trýst á, at fáa flutt arbeiðið til virki uttanlands. Hetta merkir samstundis, at stórt tal av arbeiðsplássum við framleiðsluvitan hvørvur.

Nógv verður tosað um týdningin av, at virðið á fiskinum ikki má minka, meðan fiskuriner umborð á skipunum, men lítið hevur verið at hoyrt um virðisøking á landi. Ein fær varðhugan av, at tosið um virðisøking røkkur bara til bryggjukantin.

Okkara mál má vera, at alt tað føroyska samfelagið skal fáa so nógv sum til ber burturúr hvørjum kilo av fiski sum verður flutt av landinum. Her eigur bæði at vera hugsa um hagreiðingina umborð á skipum og virking á landi.

Føroysk virki kappbjóða í dag við útlendsk virki um føroyska fiskin. Útlendsku virkini selja fisk til somu keyparar, sum føroysku virkini selja til. Prísurin er eisini tann sami. Men av tí at útlendsku virkini rinda munandi lægri tímalønir enn føroysku virkini gera, kunnu tey bjóða skipunum hægri prís. Við øðrum orðum sosial dumping av føroyskari rávøru.

Eitt útlenskt virki sum bjóðar eitt 10 oyra meira fyri hvør kilo enn eitt føroyskt virki bjóðar, fær allan fiskin og vinningurin av føroyska fiskinum liggur tí í útlandinum.

Fíggjarliga talar tí alt fyri, at føroyskir virkiseigarar flyta sítt virksemi til onnur lond, og harvið missa vit vitanina, sum vit hava bygt upp. Tí verður spurt, hvat landsstýrið ætlar at gera við hesa avbjóðingina?

Á Løgtingi, tann 12. oktober 2018

Helgi Abrahamsen

Lønarkrøv í sambandi við fiskiloyvi

Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a.

Fyrispurningur um lønarkrøv í sambandi við at fiskiloyvi verða latin, settur Høgna Hoydal, landsstýrismanni, (at svara skrivliga eftir TS § 52a).

Kann landsstýrismaðurin vátta, at einki fiskiloyvi er latið sambært løgtingslógini um fyrisiting av sjófeingi til nakran, sum ikki rindaði skipara og manning løn samsvarandi sáttmálum við føroysk manningarfeløg?

Metir landsstýrismaðurin, at tað er í samsvari við lógina um sjófeingi, um skipari og manning á fiskifari undir føroyskum flaggi, sum fiskar av føroyskum veiðirættindum, ikki eru løntir í samsvari við sáttmálar við føroysk manningarfeløg?

Um onkur hevur fingið fiskiloyvi sambært løgtingslógini um fyristing av sjófeingi, og ikki hevur rindað skipara og manning løn samsvarandi sáttmálum við føroysk manningarfeløg, hvørjar avleiðingar fær tað so fyri tey, sum hava fingið hesi loyvi?

Um onkur hevur fingið fiskiloyvi sambært løgtingslógini um fyristing av sjófeingi, og ikki hevur rindað skipara og manning løn samsvarandi sáttmálum við føroysk manningarfeløg, hvørjar avleiðingar fær tað so fyri tey, sum hava útskrivað hesi loyvini?

Viðmerkingar:

Undirritaði havi fyrr spurt landsstýrismannin, um landsstýrismaðurin kann vátta, at einki fiskiloyvi er latið sambært løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi, uttan so at tann, sum søkti um fiskiloyvi, fyrst váttaði, at skipari og manning á fiskifari í tí ávísa fiskiskapinum vórðu lønt samsvarandi sáttmálum við føroysk manningarfeløg.

Landsstýrismaðurin hevur svarað, at við einum undantaki, eru hesar váttanirnar fingnar til vega, áðrenn fiskiloyvini vórðu latin.

Men eitt er at skriva eina váttan, og nakað annað er, um samsvar er ímillum tað,sum verður skrivað á váttanina og tað,sum veruliga hendir.

Tí verðurí hesum fyrispurninginum spurtum tey,sum hava fingið fiskiloyvi,hava rindað skipara og manning løn sambært sáttmálum við føroysk manningarfeløg.

Á Løgtingi, 8. november 2018

Helgi Abrahamsen

Selatraðarvegurin

Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a 

Fyrispurningur um viðlíkahald av Selatraðvegnum, settur Akesli V. Johannesen, løgmanni, sum fyribils fyrisitur samferðslumál (at svara skrivliga eftir TS § 52a).

Verða pengarnir,sum eru játtaðir til at bøta um Selatraðarvegin,brúktir í ár?

Viðmerkingar:
Vegurin til Selatraðar er ein smalur einbreytaður vegur, har undirlendiðer vánaligt í støðum.Pengar hava ongantíð verið játtaðir til eina samlaða dagføring av vegnum, og tí hevur Landsverkvalt at dagføra og umvæla ringastu strekkini, tá játtan hevur verið til endamálið. 

Í ár eru játtaðar 1,5 mió. krónur til at bøta um Selatraðarvegin, men nú vit eru komin út í hálvan november, og framvegis einki er gjørt við vegin, verður spurt, um hesir pengarnir verða brúktir í ár.

Á Løgtingi, 15. november 2018

Helgi Abrahamsen

Skrivligur fyrispurningur um 5G

Á tingfundi 26. februar 2019 boðaði tingformaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum er soljóðandi:

1. Hava feløg, ið bjóða út samskiftistænastur í Føroyum, fingið loyvi at taka 5G tøknina í nýtslu?

2. Hvat veit landsstýrið um heilsuligar og aðrar vandar við nýtslu av 5G?

3. Um kanningar eru gjørdar av hesum, hvat kann landsstýrismaðurin so siga um úrslitini av teimum kanningunum?

4. Verða treytir settar við, hvussu nær ein 5G mastur kann standa við til dømis íbúðarøki, barnagarðar og skúlar?

5. Verða loyvi givin at nýta 5G í Føroyum, uttan at vit fyrst til fulnar kenna avleiðingarnar av at nýta hesa tøknina?

Viðmerkingar:

Vit liva í eini tíð, har heimurin verður alsamt meira elektroniskur. Alt skal ganga skjótari, og alt skal í mest møguligan mun vera tráðleyst. Men nógvar meiningar eru um, hvørjar langtíðaravleiðingarnar kunnu vera av hesum.

Nýggjasta lopi í elektronisku menningini innan samskifti er 5G netið, har ætlanir eru um, at Føroyar skulu vera royndarland. Tað sigst um 5G netið, at tað hevur munandi hægri frekvens, enn 4G hevur, og søgur hava verið frammi um, at djór í øðrum londum, ið hava verið tætt við 5G mastrar, hava havt løgnan atburð, tá netið hevur verið royndarkort.

Onkur vil vera við, at hesar strálurnar kunnu samanberast við tær, sum eru í einum mikrobylgjuovni, meðan onnur siga, at strálurnar eru als ikki so vandamiklar.

Fyri okkum, sum ikki kenna rætta svarið, kann tað tykjast løgið, at loyvi verður givið at taka skipanir í brúk, sum so ymiskar meiningar eru um. Eg loyvi mær tí at ganga út frá, at myndugleikin, sum gevur slík loyvi, veit okkurt, sum vit onnur ikki vita.

Hesin fyrispurningurin verður settur fyri at fáa greiðu á, um landsstýrið kennir til avleiðingarnar av 5G netinum, ella um loyvi verða givin til at senda hesar bylgjur út um landið, uttan at landsstýrið kann tryggja, at tað ikki fær avleiðingar á heilsuna hjá fólki og djórum.

Tá talan er um heilsuna, átti tað at verið so, at allur ivi kom teimum til góða, sum møguliga verða rakt.

Á tingfundi 28. februar 2019 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

Útbúgvingin í løgfrøði

Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a

Fyrispurningur um nýggju útbúgvingina í løgfrøði, settur Honnu Jensen, landsstýrismanni (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

1. Kann landsstýrismaðurin vátta at tey,sum taka embætisprógv í lóg á Fróðskaparsetrinum, eftir lokna útbúgving kunnu fáa rætt at virka sum advokatur, ákæri ella dómari í okkara rættarskipan á jøvnum føti við tey, sum taka útbúgvingina í Danmark?

2. Kunnu tey,sum taka embætisprógv í lóg áFróðskaparsetrinum,fáa rætt at virka sum advokatur, ákæri ella dómari í øðrum pørtum av danska ríkinum?

Viðmerkingar:
Tann 14. mars í ár góðkendi landsstýrismaðurin við skúlamálum eina nýggja útbúgving í løgfrøði á Fróðskaparsetrinum. Talan er um eina bachelorútbúgving í lóg, og tá bachelorútbúgvingin verður lokin um trý ár, er ætlanin,at tað eisini skal verða møguligt at halda fram við at nema sær embætisprógv í lóg. Hetta merkir, at tað fer at bera til at nema sær siðbundnu 5 ára løgfrøðiútbúgvinginaí Føroyum.

Men sambært rættargangslógini, grein 119, stk. 2, nr. 3 kunnu bara tey virka sum advokatar í okkara rættarskipan, sum har bestået dansk juridisk bachelor-og kandidateksamen.

Skúlamál er eitt yvirtikið málsøki, og útbúgvingar á Fróðskaparsetrinum kunnu ikki kallast danskar. Samstundis er rættarskipanin donsk.

Tí verður spurt, um landsstýrismaðurin kann tryggja at tey,sum taka útbúgvingina í Føroyum, eisini fáa rætt at virka í okkara rættarskipan eftir lokna útbúgving.

Eisini verður spurt um rættin at virka í øðrum pørtum av danska ríkinum. Á heimasíðuni hjá danska Advokatsamfundetstendur: Det er ikke muligt for borgere, der ikke har en juridisk eksamen fra et EU-land at blive advokatfuldmægtig eller advokat i Danmark. Dette gælder ogsåselvom du allerede har ret til at praktisere i et ikke-EU-land og måske har gjort det i en årrække.

Eftir ætlan skulu tey fyrstu lesandi byrja á Setrinum longu í heyst, og tí er umráðandi, at øll ivamál um, hvat útbúgvingin kann brúkast til, verða fingin av vegnum áðrenn útbúgvingin byrjar.

Á Løgtingi 2. apríl 2019

Helgi Abrahamsen