Vælkomin á mína heimasíðu

Greinir

El-prísir í Føroyum og Norra kunnu ikki samanberast

Dennis Holm, býráðslimur í Vági, skrivar í einum lesarabrævi, at el-prísirnir í Norra eru methøgir, og at landsstýrið ætlar at gera tað sama í Føroyum, sum tey hava gjørt í Norra.

Dennis skrivar: “Tónarnir í Føroyum hava seinastu tvey árini verið á somu kós sum í Norra – føroyska el-framleiðslan skal liberaliserast – privatir aktørar skulu inn.” Men hetta er ein sera misvísandi samanberingin.

Ikki somu fortreytir

Tá vit samanbera el-prísirnar í Føroyum og Norra, eru tað nøkur viðurskifti, sum vit skulu hava í huga:

Í Norra er el-netið samanbundið við onnur lond, meðan vit hava okkara egna net, sum eingin annar sleppur inná. Tað hevur ávirkan á prísin hjá teimum, meðan okkara prísir eru óávirkaðir av øðrum londum.

Í Norra hava tey eisini skipað ein el-markna, har prísirnir kunnu broytast frá tíma til tíma, og vanligi brúkarin rindar ikki tað sama allastaðni í landinum. Meðan prísirnir í 2021 vóru methøgir, so vóru teir í 2020 metlágir - men tað hoyra vit ikki so nógv um. Í Føroyum arbeiða vit við føstum søluprísum, og tað er eisini ætlanin, at húsarhaldini í framtíðini skulu rinda tað sama allastaðni í landinum.

Tá norski brúkarin fær eina el-rokning, so fara 61% av prísinum til netfelagið og statin (sum avgjøld), 35% fara til el-børsin, meðan bara 4% fara til tey sum framleiða streymin. Tað eru hesi 4 prosentini, sum Dennis Holm nú sigur, fara at ríka seg upp í Føroyum, meðan brúkarin blívur fátækur.

Vilja hava fult gjøgnumskygni

Landsstýrið arbeiðir við eini ætlan um fult gjøgnumskygni, har skilt verður ímillum netpartin og framleiðslupartin. Í høvuðsheitum snýr hetta seg um, at netið og tær jøvnu orkukeldurnar (t.d. vatn og olja) skulu framhaldandi vera partur av SEV, og pumpuskipanin, sum skal útjavna orkuna frá vindmyllunum, skal eisini hoyra til SEV. Onnur sleppa fyrst og fremst at kappast um komandi vindmyllur.

Vindmyllulundirnar sum nú koma upp fara at selja el fyri umleið 23 oyru/kWt, meðan dieselverkið á Sundi framleiður fyri 70 – 80 oyru/kWt., so tað verður neyvan hetta, ið fer at gera føroyska brúkaran fátækan.