Vælkomin á mína heimasíðu

Greinir

Betri avtala um løgregluna

(25. oktober 2022)

Sambandsflokkurin hevur á Fólkatingi, saman við Javnaðarflokkinum, virkað fyri betri umstøðum hjá føroysku løgregluni.  

Væntandi raðfestingar hava havt við sær, at KT-skipanirnar hjá løgregluni hava ikki verið dagførdar og umstøðurnar til skotvenjingar í Føroyum hava heldur ikki verið nøktandi. Eisini avlurtingarpakkin, sum var samtyktur í 2015, hevur staðið í bíðistøðu.   

 Tað eydnaðist føroysku fólkatingsumboðunum, í farna valskeiðinum, at fáa eina avtalu í lag um at dagføra løgregluna tey næstu árini. Eitt av úrslitunum av hesum er, at løgreglan nú fær ein nýggjan skjótibana.

Tíverri hava vit sæð tey seinnu árini, at nøgdirnar av narkotika eru vaksnar í Føroyum, og eisini eru dømi um, at brotsmannalið eru komin hendavegin fyri at krevja pengar fyri narkotika.

Vit hava brúk fyri eini vælvirkandi løgreglu, sum virkar undir góðum og dagførdum kørmum. Tað vil Sambandsflokkurin virka fyri á Fólkatingi, og tað er okkara sannføring, at semjusøkjandi samstarv er tað sum gevur bestu úrslitini.  

Helgi Abrahamsen
valevni fyri Sambandsflokkin

 

Fólkatingssessurin kann bæði brúkast til at byggja upp og til at bróta niður

(24. okt. 2022)

Tað eru nógvir møguleikar í einum fólkatingssessi – um hann verður brúktur rætt. Ein fólkatingssessur kann eisini gera stóran skaða fyri Føroyar, um hann ikki verður brúktur rætt. 

Hetta skulu vit gera:

Vit skulu gera okkara ávirkan galdandi, soleiðis at málsøkini sum eru felagsmál (tey sokallaðu donsku málsøkini) verða røkt. Til dømis hevur Sambandsflokkurin slóðað fyri, at føroyingar kunnu fáa CPR-nummar í Føroyum. Hetta ger tað lættari at sleppa framat tænastum í Danmark og at virka tvørturum landamørkini. Sambandsflokkurin hevur eisini arbeitt við at fáa nýtt fongsul bygt í Føroyum, og okkara fólkatingsmaður hevur havt sætið í uttanríkispolitisku nevndini, har til ber at fáa trúnaðarupplýsingar um trygdarpolitikk, støðuna í Arktis, og onnur mál, sum hava føroyskan áhuga.

Sambandsflokkurin hevur eisini gjørt eitt stórt arbeiði, sum ikki er beinleiðis partur av felagsmálunum, og eisini uttanfyri Fólkatingið er eitt stórt arbeiði gjørt fyri føroyingar.

Hetta skulu vit ikki gera:

Ein fólkatingssessur kann eisini gera stóran skaða fyri Føroyar, um hann ikki verður brúktur rætt.  

Flokkar sum ikki vilja hava eitt semjusøkjandi samstarv í ríkisfelagsskapinum, men heldur vilja avbyrging, kunnu brúka fólkatingssessin til slíkt niðurbrótandi virksemi. Tað hevur okkara land ikki brúk fyri.

Eg havi fulla virðing fyri tí, at ein partur av Føroya fólki vil hava loysing. Men so leingi sum tað ikki er hent, so mugu vit brúka allar kreftir til at fáa so nógv sum møguligt burturúr støðuni sum vit eru í - og har eru nógvir møguleikar.

Vit skulu hava eina greiða, sterka og semjusøkjandi føroyska rødd á Fólkatingi, har vit gera okkara ávirkan galdandi í øllum, sum viðvíkur Føroyum.

 

Helgi Abrahamsen
valevni fyri Sambandsflokkin

 

Skulu hava ein virknan uttanríkis- og trygdar politikk

(24. okt. 2022)

Sambandsflokkurin gongur inn fyri, at Føroyar hava ein virknan uttanríkis- og trygdarpolitikk. Eitt umboð fyri Sambandsflokkin á Fólkatingi fer tí at virka fyri, at vit verða hoyrd í øllum málum, sum viðvíkja Føroyum og økinum rundanum okkum.

Í sambandi við økta virksemið við Arktis eru fleiri eygu vend ímóti Føroyum. Eisini stórveldini hava fingið vaksandi áhuga fyri okkara øki.

Eitt umboð fyri Sambandsflokkin á Fólkatingi fer tí at samstarva við eina komandi danska stjórn um uttanríkis- og trygdarpolitikkin, og fer áhaldandi at minna donsku politisku skipanina um tey føroysku áhugamálini.

Vit hava í farna valskeiði fingið eitt samstarvsráð millum landsstýrini í Føroyum og Grønlandi og donsku stjórnina, og okkara ynski er, at eisini uttanlandsnevndirnar í teimum trimum londunum skulu samstarva meira. Tað fara vit millum annað at virka fyri á Fólkatingi.

 

Helgi Abrahamsen
valevni fyri Sambandsflokkin

 

Allar markaforðingar í ríkisfelagsskapinum skulu beinast burtur

(19. okt. 2022)

Tey árini eg var limur í Norðurlandaráðnum, arbeiddi eg nógv við markaforðingum. Markaforðingar eru forðingar, sum gera tað trupult at virka tvørturum landamørk. Nógvar slíkar forðingar eru millum norðurlond, og eisini í ríkisfelagsskapinum eru markaforðingar.

Eitt stórt tal av føroyingar ferðast á hvørjum ári millum Føroyar og Danmark til dømis í arbeiðs- lestrar- ella sjúkraørindum. Her er trupulleikin ofta, at lóggávan í báðum londunum samsvarar ikki, og tí má alla tíðina haldast eitt vakið eyga við lógarbroytingum, so at ikki nýggjar markaforðingar stinga seg upp. Eisini mugu vit støðugt arbeiða við at beina verandi markaforðingar burtur.  

Sambandsflokkurin hevur á Fólkatingi arbeitt nógv við markaforðingum í ríkisfelagsskapinum. Tí hóast markaforðingarnar kunnu tykjast at vera ein lítil trupulleiki fyri tey, sum tær ikki raka, so kunnu tær vera ein stórur trupulleiki hjá til dømis eini familju, sum missir ávís rættindi úr Føroyum vegna longri sjúkralegu hjá einum barni.

Sambandsflokkurin vil virka fyri, at tað skal vera lætt at virka tvørturum landamørkini í ríkisfelagsskapinum. Tað er eitt av endamálunum, sum vit vilja nýta ein fólkatingssess til.

 

Helgi Abrahamsen
valevni fyri Sambandsflokkin

 

 

 

Tryggleiki í ríkisfelagsskapinum

(18. okt. 2022)

Í nógv ár hava vit í Føroyum havt skjótt vaksandi vælferð, men nú sær út til, at ymisk viðurskifti uttanífrá eru við at broyta hetta. Fyrst var tað korona sum órógvaði okkum nógv. Vit fingu ikki loyvi at ferðast frítt – hvørki innanlands ella uttanlands, og vit byrjaðu at merkja, at prísurin á vørum hækkaði. Síðani korona hasaði av, hevur russiska innrásin í Ukraina, havt ógvusligan prísvøkstur við sær.

Ein onnur broyting sum eisini er farin fram tey seinnu árini er hernaðarliga virksemið um okkara leiðir. Herflotavenjingar, kavbátar og eftirlitisradari eru orð sum eru blivin partur av okkara gerandisdegi.

Bæði peningaliga og hernaðarliga eru viðurskiftini ikki so trygg longur sum tey hava verið. Vit hava tí brúk fyri øllum tí tryggleikanum, sum vit kunnu fáa.

Gjøgnum ríkisfelagsskapin eru vit við í NATO, sum verjir okkara øki, og ríkisfelagsskapurin tryggjar okkum eisini eitt hægri livistøði enn vit annars høvdu havt. Ríkisfelagsskapurin hevur tí ein vaksandi týdning, nú framtíðarútlitini eru vorðin óvissari enn tey hava verið í nógv ár.

Sambandsflokkurin vil stríðast fyri at vit kunnu varðveita henda fyrimunin í ríkisfelagsskapinum, og tí bjóða vit okkum fram á fólkatingsvalinum tann 31. oktober.

Helgi Abrahamsen
valevni fyri Sambandsflokkin

 

 

 

 

Stór valluttøka er góð fyri ríkisfelagsskapin

(17. okt. 2022)

Tað at nógvir føroyingar fara á fólkatingsval er ein føroysk viðurkenning av, at fólkatingið er lóggávuting, eisini fyri Føroyar. Millum annað tí er umráðandi, at nógvir føroyingar fara á val tann 31. oktober. 

Tað er á Fólkatingi, at nógvar av okkara lógum verða gjørdar, og millum annað uttanríkis- og trygdarpolitikkurin eru felagsmál. Júst á teimum økjunum hendir nógv í løtuni, og føroyingar eiga tí at vera á staðnum og fylgja væl við og ávirka tað sum hendir.

Eisini á øðrum økjum hevur fólkatingsarbeiðið stóran týdning, og vit kunnu tí ikki síggja burtur frá, at ein stór undirtøka fyri fólkatingsarbeiðinum hevur stóran týdning.

Eg vil tí heita á allar føroyingar um at fara á val tann 31. oktober.

 

Helgi Abrahamsen
valevni fyri Sambandsflokkin

 

 

 

Tryggan flutningin til og frá sjúklingahotellinum

(14. okt. 2022)

Nógvir føroyingar ferðast til Keypmannahavnar, og økið har um vegir, fyri at fáa viðgerð fyri sjúku. Ein sera góð hjálp fyri hesar sjúklingar og teirra familjur er sjúklingahotellið Tórshavn. Har fingu tey í summar ein spildurnýggjan buss, sum koyrir búfólkini til og frá, og eisini verða útferðir gjørdar við bussinum.

Trivnaðargrunnurin fyri sjúklingahotellið hevði savnað 700.000 krónur til nýggja bussin, sum kostaði 1,3 mió. krónur. Grunnurin manglaði sostatt 600.000 krónur fyri at kunna keypa bussin.

Men so var tað, at Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin, bað um at fáa hesar írestandi pengarnar játtaðar á sonevndu “satspuljuni”, sum er ein játtan til sosial-, heilsu-, og arbeiðsmarknaðarøkið, og tað eydnaðist. Allir flokkar á Fólkatingi tóku undir við at játta pengarnar, soleiðis at Trivnaðargrunnurin, ið ger eitt stórt sjálvboðið arbeiði, kundi keypa bussin.

Hetta er enn eitt dømi um, at semjusøkjandi samstarv gevur úrslit.

 

Helgi Abrahamsen
valevni fyri Sambandsflokkin

 

 

 

Sama sjúkraviðgerð í øllum ríkinum

(13. okt. 2022)

Í 2019 samtykt Fólkatingið at gera eina broyting í lógini um “betaling for akut og fortsat sygehusbehandling af visse personer uden bopæl i Danmark.” Tíverri rakti henda broytingin ótilætlað føroyingar og grønlendingar, ið vóru staddir í Danmark í eitt longri tíðarskeið og høvdu tørv á sjúkrahúsviðgerð.

Endamálið við lógarbroytingini var at krevja inn gjald fyri viðgerð frá ferðafólki og øðrum, ið ikki eru úr ES-londum, EBS-londum ella Sveis. Men av tí at Føroyar og Grønland ikki kunnu flokkast í nakran av omanfyrinevndu bólkum, var avleiðingin, at føroyingar og grønlendarar skuldu gjalda fyri ikki-bráðfeingis læknahjálp í Danmark.

Men í fjør varð lógin broytt, millum annað eftir áheitan frá fólkatingsmanni Sambandsfloksins. Edmund Joensen gjørdi í oktober 2020 vart við skeivleikan við at senda Magnusi Heunicke, heilsumálaráðharra, ein fyrispurning, um hvørt ráðharrin ætlaði at taka stig til at finna eina loysn, soleiðis at grønlendingar, danir og føroyingar fingu somu atgongd og somu kor til víðari viðgerð í øllum ríkisfelagsskapinum. Ráðharrin segði seg vera sinnaðan at gera eina slíka broyting, og seinni bleiv lógin rættað til og samtykt á Fólkatingi, soleiðis at føroyingar og grønlendarar eisini verða fevndir av lógini.

Hetta er eitt dømi um, hvat Sambandsflokkurin vil brúka ein fólkatingssess til.

 

Helgi Abrahamsen
valevni fyri Sambandsflokkin

 

 

 

Sambandsflokkurin á Fólkatingið hevur slóðað fyri
stórum framstigun innan havgransking

 (12. okt. 2022)

Havgransking hevur havt høga raðfesting í arbeiðinum hjá Sambandsflokkinum á Fólkatingi. Hetta hevði við sær, at seinasta heyst vórðu ikki minni enn 14 mió. krónur játtaðar til fýra verkætlanir, ið høvdu til endamáls at styrkja samstarvið millum Føroyar, Grønland og Danmark um havgransking í Norðuratlantshavi.

Føroyar liggja mitt í knútapunktinum, har heitir og kaldir havstreymar møtast. Millum annað tí er tað natúrligt, at havgransking verður miðsavnað her, og tað gleðiliga er, at føroyskir stovnar eru partur av teimum fýra verkætlanunum, sum fingu játtan seinasta heyst.

Seinast tá Edmund Joensen hevði sæti á Fólkatingi vóru slakar 20 milliónir krónur játtaðar til havgransking tær báðar seturnar, hann var valdur. Stuðulin til havgransking datt tíverri niðurfyri, tá Sambandsflokkurin misti sítt umboð í 2015. Men málið varð tikið uppaftur, tá Sambandsflokkurin endurvann sætið á Fólkating í 2019, og tað eydnaðist at fáa 25,5 milliónir krónur settar av til havgransking í Norðuratlantshavi á fíggjarlógini fyri 2020.

Játtanirnar frá fyrru setunum hava fíggjað fleiri ph.d. og post.doc. ritgerðir, og nú eru tvær ph.d. og tvær post.doc. ritgerðir afturat fíggjaðar. Restin av teimum 25,5 mió. kr. verða tøkar at søkja í ár og næstu árini.

Sambandsflokkurin fer at halda fram við hesum arbeiðinum, um vit endurvinna fólkatingssessin.

 

Helgi Abrahamsen
 valevni fyri Sambandsflokkin

 

 

Tættari samband mullum ung í ríkisfelagsskapinum

 (11. okt. 2022)

Sambandsflokkurin hevur á Fólkatingið arbeitt fyri at seta á stovn eina verkætlan, ið skal styrkja um sambandið millum ung í ríkisfelagsskapinum. Talan er um eina royndarverkætlan, sum millum annað Dansk Ungdoms Fællesråd (DUF) er við í, og sum Fólkatingið hevur játtað pengar til í 2022 og 2023.

Verkætlanin gevur ungum møguleika at ferðast og samstarva innan ríkisfelagsskapin. Endamálið er at beina fyri fordómum í ríkisfelagsskapinum og kunna ung um mentanarligu munirnar, ið eru millum Føroyar, Grønland og Danmark.

Tá eg í desember í fjør avloysti Edmund Joensen í fólkatinginum, spurdi eg Mette Frederiksen, forsætisráðharra, hvat hon helt um kunningina, sum ung í Danmark fáa um Føroyar og Grønland.

Forsætisráðharrin svaraði, at onkur hevði skemtandi sagt við hana, at við tíðini høvdu fleiri donsk børn verið í Teilandi enn tað høvdu verið í londunum í ríkisfelagsskapinum. Hon var samd í tí, at vit í ríkisfelagsskapinum hava nógv felags áhugamál, og tí var stjórnin sinnað at stuðla undir arbeiðið at styrkja sambandið millum ung í ríkisfelagsskapinum.

Sambandsflokkurin vil framhaldandi arbeiða fyri tøttum sambandi millum londini í ríkisfelagsskapinum, og har skal ungdómurin eisini vera ein natúrligur partur.

 

Helgi Abrahamsen
valevni fyri Sambandsflokkin

 

 

Nýtt fongsul verður bygt í Føroyum

(10. okt. 2022)

Tá Mette Frederiksen, forsætisráðharri, var á vitjan í Føroyum í juni, skrivaðu hon og Bárður Nielsen, løgmaður, undir eina avtalu um, at nýtt fongsul skal byggjast í Føroyum.

Hetta hendi eftir at Edmund Joensen, fólkatingsmaður, í sambandi við arbeiðið at gera donsku fíggjarlógina fyri 2021, fekk til vega 1,5 mió. krónur til at gera eina kanning av viðurskiftunum hjá kriminalforsorgini í Føroyum.

Kanningin vísti, at fysisku karmarnir hjá føroysku kriminalforsorgini als ikki vóru nøktandi, og at tann einasta loysnin, ið kundi loysa allar avbjóðingarnar, var at byggja eitt nýtt fongsul við nýggjari staðseting. Og hetta verður nú gjørt.

Hetta prógvar enn einaferð, at tann semjusøkjandi tilgongdin í seinasta enda gevur bestu úrslitini.

 

Helgi Abrahamsen
 valevni fyri Sambandsflokkin

 

 

Føroyar verða mitt í arktiska meldrinum

 (7. okt. 2022)

Veðurlagsbroytingar í Arktis hava havt við sær, at ísurin er nógv minkaður, og tað hevur skapt møguleikar fyri nýggjum siglingarleiðum, serliga um summarið. Hetta hevur gjørt Føroyar meira áhugaverdar fyri heimsins stórveldi, tí nógv skipaferðsla kemur hendavegin.

Stórar avbjóðingar fylgja við nýggju siglingarleiðunum. Ein avbjóðing er, at økið er illa uppmerkt á kortum, tí so hvørt sum ísurin bráðnar koma nýggjar oyggjar undan, sum eingin visti um frammanundan. Hetta setur stór krøv til tilbúgvingina um okkara leiðir.

Eisini liggur ein avbjóðing í, at hernaðarliga virksemið í økinum veksur nógv. Og heilt uppat hesum meldrinum av vaksandi skipaferðslu og øktum hernaðarligum virksemi liggja Føroyar.

Tað hevur sera stóran týdning, at áhugamálini hjá Føroyum verða hoyrd og tikin við í samlaða arktiska politikkin hjá danska ríkinum. Millum annað hetta skulu vit brúka fólkatingssessirnar til.

Í Sambandsflokkinum eru vit ikki í iva um, at semjusøkjandi samstarv er tað sum gevur bestu úrslitini.

 

Helgi Abrahamsen
Valevni fyri Sambandsflokkin

 

 

Gjørdu tað møguligt hjá føroyingum at fáa CPR-nummar í Føroyum

(6. okt. 2022) 

Eitt ítøkiligt úrslit av arbeiðinum hjá Sambandsflokkinum á Fólkatingi er, at nú kunnu føroyingar fáa CPR-nummar í Føroyum.

Tað hevur annars verið ein trupulleiki hjá nógum, at vit í Føroyum hava P-tal, meðan tey í Danmark hava CPR-nummar. Hetta hevur skapt óneyðugar trupulleikar hjá til dømis føroyskum sjúklingum og lesandi í Danmark.

Sambandsflokkurin á Fólkatingi hevur tí áhaldandi arbeitt við at fáa hendan trupulleikan beindan av vegnum. Eisini hava løgmaður og danski forsætisráðharrin umrøtt møguleikan hjá føroyingum at fáa danskt CPR-nummar.

Tað eydnaðist at fáa málið avgreitt, soleiðis at føroyingar nú, skjótt og lætt kunnu venda sær til Ríkisumboðið í Føroyum, fyri at fáa danskt CPR-nummar.

Hetta er enn eitt dømi um, at semjusøkjandi samstarv gevur úrslit.

 

 

Helgi Abrahamsen

valevni fyri Sambandsflokkin

 

 

Semjusøkjandi samstarv gevur úrslit

(5. okt. 2022)

Føroyar hava eitt natúrligt pláss í ríkisfelagsskapinum, og hetta gevur okkum nógv rættindi og nógvar møguleikar, sum vit eiga at gagnnýta.

Sambandsflokkurin vil brúka fólkatingssessirnar til at styrkja samstarvið í ríkinum, soleiðis at allir partar fáa mest møguligt burturúr. Tað er okkara sannføring, at semjusøkjandi samstarv er tað sum gevur bestu úrslitini.

Seinasta valskeiðið hevur okkara umboð á Fólkatingið avgreitt nógv mál, sum vit fara at greiða nærri frá í valstríðnum.

Tað er okkara sannføring, at nøkur málsøki eiga at vera felagsmál fyri alt ríkið, men hetta merkir ikki, at vit ikki skulu hava ávirkan á hesi málini. Føroyar eiga millum annað at hava ein virknari leiklut viðvíkjandi uttanríkis- og verjupolitikki. Eitt umboð fyri Sambandsflokkin á Fólkatingi fer tí at virka fyri, at føroyska røddin verður hoyrd í øllum málum, sum viðvíkja Føroyum og økinum kring Føroyar. 

Tað er natúrligt, at Sambandsflokkurin hevur umboð á Fólkatingi.

 

Helgi Abrahamsen
valevni fyri Sambandsflokkin