Vælkomin á mína heimasíðu

Dagsskráin

Tingsetan 2022

Her verður í stuttum greitt frá málunum, sum eru á dagsskránni fyri tingfundirnar.

Dagsskráin, mánadagur, 30. januar 2023, kl. 13:00:

Atkvøðugreiðslur:

Skrivligur fyrispurningur nr. 3/2022 - Oljuleiting í føroyskum øki.

Atkvøtt verður um skrivligur fyrispurningur frá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinnu, til Høgna Hoydal, landsstýrismann, skal svarast. Spurt verður, um samgongan fer at loyva oljuleiting í føroyskum øki, og um samgongan ætlar at gera nakað aktivt fyri at fáa oljufeløg at koma hendavegin, fyri at leita eftir olju.

---  

1. viðgerðir:

Tingmál nr. 40/2022 - Uppskot um broyting í løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum. (Áseting og stigvís hækking av virðisgjaldinum á orkuvinarlig motorakfør og avgjaldsjavnseting av bensin- diesel- hybridakførum).

Ruth Vang, landsstýriskvinna, hevur lagt uppskotið fram.

Endamálið við uppskotinum er at leingja tíðarskeiðið har el- og vetnisbilar sleppa undan virðisgjaldi. Skotið verður upp, at gjaldið hækkar aftur í stigum frá 2025. Samtíðis verður undantakið fyri virðisgjald á hybridbilar og plug-in hybridbilar tikið burtur frá 1. juli í ár.

---

Tingmál nr. 41/2022 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (Leingjan av tíðarskeiðnum fyri endurrindan av meirvirðisgjaldi í sambandi við keyp av orkuvinarligum motorakførum)

Ruth Vang, landsstýriskvinna, hevur lagt uppskotið fram.

Endamálið við uppskotinum er at eggja persónum og fyritøkum til framhaldandi at gera íløgur í orkuvinarligar loysnir. Við uppskotinum verður skipanin við afturbering av meirvirðisgjaldi í sambandi við keyp av orkuvinarligum motorakførum broytt til einans at galda fyri el- og vetnisakfør frá 1. juli 2023. Afturberingin verður stigvíst lækkað við 25 prosentstigum um árið frá 2025 til 2027.

---

Tingmál nr. 42/2022 - Uppskot til broyting í løgtingslóg um bráðfeingis játtanarlóg fyri 2023

Ruth Vang, landsstýriskvinna, hevur lagt uppskotið fram.  

Av tí at bara ein fyribils játtanarlóg bleiv samtykt áðrenn løgtingsvalið, og framvegis er eingin endalig fíggjarlóg gjørd, er neyðugt at samtykkja eina bráðfeingis játtanarlóg, um tingmál nr. 40 og 41 skulu setast í verk.

Eisini vil landsstýrið hava heimild til at fremja søluna av partabrøvum landsins í P/F Tjaldur, at fremja avhendan og útvegan av ognum millum land og Tórshavnar kommunu, at rinda fyri, at Løgtingið fer undir at fyrireika leigumál til umsitingarbygning til løgtingslimirnar, og at keypa grundstykki, sum kann brúkast til framtíðar útbygging av Landssjúkrahúsinum.

_________________________________________________________________________________________

Dagsskráin, týsdagur, 08. november 2022, kl. 11:00

Atkvøðugreiðslur:

Skrivligur fyrispurningur nr. 2/2022 Vandamiklar sparingar á heilsuøkinum

Atkvøtt verður um fyrispurningur frá Bjarna Hammer, løgtingsmanni, til Kaj Leo Johannesen, landsstýrismann, skal svarast. Spurt verður millum annað, hvussu ofta giktasjúklingar eru komnir í vanda, tá originalur biologiskur heilivágur er skiftur um við kopiheilivág?

---   

1. viðgerðir:

Løgtingsmál nr. 15/2022 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (Leingjan av tíðarskeiðnum fyri endurrindan av meirvirðisgjaldi í sambandi við keyp av orkuvinarligum motorakførum).

Uni Rasmussen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Endamálið við uppskotinum er at skunda undir grøna orkuskiftið í Føroyum.

Sambært galdandi lóggávu kann tann, sum keypir motorakfar, sum bert nýtir el ella brint, fáa meirvirðisgjaldið heilt ella partvíst endurrindað. Skipanin er eisini galdandi fyri sonevnd plug-in hybridakfør, t.v.s. akfør, sum bæði hava ein elmotor og ein brennimotor. Fyri at fáa meirvirðisgjaldið endurgoldið skal motorakfarið vera skrásett í seinasta lagi 31. desember 2024. 

Við hesum uppskotinum verður skipanin broytt, soleiðis at hon heldur fram til 2027, men frá 1. januar 2025 verður hon einans galdandi fyri el og vetnisakfør (ikki plug-in hybridakfør), og afturberingin verður stigvíst lækkað við 25% um árið frá 2025 til 2027.

---   

Tingmál nr. 16/2022 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum (Áseting og stigvís hækking av virðisgjaldinum á orkuvinarligum motorakførum). 

Uni Rasmussen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Eins og í tingmáli nr. 15/2022, so snýr hetta uppskotið seg um at leingja eina frítøku fyri avgjald í sambandi við keyp av bilum, ið nýta grøna orku.

Sambært galdandi lóggávu rinda persónbilar, sum bara nýta ravmagn ella vetni einki virðisavgjald. Endamálið við hesum uppskotinum er at leingja hesa frítøkuna. Frá 2025 verður skipanin stigvíst sett úr gildi.

---

Tingmál nr. 17/2022 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin) (Broyttur skattastigi og øktur barnafrádráttur).

Uni Rasmussen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp at lækka skattin hjá fólki við miðal inntøkum. Eisini verður skotið upp at hækka barnafrádráttin við 2.000 krónum um árið fyri børn undir skúlaaldri og 1.500 krónum um árið fyri børn í aldrinum 7 - 17 ár.

--- 

Tingmál nr. 27/2022 - Uppskot til ríkislógartilmæli um anordning om ikrafttræden for Færøerne af dele af lov om ændring af konkursloven og forskellige andre love (rekonstruktion m.v.) og dele af lov om ændring af konkursloven, lov om Lønmodtagernes Garantifond og lov om lønmodtagernes retsstilling ved virksomhedsoverdragelse (Værneting ved gældssanering og ændringer i rekonstruktionsreglerne som følge af covid-19).

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, hevur lagt uppskotið fram.

Løgtingið samtykti í mars mánaði í ár eitt uppskot til ríkislógartilmæli um at seta  í  gildi  fyri  Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af visse ændringer i konkursloven m.v. Hesar broytingarnar koma í gildi tann 1. januar 2023. Men seinasta dagføringin av donsku konkurslógini var ikki við í hesi broytingini.

Landsstýrið setti sær tí fyri skjótast gjørligt at leggja eitt nýtt ríkislógartilmæli fyri Løgtingið, soleiðis at seinasta dagføringin er við, tá broytingarnar av konkurslógini koma í gildi tann 1. januar 2023. Tað er tað sum nú verður gjørt við hesum uppskotinum.

---  

Tingmál nr. 28/2022 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í ymsum løgtingslógum o.tíl. í sambandi við dagføring av konkurslógini fyri Føroyar (Gjaldsteðgur og neyðskuldarsemja verða broytt til endurskipan, reglur um trotabúsbann verða settar inn í grannskoðaralógina).

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, hevur lagt uppskotið fram.

Løgtingið samtykti í mars mánaði í ár at broyta konkurslógina. Í tí sambandi er neyðugt at broyta fleiri aðrar lógir, sum vísa til konkurslógina, soleiðis at orðaljóðið í lógunum samsvarar. Eisini verður skotið upp at broyta grannskoðaralógina, soleiðis at hon leggur upp fyri nýggju reglunum um trotabúsbann í konkurslógini.

--- 

Tingmál nr. 29/2022 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í ymsum løgtingslógum í sambandi við umskipan av Føroya Kærustovni (Avtøka av kærunevndini hjá Arbeiðsloysisskipanini og Barsilsskipanini, Høvuðsbarnaverndarnevndini og Tvingsilsnevndini).

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, hevur lagt uppskotið fram.

Løgtingið hevur samtykt at skipa Føroya Kærustovn sum sjálvstøðugan og óheftan myndugleika. Hetta hevur við sær, at 11 kærunevndir og aðrar nevndir, sum Føroya Kærustovnur hevur verið skrivstova hjá, verða tey næstu tvey árini tiknar av ella fluttar til nýggja Kærustovnin.

Hetta uppskotið snýr seg um at flyta  tær  heimildir,  sum Kærunevndin  hjá  Arbeiðsloysisskipanini  og Barsilsskipanini,  Høvuðsbarnaverndarnevndin  og  Tvingsilsnevndin í  dag  hava,  til  Kærustovnin. Tað merkir, at Kærustovnurin frameftir skal viðgera og taka avgerð í kærumálumog málum, sum hoyra til hesar tríggjarnevndirnar.

Dagsskráin, fríggjadagur, 04. november 2022, kl. 10:00:

1. viðgerðir:

Tingmál nr. 19/2022 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um loyvisgjald á alivinnu (Broytingar í tøkugjaldinum).

Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp at broyta tøkugjaldið í alivinnuni. Hetta verður gjørt sum avleiðing av, at tað nú kostar munandi meira at ala laks, enn tað gjørdi fyri nøkrum árum síðani. Samtíðis vóru støður í vár, har alifyritøkur høvdu óvanliga høgan vinning, tí laksaprísurin var serliga høgur. Hildið verður tí, at fyritøkurnar rinda ov nógv, tá prísurin er lágur, og ov lítið, tá prísurin er høgur.

Eftir verandi lóg skulu alifyritøkurnar rinda 0,5% um prísurin er lægrin enn 32 kr./kilo. Er prísurin millum 32 og 36 kr. er gjaldið 2,5%, og er prísurin 36 kr. ella hægri, er gjaldið 5%.

Nú verður skotið upp, at alifyritøkur skulu gjalda lutfalsliga hægri tøkugjald, tá laksaprísurin er høgur, og samstundis gjalda minni, tá prísurin er lágur.

Er prísurin lægri enn framleiðslukostnaðurin, er gjaldið 0,5%. Er prísurin hin sami sum framleiðslukostnaðurin ella 5 krónur hægri, er gjaldið 2,5%. Er prísurin millum 5 og 15 kr. hægri enn framleiðslukostnaðurin, er gjaldið 5,0%. Er prísurin millum 15 og 30 kr. hægri enn framleiðslukostnaðurin, er gjaldið 7,5%. Er prísurin meir enn 30 kr. hægri enn framleiðslukostnaðurin, er gjaldið 10%.

---

Tingmál nr. 22/2022 - Uppskot til samtyktar viðvíkjandi at endurskoða landsroyndir og PISA-royndir.

Jóhannis Joensen, løgtingsmaður, hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at Løgtingið skal heita á landsstýrið um at endurskoða skipanina við landsroyndum og PISA-royndum í fólkaskúlanum, og leggja eina frágreiðing um hetta fyri Løgtingið.

Uppskotssetarin vísir á, at nógv av okkara børnum hava avbjóðingar við sálarheilsuni. Orsøkin kann vera, at stór krøv verða sett til børnini, m.a. í sambandi við landsroyndir og PISA-royndir. Spurningurin er tí, um vit brúka pengarnar rætt, og um úrslitini gagna næmingunum.

---

Tingmál nr. 23/2022 - Uppskot til samtyktar um at fáa útbúgvið fleiri námsfrøðingar.

Tjóðveldi hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at Løgtingið skal heita á landsstýrið um at kanna møguleikan fyri at útbúgva fleiri námsfrøðingar og at viðgera, um tørvur er á tveimum útbúgvingum við serkunnleika á ávikavist dagstovnaøkinum og í sernámsfrøði.

--- 

Tingmál nr. 24/2022 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur.

Framsókn hevur lagt uppskotið fram.

Foreldur hava rætt til, at kommunan veitir teimum barnaansing. Men um kommunan ikki hevur nakað pláss fyri barninum, kunnu foreldrini fáa eina peningaliga veiting ístaðin. Ein treyt fyri at fáa hesa veitingina er, at tú ikki hevur ogn yvir 30.000 krónur. Hetta halda uppskotssetararnir vera eina óhepna treyt, og tí verður skotið upp, at strika hesa treytina í lógini.

Dagsskráin, mikudagur, 14. september 2022, kl. 13:00.

1. viðgerðir:

Uppskot til samtyktar um at skipa fjølmiðlaútbúgving á Fróðskaparsetri Føroya.

Beinta Løwe Jacobsen hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at løgtingið skal heita á landsstýrið um at fyrireika og leggja fyri Løgtingið uppskot til løgtingslóg um at skipa miðlaútbúgving á Fróðskaparsetri Føroya.

---  

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (At taka loftrúm og flogferðslu undir føroyskt ræði).

Høgni Hoydal hevur lagt uppskotið fram vegna Tjóðveldi.

Skotið verður upp, at føroyingar yvirtaka málsøkið flogferðsla. Sum er eru tað danskir myndugleikar sum lóggeva um hetta málsøkið, meðan sjálv umsitingin og tænustuveitingar til flogferðsluna í føroyskum loftrúmi er løgd til íslendskar myndgleikar at umsita.

Uppskotsstillarin metir, at yvirtøkan kann geva føroyingum eina inntøku millum 70 og 270 mió. krónur árliga.

---   

Uppskot til samtyktar um viðlíkahald av almennum bygningum og landsvegakervinum.

Jóhannis Joensen hevur lagt uppskotið fram vegna Javnaðarflokkin.

Skotið verður upp, at løgtingið skal heita á landsstýrið um at kanna, hvussu vit sleppa av við eftirsleipið av viðlíkahaldinum av landsvegakervinum og almennum bygningum og leggja eina frágreiðing og ætlan um hetta fyri Løgtingið.

Tingsetan 2021

Her verður í stuttum greitt frá málunum, sum eru á dagsskránni fyri tingfundirnar.

Dagsskráin, fríggjadagur, 06. mai 2022, kl. 10:00:

3. viðgerðir:

Tingmál nr. 84/2021 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan (Áseting um KT-skipanir, KT-útgerð, netsamband og dátutrygd).

Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Krøvini til KT-trygd og verju av persónsupplýsingum eru seinastu árini vorðin alsamt  meir umfatandi. Útreiðslur til KT-trygd eru í dag vorðnar ein fastur og natúrligur partur av rakstrarútreiðslunum hjá stovnum og fyritøkum. Í tí sambandi hevur landsstýrismaðurin við fíggjarmálum gjørt eitt rundskriv um KT-trygd. Allir stovnsleiðarar – m.a. skúlaleiðarar, skulu fylgja rundskrivinum. Men skúlaleiðarin er eisini avmarkaður av tí fígging, ið kommunan játtar til rakstur av skúlanum, og hóast skúlaleiðarin er bundin av rundskrivinum hjá landsstýrismanninum, so er kommunan ikki bundin at fylgja tí.

Skúlaleiðarin kann tí koma í eina støðu, har landsstýrismaðurin áleggur honum at fylgja ásetingunum í  rundskrivinum, hóast hann ikki fær neyðugu fíggingina frá kommununi til at halda ásetingarnar.

Endamálið við uppskotinum er, at gera verandi reglur greiðari, so tað ikki verður ein spurningur um tulking av “rakstrarútreiðslum”, um hvør einstakur skúli fíggjarliga hevur møguleika at røkja sínar skyldur innan KT-trygd og verju av persónsupplýsingum.

Ein samd mentanarnevnd tók undir við málinum og mælti Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

Við 2. viðgerð varð uppskotið einmælt samtykt við 25 atkvøðum fyri.

--- 

Tingmál nr. 93/2021 - Uppskot til løgtingslóg um at taka festið Heygsgarð úr festiskipanini.

Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Uppskotið hevur til endamáls at taka Heygsgarð í Kollafirði (festið sum er knýtt at Búnaðarstovuni) úr festiskipanini og samstundis áseta, at peningurin sum stendur á festikontuni hjá Heygsgarði, saman við framtíðar inntøkum, verður markað til ábøtur á bygningar og lendi hjá Búnaðarstovuni.

Tó at Heygsgarður í útivið 40 ár ikki hevur virkað sum eitt vanligt festi, er Heygsgarður kortini ongantíð formliga tikin burturúr festiskipanini, og tað kann, sambært landsstýrismanninum, í summum førum elva til ógreiðu. Ætlanin er tí at broyta hetta.

Landsverk hevur ábyrgd av at viðlíkahalda fyrisitingarbygningin, og ætlanin er, at tað skal halda fram. Pengarnir av festikontuni til hetta arbeiði skulu tó bara kunna brúkast við loyvi frá landsstýrismanninum.

Ein samd vinnunevnd tók undir við málinum og mælti Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

Við 2. viðgerð varð uppskotið einmælt samtykt við 25 atkvøðum fyri.

---  

Tingmál nr. 132/2021 - Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2022-3.

Uni Rasmussen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Biðið verður millum annað um 51,4 mió. krónur til at gera H-bygningin á Landssjúkrahúsinum lidnan, 7,9 mió. krónur til útreiðslur orsaka av korona og 16,4 mió. krónur til hækkandi oljuprísir.

Til Almannamál verður millum annað biðið um at játtanin til trivnaðartænastur verður hækkað við 13,78 mió. krónum.

Meirilutin í fíggjarnevndini (Erhard Joensen, Jákup Mikkelsen, Bill Justinussen, Kristin Michelsen og Aksel V. Johannesen) skeyt upp at gera nakrar broytingar. Millum annað varð skotið upp at hækka eykajáttanina til Strandferðsluna við 5 mió. krónum, soleiðis at sleppast kundi undan at hækka farmaprísirnar á suðuroyarleiðini. Eisini varð skotið upp at hækka eykajáttanina til útbygging av Landssjúkrahúsinum við 25,6 mió. krónur í sambandi við nýtt uppskot til verklagslóg, og skotið varð eisini upp at hækka eykajáttanin til trivnaðartænastur við 3 mió. krónum, so sleppast kundi undan sparingum.

Minnilutin (Ruth Vang) tók undir við broytingaruppskotinum hjá meirilutanum, men kundi tó ikki taka undir við at hækka rakstrarjáttanina hjá Strandferðsluni.

Minnilutin (Páll á Reynatúgvu) tók støðu í tingsalinum.

Bæði broytingaruppskotið frá meirilutanum og málið sjálvt vórðu einmælt samtykt við 30 atkvøðum fyri.

---  

tingmál nr. 136/2021 - Uppskot til løgtingslóg um avmarkandi tiltøk í sambandi við atgerðir móti Ukraina.

Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Eftir innrásina í Ukraina, hava ES og onnur lond sum aftursvar sett í verk tiltøk móti Russlandi, Hvítarusslandi og ikki-stjórnarstýrdu ukrainsku økjunum Donetsk og Luhansk. Endamálið við hesum er at leggja trýst á Russland og Hvítarussland, fyri at steðga atgerðunum. Í Føroyum er eingin lóggáva á økinum sum heimilar, at Føroyar seta líknandi tiltøk í verk.

Endamálið við uppskotinum er at fáa heimild til vega at seta tiltøk í verk í Føroyum á yvirtiknum málsøkjum, á sama hátt sum ES og onnur samsint lond hava gjørt eftir innrásina í Ukraina.

Meirilutin í fíggjarnevndini (Bill Justinussen, Jacob Vestergaard, Frimodt Rasmussen, Jaspur Langgaard og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur) skeyt upp at broyta uppskotið soleiðis, at tiltøk sum kunnu ávirka fiskivinnuavtalur við onnur lond, ella sum avmarka útflutning av fiskavørum og matvørum kunna ikki setast í verk uttan við heimild í serstakari løgtingslóg. Við tí broytingini tók meirilutin undir við málinum og mælti løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

Minnilutin (Aksel V. Johannesen og Høgni Hoydal) hevði egnar viðmerkingar, men tók eisini undir við málinum  og mælti løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

Við 2. viðgerð varð broytingaruppskotið frá meirilutanum samtykt við 13 atkvøðum fyri og 11 ímóti. Uppskotið sjálvt varð einmælt samtykt við 24 atkvøðum fyri.

---

Tingmál nr. 138/2021 - Uppskot til løgtingslóg um at innrætta víðkaða partin av kjallaranum í H-bygninginum á Landssjúkrahúsinum til parkering, goymslu og reingerð, umframt til goymslutorn og vegleiðing í H-bygninginum.

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at landsstýrismaðurin skal hava heimild til at brúka upp til 67 mió. krónur til at innrætta víðkaða partin av kjallaranum í H-bygninginum á Landssjúkrahúsinum til parkering, goymslu og reingerð, umframt til goymslutorn og vegleiðing.

Ein samd fíggjarnevnd tók undir við málinum og mælti Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

Við 2. viðgerð varð málið einmælt samtykt við 24 atkvøðum fyri.

---    

Tingmál nr. 109/2021 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatting av vinningi frá sølu av veiðirættindum (Nágreining av uppgerðini fyri skatting av vinningi frá sølu av veiðirættindum).

Uni Rasmussen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Høvuðsendamálið við uppskotinum er at gera lógina minni forðandi fyri eina dynamiska fiskivinnu, og at gera ávísar nágreiningar.

Uppskotið skal gera tað møguligt hjá feløgum, ið hava veiðirættindi, men einki skip, undir ávísum treytum at avhenda hesi rættindi til feløg, ið eiga skip, uttan at serskattur skal gjaldast av hesi orsøk. Uppskotið ger tað eisini møguligt at leggja feløg við veiðirættindum saman, uttan at serskattur skal gjaldastav hesi orsøk. Eisini ger uppskotið tað møguligt at býta um veiðirættindi, uttan at serskattur skal gjaldast av hesi orsøk, og uppskotið nágreinar eisini ymiskar ásetingar.

Meirilutin í fíggjarnevndini (Erhard Joensen, Jákup Mikkelsen, Bill Justinussen og Kristin Michelsen) hevði eitt broytingaruppskot, men tók annars undir við málinum og mælti Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

Minnilutin (Aksel V. Johannesen, Páll á Reynatúgvu og Ruth Vang) tók ikki undir við málinum og mælti  Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

Við 2 viðgerð varð uppskotið samtykt við 12 atkvøðum fyri og 10 ímóti.

--- 

Tingmál nr. 140/2021 - Uppskot til løgtingslóg um heimild at fíggja Koltursætlanina.

Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at landsstýrismaðurin fær heimild til at nýta 9 mió. krónur til Koltursætlanina hjá Tjóðsavninum, treytað av, at Tjóðsavnið fær uttanhýsis fígging til restina av ætlanini. Øll ætlanin verður mett at kosta 65 mió. krónur. Tjóðsavnið hevur verið í samskifti við danskar grunnar um møguleikan fyri at fáa fígging til verkætlanina. Áhugi er hjá grunnunum fyri at fíggja ætlanina, men teir seta sum treyt, at eisini føroysk fígging er við.

Ætlanin er, at verkætlanin verður sett í gongd í 2023, og at landskassin rindar 3 mió. krónur árliga í árunum 2023 - 2025.

Ein samd mentanarnevnd tók undir við málinum og mælti løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

Við 2. viðgerð var uppskotið einmælt samtykt við 25 atkvøðum fyri.

--- 

2. viðgerðir:

Tingmál nr. 95/2021 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um náttúrufriðing (Striking av friðingarheimildum o.a.)

Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Lógaruppskotið hongur saman við uppskotinum um náttúruvernd. (tingmál nr. 96/2021 sum stendur beint undir hesum).

Av tí at ein partur av evnisøkinum hjá náttúrufriðingarlógini verður fluttur í ta nýggju náttúruverndarlógina, verður skotið upp at strika henda partin úr náttúrufriðingarlógini.

Ein samd rættarnevnd tekur undir við málinum og mælir løgtinginum til at samtykkja tað.

---   

tingmál nr. 96/2021 - Uppskot til løgtingslóg um náttúruvernd (Náttúruverndarlógin).

Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Uppskotið er ætlað at koma í staðin fyri partar av galdandi náttúrufriðingarlóg, men henda lógin skal fevna munandi víðari enn galdandi lóg.

Tað yvirskipaða endamálið við lógaruppskotinum er at fáa til vega dagførda lóggávu til at verja føroysku  náttúruna við øllum hennara margfeldi. Endamálið er at røkja lív-, landslags- og jarðfrøðimargfeldið og tær vistfrøðiligu tilgongdirnar í náttúruni, bæði fyri náttúruna sjálva og fyri náttúruna sum grundarlag undir burðardyggum virksemi, tilfeingi, mentan, heilsu og trivnaði hjá Føroya fólki nú og í framtíðini.

Við nøkrum broytingum tekur ein samd rættarnevnd undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

---

Tingmál nr. 102/2021 - Uppskot til løgtingslóg um foreldramyndugleika og samveru (Foreldramyndugleikalógin).

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Endamálið við uppskotinum er at útvega landsstýrismanninum heimild til at læna 1.045 mió. krónur í 2015. Av hesum skulu 890 mió. brúkast til at endurfíggja eitt lán, meðan skuldin hjá landskassanum økist við 155 mió. krónum.

Ein samd trivnaðarnevnd skjýtur upp at gera nakrar broytingar, og við teimum broytingum verður tikið undir við málinum og heitt á løgtingið um at samtykkja uppskotið.

Dagsskráin, hósdagur, 05. mai 2022, kl. 11:00:

Ófráboðaðir fyrispurningar

---

3. viðgerð:

Tingmál nr. 85/2021 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eftirskúlar (Broytingar um krav til samlað næmingatal, freist at boða frá næmingatali og at rokna rakstrarstuðul).  

Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Í galdandi lóggávu skal ein eftirskúli skjalprógva, at í minsta lagi 16 næmingar eru innskrivaðir áðrenn 1. september árið undan byrjanarárinum. Royndirnar vísa, at tað er sera trupult at hava so høgt næmingatal longu 1. september árið fyri. Hetta kravið verður tí slept. 

Í uppskotinum verður eisini nágreinað, at tað ikki er eitt krav, at ein eftirskúli skal hava øll floksstigini frá 8. -10. flokk.

Meirilutin í mentanarnevndini (Beinir Johannesen, Heðin Zachariasen, Edva Jacobsen, Djóni Nolsøe Joensen, Jóhannis Joensen og Bjarni Kárason Petersen) tók undir við málinum, meðan minnilutin (Beinta Løwe Jacobsen) tók støðu í tingsalinum.

Við 2. viðgerð varð uppskotið samtykt við 29 atkvøðum fyri, einari ímóti og einari blankari.

---  

2. viðgerð:

Tingmál nr. 80/2021 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjófeingi (Sjófeingislógin) (Umlegging av nøgdum latnar til vinnuligar royndir og verkætlanir til egnar árskvotur og at lata kvotur til vinnuligar royndir og verkætlanir, ískoytiskvotur, fylgja við, tá ið fiskifar verður skift út)

Árni Skaale, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Endamálið  við lógaruppskotinum er at gera tvær tillagingar í sjófeingislógini. Onnur er í sambandi við, at kvotur av uppsjóvarfiski til vinnuligar royndir og verkætlanir verða lagdar um til egnar árskvotur. Í tí sambandi verður nágreinað, hvat skal roknast við í nøgdirnar, tá ið kvotur av uppsjóvarfiski til vinnuligar royndir og verkætlanir verða lagdar um til egnar árskvotur. Hin tillagingin snýr seg um, at tá ein eigari av fiskifari, sum hevur fingið játtað ískoytiskvotu, skiftir hetta fiskifarið út, skal tað í ávísum førum bera til at flyta ískoytiskvotuna á nýggja fiskifarið.

Meirilutin í vinnunevndini (Bjarni Hammer, Bjørt Samuelsen, Henrik Old og Bjarni K. Petersen) tekur ikki undir við málinum og mælir løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

Minnilutin (Johan Dahl, Beinir Johannesen og Jákup Mikkelsen) tekur undir við málinum og mælir løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

---   

Tingmál nr. 140/2021 - Uppskot til løgtingslóg um heimild at fíggja Koltursætlanina.

Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at landsstýrismaðurin fær heimild til at nýta 9 mió. krónur til Koltursætlanina hjá Tjóðsavninum, treytað av, at Tjóðsavnið fær uttanhýsis fígging til restina av ætlanini. Øll ætlanin verður mett at kosta 65 mió. krónur. Tjóðsavnið hevur verið í samskifti við danskar grunnar um møguleikan fyri at fáa fígging til verkætlanina. Áhugi er hjá grunnunum fyri at fíggja ætlanina, men teir seta sum treyt, at eisini føroysk fígging er við.

Ætlanin er, at verkætlanin verður sett í gongd í 2023, og at landskassin rindar 3 mió. krónur árliga í árunum 2023 - 2025.

Ein samd mentanarnevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

--- 

Tingmál nr. 130/2021 - Uppskot til samtyktar um mál Føroya at minka útlátið av vakstrarhúsgassi komandi 10 árini og uppskot til dagførdan orku- og veðurlagspolitikk.

Tey sum hava lagt uppskotið fram eru: Christian Andreasen fyri Fólkaflokkin, Helgi Abrahamsen fyri Sambandsflokkin, Kristin Michelsen fyri Sjálvstýri, Ruth Vang fyri Framsókn og Bill Justinussen fyri Miðflokkin.

Skotið verður upp, at løgtingið skal heita á landsstýrið um at seta átøk í verk, sum minka útlátið av vakstrarhúsgassi við í minsta lagi 30 prosentum komandi 10 árini í mun til útlátið í 2010. Ein dagførdur orku-og veðurlagspolitikkur verður karmur um tíðarfesta virkisætlan komandi árini.

Meirilutin í rættarnevndini (Christian Andreasen, Helgi Abrahamsen, Frimodt Joensen og Steffan Klein Poulsen) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

Minnilutin (Sirið Stenberg, Ingilín D. Strøm og Hervør Pálsdóttir) skjýtur upp at gera ta broyting, at útlátið  av vakstrarhúsgassi skal minka við í minsta lagi 45% í 2030 í mun til útlátið í 2010. Eisini skal eitt veðurlags-og orkuráð á hvørjum ári meta um virkisætlanir og mæla til tillagingar av førda orku- og veðurlagspolitikkinum.

---

Tingmál nr. 79/2021 - Uppskot til samtyktar um kemikaliulóg (evnindalóg).

Ingilín D. Strøm, løgtingskvinna, hevur lagt uppskotið fram.

Talan er um eitt uppskot til samtyktar um at heita á landsstýrið um at gera eitt lógaruppskot um eina kemikaliulóg. Endamálið er at forða fyri, at evni ið hava neilig árin á lendi, sjógv og djóralív, enda úti í náttúruni. Talan er um evni ið fólk nýta í gerandisdegnum, so sum ávís sløg av matpakkapappíri, pakkitilfari og kosmetiskar vørur.

Meirilutin í rættarnevndini (Christian Andreasen, Helgi Abrahamsen, Frimodt Rasmussen og Steffan Klein Poulsen) vísir á, at landsstýrismaðurin við umhvørvis- og vinnumálum hevur longu heimild í umhvørvisverndarlógini at seta umrøddu reglur í gildi. Tí tekur meirilutin ikki undir við málinum og mælir løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

Minnlutin (Sirið Stenberg, Ingilín D. Strøm og Hervør Pálsdóttir) tekur undir við málinum og mælir løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

---

Tingmál nr. 104/2021 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til menning av fiskivinnu á landi.

Bjarni Hammer, løgtingsmaður, hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp at broyta lógina um menning av fiskivinnu á landi. Eftir galdandi lóg kann játtast í mesta lagið 1,25 kr. fyri hvørt kg av frystum fiski, krabbadýrum og skeljadýrum, sum verða innflutt, og fyri feskan fisk kann stuðulin vera í mesta lagi 1,00 kr. fyri kg.

Við hesum uppskotinum verður skotið upp at broyta hámarkið til 2,00 fyri øll sløgini.

Endamálið er at eggja fiskavirkjum til at keypa botnfisk úr gannalondunum, tá rávøran manglar í Føroyum. Uppskotssetarin metir, at ein slík skipan hevði skapt nógvar ferðir størri inntøkur, enn sjálvur flutningsstuðulin hevði kostað.

Vinnunevndin hevur býtt seg í tríggjar minnilutar. Minnilutin (Bjarni Hammer, Henrik Old og Bjørt Samuelsen) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

Minnilutin (Johan Dahl, Beinir Johannesen og Jákup Mikkelsen) heldur, at áðrenn man hækkar stuðulin í lógini, so eigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum at seta seg saman við vinnuni, og saman við henni finna útav, hvørt hendan lógin skal víðkast, tillagast ella broytast. Minnilutin tekur tí ikki undir við málinum, og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

Minnilutin (Bjarni K. Petersen) sigur, at ein stuðulsskipan má lýsast og greinast væl, og greiða fáast á, hvørjar avleiðingarnar eru av skipanini, ikki bert fyri umrøddu vinnugrein, men samfelagsbúskapin sum heild. Minnilutin tekur tí ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

---

Tingmál nr. 126/2021 - Uppskot til samtyktar um Suðuroyartunnil. 

Sirið Stenberg, løgtingskvinna, hevur lagt uppskotið fram vegna Tjóðveldi.

Skotið verður upp, at løgtingið samtykkir at: “Løgtingið heitir á landsstýrið um at fyrireika og leggja fyri Løgtingið øll neyðug lógaruppskot um ein undirsjóvartunnil til Suðuroyar.”

Meirilutin (Christian Andreasen, Helgi Abrahamsen, Frimodt Joensen og Steffan Klein Poulsen) tekur undir við, at fyrireikandi arbeiðið av einum Suðuroyartunli heldur fram, men ásannar samstundis, at enn eru sera nógvir ósvaraðir spurningar í sambandi við verkætlanina. Tí heldur meirilutin ikki, at eitt lógaruppskot eigur at vera tað fyrsta, sum verður gjørt. Tí tekur meirilutin ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

Minnilutin (Sirið Stenberg, Ingilín D. Strøm og Hervør Pálsdóttir) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

---   

Skrivligir fyrispurningar:

Umrøða av fyrispurningi nr. 14/2021 - Umlætting og bygningar hjá Almannaverkinum.

Edva Jacobsen, løgtingskvinna, spyr Sólvit E. Nolsø.

Spurt verður millum annað um ætlanin er at skerja játtanina í ár til umlætting, hvør tørvur er á eykajáttan í ár, fyri framhaldandi at kunna veita umlætting, og spurt verður eisini um ætlanin er at minka játtanina til viðlíkahald av bygningum hjá Almannaverkinum?

---

Umrøða av fyrispurningi nr. 15/2021 - Sosialir bústaðir.

Rósa Samuelsen, løgtingskvinna, spyr Sólvit E. Nolsø.

Spurt verður millum annað, hvørjar ætlanir liggja fyri framman um at byggja bústaðir til serligar útsettar málbólkar og sosial byggjarí? Spurt verður eisini um bíðilistar til sosialar bústaðir, og um møgulig samstørv við kommunur um hetta.

Dagsskráin, mikudagur, 04. mai 2022, kl. 10:00:

3. viðgerðir:

Tingmál nr. 105/2021 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tænastumenn.

Uni Rasmussen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Endamálið við uppskotinum er at hækka fráfaringaraldurin hjá tænastumonnum úr 70 uppí 72 ár, soleiðis at tey sum ynskja tað, fáa møguleika at vera longri á arbeiðsmarknaðinum. Harumframt verða eisini aðrar broytingar gjørdar.

Millum hinar broytingarnar er, at tað ikki longur skal verða møguligt hjá umsøkjarum og felagum at fáa upplýst navnið á teimum, sum hava søkt eitt tænastumannastarv. Slíkar starvssetanir kunnu hereftir verða viðgjørdar í trúnaði eins og aðrar almennar starvssetanir. Eisini skulu prestar – eins og aðrir tænastumenn – vera umfataðir av skipanini við royndarsetan áðrenn teir verða settir í fast starv.

Við 2. viðgerð bleiv eitt broytingaruppskot frá meirilutanum í fíggjarnevnini samtykt við 22 atkvøðum fyri og ongari ímóti. Sjálvt uppskotið bleiv samtykt við 11 atkvøðum fyri og 10 ímóti.

---  

Tingmál nr. 106/2021 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tænastumannaeftirlønir (Aldurin, tá ið tænastumaður kann fara úr starvi við eftirløn hækkar úr 60 ár upp í 62 ár, møguleiki fyri seniorsetan, fyribilssetan í hægri starv kann telja við í eftirlønini og dagføring av viðbót í sambandi við at fólkapensjónsaldurin hækkar næstu árini)

Uni Rasmussen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Endamálið við uppskotinum er at gera tillagingar í lógini um tænastumannaeftirlønir í sambandi við, at lógin um tænastumenn verður broytt. Landsstýrið metir tað vera natúrligt, at aldursmarkið fyri at fara frá við eftirløn, sum í dag er 60 ár, hækkar til 62 ár, so tað fylgir broytingini við, at fráfaringaraldurin hækkar upp í 72 ár. Hetta skal tó bert vera galdandi fyri tænastumenn, sum verða settir í starv eftir, at henda lógin er sett í gildi.

Við 2. viðgerð varð uppskotið samtykt við 10 atkvøðum fyri, 9 ímóti og einari blankari.

---  

Tingmál nr. 87/2021 - Uppskot til løgtingslóg um at umvæla og umbyggja gomlu læknahúsini, tað gula húsið, til fyrisitingarbygning o.a. hjá Klaksvíkar sjúkrahúsi.

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at landsstýrismanninum verður heimilað at gera avtalur um at umvæla og umbyggja gomlu læknahúsini, tað gula húsið, til fyrisitingarbygning o.a. hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Útreiðslurnar kunnu í mesta lagi vera 16 mió. krónur.

Við 2. viðgerð varð uppskotið samtykt við 18 atkvøðum fyri og tveimum ímóti.

---   

Tingmál nr. 139/2021 - Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um grannskoðan av landsroknskapinum v.m. (Beinleiðis atgongd til elektroniskar upplýsingar í telduskipanum).

Formansskapurin í løgtinginum hevur lagt uppskotið fram.

Við 2. viðgerð varð uppskotið einmælt samtykt við 31 atkvøðum fyri.

---   

2. viðgerðir:

Tingmál nr. 84/2021 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan (Áseting um KT-skipanir, KT-útgerð, netsamband og dátutrygd).

Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram. 

Krøvini til KT-trygd og verju av persónsupplýsingum eru seinastu árini vorðin alsamt  meir umfatandi. Útreiðslur til KT-trygd eru í dag vorðnar ein fastur og natúrligur partur av rakstrarútreiðslunum hjá stovnum og fyritøkum. Í tí sambandi hevur landsstýrismaðurin við fíggjarmálum gjørt eitt rundskriv um KT-trygd. Allir stovnsleiðarar – m.a. skúlaleiðarar, skulu fylgja rundskrivinum. Men skúlaleiðarin er eisini avmarkaður av tí fígging, ið kommunan játtar til rakstur av skúlanum, og hóast skúlaleiðarin er bundin av rundskrivinum hjá landsstýrismanninum, so er kommunan ikki bundin at fylgja tí.

Skúlaleiðarin kann tí koma í eina støðu, har landsstýrismaðurin áleggur honum at fylgja ásetingunum í  rundskrivinum, hóast hann ikki fær neyðugu fíggingina frá kommununi til at halda ásetingarnar.

Endamálið við uppskotinum er, at gera verandi reglur greiðari, so tað ikki verður ein spurningur um tulking av “rakstrarútreiðslum”, um hvør einstakur skúli fíggjarliga hevur møguleika at røkja sínar skyldur innan KT-trygd og verju av persónsupplýsingum.

Ein samd mentanarnevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

---

Tingmál nr. 93/2021 - Uppskot til løgtingslóg um at taka festið Heygsgarð úr festiskipanini.

Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Uppskotið hevur til endamáls at taka Heygsgarð í Kollafirði (festið sum er knýtt at Búnaðarstovuni) úr festiskipanini og samstundis áseta, at peningurin sum stendur á festikontuni hjá Heygsgarði, saman við framtíðar inntøkum, verður markað til ábøtur á bygningar og lendi hjá Búnaðarstovuni.

Tó at Heygsgarður í útivið 40 ár ikki hevur virkað sum eitt vanligt festi, er Heygsgarður kortini ongantíð formliga tikin burturúr festiskipanini, og tað kann, sambært landsstýrismanninum, í summum førum elva til ógreiðu. Ætlanin er tí at broyta hetta.

Landsverk hevur ábyrgd av at viðlíkahalda fyrisitingarbygningin, og ætlanin er, at tað skal halda fram. Pengarnir av festikontuni til hetta arbeiði skulu tó bara kunna brúkast við loyvi frá landsstýrismanninum.

Ein samd vinnunevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

---  

Tingmál nr. 131/2021 - Uppskot til samtyktar um játtanarkarmar á løgtingsfíggjarlógini fyri 2023.  

Uni Rasmussen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Uppskotið vísir, at landskassin fer at hava hall á 92,5 mió. krónur í 2023.

Meirilutin í fíggjarnevndini (Erhard Joensen, Jákup Mikkelsen, Bill Justinussen og Kristin  Michelsen)tekur undir við uppskotinum. Minnilutin (Aksel V. Johannesen, Páll á Reynatúgvu og Ruth Vang) tekur ikki undir við málinum.

---

Tingmál nr. 132/2021 - Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2022-3

Uni Rasmussen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Biðið verður millum annað um 51,4 mió. krónur til at gera H-bygningin á Landssjúkrahúsinum lidnan, 7,9 mió. krónur til útreiðslur orsaka av korona og 16,4 mió. krónur til hækkandi oljuprísir.

Til Almannamál verður millum annað biðið um at játtanin til trivnaðartænastur verður hækkað við 13,78 mió. krónum.

Meirilutin í fíggjarnevndini (Erhard Joensen, Jákup Mikkelsen, Bill Justinussen, Kristin Michelsen og Aksel V. Johannesen) skjýtur upp at gera nakrar broytingar. Millum annað verður skotið upp at hækka eykajáttanina til Strandferðsluna við 5 mió. krónum, soleiðis at sleppast kann undan at hækka farmaprísirnar á suðuroyarleiðini. Eisini verður skotið upp at hækka eykajáttanina til útbygging av Landssjúkrahúsinum við 25,6 mió. krónur í sambandi við nýtt uppskot til verklagslóg, og skotið verður eisini upp at hækka eykajáttanin til trivnaðartænastur við 3 mió. krónum, so sleppast kann undan sparingum.

Minnilutin (Ruth Vang) tekur undir við broytingaruppskotinum hjá meirilutanum, men kann tó ikki taka undir við at hækka rakstrarjáttanina hjá Strandferðsluni.

Minnilutin (Páll á Reynatúgvu) tekur støðu í tingsalinum.

---  

Tingmál nr. 136/2021 - Uppskot til løgtingslóg um avmarkandi tiltøk í sambandi við atgerðir móti Ukraina.  

Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Eftir innrásina í Ukraina, hava ES og onnur lond sum aftursvar sett í verk tiltøk móti Russlandi, Hvítarusslandi og ikki-stjórnarstýrdu ukrainsku økjunum Donetsk og Luhansk. Endamálið við hesum er at leggja trýst á Russland og Hvítarussland, fyri at steðga atgerðunum. Í Føroyum er eingin lóggáva á økinum sum heimilar, at Føroyar seta líknandi tiltøk í verk.

Endamálið við uppskotinum er at fáa heimild til vega at seta tiltøk í verk í Føroyum á yvirtiknum málsøkjum, á sama hátt sum ES og onnur samsint lond hava gjørt eftir innrásina í Ukraina.

Meirilutin í fíggjarnevndini (Bill Justinussen, Jacob Vestergaard, Frimodt Rasmussen, Jaspur Langgaard og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur) skjýtur upp at broyta uppskotið soleiðis, at tiltøk sum kunnu ávirka fiskivinnuavtalur við onnur lond, ella sum avmarka útflutning av fiskavørum og matvørum kunna ikki setast í verk uttan við heimild í serstakari løgtingslóg. Við tí broytingini tekur meirilutin undir við málinum og mælir løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

Minnilutin (Aksel V. Johannesen og Høgni Hoydal) hevur egnar viðmerkingar, men tekur eisini undir við málinum  og mælir løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

---

Tingmál nr. 138/2021 - Uppskot til løgtingslóg um at innrætta víðkaða partin av kjallaranum í H-bygninginum á Landssjúkrahúsinum til parkering, goymslu og reingerð, umframt til goymslutorn og vegleiðing í H-bygninginum.

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at landsstýrismaðurin skal hava heimild til at brúka upp til 67 mió. krónur til at innrætta víðkaða partin av kjallaranum í H-bygninginum á Landssjúkrahúsinum til parkering, goymslu og reingerð, umframt til goymslutorn og vegleiðing.

Ein samd fíggjarnevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

---   

Tingmál nr. 109/2021 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatting av vinningi frá sølu av veiðirættindum (Nágreining av uppgerðini fyri skatting av vinningi frá sølu av veiðirættindum).

Uni Rasmussen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Høvuðsendamálið við uppskotinum er at gera lógina minni forðandi fyri eina dynamiska fiskivinnu, og at gera ávísar nágreiningar.

Uppskotið skal gera tað møguligt hjá feløgum, ið hava veiðirættindi, men einki skip, undir ávísum treytum at avhenda hesi rættindi til feløg, ið eiga skip, uttan at serskattur skal gjaldast av hesi orsøk. Uppskotið ger tað eisini møguligt at leggja feløg við veiðirættindum saman, uttan at serskattur skal gjaldastav hesi orsøk. Eisini ger uppskotið tað møguligt at býta um veiðirættindi, uttan at serskattur skal gjaldast av hesi orsøk, og uppskotið nágreinar eisini ymiskar ásetingar.

Meirilutin í fíggjarnevndini (Erhard Joensen, Jákup Mikkelsen, Bill Justinussen og Kristin Michelsen) hevur eitt broytingaruppskot, men tekur annars undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

Minnilutin (Aksel V. Johannesen, Páll á Reynatúgvu og Ruth Vang) tekur ikki undir við málinum og mælir  Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

---

Tingmál nr. 79/2021 - Uppskot til samtyktar um kemikaliulóg (evnindalóg).

Ingilín D. Strøm, løgtingskvinna, hevur lagt uppskotið fram.

Talan er um eitt uppskot til samtyktar um at heita á landsstýrið um at gera eitt lógaruppskot um eina kemikaliulóg. Endamálið er at forða fyri, at evni ið hava neilig árin á lendi, sjógv og djóralív, enda úti í náttúruni. Talan er um evni ið fólk nýta í gerandisdegnum, so sum ávís sløg av matpakkapappíri, pakkitilfari og kosmetiskar vørur.

Meirilutin í rættarnevndini (Christian Andreasen, Helgi Abrahamsen, Frimodt Rasmussen og Steffan Klein Poulsen) vísir á, at landsstýrismaðurin við umhvørvis- og vinnumálum hevur longu heimild í umhvørvisverndarlógini at seta umrøddu reglur í gildi. Tí tekur meirilutin ikki undir við málinum og mælir løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

Minnlutin (Sirið Stenberg, Ingilín D. Strøm og Hervør Pálsdóttir) tekur undir við málinum og mælir løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

---    

Tingmál nr. 115/2021 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg innflutning og sølu av rúsdrekka.

Framsókn hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at matvøruhandlar og matstovur skulu kunna innflyta og selja øl og vín.

Ein minniluti í vinnunevndini (Bjarni Hammer, Henrik Old og Bjørt Samuelsen) tekur ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið. Ein annar minniluti (Johan Dahl, Beinir Johannesen og Jákup Mikkelsen) tekur heldur ikki undir við málinum og mølir løgtinginum frá at samtykkja uppskotið. Triði minnilutin, (Bjarni K. Petersen) heldur, at uppskotið er ein neyðug og týðandi nútímansgerð av verandi rúsdrekkalóg. Tí tekur hann undir við málinum og mælir løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

---  

Tingmál nr. 116/2021 - Uppskot til samtyktar um virkisætlan fyri skipaða endurnýtslu og ringbúskap.

Bjørt Samuelsen og Hervør Pálsdóttir, løgtingskvinnur, hava lagt uppskotið fram vegna Tjóðveldi.

Skotið verður upp at heita á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið eina virkisætlan um at skipa endurnýtslu og ringbúskap í Føroyum, og at gera neyðug lógaruppskot í sambandi við tað.

Meirilutin í rættarnevndini (Christian Andreasen, Helgi Abrahamsen, Frimodt Rasmussen og Steffan Klein Poulsen) tekur ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið. Minnlutin (Sirið Stenberg, Ingilín D. Strøm og Hervør Pálsdóttir) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

---

Tingmál nr. 118/2021 - Uppskot til samtyktar um menning av føroyskari filmsvinnu.  

Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna, hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at løgtingið skal heita á landsstýrið um at leggja fyri løgtingið eitt lógaruppskot um eina menningarætlan fyri føroyska filmsvinnu.

Meirilutin í mentanarnevndini (Beinta Løwe Jacobsen, Djóni Nolsøe Joensen, Jóhannis Joensen og Bjarni Kárason Petersen) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.  

Minnilutin (Beinir Johannesen, Heðin Zachariasen og Edva Jacobsen) tekur ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

---  

Tingmál nr. 119/2021 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan (Barsilslógin) (Fleksfarloyvi yvir tvey ár, rætt í sambandi við præmatur- ella deyðfødd børn, rætt undir arbeiðs- ella lestrarørindum v.m.).

Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna, hevur lagt uppskotið fram vegna Tjóðveldi.

Skotið verður upp at gera eina smidligari barsilsskipan og innføra “Fleksbarsil”. Hetta merkir, at foreldrini nýtast ikki at taka alt farloyvi samanhangandi, men kunnu yvir eitt tíðarskeið uppá tvey ár, brúka rættin til lønt barsilsfarloyvi í 52 vikur. Eisini verður skotið upp at gera aðrar broytingar í lógini.   

Meirilutin í vinnunevndini (Bjarni Hammer, Bjørt Samuelsen, Bjarni K. Petersen og Henrik Old) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið. Minnilutin (Johan Dahl, Beinir Johannesen og Jákup Mikkelsen) tekur ikki undir við málinum, og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

---

Tingmál nr. 122/2021 - Uppskot til samtyktar um miðvísar íløgur og átøk til at menna føroyska málið í 21. øld.

Høgni Hoydal, løgtingsmaður, hevur lagt uppskotið fram vegna Tjóðveldi.

Skotið verður upp, at løgtingið skal heita á landsstýrið um saman við serkønum fólki at gera eina skipaða ætlan fyri at menna føroyska málið á øllum mótum og grundað á hesa ætlan at leggja fram lógaruppskot og neyðuga fígging til m.a. at fremja nøkur átøk – millum annað hesi:

At føroyskt kann veljast sum brúkara mál á øllum týdningarmestu talgildu samskiftismiðlunum og -tøknini innan 2027.

At Kringvarp Føroya sendir alt sjónvarps- og talgilt tilfar á føroyskum ella við føroyskaðum grundarlag innan 2027.

A talt undirvísingartilfar í fólkaskúla og á miðnámi í seinasta lagi í 2030 er dygdargott og tíðarhóskandi føroyskt tilfar.

Meirilutin í mentanarnevndini (Beinta Løwe Jacobsen, Djóni Nolsøe Joensen, Jóhannis Joensen og Bjarni Kárason Petersen) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

Minnilutin (Beinir Johannesen, Heðin Zachariasenog Edva Jacobsen) tekur ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

---

Tingmál nr. 124/2021 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan (Javning av hámarksupphædd).

Framsókn hevur lagt uppskotið fram.

Víst verður á, at í barsilsskipanini er ein hámarksupphædd á 25.000 krónur, sum er tað mesta, ið fólk kunnu fáa úr skipanini um mánaðin, umframt pensjónsgjald. Hámarksupphæddin hevur verið óbroytt síðani 2004. Tá var miðalinntøkan hjá føroyskum kvinnum á leið kr. 14.000 um mánaðin, og hjá monnum kr. 26.500. Tilsvarandi tølini í dag eru áleið kr 26.500 og góðar kr. 38.000. Tað vil siga, at inntøkumissurin í dag er munandi størri, enn hann var, tá útgjaldsmarkið varð ásett fyri 18 árum síðani.

Skotið verður tí upp, at hámarksupphæddin á hvørjum ári í minsta lagi verður javnað við eini upphædd, sum svarar til leistin í lógini um javningarprosent til almannaveitingar.

Ein minniluti í vinnunevndini (Johan Dahl, Beinir Johannesen og Jákup Mikkelsen) mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið. Ein annar minniluti (Bjarni Hammer og Henrik Old) mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið. Ein triði minniluti (Bjørt Samuelsen) mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið. Ein fjórði minniluti (Bjarni K. Petersen) mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

Tingfundur tann 3. mai 2022, kl. 13:30:

2. viðgerðir:

Tingmál nr. 85/2021 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eftirskúlar (Broytingar um krav til samlað næmingatal, freist at boða frá næmingatali og at rokna rakstrarstuðul).

Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Í galdandi lóggávu skal ein eftirskúli skjalprógva, at í minsta lagi 16 næmingar eru innskrivaðir áðrenn 1. september árið undan byrjanarárinum. Royndirnar vísa, at tað er sera trupult at hava so høgt næmingatal longu 1. september árið fyri. Hetta kravið verður tí slept.  

Í uppskotinum verður eisini nágreinað, at tað ikki er eitt krav, at ein eftirskúli skal hava øll floksstigini frá 8. -10. flokk.

Meirilutin í mentanarnevndini (Beinir Johannesen, Heðin Zachariasen, Edva Jacobsen, Djóni Nolsøe Joensen, Jóhannis Joensen og Bjarni Kárason Petersen) tekur undir við málinum, meðan minnilutin (Beinta Løwe Jacobsen) tekur støðu í tingsalinum.

---   

Tingmál nr. 73/2021 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Húsalánsgrunn (Heimild at stovna almannagagnlig bústaðafeløg).

Javnaðarflokkurin hevur lagt uppskotið fram.

Uppskotið snýr seg um at veita Húsalánsgrunninum (Bústøðum) heimild til at stovna almannagagnlig bústaðafeløg saman við kommununum. Endamálið við slíkum feløgum skal vera, at eingin skal forvinna pening av húsaleiguni. Leigan skal røkka til kostnaðin av íløguni, raksturin, viðlíkahald o.s.fr. Felagið skal ikki hava avlop á roknskapinum. Á henda hátt skal tryggjast eitt lágt leigugjald.

Meirilutin í trivnaðarnevndini (Jørgen Niclasen, Jacob Vestergaard, Rósa Samuelsen og Edva Jacobsen) sigurt, at um tað sum stendur í uppskotinum verður framt, so merkir tað, at fólk, sum hava sett seg í stóra skuld, tí tey hava sett føtur undir egið borð, nú eisini gjøgnum kommunuskattin skulu rinda fyri hini. Tað er ikki rímiligt. Eisini er uppskotið kappingaravlagandi, tí kommunur skulu bert kunna stuðla almenna bústaðarfelagnum. Hetta ger, at peningastovnar ikki vilja fíggja privata bygging av leigubústøðum.

Minnilutin (Sirið Stenberg, Hervør Pálsdóttir og Eyðgunn Samuelsen) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

---    

Tingmál nr. 139/2021 - Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um grannskoðan av landsroknskapinum v.m. (Beinleiðis atgongd til elektroniskar upplýsingar í telduskipanum).

Formansskapurin í løgtinginum hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp at gera eina broyting í lógini um grannskoðan av landsroknskapinum, soleiðis at grannskoðarin kann útvega sær skjalprógv fyri grannskoðanini við beinleiðis atgongd til tær skipanir, sum tann grannskoðaði nýtir í sínum virksemi.

(Uppskotið fór beinleiðis til 2. viðgerð og fekk tí onga nevndarviðgerð).

---   

1. viðgerð:

Tingmál nr. 140/2021 - Uppskot til løgtingslóg um heimild at fíggja Koltursætlanina.  

Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at landsstýrismaðurin fær heimild til at nýta 9 mió. krónur til Koltursætlanina hjá Tjóðsavninum, treytað av, at Tjóðsavnið fær uttanhýsis fígging til restina av ætlanini. Øll ætlanin verður mett at kosta 65 mió. krónur. Tjóðsavnið hevur verið í samskifti við danskar grunnar um møguleikan fyri at fáa fígging til verkætlanina. Áhugi er hjá grunnunum fyri at fíggja ætlanina, men teir seta sum treyt, at eisini føroysk fígging er við.

Ætlanin er, at verkætlanin verður sett í gongd í 2023, og at landskassin rindar 3 mió. krónur árliga í árunum 2023 - 2025.

---  

Skrivligir fyrispurningar:

Umrøða av skrivligum spurningi nr. 13/2021 - Norðoyar bú- og heimatænasta.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinna hevur spurt Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismann.

Spurt verður, hvussu gongur við málinum, har Norðoya Bú- og Heimatænasta hevur bjóðað Klaksvíkar Sjúkrahúsi hølini hjá Norðoya Røktarheimi at brúka til depil til rehabilitering.

---  

Umrøða av skrivligum spurningi nr. 12/2021 - Virksemið hjá politinum í Føroyum.

Djóni Nolsø Joensen, løgtingsmaður, spyr Lene Moyell Johansen, ríkisumboð.

Spurt verður um skipan av politiarbeiðinum í Føroyum. Millum annað verður spurt, um politiøkisráðið formliga tilnevnt, Hvørji fyribyrgjandi átøk ger politiið í lokaløkjum kring landið, eru ætlanir um at seta meira inn lokalt, tá tað snýr seg um rúsevnakriminalitet og er ætlanin at lata politistøðir upp aftur í lokalumhvørvinum?

Dagsskráin, fríggjadagur, 29. apríl 2022, kl. 11:00:

3. viðgerðir:

Tingmál nr. 63/2021 - Uppskot til løgtingslóg um barnaváttanir (Barnaváttanarlógin).

Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Breið politisk semja hevur leingi verið um at gera eina lóg, har tað í sambandi við ávís størv og uppgávur verður sett sum treyt at útvega eina sonevnda barnaváttan.

Ein barnaváttan er eitt serligt slag av revsiváttan, ið er avmarkað til upplýsingar um ávís lógarbrot.

Endamálið við uppskotinum er at verja børn móti kynsligum ágangi. Hetta verður gjørt við at landsstovnar,  kommunalir  stovnar  og  privatir  løgfrøðiligir  persónar so sum felagsskapir skulu útvega eina barnaváttan,  áðrenn persónur umvegis starvið ella uppgávuna kemur í beinleiðis og regluligt samband við børn undir 15 ár.

Ein samd trivnaðarnevnd skeyt upp at gera nakrar broytingar í uppskotinum, og tók annars undir við uppskotinum. Broytingarnar snúgva seg millum annað um, at arbeiðsgevarar skulu gera ítøkiligar metingar, um ein persónur er skikkaður til at røkja eitt starv ella eina uppgávu, um barnaváttanin hjá viðkomandi vísir á revsiverd viðurskifti.

Við 2. viðgerð varð uppskotið einmælt samtykt við 18 atkvøðum fyri.

--- 

Tingmál nr. 83/2021 - Uppskot til løgtingslóg um triðja byggistig í umbygging og útbygging av miðnámsskúlanum á Kambsdali.

Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp at geva landsstýrismanninum heimild til at skipa fyri, at miðnámsskúlin á Kambsdali verður umbygdur og útbygdur. Byggiútreiðslurnar kunnu í mesta lagi verða 71 mió. krónur.

Ein samd fíggjarnevnd tók undir við málinum og mælti Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

Við 2. viðgerð varð uppskotið einmælt samtykt við 20 atkvøðum fyri.

---  

Tingmál nr. 86/2021 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um frískúlar (Stuðul fyri leigukostnað, áseta reglur um ferðastuðul og broyta tíðarfreist fyri at fráboða næmingatal).

Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Endamálið við uppskotinum er, at frískúlar í størri mun koma at virka undir somu fortreytum sum  almenni  fólkaskúlin, og at børn í frískúlum fáa stuðul til at ferðast í og úr skúla. Harumframt  verður gjørd broyting í freistini fyri at boða myndugleikanum frá nøktandi næmingatali, tá ein frískúli skal setast á stovn.

Ein samd trivnaðarnevnd skeyt upp at strika eina áseting í uppskotinum. Landsstýrismaðurin skeyt upp at frískúlar, ið halda til í leigaðum hølum skulu fáa 85% av leigukostnaðinum í stuðli frá kommununum, ið hava næmingar í skúlanum. Hetta vildi trivnaðarnevndin hava burtur úr uppskotinum. Annars tók ein samd nevnd undir við uppskotinum.

Við 2. viðgerð varð uppskotið einmælt samtykt við 22 atkvøðum fyri.

---   

Tingmál nr. 100/2021 - Uppskot til løgtingslóg um at byggja sambýli til fólk við menningartarni og fjølbreki.

Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp at geva landsstýrismanninum heimild til at fara undir at byggja nýtt sambýli til fólk við menningartarni og fjølbreki fyri í mesta lagi 54 mió. kr.

Ein samd fíggjarnevnd tók undir við málinum og mælti Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

Við 2. viðgerð varð uppskotið einmælt samtykt við 21 atkvøðum fyri.

--- 

2. viðgerðir:

Tingmál nr. 81/2021 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í lovbekendtgørelse om straffeloven (Revsilógin) (Samtykkigrundað neyðtøka, herðing av revsing fyri neyðtøku og fyri samlegu við barn undir 15 ár, tá ið gerningsmaðurin hevur gjørt sær dælt av síni kropsligu ella sálarligu yvirvág, herðing av revsing fyri blúnisbrot og forboð til dømd fyri ávís kynslig brotsverk).

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, hevur lagt uppskotið fram.

Endamálið við uppskotinum er at dagføra revsilógina viðvíkjandi kynsligum brotsverkum, soleiðis at herðingarnar og broytingarnar á hesum øki, sum eru gjørdar í Danmark seinastu árini, eisini verða settar inn í føroysku revsilógina.

Ein av broytingunum er, at § 216 stk. 1 verður orðað soleiðis: “Fyri neyðtøku verður tann revsaður við fongsli í upp til 8 ár, sum hevur samlegu við persón, ið ikki samtykkir í tí. Samtykkið skal vera komið til sjóndar við orðum ella gerðum ella síggjast í tí ítøkiligu støðuni og høpinum.”

Ein samd rættarnevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið. 

---  

Tingmál nr. 94/2021 - Uppskot til løgtingslóg um mát og vekt.

Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Málsøkið mát og vekt varð yvirtikið tann 29. juli 2008. Mát og vekt snýr seg um, at øll søla, har prísurin er ásettur í krónum fyri liturin, kilo o.s.fr., skal fara fram undir røttum fyritreytum við góðkendum mátitólum. Brúkarin skal kunna kenna seg tryggan við, at hann fær ta nøgdina av vøruni, sum hann rindar fyri.

Við yvirtøkuni í 2008 tóku føroyskir myndugleikar yvir lóggávuvaldið og útinnandi valdið á málsøkinum. Ætlanin var í sambandi við yvirtøkuna, at málsøkið skuldi skipast við eini føroyskari lóg, men hetta er enn ikki gjørt.

Endamálið við uppskotinum er at skipa málsøkið mát og vekt við einari tíðarhóskandi føroyskari heimildarlóg, ið greitt ásetur heimildirnar hjá landsstýrinum og hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, sum hevur dagligu fyrisitingina av málinum. Uppskotið ger ikki innihaldsligar ella bygnaðarligar broytingar í, hvussu málsøkið verður fyrisitið, men ger lógarverkið greiðari og meira framtíðartryggjað fyri myndugleikarnar, borgarar og vinnu.

Ein samd vinnunevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

---  

Tingmál nr. 121/2021 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (At taka loftrúm og flogferðslu undir føroyskt ræði).

Høgni Hoydal, løgtingsmaður, hevur lagt uppskotið fram vegna Tjóðveldi.

Skotið verður upp, at málsøkið flogferðsla verður yvirtikið. 

Meirilutin í uttanlandsnevndini (Bill Justinussen, Frimodt Rasmussen, Jaspur Langgaard, Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur) tekur ikki undir við uppskotinum og mælir løgtinginum frá at samtykkja uppskotið. Minnilutin (Høgni Hoydal og Aksel V. Johannesen) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

---   

Tingmál nr. 129/2021 - Uppskot til samtyktar um at leggja grundleggjandi avgerðina um loftrúmsradara fyri Løgtingið til avgerðar.

Høgni Hoydal, Aksel V. Johannesen og Ruth Vang hava lagt uppskotið fram vegna Tjóðveldi, Javnaðarflokkin og Framsókn.

Skotið verður upp, at løgtingið skal staðfesta, at grundleggjandi spurningurin um at seta upp útgerð sum loftrúmsradara í Føroyum, skal gerast av við demokratiskari avgerð í Løgtinginum. Løgtingið skal tí heita á landsstýrið um at leggja uppskot fyri løgtingið um hetta, áðrenn nøkur avtala ella avgerð verður framd hesum viðvíkjandi.

Meirilutin í uttanlandsnevndini (Bill Justinussen, Jacob Vestergaard, Frimodt Rasmussen, Jaspur Langgaard og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur) tekur ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið. Minnilutin (Høgni Hoydal og Aksel V. Johannesen) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

Tingfundur mikudagin, 27. apríl 2022, kl. 13:30:

2. viðgerðir:

Tingmál nr. 114/2021 - Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2022-2

Bjarni Hammer, løgtingsmaður, hevur lagt uppskotið fram.

Hetta uppskotið hongur saman við tingmáli nr. 104 (um stuðul til menning av fiskivinnu á landi). Skotið verður upp at játta 7,5 mió. krónur til stuðul til fiskavirki, ið innflyta feskan og frystan fisk til virkingar í Føroyum.

Meirilutin í fíggjarnevndini (Erhard Joensen, Jákup Mikkelsen, Bill Justinussen, Kristin Michelsen og Ruth Vang) tekur ikki undir við málinum, og mælir løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

Minnilutin (Aksel V. Johannesen og Páll á Reynatúgvu) tekur undir við málinum og mælir løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

---

Tingmál nr. 86/2021 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um frískúlar (Stuðul fyri leigukostnað, áseta reglur um ferðastuðul og broyta tíðarfreist fyri at fráboða næmingatal).

Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Endamálið við uppskotinum er, at frískúlar í størri mun koma at virka undir somu fortreytum sum almenni  fólkaskúlin, og at børn í frískúlum fáa stuðul til at ferðast í og úr skúla. Harumframt verður gjørd broyting í freistini fyri at boða myndugleikanum frá nøktandi næmingatali, tá ein frískúli skal setast á stovn.

Ein samd trivnaðarnevnd skjýtur upp at strika eina áseting í uppskotinum. Landsstýrismaðurin skeyt upp at frískúlar, ið halda til í leigaðum hølum skulu fáa 85% av leigukostnaðinum í stuðli frá kommununum, ið hava næmingar í skúlanum. Hetta vil trivnaðarnevndin hava burtur úr uppskotinum. Annars tekur ein samd nevnd undir við uppskotinum.

---  

Tingmál nr. 63/2021 - Uppskot til løgtingslóg um barnaváttanir (Barnaváttanarlógin).

Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Breið politisk semja hevur leingi verið um at gera eina lóg, har tað í sambandi við ávís størv og uppgávur verður sett sum treyt at útvega eina sonevnda barnaváttan.

Ein barnaváttan er eitt serligt slag av revsiváttan, ið er avmarkað til upplýsingar um ávís lógarbrot.

Endamálið við uppskotinum er at verja børn móti kynsligum ágangi. Hetta verður gjørt við at landsstovnar,  kommunalir  stovnar  og  privatir  løgfrøðiligir  persónar so sum felagsskapir skulu útvega eina barnaváttan,  áðrenn persónur umvegis starvið ella uppgávuna kemur í beinleiðis og regluligt samband við børn undir 15 ár.

Ein samd trivnaðarnevnd skjýtur upp at gera nakrar broytingar í uppskotinum, og tekur annars undir við uppskotinum. Broytingarnar snúgva seg millum annað um, at arbeiðsgevarar skulu gera ítøkiligar metingar, um ein persónur er skikkaður til at røkja eitt starv ella eina uppgávu, um barnaváttanin hjá viðkomandi vísir á revsiverd viðurskifti.

---  

Tingmál nr. 83/2021 - Uppskot til løgtingslóg um triðja byggistig í umbygging og útbygging av miðnámsskúlanum á Kambsdali.

Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp at geva landsstýrismanninum heimild til at skipa fyri, at miðnámsskúlin á Kambsdali verður umbygdur og útbygdur. Byggiútreiðslurnar kunnu í mesta lagi verða 71 mió. krónur.

Ein samd fíggjarnevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

---  

Tingmál nr. 100/2021 - Uppskot til løgtingslóg um at byggja sambýli til fólk við menningartarni og fjølbreki.

Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp at geva landsstýrismanninum heimild til at fara undir at byggja nýtt sambýli til fólk við menningartarni og fjølbreki fyri í mesta lagi 54 mió. kr.

Ein samd fíggjarnevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

týsdagur, 26. apríl 2022, kl. 13:00:

3. viðgerðir:

Tingmál nr. 48/2021 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um talgildan samleika (Aldursmarkið fyri at fáa talgildan samleika verður sett niður til 13 ár og áseting um gjald fyri geyma verður nágreinað).

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Uppskotið hevur tvey endamál. Tað fyrra er at lækka aldursmarkið fyri at fáa talgildan samleika. Markið er nú 15 ár, og skotið verður upp at lækka tað niður í 13 ár. Fleiri partar hava víst á, at tørvur er á at lækka aldursmarkið. Millum annað hava bankarnir víst á, at børn kunnu byrja at arbeiða og fáa løn, tá tey eru 13 ár og tá er tað ein fyrimunur, at tey hava talgilda samleikan. Eisini í sambandi við koronupass verður hildið, at tað er rætt at lækka aldursmarkið.

Hitt endamálið við uppskotinum er at áseta eitt gjald fyri ein “lyklabera” til talgilda samleikan. Teir borgarar, sum ikki hava eina snildfon ella i-pad mugu brúka ein serligan geyma, fyri at rita inn á samleikan. Hesin geymin hevur verið latin ókeypis. Nú er ætlanin, at tey sum fáa ein slíkan geyma skulu rinda fyri hann. Talan er um eina eingangs upphædd, sum ikki verður hægri enn tað sum geymin veruliga kostar.

Ein samd fíggjarnevndin skeyt upp at strika ásetingina um at lækka aldursmarkið fyri talgildan samleika niður í 13 ár.

Við 2. viðgerð var uppskotið við broytingaruppskoti frá fíggjarnevndini einmælt samtykt.

---

Tingmál nr. 111/2021 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum (Broyta ásetingar um meting av upprunavirðinum og útvegan av skjalprógvi).

Uni Rasmussen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp at gera broytingar í lógini um skráseting av motorakførum, tá talan er um innflutning av brúktum akførum. Ósemja hevur verið um, hvussu nývirðið á einum brúktum akfari skal ásetast.

Í einum kærumáli í fjør álegði Skatta- og avgjaldskærunevndin Akstovuni at royna at útvega skjalprógv fyri upprunavirðið á akfarinum frá framleiðaranum í Týsklandi ella innflytaranum í Svøríki. Í einum øðrum bilmáli royndi Akstovan at spyrja innflytara í Svøríki og bilhandlara í Danmark um upprunavirðið á einum innfluttum brúktum bili. Svarið var, at tey tíverri ikki kundu hjálpa Akstovuni við hesum fyrispurningi.

Nú verður skotið upp, at um eigarin ikki sjálvur er førur fyri at útvega skjalprógv fyri nývirðið, skal Akstovan kunna útvega skjalprógvið úr sínum egnum skráum. 

Meirilutin í fíggjarnevndini (Erhard Joensen, Jákup Mikkelsen, Bill Justinussen, Kristin Michelsen, Páll á Reynatúgvu og Ruth Vang) tók undir við málinum, meðan minnilutin (Aksel V. Johannesen) tók støðu í tingsalinum.

Við 2. viðgerð fekk uppskotið 22 atkvøður fyri og 5 ímóti.

---

Tingmál nr. 112/2021 - Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2022.

Uni Rasmussen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp at økja útreiðslurnar hjá landskassanum við 8,8 mió. krónum (netto) afturat tí sum er játtað á  fíggjarlógini. Av hesum skulu 7 mió. krónur nýtast til eitt nýtt asfalt- og skervverk hjá Landsverki. Her verður roknað við, at inntøkurnar fara at vaksa við somu upphædd. 2,8 mió. krónur skulu nýtast til hjálparpakkar í sambandi við korona, og 8,8 mió. krónur verða játtaðar til sjúkrahúsverkið, harav ein partur fer til koronukanningar og ein til Midicoteknisk tól. 

Fíggjarnevndin skrivar í álitinum, at í sambandi við játtanina til stuðulsskipan til listafólk, hvørs tiltøk eru avlýst ella nógv avmarkað vegna almennu tilmælini um fyribyrging av COVID-19, hevur nevndin samskift við mentanarnevndina um málið. Stuðulsskipanin fevnir um tíðarskeiðið 9. desember 2021 til 31. januar 2022. Sambært listafólkunum vóru sera fá tiltøk yvirhøvur á heysti 2021 vegna koronu, og ikki bert í tíðarskeiðnum frá 9. desember 2021 til 31. januar 2022. Mentanarnevndin og Fíggjarnevndin eru blivnar samdar um at leingja stuðulstíðarskeiðið, so tað byrjar 1. september 2021 ístaðin fyri 9. desember 2021, og í tí sambandi at hækka játtanina til stuðul til listafólk úr 600 tús. kr. til 2,0  mió  kr.

Við 2. viðgerð varð uppskotið við broytingaruppskoti samtykt við 27 atkvøðum fyri og ongari ímóti.

---

Tingmál nr. 128/2021 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Føroya Realkreditstovn (Realin) (Dagføringar av endamáli, leiðslu, ogn, skuldarmørkum, útláni, striking av skuld, eftirlit o.a.).

Uni Rasmussen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Endamálið við uppskotinum er at gera neyðugar tillagingar og dagføringar, soleiðis at Realurin kann virka eftir somu treytum sum aðrir lánveitarar, ið reka líknandi virksemi. Tó verða hesar broytingar avmarkaðar, soleiðis at atlit verða tikin til endamálið við stovninum.

Við 2. viðgerð varð uppskotið einmælt samtykt við 27 atkvøðum fyri.

---  

Tingmál nr. 069/2021 - Uppskot til løgtingslóg um stuðul til listafólk, sum hava verið fyri fíggjarligum missi í tíðarskeiðinum 9. desember 2021 til 31. januar 2022 í sambandi við COVID-19.

Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp at veita listafólkum hjálp, ið hava mist pengar orsaka av COVID-19, almennu tilmælunum og avmarkaðu virkismøguleikunum. Skotið verður upp, at uppskotið umfatar fíggjarliga tapið í tíðarskeiðnum frá og við 9. desember 2021 til og við 31. januar 2022.

Ein samd mentanarnevnd skjýtur upp at broyta dagfestingina 9. desember 2021 til 1. september2021 (sí tingmál nr. 112/2021.

Við 2. viðgerð varð broytingaruppskotið einmælt samtykt við 28 atkvøðum fyri, og samlaða uppskotið varð einmælt samtykt við 27 atkvøðum fyri.

---

2. viðgerðir:

Tingmál nr. 91/2021 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjúkrahúsverkið (Limatalið í Sjúklingaráðnum verður lækkað úr 9 limum niður í 5 limir og ásett verður meira greitt, hvørjar uppgávur og skyldur Sjúklingaráðið hevur).

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at limatalið í Sjúklingaráðnum verður minkað úr 9 niður í 5 limir, og ásett verður meira  greitt, hvørjar uppgávur og ábyrgd eitt framtíðar sjúklingaráð skal hava innan Sjúkrahúsverkið.

Upprunaliga ætlanin við Sjúklingaráðnum var, at samskifti millum landsstýrismannin og tey ymisku  sjúklingafeløgini, í størst møguligan mun skuldi ganga ígjøgnum Sjúklingaráðið. Á henda hátt kundi Sjúklingaráðið viðgera tey ymisku málini og ráðgeva landsstýrismanninum.

Heilsumálaráðið gjørdi í 2020 eina eftirmeting av Sjúklingaráðnum. Sambært eftirmetingini, hevur Sjúklingaráðið einans fingið eina áheitan frá einum sjúklingafelagi síðan 2017. Hetta kann benda á, at sjúklingafeløgini í nógv størri mun enn ætlað venda sær beinleiðis til landsstýrismannin, og tískil fær Sjúklingaráðið ikki í sama mun sum ætlað hesi mál til viðgerðar, og veit tískil heldur ikki, hvat rørir seg á økinum.

Við hesum uppskotinum verður limatalið í Sjúklingaráðnum sett niður úr 9 til 5 limir. Eisini verða ásetingarnar  í  sjúkrahúslógini  viðvíkjandi Sjúklingaráðnum meira í samsvari við faktiska virksemið hjá Sjúklingaráðnum.

Ein samd trivnaðarnevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

---

Tingmál nr. 092/2021 - Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om ioniserende stråling og strålebeskyttelse (strålebeskyttelsesloven)

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Endamálið við uppskotinum er at dagføra lóggávuna um geislavernd, soleiðis at menniskju og umhvørvið verða vard móti skaðiligum árini av ioniserandi stráling í sambandi við nýtslu av mannagjørdum ella  natúrligum strálukeldum, ella í sambandi við stráling uttan mun til, um talan er um ætlaða stráling, verandi strálistøður ella stráling í sambandi við eina neyðstøðu.

Í Danmark varð nýggj geislaverndarlóg sett í gildi í 2018. Galdandi lógir í Føroyum eru frá ávíkavíst 1930 og 1953, og neyðugt er tí at dagføra lóggávuna á økinum. Lógarøkið um geislavernd er ikki yviritkið málsøki, og tí verður mælt til at seta donsku lógina um geislavernd í gildi fyri Føroyar.

Ein samd trivnaðarnevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

---   

Tingmál nr. 103/2021 - Uppskot til løgtingslóg um at endurnýggja asfaltverk og skervverk hjá Landsverki. 

Uni Rasmussen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp at geva landsstýrismanninum heimild til at brúka pengar (í mesta lagi 34,5 mió. krónur) til at endurnýggja verandi asfaltverk og skervverk hjá Landsverki.

Verandi asfaltverk og skervverk eru í ringum standi og kosta nógv í viðlíkahaldi. Tað kemur eisini fyri, at framleiðslan má steðga.

Landsverk hevur trý skervverk (í Hundsarabotni, á Hústoft, og í Porkeri), og tvey asfaltverk (á Sundi og í Hundsarabotni). Skervverkini verða niðurløgd, og eitt nýtt flytført skervverk verður útvegað, sum fer at framleiða á øllum trimum støðum partar av árinum. Asfaltverkið á Sundi verður endurnýggjað, meðan asfaltverkið í Hundsarabotni verður niðurlagt.

Ein samd fíggarnevnd tekur undir við málinum, men nevndarlimirnir hava ymiskar viðmerkingar:

Erhard Joensen, Jákup Mikkelsen, Bill Justinussen og Kristin Michelsen siga millum annað, at teir taka sum  givið, at áðrenn Tórshavnar kommuna endurnýggjar leigusáttmálan á Sundi, fer hon at tryggja sær, at  verkið lýkur allar settar umhvørvistreytir.

Aksel V. Johannesen, Páll á Reynatúgvu og Ruth Vang skriva í teirra áliti, at spurningurin um staðseting av asfaltverkinum á Sundi má greinast nærri.

---   

Tingmál nr. 110/2021 - Uppskot til løgtingslóg um fyrisiting av skatti, tolli og avgjaldi (Skattafyrisitingarlógin).

Uni Rasmussen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Endamálið við uppskotinum er at gera kærugongdina á skatta- og avgjaldsøkinum einfaldari. Farið verður frá at hava kommunalar skattakærunevndir, og ístaðin verður skotið upp, at kærur um skattaálíkning o.a. kunnu kærast beinleiðis til Føroya Kærustovn. Samstundis verður Toll- og Skattaráð Føroya tikið av og uppgávurnar verða lagdar til TAKS at umsita. Eisini verður skotið upp at gera aðrar tillagingar í lógini.

Ein samd fíggjarnevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

---   

Tingmál nr. 108/2021 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (Fólkaflutningur, ferðaleiðarar o.a.).

Uni Rasmussen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Endamálið við uppskotinum er at gera tiltrongdar nágreiningar, broytingar og dagføringar í meirvirðisgjaldslógini.

Nágreinað verður, hvør fólkaflutningur er avgjaldsfríur, eins og tað verður staðfest, at virksemi sum ferðaleiðari er avgjaldsfrítt. Eisini verður heitið “Toll- og Skattstova Føroya” broytt til “TAKS”.

Seinasta broytingin er ein tillaging í sambandi við, at heimildirnar hjá skatta- og avgjaldskærunevndini eru fluttar til Føroya Kærustovn.

Meirilutin í fíggjarnevndini (Erhard Joensen, Jákup Mikkelsen, Bill Justinussen, Kristin Michelsen og Ruth  Vang) tekur undir við uppskotinum. Minnilutin (Aksel V. Johannesen og Páll á Reynatúgvu) tekur ikki undir við uppskotinum.

---

Tingmál nr. 113/2021 - Uppskot til samtyktar um at dagføra løgtingslógina um starvsmenn. 

Aksel V. Johannesen, løgtingsmaður, hevur lagt uppskotið fram vegna Javnaðarflokkin.

Skotið verður upp, at løgtingið skal heita á landsstýrið um at leggja uppskot fyri løgtingið um eina dagførda og tíðarhóskandi lóg um starvsmenn (funktionerar).

Ein samd rættarnevnd skjýtur upp at gera eina lítla tillaging í uppskotinum, og við teirri broytingini verður mælt løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

---  

Tingmál nr. 77/2021 - Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om retshåndhævende myndigheders behandling af personoplysninger.

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, hevur lagt uppskotið fram.

Endamálið við uppskotinum er at seta eina betri, meira tíðarhóskandi dátuverndarlóggávu í gildi fyri sonevndu “rættarverjandi ríkismyndugleikarnar” í Føroyum. Hesi myndugleikarnir eru: Føroya Politi, Ákæruvaldið, Føroya Rættur, Kriminalforsorgin og Arktisk Kommando.

Við uppskotinum fáa føroyingar, ið eru skrásettir hjá hesum myndugleikunum somu rættindi sum persónar, ið eru skrásettir hjá rættarverjandi ríkismyndugleikum í Danmark. Yvirskipaða endamálið við uppskotinum er tí at betra um rættartrygdina hjá føroyingum.

Meirilutin í rættarnevndini (Christian Andreasen, Helgi Abrahamsen, Frimodt Rasmussen, Steffan Klein Poulsen og Ingilín D. Strøm) tekur undir við uppskotinum og mælir løgtinginum til at samtykkja tað. Minnilutin (Sirið Stenberg og Hervør Pálsdóttir) tekur ikki undir við uppskotinum og mælir løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

--- 

Tingmál nr. 52/2021 - Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri januar 2022.

Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður, hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp at játta 2 mió. krónur til at umvæla skaðar av brimi og áarføri í ávikavist Húsavík og Dali.

Meirilutin í fíggjarnevndini (Erhard Joensen, Bill Justinussen, Jákup Mikkelsen og Kristin Michelsen) sigur, at rættast er at gera eina yvirskipaða stuðulsskipan heldur enn at taka støði í einstøku hendingini. Tey heita tí á landsstýrismannin um at fáa gjørt eina slíka skipan, og mæla løgtinginum frá at samtykkja hetta uppskotið. Ein minniluti (Aksel V. Johannesen og Páll á Reynatúgvu) tekru undir við uppskotinum og ein annar minniluti (Ruth Vang) tekur støðu í tingsalinum. 

---  

Tingmál nr. 75/2021 - Uppskot til løgtingslóg um sjálvboðið føroyagjald.

Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður, hevur lagt uppskotið fram.

Hugsanin við uppskotinum er at avtaka blokkstuðulin og ístaðin lata løntakarar og fyritøkur rinda eitt sonevnt føroyagjald til landskassan. Gjaldið skal vera 2% av skattskyldugu inntøkuni hjá løntakarunum og 2% av skattskylduga avlopinum hjá fyritøkum. Gjaldið skal vera sjálvboðið, og blokkstuðulin skal minka so hvørt sum inntøkurnar frá føroyagjaldinum vaksa.

Meirilutin í fíggjarnevndini (Erhard Joensen, Bill Justinussen, Jákup Mikkelsen, Kristin Michelsen, Aksel V. Johannesen og Ruth Vang) tekur ikki undir við málinum. Minnilutin (Páll á Reynatúgvu) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginginum til at samtykkja uppsko

Dagsskráin, hósdagur, 21. apríl 2022, kl. 13:00:

Atkvøðugreiðslur:

Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning nr. 14/2021 - Umlætting og bygningar hjá Almannaverkinum.

Edva Jacobsen, løgtingskvinna, spyr Sólvit Nolsø, landsstýrismann.

---

Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning nr. 15/2021 - Sosialir bústaðir.

Rósa Samuelsen, løgtingskvinna, spyr Sólvit Nolsø, landsstýrismann.

---

Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning nr. 16/2021 - Eftirsleipið av vegakervinum.

Jóhannis Joensen, løgtingsmaður, spyr Una Rasmussen, landsstýrismann.

---

2. viðgerðir:

Tingmál nr. 59/2021 - Uppskot til samtyktar viðvíkjandi rættinum at arbeiða fulla tíð.

Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna, hevur lagt uppskotið fram.

Talan er um eitt uppskot til samtyktar, har skotið verður upp, at løgtingið skal heita á landsstýrið um at taka stig til, at almennir løntakarar fáa rætt og møguleika at arbeiða fulla tíð. Hetta skal gerast saman við viðkomandi pørtum (sum eru land og kommunur). Hesi skulu orða eina ætlan viðvíkjandi, hvørji átøk kunnu setast íverk, og grundað áhesa ætlan skal ein frágreiðing leggjast fyri Løgtingið.

Meirilutin í rættarnevndini (Christian Andreasen, Sámal Hanni Lognberg, Helgi Abrahamsen og Steffan Klein Poulsen) heldur ikki, at málið er nóg væl upplýst til endaliga støðutakan, tí tað framvegis er rættiliga ógreitt, hvør orsøkin er til, at so stórur partur av arbeiðsfjøldini arbeiðir niðursetta tíð. Millum annað tí tekur meirilutin ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið. Minnilutin (Ingilín D. Strøm, Sirið Stenberg og Hervør Pálsdóttir) tekur undir við uppskotinum og mælir løgtinginum til at samtykkja tað.

---  

Tingmál nr. 65/2021 - Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2022.

Beinta Løwe Jacobsen, løgtingskvinna, hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp at játta 500.000 krónur til at seta upp skýli ella bíðirúm til ferðafólk við ferjuleguna á Syðradali.

Meirilutin í fíggjarnevndini (Erhard Joensen, Jákup Mikkelsen, Bill Justinussen og Sámal Petur í Grund) tekur ikki undir við uppskotinum og mælir løgtinginum frá at samtykkja tað. Meirilutin vísir millum annað á, at Landsverk hevur upplýst fyri nevndini, at tað arbeiðir við eini loysn á Syðradali, sum inniheldur bíðirúm og vesi, og at hetta verður mett at kosta um 2 mió. krónur. Ein loysn til trupulleikan er sostatt longu partur av framtíðar raðfestingunum hjá Landsverki.

Minnilutin (Ruth Vang) tekur heldur ikki undir við uppskotinum og vísir á, at tað er Strandferðslan saman við avvarðandi kommunum sum eigur at tryggja, at nøktandi umstøður eru til ferðandi.

Minnilutin (Aksel V. Johannesen og Páll á Reynatúgvu) tekur undir við málinum, og mælir løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

---

Tingmál nr. 072/2021 - Uppskot til samtyktar um ásetingar fyri seksualupplýsing í fólkaskúlalógini.

Ingilín Didriksen Strøm, løgtingskvinna, hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at løgtingið skal heita á landsstýrið um at gera uppskot um neyðugar broytingar um seksualupplýsing í fólkaskúlalógini, soleiðis at undirvísingin gerst meira skipað og tryggjar nøktandi kunning og innlit í øll viðurskifti, ið viðvíkja seksualundirvísing.

Meirilutin í mentanarnevndini (Beinta Løwe Jacobsen, Jóhannis Joensen, Bjarni Kárason Petersen og Djóni Nolsøe Joensen) tekur undir við uppskotinum.

Minnilutin (Beinir Johannesen, Edva Jacobsen og Heðin Zachariasen) sigur, at at tað eru grundleggjandi viðurskifti, sum mugu fáast upp á pláss. Eitt nú er sera ógreitt, hvat pláss seksualundirvísing skal hava í útbúgvingini. Ein bólkur er í gongd við at eftirmeta fólkaskúlalógina, og í hesum sambandi skal man eisini hyggja upp á innihald og undirvísing. Meirilutin tekur tí ikki undir við uppskotinum og mælir løgtinginum frá at samtykkja tað.

--- 

1. viðgerð:

Tingmál nr. 136/2021 - Uppskot til Løgtingslóg um avmarkandi tiltøk í sambandi við atgerðir móti Ukraina.

Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Eftir innrásina í Ukraina, hava ES og onnur lond sum aftursvar sett í verk tiltøk móti Russlandi, Hvítarusslandi og ikki-stjórnarstýrdu ukrainsku økjunum Donetsk og Luhansk. Endamálið við hesum er at leggja trýst á Russland og Hvítarussland, fyri at steðga atgerðunum. Í Føroyum er eingin lóggáva á økinum sum heimilar, at Føroyar seta líknandi tiltøk í verk.

Endamálið við uppskotinum er at fáa heimild til vega at seta tiltøk í verk í Føroyum á yvirtiknum málsøkjum, á sama hátt sum ES og onnur samsint lond hava gjørt eftir innrásina í Ukraina.

Dagsskráin, mikudagur, 20. apríl 2022, kl. 13:00:

2. viðgerðir:

Tingmál nr. 49/2021 - Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af forskellige love om ændring af lov om luftfart.

Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Loftferðslulógin fyri Føroyar frá 2013 er seinast dagførd í 2017. Síðani eru fleiri broytingar gjørdar í donsku loftferðslulógini. Hildið verður, at hesar broytingar eisini eiga at verða settar í gildi fyri Føroyar, so samsvar er millum lóggávuna í Føroyum og Danmark.

Vinnunevndin tekur undir við at gera broytingarnar í lógini, sum landsstýrismaðurin hevur skotið upp. Tó verður skotið upp at gera onkrar broytingar, m.a. tí at onkrar lógir í Danmark eru lýstar eftir at uppskotið varð lagt fram í Føroyum. Tí verður skotið upp at taka nýggjastu broytingarnar við í føroysku lógina.

---  

Tingmál nr. 76/2021 - Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Lov om ændring af lov for Færøerne om kapitalkrav og tilsynsmæssige krav for kreditinstitutter og investeringsselskaber.

Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Føroyskir peningastovnar fylgja lóggávuni á økinum, sum eisini er galdandi í Danmark og Europa. Men av tí at Føroyar ikki eru limur í ES, fær ES-lóggávan ikki av sær sjálvum virkna her. Vit mugu tí javnan dagføra lóggávuna um føroysku peningastovnarnar.

Hetta uppskotið snýr seg um CPR-fyriskipanina, sum er dagførd fleiri ferðir í ES, síðani hon varð sett í gildi fyri Føroyar.

Talan  er  sostatt  um  eina  dagføring,  sum  er  við  til  at tryggja,at løgfrøðiligu karmarnir kring føroysku peningastovnarnar eru nøktandi. ES hevur í 12  umførum  broytt  CRR-fyriskipanina.  Mett  verður,  at  neyðugt  er  at  seta  tríggjar  av  hesum broytingum í gildi fyri Føroyar.

Ein samd vinnunevnd tekur undir við uppskotinum og mælir løgtinginum at samtykkja tað.

---

Tingmál nr. 97/2021 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um marknaðarføring (Heimild at tilnevna Brúkaraumboðið sum bólkaumboð í bólkarættarmálum).

Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Tað er eitt slag av rættarmálum sum kallast “bólkarættarmál”. Tað er tá rætturin viðgerð fleiri mál saman, tí málini líkjast. Í tí sambandi verður eitt felags bólkaumboð valt, sum umboðar teir einstøku partarnar í málinum.

Sambært rættargangslógini kunnu almennir myndugleikar bara tilnevnast at vera bólkaumboð, um hetta er heimilað við lóg.

Í sambandi við marknaðarføring er natúrligt, at Brúkaraumboðið kann vera bólkaumboð, men heimildin manglar í lógini um marknaðarføring. Hetta verður broytt við hesum lógaruppskotinum.

Ein samd vinnunevnd tekur undir við uppskotinum og mælir løgtinginum at samtykkja tað.

---

Tingmál nr. 98/2021 - Uppskot til Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af § 30 i lov om ændring af konkursloven og forskellige andre love (uppskotið hevur eitt sera langt navn, sum her er stytt).

Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Tað sum hetta í stuttum snýr seg um, er at gera onkrar tillagingar í lógini um innsetara- og íleggjaratrygdarskipan (lógin sum tryggjar øllum vanligum bankakundum trygd fyri 750.000 krónum av innistandandi). Broytingarnar eru fyri tað mesta av tekniskum slag, har nýggj heiti verða sett inn fyri tey gomlu. Eisini verða nýggjar ásetingar gjørdar fyri íleggjara- og umsitingarfeløg. Í løtuni finst einki føroysk feløg sum verða rakt av hesum broytingunum, og tí eru hesar broytingarnar ikki so viðkomandi fyri Føroyar.

Ein samd vinnunevnd tekur undir við uppskotinum og mælir løgtinginum at samtykkja tað.

---  

Tingmál nr. 99/2021 - Uppskot til Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af § 2 i lov om ændring af lov om finansiel virksomhed og lov om restrukturering og afvikling af visse finansielle virksomheder og forskellige andre love (Ændrede procedurer vedrørende nedskrivning og konvertering af kapitalinstrumenter m.m.) (uppskotið hevur eitt longri navn, sum her er stytt).

Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Lógin um at endurreisa og avtaka ávísar fíggjarfyritøkur varð sett í gildi fyri Føroyar í 2017 og er ikki dagførd síðani. Neyðugt er alla tíðina at dagføra lóggávuna á peningastovnaøkinum, fyri at fylgja lóggávuni í Danmark og ES.

Lógin snýr seg í stóran mun um, hvussu farast skal fram, tá ein peningastovnur verður neyðstaddur og ikki megnar støðuna sjálvur. Tað er tá at Finansiel Stabilitet kemur upp í leikin. Lógin staðfestir leiklutin hjá hesum stovni og hvussu stovnurin skal arbeiða saman við øðrum stovnum á økinum, serliga Fíggjareftirlitinum.

Hetta uppskotið hevur til endamáls at dagføra lógina.

·       Tað skal ikki longur vera eitt krav, at Fíggjareftirlitið skal hoyra Finansielt Stabilitet, áðrenn Fíggjareftirlitið endaliga boðar Finansielt Stabilitet frá, at allir aðrir møguleikar eru troyttir í samband við avtøku av einum peningastovni.

·       Eitt nýtt slag av skuldbindingum  verður innført, sum sampakkar við konkurslógina.

·       Nýggjar ásetingar eru, ið greina hvussu niðurskrivast skal í samband við, at ein neyðstaddur peningastovnur fær nýggjan kapital, afturfyri at hann niðurskrivar part av aktivum sínum, t.d. part av innlánunum. o.a.

       Ein samd Vinnunevnd tekur undir við uppskotinum og mælir løgtinginum at samtykkja tað.

---

Tingmál nr. 123/2021 - Uppskot til samtyktar um tilráðingar frá Norðurlandaráðnum í 2021 og um frágreiðing um virki ráðsins í 2021.

Jaspur Langgaard og Aksel V. Johannesen, limir í Norðurlandaráðnum, hava lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at løgtingið tekur undir við tilráðingum frá Norðurlandaráðnum í 2021 og tekur til eftirtektar frágreiðingina um virki ráðsins í 2021.

Ein samd uttanlandsnevnd tekur undir við uppskotinum og mælir løgtinginum at samtykkja tað.

---  

Skrivligir fyrispurningar:

Hesir spurningarnir verða svaraðir:

Skrivligur fyrispurningur nr. 11/2021 - Yvirtikin málsøki og uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikkur.

Beinta Løwe Jacobsen, løgtingskvinna, spyr Bárð á Steig Nielen, løgmann.

Spurt verður millum annað, hvørji málsøki, ið eru yvirtikin, verða nú mett at koma undir uttanríkis- ,trygdar- og verjupolitikk, og harvið ikki longur verða roknað sum yvirtikin málsøki?

--- 

Skrivligur fyrispurningur nr.9/2021 - Negativa rentan hjá bankunum. 

Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður, spyr Magnus Rasmussen, landsstýrismann.

Spurt verður um fíggjarlig viðurskifti hjá bankunum. Millum annað verður spurt, hvussu nógva inntøku føroysku bankarnir hava havt av negativu rentuni og av avgreiðslugjøldum?

--- 

Skrivligur fyrispurningur nr. 10/2021 - Útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetni.  

Bjarni Kárason, løgtingsmaður, spyr Magnus Rasmussen, landsstýrismann.

Spurt verður millum annað, um grundarlag er fyri at fyriskipa eitt sætta útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetni í føroysku undirgrundini og um landsstýrismaðurin arbeiðir við at fyrireika hetta?

Dagsskráin, mikudagur, 06. apríl 2022, kl. 13:00

Ófráboðaðir fyrispurningar.

---

1. viðgerðir:

Tingmál nr. 133/2021 - Uppskot til løgtingslóg um rættindi hjá persónum, ið eru rikin úr Ukraina, til veitingar í Sjúkrahúsverkinum.

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at flóttafólk úr Ukraina skulu hava rætt til ókeypis viðgerð í Sjúkrahúsverkinum eftir somu treytum, sum eru galdandi fyri persónar, sum eru búsitandi í Føroyum.

Henda lógin hongur saman við uppskoti nr. 134.

--- 

Tingmál nr. 134/2021 - Uppskot til Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om midlertidig opholdstilladelse til personer, der er fordrevet fra Ukraine.

Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Uppskotið snýr seg um eina undantaksstøðu í sambandi við kríggið í Ukraina. Av tí at galdandi útlendingalóg verður hildin at vera óhóskandi í sambandi við flóttafólk í stórum tali, verður skotið upp, at persónar, sum lógin fevnir um, eftir hesari serlógini skulu hava møguleika til skjótt at halda fram við teirra lívi og gerast ein aktivur partur í føroyska samfelagnum, uttan mun til, um teir annars lúka tær vanligu treytirnar fyri at fáa uppihaldsloyvi eftir reglunum í útlendingalógini.

Skotið verður upp, at Føroyar kunnu hýsa 200 persónum eftir hesi serlógini.

---

Tingmál nr. 135/2021 - Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri apríl 2022.

Uni Rasmussen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp at játta tilsamans 15,5 mió. krónur í sambandi við at Føroyar vilja taka ímóti flóttafólkum úr Ukraina. Pengarnir verða deildir til umhvørvis- og vinnumál, uttanríkis- og mentamál, heilsumál, og almannamál.

Øll trý uppskotini verða viðgjørd saman.

hósdagur, 31. mars 2022, kl. 13:00

3. viðgerðir:

Tingmál nr. 48/2021 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um talgildan samleika (Aldursmarkið fyri at fáa talgildan samleika verður sett niður til 13 ár og áseting um gjald fyri geyma verður nágreinað).

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Uppskotið hevur tvey endamál. Tað fyrra er at lækka aldursmarkið fyri at fáa talgildan samleika. Markið er nú 15 ár, og skotið verður upp at lækka tað niður í 13 ár. Fleiri partar hava víst á, at tørvur er á at lækka aldursmarkið. Millum annað hava bankarnir víst á, at børn kunnu byrja at arbeiða og fáa løn, tá tey eru 13 ár og tá er tað ein fyrimunur, at tey hava talgilda samleikan. Eisini í sambandi við koronupass verður hildið, at tað er rætt at lækka aldursmarkið.

Hitt endamálið við uppskotinum er at áseta eitt gjald fyri ein “lyklabera” til talgilda samleikan. Teir borgarar, sum ikki hava eina snildfon ella i-pad mugu brúka ein serligan geyma, fyri at rita inn á samleikan. Hesin geymin hevur verið latin ókeypis. Nú er ætlanin, at tey sum fáa ein slíkan geyma skulu rinda fyri hann. Talan er um eina eingangs upphædd, sum ikki verður hægri enn tað sum geymin veruliga kostar.

Ein samd fíggjarnevndin skeyt upp at strika ásetingina um at lækka aldursmarkið fyri talgildan samleika niður í 13 ár.

Við 2. viðgerð var uppskotið við broytingaruppskoti frá fíggjarnevndini einmælt samtykt.

--- 

Tingmál nr. 62/2021 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eigaraíbúðir (Broyting av reglum um sundurbýti av eldri bygningum í eigaraíbúðir o.a.).

Magnus Rasmussen, landsstýrismaður hevur lagt uppskotið fram.

Sambært galdandi lóg kunnu hús býtast sundur í fleiri matrikulnummur, um tey eru grundað áðrenn 3. apríl 1970. Hús sum eru grundað eftir henda dagin kunnu ikki sundurmatrikulerast.

Skotið verður nú upp, at eisini nýggjari hús kunnu sundurmatrikulerast.

Við 2. viðgerð varð uppskotið einmælt samtykt.

---  

Tingmál nr. 82/2021 - Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Forslag til Lov om ændring af retsplejelov for Færøerne og lov for Færøerne om retsafgifter (Følgeændringer i forbindelse med ikraftsættelse af ændringsanordning om konkursloven).

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, hevur lagt uppskotið fram.

Í sambandi við at konkurslógin verður broytt (tingmál nr. 31/2021, sum fær 2. viðgerð í dag) er neyðugt at gera fylgibroytingar í rættargangslógini og rættargjaldslógini, soleiðis at samsvar verður millum hesar lógirnar.

Við 2. viðgerð varð uppskotið einmælt samtykt.

---  

2. viðgerðir:

Tingmál nr. 107/2021 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Fámjinstunnil við tilhoyrandi vegum (Hækka játtanarkarmin).

Uni Rasmussen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Í verklagslógini um Fámjinstunnilin er ásett, at byggiútreiðslurnar í mesta lagi kunnu verða 169 mió. krónur. Ein nýggj kostnaðarmeting sigur, at tunnilin fer at kosta 207 mió. krónur. Tí verður skotið upp at hækka játtanina til 207 mió. krónur.

Ein samd fíggjarnevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

---

Tingmál nr. 60/2021 - Uppskot til samtyktar um at gera broytingar í dagpeningaskipanini.

Javnaðarflokkurin hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at Løgtingið skal heita á landsstýrið um at gera uppskot um eina afturberingarskipan í sambandi við sjúku, sum skal galda fyri smærri vinnurekandi við starvsmonnum í starvi.

(Starvsmenn eru ein arbeiðsbólkur sum starvast í handli, á skrivstovu, innan tekniska ella kliniska hjálp o.s.fr.).

Uppskotssetararnir vísa á, at Vinnurekandi, sum hava fólk í starvi, sum ikki eru starvsmenn, rinda 1. og 2. sjúkradag hjá starvsfólkum sínum, og síðan verða starvsfólkini fevnd av dagpeningaskipanini hjá Almannaverkinum. Men har talan er um starvsmenn, skal arbeiðsgevarin gjalda løn undir allari sjúkufráveruni.

Uppskotssetararnir halda verandi skipan vera góða, men fyri smærri vinnurekandi, sum hava starvsmenn í starvi, kann hetta vera dýrt.

Tí verður skotið upp at gera eina afturberingarskipan fyri smærru arbeiðsgevararnar við starvsmonnum í starvi.

Meirilutin í trivnaðarnevndini (samgonguumboðini) staðfestur, at tað er ymiskt, hvussu arbeiðsgevarar eru fyri, tá talan er um at fáa samsýning, tá starvsfólk gerast sjúk, og neyðugt er at gera nakað við hesi viðurskifti. Tí fegnast meirilutin í nevndini um, at landsstýrismaðurin hevur upplýst, at arbeitt verður við málinum, og at ferð er sett á at fáa málið avgreitt. Meirilutin tekur tí ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

Minnilutin (andstøðan) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

---  

Tingmál nr. 43/2021 - Uppskot til samtyktar um serstaka váðameting og átøk til fyribyrging av hvítvaski og øðrum fíggjarligum kriminaliteti í Føroyum.

Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna, hevur lagt uppskotið fram vegna Tjóðveldi.

Skotið verður m.a. upp, at løgtingið skal heita á landsstýrið um at gera eina váðameting av vandanum fyri hvítting og øðrum ólógligum pengaflutningi og -virksemi í Føroyum umframt at tryggja, at føroyskir myndugleikar fáa innlit í allar viðkomandi upplýsingar hjá donskum myndugleikum um fíggjarligt illgrunasamt virksemi í Føroyum.

Meirilutin í vinnunevndini (andstøðan) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið. Meirilutin (samgongan) sigur, at landsstýrismaðurin hevur undir viðgerðini kunnað nevndina um, at arbeiðið er farið í gongd og verður sett í verk í nærmastu framtíð. Tí tekur minnilutin ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

---   

Tingmál nr. 55/2021 - Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri januar 2022-2

Bjarni Hammer hevur lagt uppskotið fram vegna Javnaðarflokkin.

Skotið verður upp at játta 5. mió. krónur til Strandferðsluna. Hetta skal gerast fyri at fyribyrgja, at gjaldið fyri farmaflutning við Smyrli hækkar.

Meirilutin í fíggjarnevndini (samgonguumboðini og Ruth Vang) vísir á, at ætlaða hækkingin í framagjaldinum skuldi vera við til at fíggja raksturin av nýggja skipinum á suðuroyarleiðini. Men enn er ongin sáttmáli gjørdur um keyp ella leigu av nýggjari ferju til suðuroyarleiðina, og óvist er um ella nær hetta kemur í lag. Sostatt er enn ikki grundarlag fyri at siga, um tørvur verður á hesi meirinntøkuni hjá Strandferðsluni til at fíggja ætlaða meirvirksemið á suðuroyarleiðini. Tí tekur meirilutin ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

Minnilutin ((Aksel V. JohannesenogPáll á Reynatúgvu) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

Dagsskráin, týsdagur, 29. mars 2022, kl. 13:00

2. viðgerðir:

Tingmál nr. 48/2021 -Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um talgildan samleika (Aldursmarkið fyri at fáa talgildan samleika verður sett niður til 13 ár og áseting um gjald fyri geyma verður nágreinað).

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Uppskotið hevur tvey endamál. Tað fyrra er at lækka aldursmarkið fyri at fáa talgildan samleika. Markið er nú 15 ár, og skotið verður upp at lækka tað niður í 13 ár. Fleiri partar hava víst á, at tørvur er á at lækka aldursmarkið. Millum annað hava bankarnir víst á, at børn kunnu byrja at arbeiða og fáa løn, tá tey eru 13 ár og tá er tað ein fyrimunur, at tey hava talgilda samleikan. Eisini í sambandi við koronupass verður hildið, at tað er rætt at lækka aldursmarkið.

Hitt endamálið við uppskotinum er at áseta eitt gjald fyri ein “lyklabera” til talgilda samleikan. Teir borgarar, sum ikki hava eina snildfon ella i-pad mugu brúka ein serligan geyma, fyri at rita inn á samleikan. Hesin geymin hevur verið latin ókeypis. Nú er ætlanin, at tey sum fáa ein slíkan geyma skulu rinda fyri hann. Talan er um eina eingangs upphædd, sum ikki verður hægri enn tað sum geymin veruliga kostar. 

Ein samd fíggjarnevndin skjýtur upp at strika ásetingina um at lækka aldursmarkið fyri talgildan samleika niður í 13 ár. Nevndin vísir á, at um aldursmarkið lækkar niður í 13 ár, fer tað at føra til, at tænastuveitarar fara at brúka talgilda eyðmerking og samskifti yvir ein kamb til børn niður í 13 ár, og tað er ikki gagnligt. Nevndin heldur eisini, at tá tað t.d. snýr seg um bankakontur og peningalig viðurskifti yvirhøvur, eiga foreldur at umsita og hava innlit í viðurskiftini hjá børnum, sum eru 13 og 14 ára gomul. Við hesi broyting mælir ein samd nevnd løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

---

Tingmál nr. 82/2021 - Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Forslag til Lov om ændring af retsplejelov for Færøerne og lov for Færøerne om retsafgifter (Følgeændringer i forbindelse med ikraftsættelse af ændringsanordning om konkursloven).

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, hevur lagt uppskotið fram.

Í sambandi við at konkurslógin verður broytt (tingmál nr. 31/2021, sum fær 2. viðgerð í dag) er neyðugt at gera fylgibroytingar í rættargangslógini og rættargjaldslógini, soleiðis at samsvar verður millum hesar lógirnar.

Ein samd rættarnevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

---

Tingmál nr. 62/2021 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eigaraíbúðir (Broyting av reglum um sundurbýti av eldri bygningum í eigaraíbúðir o.a.).

Magnus Rasmussen, landsstýrismaður hevur lagt uppskotið fram.

Sambært galdandi lóg kunnu hús býtast sundur í fleiri matrikulnummur, um tey eru grundað áðrenn 3. apríl 1970. Hús sum eru grundað eftir henda dagin kunnu ikki sundurmatrikulerast.

Skotið verður nú upp, at eisini nýggjari hús kunnu sundurmatrikulerast.

Ein samd rættarnevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

---

1. viðgerðir:

Tingmál nr. 130/2021 - Uppskot til samtyktar um mál Føroya at minka útlátið av vakstrarhúsgassi komandi 10 árini og uppskot til dagførdan orku- og veðurlagspolitikk.

Tey sum hava lagt uppskotið fram eru: Christian Andreasen fyri Fólkaflokkin, Helgi Abrahamsen fyri Sambandsflokkin, Kristin Michelsen fyri Sjálvstýri, Ruth Vang fyri Framsókn og Bill Justinussen fyri Miðflokkin.

Skotið verður upp, at løgtingið skal heita á landsstýrið um at seta átøk í verk, sum minka útlátið av vakstrarhúsgassi við í minsta lagi 30 prosentum komandi 10 árini í mun til útlátið í 2010. Ein dagførdur orku-og veðurlagspolitikkur verður karmur um tíðarfesta virkisætlan komandi árini.

Dagsskráin, hósdagur, 24. mars 2022, kl. 10:00

Frágreiðing:

Árni Skaale, landsstýrismaður, leggur fram árligu frágreiðingina um løgtingslóg um sjófeingi.

---

1. viðgerðir:

Tingmál nr. 87/2021 - Uppskot til løgtingslóg um at umvæla og umbyggja gomlu læknahúsini, tað gula húsið, til fyrisitingarbygning o.a. hjá Klaksvíkar sjúkrahúsi.

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at landsstýrismanninum verður heimilað at gera avtalur um at umvæla og umbyggja gomlu læknahúsini, tað gula húsið, til fyrisitingarbygning o.a. hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Útreiðslurnar kunnu í mesta lagi vera 16 mió. krónur.

---  

Tingmál nr. 88/2021 - Uppskot til løgtingslóg um at innrætta víðkaða partin av kjallaranum í H-bygninginum á Landssjúkrahúsinum til parkering, goymslu og reingerð, umframt til vegleiðing í H-bygninginum.

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at landsstýrismanninum verður heimilað at gera avtalur um at innrætta víðkaða partin av kjallaranum í H-bygninginum á Landssjúkrahúsinum til parkering, goymslu og reingerð, umframt til vegleiðing í H-bygninginum. Útreiðslurnar kunnu í mesta lagi vera 46,2 mió. kr.

---   

Tingmál nr. 89/2021 - Uppskot til løgtingslóg um innflutning, nýtslu og góðskutryggjan av medisinskari útgerð.

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Okkara grannalond hava í nógv ár havt lógarverk og reglur um medisinska útgerð. Men eingin lóg er  galdandi  í  Føroyum,  sum regulerar, hvørji sløg av medisinskari útgerð kunnu innflytast og nýtast í Føroyum, eins og ongi amboð eru, sum forða fyri, at medisinsk útgerð verður innflutt og nýtt í Føroyum. Til tess at tryggja, at medisinsk útgerð í Føroyum er trygg at nýta, verður skotið upp at regulerað hetta við lóg.

Hetta  lógaruppskotið er ein heimildarlóg, ið heimilar landsstýrismanninum at áseta reglur um medisinska útgerð. Lógin í sær sjálvum er ikki ein fyriskipan um hvørji góðsku-og trygdarkrøv skulu  verða  galdandi  fyri medisinska  útgerð. Ætlanin er, at hesi krøv verða ásett í tveimum kunngerðum.

---  

Tingmál nr. 90/2021 - Uppskot til løgtingslóg um Fólkaheilsustýrið. 

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Í londunum kring Føroyar er heilsuøkið skipað við einum stjórnarráði, ið hevur yvirskipaðu leiðsluna á økinum. Undir stjórnarráðnum eru eitt ella fleiri stýri, ið hava fakligar og rakstrarligar uppgávur, sum millum annað veita ráðgeving, gera vegleiðingar, hava eftirlit o.a. 

Orsøkin til,at einki sjálvstøðugt stýri er undir Heilsumálaráðnum, er partvíst, at heilsuøkið ikki er fult yvirtikið sum føroyskt málsøki. Tað eru donsku Styrelsen for Patientsikkerhed, Sundhedsstyrelsen, Styrelsen  for Patientklager og Sundhedsdatastyrelsen, sum røkja hesar uppgávur fyri bæði Danmark og Føroyar.

Endamálið við hesum uppskotinum er at skipa eitt fólkaheilsustýri, sum skal gera tilmæli um ráðlegging innan  heilsuverkið, veita heilsufakliga ráðgeving, hava um hendi fólkaheilsuarbeiðið, her ímillum heilsufremjan og  fyribyrging, heilsutilbúgving, umsita tær uppgávur, ið eru lagdar til Ílegusavnið v.m. Fyri at røkka hesum endamáli fær Fólkaheilsustýrið harumframt til uppgávu at byggja upp og umsita heilsuskráir og fáa til vega  hagtøl á heilsuøkinum, sum er grundarlagið undir teirri heilsufakligu ráðgeving v.m., sum Fólkaheilsustýrið fer at veita.

---  

Tingmál nr. 91/2021 : Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjúkrahúsverkið (Limatalið í Sjúklingaráðnum verður lækkað úr 9 limum niður í 5 limir og ásett verður meira greitt, hvørjar uppgávur og skyldur Sjúklingaráðið hevur).

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at limatalið í Sjúklingaráðnum verður minkað úr 9 niður í 5 limir, og ásett verður meira  greitt, hvørjar uppgávur og ábyrgd eitt framtíðar sjúklingaráð skal hava innan Sjúkrahúsverkið.

Upprunaliga ætlanin við Sjúklingaráðnum var, at samskifti millum landsstýrismannin og tey ymisku  sjúklingafeløgini, í størst møguligan mun skuldi ganga ígjøgnum Sjúklingaráðið. Á henda hátt kundi Sjúklingaráðið viðgera tey ymisku málini og ráðgeva landsstýrismanninum.

Heilsumálaráðið gjørdi í 2020 eina eftirmeting av Sjúklingaráðnum. Sambært eftirmetingini, hevur Sjúklingaráðið einans fingið eina áheitan frá einum sjúklingafelagi síðan 2017. Hetta kann benda á, at sjúklingafeløgini í nógv størri mun enn ætlað venda sær beinleiðis til landsstýrismannin, og tískil fær Sjúklingaráðið ikki í sama mun sum ætlað hesi mál til viðgerðar, og veit tískil heldur ikki, hvat rørir seg á økinum.

Við hesum uppskotinum verður limatalið í Sjúklingaráðnum sett niður úr 9 til 5 limir. Eisini verða ásetingarnar  í  sjúkrahúslógini  viðvíkjandi Sjúklingaráðnum meira í samsvari við faktiska virksemið hjá Sjúklingaráðnum.

--- 

Tingmál nr. 92/2021 - Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om ioniserende stråling og strålebeskyttelse (strålebeskyttelsesloven).

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Endamálið við uppskotinum er at dagføra lóggávuna um geislavernd, soleiðis at menniskju og umhvørvið verða vard móti skaðiligum árini av ioniserandi stráling í sambandi við nýtslu av mannagjørdum ella  natúrligum strálukeldum, ella í sambandi við stráling uttan mun til, um talan er um ætlaða stráling, verandi strálistøður ella stráling í sambandi við eina neyðstøðu. 

Í Danmark varð nýggj geiðslaverndarlóg sett í gildi í 2018. Galdandi lógir í Føroyum eru frá ávíkavíst 1930 og 1953, og neyðugt er tí at dagføra lóggávuna á økinum. Lógarøkið umgeislavernd  er ikki  yviritkið  málsøki,  og  tí verður mælt til at seta  donsku  lógina  um geislaverndí  gildi  fyri Føroyar. 

Dagsskráin, mikudagur, 23. mars 2022, kl. 11:00

Fyrispurningar:

Hesir spurningarnir verða svaraðir:

·      -  Flóttafólk úr Ukraina til Føroya og dagføring av útlendingalóggávuni

·      -  Atkoma til val og valstøð

·      -  Høgu oljuprísirnir, hjálp til sperd húsarhald og umlegging til grøna orku

·      -  Livikostnaðir hjá føroyingum

·      -  Dýrkan av tunlum

·      -  Framtíðar fíggingin av eldraøkinum

·      -  Uppsøgd starvsfólk hjá Atlantsflogi og nýggjar setanir

·     -   Fund millum Strandfaraskip Landsins og løgtingsmenn í Suðuroynni

·     -   Avleiðingar og politisk átøk fyri lág- og miðallønt av hækkandi oljuprísi og livikostnaði

1. viðgerðir:

Tingmál nr. 120/2021 - Uppskot til samtyktar um føroyskt heiðurstekin.

Christian Andreasen, Helgi Abrahamsen, Kristin Michelsen, Bjørt Samuelsen, Ruth Vang og Bill Justinussen, tingbólkaformenn, hava lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at løgtingið skal heita á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið uppskot til løgtingslóg um føroyskt heiðurstekin at lata persónum fyri merkisvert arbeiði ella gerning, ið gagnar landi og fólki og tænir Føroyum.

Dagsskráin, týsdagur, 22. mars 2022, kl. 11:00:

3. viðgerðir:

Tingmál nr. 31/2021 - Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af visse ændringer i konkursloven m.v.

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, hevur lagt uppskotið fram.

Endamálið við uppskotinum er at dagføra konkurslógina fyri Føroyar. Mest týðandi broytingarnar, ið verða skotnar upp, eru reglurnar um endurskipan (rekonstruktion) og trotabúsbann (konkurskarantæne).

Endurskipan merkir, at møguleikarnir verða betraðir fyri, at virkir, sum eru í fíggjarligum trupulleikum, kunnu halda fram við at virka í staðin fyri at verða koyrd á húsagang.

Trotabúsbann merkir, at tá ein persónur, sum er farin á húsagang við einum virki, ella sum er uppií einum felagi í avtøku, í eitt tíðarskeið fær bann fyri at reka ávís sløg av vinnuvirksemi, um viðkomandi hevur sýnt groft skilaleysa virkisleiðslu og tí verður mettur óegnaður at vera í leiðsluni í einum felagi.

Við 2. viðgerð varð uppskotið einmælt samtykt.

---  

Tingmál nr. 71/2021 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um frítíð við løn (Skipanin við frítíðarlønarkontum verður broytt, Frítíðargrunnurin verður avtikin o.a.).

Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Tá fólk arbeiða, so fáa tey bæði løn og frítíðarløn. Frítíðarlønin verður hvønn mánað flutt á frítíðarlønarkonturnar hjá teirra fakfeløgum. Talan er um 132 frítíðarlønarkontur, sum 68 fakfeløg eiga, og í alt verða gjørdar góðar 500.000 flytingar um árið. TAKS umsitur skipanina. Fakfeløgini hava havt rentuvinning av hesum, men síðani rentan bleiv negativ, hava tey vilja sloppið av við frítíðarlønarkonturnar.

Hetta verður nú gjørt. Konturnar verða samlaðar í eina kontu hjá Føroya Gjaldstovu. TAKS fer at umsita frítíðarlønina, og landskassin skal bera kostnaðin av hesum. Frítíðargrunnurin verður avtikin, og fæ grunsins verður flutt til Granskingarráðið.

Við 2. viðgerð varð málið einmælt samtykt.

---  

1. viðgerðir:

Tingmál nr. 102/2021 - Uppskot til Løgtingslóg um foreldramyndugleika og samveru (Foreldramyndugleikalógin).

Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Endamálið  við  lógaruppskotinum  er  at  dagføra  galdandi  lóg  um  foreldramyndugleika  og samveru,  soleiðis  at  allar avgerðir viðvíkjandi barninum altíð skulu takast soleiðis, at tað eru viðurskiftini hjá tí einstaka barninum, sum koma í fremstu røð.

Uppskotið  tekur í  størri  mun fyrilit  fyri,  at tað  eru bæði  foreldrini,  sum hava  ábyrgd  av barninum, og at foreldrini hava somu rættindi til barnið og somu skyldur mótvegis barninum.

Her skal havast í huga, at tað at vera skrásettur sum foreldur er ikki tað sama sum at hava foreldramyndugleika. Henda lógin snýr seg ikki um, hvør skal vera foreldur, tí tað verður avgjørt í aðrari lóg. Henda lógin snýr seg um hvørji rættindi tey skulu hava, sum sambært hini lógini eru skrásett sum ávikavist børn og foreldur.

Við hesum verður í størri mun tryggjað, at børn fáa rætt til bæði foreldrini. Hetta verður m.a. gjørt við at víðka um felags foreldramyndugleikan, soleiðis at foreldur eisini hava felags foreldramyndugleika, um tey  hava búð saman seinastu 10 mánaðirnar, áðrenn barnið varð føtt.  

--- 

Tingmál nr. 122/2021 - Uppskot til samtyktar um miðvísar íløgur og átøk til at menna føroyska málið í 21. øld.

Høgni Hoydal, løgtingsmaður, hevur lagt uppskotið fram vegna Tjóðveldi.

Skotið verður upp, at løgtingið skal heita á landsstýrið um saman við serkønum fólki at gera eina skipaða ætlan fyri at menna føroyska málið á øllum mótum og grundað á hesa ætlan at leggja fram lógaruppskot og neyðuga fígging til m.a. at fremja nøkur átøk – millum annað hesi:

At føroyskt kann veljast sum brúkara mál á øllum týdningarmestu talgildu samskiftismiðlunum og -tøknini innan 2027.

At Kringvarp Føroya sendir alt sjónvarps- og talgilt tilfar á føroyskum ella við føroyskaðum grundarlag innan 2027.

A talt undirvísingartilfar í fólkaskúla og á miðnámi í seinasta lagi í 2030 er dygdargott og tíðarhóskandi føroyskt tilfar.

---

Tingmál nr. 109/2021 - Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatting av vinningi frá sølu av veiðirættindum (Nágreining av uppgerðini fyri skatting av vinningi frá sølu av veiðirættindum).

Uni Rasmussen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Høvuðsendamálið við uppskotinum er at gera lógina minni forðandi  fyri eina dynamiska fiskivinnu, og at gera ávísar nágreiningar.

Uppskotið skal gera tað møguligt hjá feløgum, ið hava veiðirættindi, men einki skip, undir ávísum treytum at  avhenda  hesi  rættindi  til  feløg,  ið  eiga  skip, uttan at serskattur  skal  gjaldast  av  hesi orsøk. Uppskotið ger tað eisini møguligt at leggja feløg við veiðirættindum saman, uttan at serskattur skal gjaldastav hesi orsøk. Eisini ger uppskotið tað møguligt at býta um veiðirættindi, uttan at serskattur skal gjaldast av hesi orsøk, og uppskotið nágreinar eisini ymiskar ásetingar.

---

Tingmál nr. 127/2021 - Uppskot til samtyktar um at byggja lestrarbústaðir.

Høgni Hoydal, Sirið Stenberg, Bjørt Samuelsen, Beinta Løwe Jacobsen og Hervør Pálsdóttir hava lagt uppskotið fram vegna Tjóðveldi.

Skotið verður upp, at løgtingið skal heita á landsstýrið um at gera uppskot um at útvega fleiri næminga- og lestrarbústaðir kring landið. Prísurin fyri at búgva í teimum skal vera í eini príslegu, sum næmingar og lesandi megna at gjalda.

---  

Tingmál nr. 120/2021 - Uppskot til samtyktar um føroyskt heiðurstekin.

Christian Andreasen, Helgi Abrahamsen, Kristin Michelsen, Bjørt Samuelsen, Ruth Vang og Bill Justinussen, tingbólkaformenn, hava lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at løgtingið skal heita á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið uppskot til løgtingslóg um føroyskt heiðurstekin at lata persónum fyri merkisvert arbeiði ella gerning, ið gagnar landi og fólki og tænir Føroyum.

Dagsskráin, fríggjadagur, 18. mars 2022, kl. 10:00:

2. viðgerðir:

Tingmál nr. 70/2021 - Uppskot til samtyktar um sáttmála millum Føroyar og Evropasamveldið um luttøku Føroya í samstarvsætlanum Samveldisins.

Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at løgtingið góðkennir, at landsstýrið fær sáttmálan millum Føroyar og Evorpasamveldið settan í gildi.

Sáttmálin snýr seg um granskingar- og menningarsamstarv.

Ein samd uttanlandsnevnd tekur undir við uppskotinum og mælir løgtinginum til at samtykkja tað.

---

Tingmál nr. 71/2021 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um frítíð við løn (Skipanin við frítíðarlønarkontum verður broytt, Frítíðargrunnurin verður avtikin o.a.).

Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Tá fólk arbeiða, so fáa tey bæði løn og frítíðarløn. Frítíðarlønin verður hvønn mánað flutt á frítíðarlønarkonturnar hjá teirra fakfeløgum. Talan er um 132 frítíðarlønarkontur, sum 68 fakfeløg eiga, og í alt verða gjørdar góðar 500.000 flytingar um árið. TAKS umsitur skipanina. Fakfeløgini hava havt rentuvinning av hesum, men síðani rentan bleiv negativ, hava tey vilja sloppið av við frítíðarlønarkonturnar.

Hetta verður nú gjørt. Konturnar verða samlaðar í eina kontu hjá Føroya Gjaldstovu. TAKS fer at umsita frítíðarlønina, og landskassin skal bera kostnaðin av hesum. Frítíðargrunnurin verður avtikin, og fæ grunsins verður flutt til Granskingarráðið.

Ein samd rættarnevnd tekur undir við uppsotinum og mælir løgtinginum til at samtykkja tað.

---  

Tingmál nr. 36/2021 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Yvirtøka av málsøkjunum landslæknaembæti, eftirlit við heilsustarvsfólkum og stovnum á heilsuøkinum, sjúkufyribyrging, sinnissjúkraviðurskifti, líkskoðan, vevnaðarflutningur, euforiserandi evni, sjúklingarættindi og eftirgjørdur gitnaður).

Sirið Stenberg, Bjørt Samuelsen, Páll á Reynatúgvu, Beinta Løwe Jacobsen og Hervør Pálsdóttir, tingfólk, hava lagt uppskotið fram.

Endamálið við lógaruppskotinum er formliga at yvirtaka nakrar partar av heilsumálsøkinum sum í høvuðsheitum fevnir um landslæknaembæti, eftirlit, sjúkufyribyrging, sinnissjúkraviðurskifti, líkskoðan (herundir líksýn og obduktión), vevnaðarflutning, sjúklingarættindi, euforiserandi evni og eftirgjørdan gitnað.

Meirilutin í uttanlandsnevndini (samgongan og Javnaðarflokkurin) tekur ikki undir við uppskotinum og mælir løgtinginum frá at samtykkja tað. Minnilutin (Tjóðveldi) tekur undir við uppskotinum og mælir løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

---  

1. viðgerðir:

Tingmál nr. 123/2021 - Uppskot til samtyktar um tilráðingar frá Norðurlandaráðnum í 2021 og um frágreiðing um virki ráðsins í 2021.

Jaspur Langgaard og Aksel V. Johannesen, limir í Norðurlandaráðnum, hava lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at løgtingið tekur undir við tilráðingum frá Norðurlandaráðnum í 2021 og tekur til eftirtektar frágreiðingina um virki ráðsins í 2021.

---  

Tingmál nr. 67/2021 - Uppskot til samtyktar um atkomu fyri allar borgarar til almennar heimasíður og appir.

Sirið Stenberg, Bjørt Samuelsen, Páll á Reynatúgvu, Beinta Løwe Jacobsen og Hervør Pálsdóttir, tingfólk, hava lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at løgtingið skal heita á landsstýrið um at fyrireika og leggja fyri løgtingið neyðug uppskot sum skulu tryggja, at allir borgarar fáa atgongd til og kunnu nýta heimasíður, appir o.l. skipanir á netinum hjá almennum myndugleikum og stovnum. Her verður serliga hugsað um borgarar við skerdum førleikum eitt nú í mun til lesi-og skriviførleikar, hoyrn, sjón, rørslu og mál ella niðursettum arbeiðsførleika av ymiskum slag.

Tingfundur hósdagur, 17. mars 2022, kl. 10:00

2. viðgerð:

Tingmál nr. 31/2021 - Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af visse ændringer i konkursloven m.v.

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, hevur lagt uppskotið fram.

Endamálið við uppskotinum er at dagføra konkurslógina fyri Føroyar. Mest týðandi broytingarnar, ið verða skotnar upp, eru reglurnar um endurskipan (rekonstruktion) og trotabúsbann (konkurskarantæne).

Endurskipan merkir, at møguleikarnir verða betraðir fyri, at virkir, sum eru í fíggjarligum trupulleikum, kunnu halda fram við at virka í staðin fyri at verða koyrd á húsagang.

Trotabúsbann merkir, at tá ein persónur, sum er farin á húsagang við einum virki, ella sum er uppií einum felagi í avtøku, í eitt tíðarskeið fær bann fyri at reka ávís sløg av vinnuvirksemi, um viðkomandi hevur sýnt groft skilaleysa virkisleiðslu og tí verður mettur óegnaður at vera í leiðsluni í einum felagi.

Ein samd rættarnevnd tekur undir við uppskotinum.

---

1. viðgerðir:

Tingmál nr. 81/2021 - Uppskot til Løgtingslóg um broyting í lovbekendtgørelse om straffeloven (Revsilógin) (Samtykkigrundað neyðtøka, herðing av revsing fyri neyðtøku og fyri samlegu við barn undir 15 ár, tá ið gerningsmaðurin hevur gjørt sær dælt av síni kropsligu ella sálarligu yvirvág, herðing av revsing fyri blúnisbrot og forboð til dømd fyri ávís kynslig brotsverk)

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, hevur lagt uppskotið fram.

Endamálið við uppskotinum er at dagføra revsilógina viðvíkjandi kynsligum brotsverkum, soleiðis at herðingarnar og broytingarnar á hesum øki, sum eru gjørdar í Danmark seinastu árini, eisini verða settar inn í føroysku revsilógina. 

Ein av broytingunum er, at § 216 stk. 1 verður orðað soleiðis: “Fyri neyðtøku verður tann revsaður við fongsli í upp til 8 ár, sum hevur samlegu við persón, ið ikki samtykkir í tí. Samtykkið skal vera komið til sjóndar við orðum ella gerðum ella síggjast í tí ítøkiligu støðuni og høpinum.” 

---

Tingmál nr. 82/2021 - Uppskot til Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Forslag til Lov om ændring af retsplejelov for Færøerne og lov for Færøerne om retsafgifter (Følgeændringer i forbindelse med ikraftsættelse af ændringsanordning om konkursloven).

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, hevur lagt uppskotið fram.

Í sambandi við at konkurslógin verður broytt (tingmál nr. 31/2021, sum fær 2. viðgerð í dag) er neyðugt at gera fylgibroytingar í rættargangslógini og rættargjaldslógini, soleiðis at samsvar verður millum hesar lógirnar.

--- 

Tingmál nr. 77/2021 - Uppskot til Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om retshåndhævende myndigheders behandling af personoplysninger.

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, hevur lagt uppskotið fram.

Endamálið við uppskotinum er at seta eina betri, meira tíðarhóskandi dátuverndarlóggávu í gildi fyri sonevndu “rættarverjandi ríkismyndugleikarnar” í Føroyum. Hesi myndugleikarnir eru: Føroya Politi, Ákæruvaldið, Føroya Rættur, Kriminalforsorgin og Arktisk Kommando.

Við uppskotinum fáa føroyingar, ið eru skrásettir hjá hesum myndugleikunum somu rættindi sum persónar, ið eru skrásettir hjá rættarverjandi ríkismyndugleikum í Danmark. Yvirskipaða endamálið við uppskotinum er tí at betra um rættartrygdina hjá føroyingum.

---  

Tingmál nr. 83/2021 - Uppskot til Løgtingslóg um triðja byggistig í umbygging og útbygging av miðnámsskúlanum á Kambsdali.

Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp at geva landsstýrismanninum heimild til at skipa fyra, at miðnámsskúlin á Kambsdali verður umbygdur og útbygdur. Byggiútreiðslurnar kunnu í mesta lagi verða 71 mió. krónur.

---  

Tingmál nr. 84/2021 - Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan (Áseting um KT-skipanir, KT-útgerð, netsamband og dátutrygd).

Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.  

Krøvini til KT-trygd og verju av persónsupplýsingum eru seinastu árini vorðin alsamt  meir umfatandi. Útreiðslur til KT-trygd eru í dag vorðnar ein fastur og natúrligur partur av rakstrarútreiðslunum hjá stovnum og fyritøkum. Í tí sambandi hevur landsstýrismaðurin við fíggjarmálum gjørt eitt rundskriv um KT-trygd. Allir stovnsleiðarar – m.a. skúlaleiðarar, skulu fylgja rundskrivinum. Men skúlaleiðarin er eisini avmarkaður av tí fígging, ið kommunan játtar til rakstur av skúlanum, og hóast skúlaleiðarin er bundin av rundskrivinum hjá landsstýrismanninum, so er kommunan ikki bundin at fylgja tí.

Skúlaleiðarin kann tí koma í eina støðu, har landsstýrismaðurin áleggur honum at fylgja ásetingunum í  rundskrivinum, hóast hann ikki fær neyðugu fíggingina frá kommununi til at halda ásetingarnar.

Endamálið við uppskotinum er, at gera verandi reglur greiðari, so tað ikki verður ein spurningur um tulking av “rakstrarútreiðslum”, um hvør einstakur skúli fíggjarliga hevur møguleika at røkja sínar skyldur innan KT-trygd og verju av persónsupplýsingum.

---  

Tingmál nr. 085/2021 - Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eftirskúlar (Broytingar um krav til samlað næmingatal, freist at boða frá næmingatali og at rokna rakstrarstuðul).

Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Í galdandi lóggávu skal ein eftirskúli skjalprógva, at í minsta lagi 16 næmingar eru innskrivaðir áðrenn 1. september árið undan byrjanarárinum. Royndirnar vísa, at tað er sera trupult at hava so høgt næmingatal longu 1. september árið fyri. Hetta kravið verður tí slept.  

Í uppskotinum verður eisini nágreinað, at tað ikki er eitt krav, at ein eftirskúli skal hava øll floksstigini frá 8. -10. flokk.

---  

Tingmál nr. 86/2021 - Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um frískúlar (Stuðul fyri leigukostnað, áseta reglur um ferðastuðul og broyta tíðarfreist fyri at fráboða næmingatal).

Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Endamálið við uppskotinum er, at frískúlar í størri mun koma at virka undir somu fortreytum sum  almenni  fólkaskúlin, og at børn í frískúlum fáa stuðul til at ferðast í og úr skúla. Harumframt  verður gjørd broyting í freistini fyri at boða myndugleikanum frá nøktandi næmingatali, tá ein frískúli skal setast á stovn.

---  

Tingmál nr. 125/2021 - Uppskot til samtyktar um fíggjarpolitiskt regluverk.

Framsókn hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at løgtingið skal heita á landsstýrið um at fyrireika og leggja fyri løgtingið eitt lógaruppskot um fíggjarpolitiskt regluverk. Hetta regluverkið skal seta karmar fyri landsins førda fíggjarpolitikk.

---  

Tingmáln nr. 120/2021 - Uppskot til samtyktar um føroyskt heiðurstekin.

Christian Andreasen, Helgi Abrahamsen, Kristin Michelsen, Bjørt Samuelsen, Ruth Vang og Bill Justinussen hava lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at løgtingið heitir á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið uppskot til løgtingslóg um føroyskt heiðurstekin at lata persónum fyri merkisvert arbeiði ella gerning, ið gagnar landi og fólki og tænir Føroyum.

Tingfundur mikudagin 16. mars 2022 kl. 10:

1. viðgerðir:

76/2021 - Uppskot til Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Lov om ændring af lov for Færøerne om kapitalkrav og tilsynsmæssige krav for kreditinstitutter og investeringsselskaber.

Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Føroyskir peningastovnar fylgja lóggávuni á økinum, sum eisini er galdandi í Danmark og Europa. Men av tí at Føroyar ikki eru limur í ES, fær ES-lóggávan ikki av sær sjálvum virkna her. Vit mugu tí javnan dagføra lóggávuna um føroysku peningastovnarnar.

Hetta uppskotið snýr seg um CPR-fyriskipanina, sum er dagførd fleiri ferðir í ES, síðani hon varð sett í gildi fyri Føroyar.

Talan  er  sostatt  um  eina  dagføring,  sum  er  við  til  at tryggja,at løgfrøðiligu karmarnir kring føroysku peningastovnarnar eru nøktandi. ES hevur í 12  umførum  broytt  CRR-fyriskipanina.  Mett  verður,  at  neyðugt  er  at  seta  tríggjar  av  hesum broytingum í gildi fyri Føroyar.

---  

Tingmál nr. 95/2021 - Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um náttúrufriðing (Striking av friðingarheimildum o.a.)

Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Lógaruppskotið hongur saman við uppskotinum um náttúruvernd. (tingmál nr. 96/2021 sum stendur beint undir hesum).

Av tí at ein partur av evnisøkinum hjá náttúrufriðingarlógini verður fluttur í ta nýggju náttúruverndarlógina, verður skotið upp at strika henda partin úr náttúrufriðingarlógini.

---  

Tingmál nr. 96/2021 - Uppskot til Løgtingslóg um náttúruvernd (Náttúruverndarlógin).

Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Uppskotið er ætlað at koma í staðin fyri partar av galdandi náttúrufriðingarlóg, men henda lógin skal fevna munandi víðari enn galdandi lóg.

Tað yvirskipaða endamálið við lógaruppskotinum er at fáa til vega dagførda lóggávu til at verja føroysku  náttúruna við øllum hennara margfeldi. Endamálið er at røkja lív-, landslags- og jarðfrøðimargfeldið og tær vistfrøðiligu tilgongdirnar í náttúruni, bæði fyri náttúruna sjálva og fyri náttúruna sum grundarlag undir burðardyggum virksemi, tilfeingi, mentan, heilsu og trivnaði hjá Føroya fólki nú og í framtíðini.

---  

Tingmál nr. 118/2021 - Uppskot til samtyktar um menning av føroyskari filmsvinnu.

Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna, hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at løgtingið skal heita á landsstýrið um at leggja fyri løgtingið eitt lógaruppskot um eina menningarætlan fyri føroyska filmsvinnu.

--- 

Tingmál nr. 129/2021 - Uppskot til samtyktar um at leggja grundleggjandi avgerðina um loftrúmsradara fyri Løgtingið til avgerðar.

Høgni Hoydal, Aksel V. Johannesen og Ruth Vang hava lagt uppskotið fram vegna Tjóðveldi, Javnaðarflokkin og Framsókn.

Skotið verður upp, at løgtingið skal staðfesta, at grundleggjandi spurningurin um at seta upp útgerð sum loftrúmsradara í Føroyum, skal gerast av við demokratiskari avgerð í Løgtinginum. Løgtingið skal tí heita á landsstýrið um at leggja uppskot fyri løgtingið um hetta, áðrenn nøkur avtala ella avgerð verður framd hesum viðvíkjandi.

(onnur mál vóru eisini á skránni, men stundir vóru ikki at skriva øll her).

Tingfundur týsdagin 15. mars 2022, kl. 10:

1. viðgerðir:

Tingmál nr. 110/2021 - Uppskot til Løgtingslóg um fyrisiting av skatti, tolli og avgjaldi (Skattafyrisitingarlógin).

Uni Rasmussen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Endamálið við uppskotinum er at gera kærugongdina á skatta-og avgjaldsøkinum einfaldari. Farið verður frá at hava kommunalar skattakærunevndir, og ístaðin verður skotið upp, at kærur um skattaálíkning o.a. kunnu kærast beinleiðis til Føroya Kærustovn. Samstundis verður Toll- og Skattaráð Føroya tikið av og uppgávurnar verða lagdar til TAKS at umsita. Eisini verður skotið upp at gera aðrar tillagingar í lógini.

---   

Tingmál nr. 111/2021 - Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum (Broyta ásetingar um meting av upprunavirðinum og útvegan av skjalprógvi).

Uni Rasmussen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp at gera broytingar í lógini um skráseting av motorakførum, tá talan er um innflutning av brúktum akførum. Ósemja hevur verið um, hvussu nývirðið á einum brúktum akfari skal ásetast.

Í einum kærumáli í fjør álegði Skatta- og avgjaldskærunevndin Akstovuni at royna at útvega skjalprógv fyri upprunavirðið á akfarinum frá framleiðaranum í Týsklandi ella innflytaranum í Svøríki. Í einum øðrum bilmáli royndi Akstovan at spyrja innflytara í Svøríki og bilhandlara í Danmark um upprunavirðið á einum innfluttum brúktum bili. Svarið var, at tey tíverri ikki kundu hjálpa Akstovuni við hesum fyrispurningi.

Nú verður skotið upp, at um eigarin ikki sjálvur er førur fyri at útvega skjalprógv fyri nývirðið, skal Akstovan kunna útvega skjalprógvið úr sínum egnum skráum. 

---  

Tingmál nr. 112/2021 - Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2022.

Uni Rasmussen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp at økja útreiðslurnar hjá landskassanum við 8,8 mió. krónum (netto) afturat tí sum er játtað á  fíggjarlógini. Av hesum skulu 7 mió. krónur nýtast til eitt nýtt asfalt- og skervverk hjá Landsverki. Her verður roknað við, at inntøkurnar fara at vaksa við somu upphædd. 2,8 mió. krónur skulu nýtast til hjálparpakkar í sambandi við korona, og 8,8 mió. krónur verða játtaðar til sjúkrahúsverkið, harav ein partur fer til koronukanningar og ein til Midicoteknisk tól.  

---   

Tingmál nr. 116/2021 - Uppskot til samtyktar um virkisætlan fyri skipaða endurnýtslu og ringbúskap.

Bjørt Samuelsen og Hervør Pálsdóttir, løgtingskvinnur, hava lagt uppskotið fram vegna Tjóðveldi.

Skotið verður upp at heita á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið eina virkisætlan um at skipa endurnýtslu og ringbúskap í Føroyum, og at gera neyðug lógaruppskot í sambandi við tað.

---   

Tingmál nr. 117/2021 - Uppskot til samtyktar um nýggj strandfaraskip til oyggjaleiðir.

Bjørt Samuelsen og Sirið Stenberg, løgtingskvinnur, hava lagt uppskotið fram vegna Tjóðveldi.

Skotið verður upp, at løgtingið skal heita á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið eina ætlan um at endurnýggja strandfaraflotan við nýbygdum, tíðarhóskandi ferjum til allar oyggjaleiðirnar innan fá ár, og at hetta kemur við í langtíðarkarmarnar hjá landsstýrinum.

---    

Tingmál nr. 126/2021 - Uppskot til samtyktar um Suðuroyartunnil.

Sirið Stenberg, løgtingskvinna, hevur lagt uppskotið fram vegna Tjóðveldi.

Skotið verður upp, at løgtingið samtykkir at: “Løgtingið heitir á landsstýrið um at fyrireika og leggja fyri Løgtingið øll neyðug lógaruppskot um ein undirsjóvartunnil til Suðuroyar.”

Tingfundur fríggjadagin, 11. mars 2022, kl. 10:00

Val:

Val av løgtingsgrannskoðara

Nú Uni Rasmussen er vorðin landsstýrismaður, skal ein nýggjur løgtingsgrannskoðari veljast fyri hann.

---  

3. viðgerð:

Tingmál nr. 58/2021 - Uppskot til løgtingslóg um stuðul til ávísar fyritøkur fyri fastar útreiðslur í sambandi við COVID-19.

Magnus Rasmussen, landsstýrismaður hevur lagt uppskotið fram.

Í sambandi við corona mælti landsstýrið til í desember, at fyritøkur sum reka diskoteks- og vertshúsvirksemi lótu aftur í seinasta lagi klokkan 23 í tíðarskeiðinum frá 10. desember til 23. desember. Seinni er hetta tíðarskeiðið longt. Í hesum sambandinum boðaði landsstýrið frá, at uppskot fór at verða lagt fyri løgtingið, um at hesar fyritøkur skuldu fáa endurgjald fyri føstu útreiðslurnar teir dagarnar tær lótu aftur klokkan 23.

Tað er hetta uppskotið, sum nú verður vitgjørt í løgtinginum – um at geva fyritøkunum endurgjald fyri føstu útreiðslurnar.

Uppskotið varð einmælt samtykt við 2. viðgerð.

---

1. viðgerðir:

Tingmál nr. 107/2021 - Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Fámjinstunnil við tilhoyrandi vegum (Hækka játtanarkarmin).

Uni Rasmussen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Í verklagslógini um Fámjinstunnilin er ásett, at byggiútreiðslurnar í mesta lagi kunnu verða 169 mió. krónur. Ein nýggj kostnaðarmeting sigur, at tunnilin fer at kosta 207 mió. krónur. Tí verður skotið upp at hækka játtanina til 207 mió. krónur.

---

Tingmál nr. 108/2021 - Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (Fólkaflutningur, ferðaleiðarar o.a.).

Uni Rasmussen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Endamálið við uppskotinum er at gera tiltrongdar nágreiningar, broytingar og dagføringar í meirvirðisgjaldslógini.

Nágreinað verður, hvør fólkaflutningur er avgjaldsfríur, eins og tað verður staðfest, at virksemi sum ferðaleiðari er avgjaldsfrítt. Eisini verður heitið “Toll- og Skattstova Føroya” broytt til “TAKS”.

Seinasta broytingin er ein tillaging í sambandi við, at heimildirnar hjá skatta- og avgjaldskærunevndini eru fluttar til Føroya Kærustovn.

---   

Tingmál nr. 103/2021 - Uppskot til Løgtingslóg um at endurnýggja asfaltverk og skervverk hjá Landsverki.

Uni Rasmussen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp at geva landsstýrismanninum heimild til at brúka pengar (í mesta lagi 34,5 mió. krónur) til at endurnýggja verandi asfaltverk og skervverk hjá Landsverki.

Verandi asfaltverk og skervverk eru í ringum standi og kosta nógv í viðlíkahaldi. Tað kemur eisini fyri, at framleiðslan má steðga.

Landsverk hevur trý skervverk (í Hundsarabotni, á Hústoft, og í Porkeri), og tvey asfaltverk (á Sundi og í Hundsarabotni). Skervverkini verða niðurløgd, og eitt nýtt flytført skervverk verður útvegað, sum fer at framleiða á øllum trimum støðum partar av árinum. Asfaltverkið á Sundi verður endurnýggjað, meðan asfaltverkið í Hundsarabotni verður niðurlagt.

---

Tingmál nr. 105/2021 - Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tænastumenn landsins.

Uni Rasmussen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Endamálið við uppskotinum er at hækka fráfaringaraldurin hjá tænastumonnum úr 70 uppí 72 ár, soleiðis at tey sum ynskja tað, fáa møguleika at vera longri á arbeiðsmarknaðinum. Harumframt verða eisini aðrar broytingar gjørdar.

Millum hinar broytingarnar er, at tað ikki longur skal verða møguligt hjá umsøkjarum og felagum at fáa upplýst navnið á teimum, sum hava søkt eitt tænastumannastarv. Slíkar starvssetanir kunnu hereftir verða viðgjørdar í trúnaði eins og aðrar almennar starvssetanir. Eisini skulu prestar – eins og aðrir tænastumenn – vera umfataðir av skipanini við royndarsetan áðrenn teir verða settir í fast starv.

---

Tingmál nr. 106/2021 - Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tænastumannaeftirlønir (Aldurin, tá ið tænastumaður kann fara úr starvi við eftirløn hækkar úr 60 ár upp í 62 ár, møguleiki fyri seniorsetan, fyribilssetan í hægri starv kann telja við í eftirlønini og dagføring av viðbót í sambandi við at fólkapensjónsaldurin hækkar næstu árini).

Uni Rasmussen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Endamálið við uppskotinum er at gera tillagingar í lógini um tænastumannaeftirlønir í sambandi við, at lógin um tænastumenn verður broytt. Landsstýrið metir tað vera natúrligt, at aldursmarkið fyri at fara frá við eftirløn, sum í dag er 60 ár, hækkar til 62 ár, so tað fylgir broytingini við, at fráfaringaraldurin hækkar upp í 72 ár. Hetta skal tó bert vera galdandi fyri tænastumenn, sum verða settir í starv eftir, at henda lógin er sett í gildi.

---

LM-128/2021 : Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Føroya Realkreditstovn (Realin) (Dagføringar av endamáli, leiðslu, ogn, skuldarmørkum, útláni, striking av skuld, eftirlit o.a.)

Uni Rasmussen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Endamálið við uppskotinum er at gera neyðugar tillagingar og dagføringar, soleiðis at Realurin kann virka eftir somu treytum sum aðrar lánveitarar, ið reka líknandi virksemi. Tó verða hesar broytingar avmarkaðar, soleiðis at atlit verða tikin til endamálið við stovninum.

---  

Tingmál nr. 121/2021 - Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (At taka loftrúm og flogferðslu undir føroyskt ræði).

Høgni Hoydal, løgtingsmaður, hevur lagt uppskotið fram vegna Tjóðveldi.

Skotið verður upp, at málsøkið flogferðsla verður yvirtikið.

---

Tingmál nr. 122/2021 - Uppskot til samtyktar um miðvísar íløgur og átøk til at menna føroyska málið í 21. øld.

Høgni Hoydal, løgtingsmaður, hevur lagt uppskotið fram vegna Tjóðveldi.

Skotið verður upp, at løgtingið skal heita á Landsstýrið um, saman við serkønum fólki, at gera og leggja fram eina skipaða ætlan fyri at menna føroyska málið á øllum mótum. Sum dømi verður m.a. nevnt, at føroyskt skal vera at finna á øllum týdningarmestu talgildu samskiftismiðlunum, at Kringvarpið skal senda alt tilfar á føroyskum ella við føroyskum grundarlagi o.s.fr.

Tingfundur hósdagin 10. mars 2022, kl. 10:00

3. viðgerðir:

Tingmál nr. 61/2021 - Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om ændring af lov om Folketingets Ombudsmand

Bárður Nielsen, løgmaður, hevur lagt uppskotið fram.

Líka sum vit hava ein Løgtingsins umboðsmann, ið hevur eftirlit við virkseminum í yvirtiknum málsøkjum, so hevur Fólkatingsins umboðsmaður eftirlit við virkseminum av teimum pørtum av almennu umsitingini í Føroyum, sum ríkismyndugleikarnir umsita.

Hetta uppskotið snýr seg um at gera nakrar tillagingar í lógini um Folketingets Ombudsmand. Broytingarnar snúgva seg um stovnan av Barnaskrivstovu umboðmansins, og um at avmarka starvstíðina hjá Fólkatingsins umboðsmanni til 10 ár.

Við 2. viðgerð varð uppskotið samtykt við 26 atkvøðum fyri, ongari ímóti, og ein atkvøða var blonk.

---  

Tingmál nr. 64/2021 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í ymsum løgtingslógum o.tíl. í samband við umskipan av Føroya Kærustovni (Avtøka av kærunevndini í lendismálum, Vinnukærunevndini og Skuldarumskipanarnevndini)

Løgmaður hevur lagt uppskotið fram.

Løgtingið samtykti í november eitt uppskot um at skipa Kærustovnin  sum  sjálvstøðugan  og  óheftan  myndugleika.  Hetta  hevur  millum annað við  sær, at 11 kærunevndir og aðrar nevndir, sum Føroya Kærustovnur er skrivstova hjá, komandi tvey árini verða tiknar av.

Nakrar av gomlu kærunevndunum eru longu tiknar av, og sambært løgtingslógini um Føroya Kærustovn skulu tríggjar kærunevndir flytast í Føroya Kærustovn tann 1. juli í ár. Hesar eru Kærunevndin í lendismálum, Vinnukærunevndin og Skuldarumskipanarnevndin.

Í hesum sambandi er neyðugt at gera broytingar í teimum lógunum, sum hesar tríggjar nevndirnar fevna um, og tað er tað, sum verður gjørt við hesum uppskotinum.

Við 2. viðgerð varð uppskotið einmælt samtykt.

---  

2. viðgerð:

Tingmál nr. 39/2021 - Uppskot til samtyktar um tilráðingar frá Útnorðurráðnum í 2021.

Edva Jacobsen, Henrik Old, Ingolf S. Olsen, Steffan Klein Poulsen, Heðin Zachariasen og Ruth Vang hava lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at løgtingið tekur undir við tilráðingunum frá Útnorðurráðnum í 2021 og tekur til eftirtektar eina frágreiðing um virksemið hjá ráðnum í 2021.

Tilráðingarnar eru tvær í tali: Onnur snýr seg um, at londini í útnorðri skulu økja samstarvið og hava felags átøk á umhvørvis- og klimaøkinum. Hin snýr seg um samstarv millum tey trý londini viðvíkjandi víðari útbúgving gjøgnum fjarundirvísing.

---

1. viðgerðir:

Tingmál nr. 80/2021 - Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjófeingi (Sjófeingislógin) (Umlegging av nøgdum latnar til vinnuligar royndir og verkætlanir til egnar árskvotur og at lata kvotur til vinnuligar royndir og verkætlanir, ískoytiskvotur, fylgja við, tá ið fiskifar verður skift út).

Árni Skaale, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Lógaruppskotið verður lagt fram fyri at gera tvær tillagingar í sjófeingislógini. Onnur er í sambandi við, at kvotur av uppsjóvarfiski  til vinnuligar royndir og verkætlanir verða lagdar um til egnar árskvotur. Í tí sambandi verður nágreinað, hvat skal roknast við í nøgdirnar, tá ið kvotur av uppsjóvarfiski til vinnuligar royndir og verkætlanir verða lagdar um til egnar árskvotur. Hin tillagingin snýr seg um, at tá ein eigari av fiskifari, sum hevur fingið játtað ískoytiskvotu, skiftir hetta fiskifarið út, skal tað í ávísum førum bera til at flyta ískoytiskvotuna á nýggja fiskifarið.

---  

Tingmál nr. 75/2021 - Uppskot til løgtingslóg um sjálvboðið føroyagjald.

Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður, hevur lagt uppskotið fram.

Hugsanin við uppskotinum er at avtaka blokkstuðulin og ístaðin lata løntakarar og fyritøkur rinda eitt sonevnt føroyagjald til landskassan. Gjaldið skal vera 2% av skattskyldugu inntøkuni hjá løntakarunum og 2% av skattskylduga avlopinum hjá fyritøkum. Gjaldið skal vera sjálvboðið, og blokkstuðulin skal minka so hvørt sum inntøkurnar frá føroyagjaldinum vaksa.

---  

Tingmál nr. 104/2021 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til menning av fiskivinnu á landi.

Bjarni Hammer, løgtingsmaður, hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp at broyta lógina um menning av fiskivinnu á landi. Eftir galdandi lóg kann játtast í mesta lagið 1,25 kr. fyri hvørt kg av frystum fiski, krabbadýrum og skeljadýrum, sum verða innflutt, og fyri feskan fisk kann stuðulin vera í mesta lagi 1,00 kr. fyri kg.

Við hesum uppskotinum verður skotið upp at broyta hámarkið til 2,00 fyri øll sløgini.

Endamálið er at eggja fiskavirkjum til at keypa botnfisk úr gannalondunum, tá rávøran manglar í Føroyum. Uppskotssetarin metir, at ein slík skipan hevði skapt nógvar ferðir størri inntøkur, enn sjálvur flutningsstuðulin hevði kostað.

---

Tingmál nr. 114/2021 - Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2022-2.

Bjarni Hammer, løgtingsmaður, hevur lagt uppskotið fram.

Hetta uppskotið hongur saman við tingmáli nr. 104 (um stuðul til menning av fiskivinnu á landi). Skotið verður upp at játta 7,5 mió. krónur til stuðul til fiskavirki, ið innflyta feskan og frystan fisk til virkingar í Føroyum.

---                

Tingmál nr. 113/2021 - Uppskot til samtyktar um at dagføra løgtingslógina um starvsmenn.

Aksel V. Johannesen, løgtingsmaður, hevur lagt uppskotið fram vegna Javnaðarflokkin.

Skotið verður upp, at løgtingið skal heita á landsstýrið um at leggja uppskot fyri løgtingið um eina dagførda og tíðarhóskandi lóg um starvsmenn (funktionerar).  

---

Tingmál nr. 74/2021 - Uppskot til samtyktar um at endurskoða løgtingslógina um meirvirðisgjald

Javnaðarflokkurin hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at løgtingið skal heita á landsstýrið um at endurskoða lógina um meirvirðisgjald við tí endamáli, at undantøkini fyrst og fremst skulu vera til frama fyri føroyskar borgarar.

---  

Tingmál nr. 78/2021 - Uppskot til samtyktar um at fáa útbúgvið fleiri námsfrøðingar og at viðgera um vit eiga at hava tvær námsfrøðiútbúgvingar, eina við serkunnleika á dagstovnaøkinum og eina við serkunnleika í sernámsfrøði.

Tjóðveldi hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at løgtingið skal heita á landsstýrið um at kanna møguleikan fyri at útbúgva fleiri námsfrøðingar og at viðgera, um tørvur er á tveimum útbúgvingum við serkunnleika ávikavist á dagstovnaøkinum og í sernámsfrøði.

---

Tingmál nr. 115/2021 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka.

Framsókn hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at matvøruhandlar og matstovur skulu kunna innflyta og selja øl og vín.

Tingfundur mikudagur, 09. mars 2022, kl. 10:00

2. viðgerð:

Tingmál nr. 58/2021 - Uppskot til løgtingslóg um stuðul til ávísar fyritøkur fyri fastar útreiðslur í sambandi við COVID-19

Magnus Rasmussen, landsstýrismaður hevur lagt uppskotið fram.

Í sambandi við corona mælti landsstýrið til í desember, at fyritøkur sum reka diskoteks- og vertshúsvirksemi lótu aftur í seinasta lagi klokkan 23 í tíðarskeiðinum frá 10. desember til 23. desember. Seinni er hetta tíðarskeiðið longt. Í hesum sambandinum boðaði landsstýrið frá, at uppskot fór at verða lagt fyri løgtingið, um at hesar fyritøkur skuldu fáa endurgjald fyri føstu útreiðslurnar teir dagarnar tær lótu aftur klokkan 23.

Tað er hetta uppskotið, sum nú verður vitgjørt í løgtinginum – um at geva fyritøkunum endurgjald fyri føstu útreiðslurnar.

Ein samd vinnunevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

--- 

1. viðgerðir:

Tingmál nr. 93/2021 - Uppskot til Løgtingslóg um at taka festið Heygsgarð úr festiskipanini.

Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Uppskotið hevur til endamáls at taka Heygsgarð í Kollafirði (festið sum er knýtt at Búnaðarstovuni) úr festiskipanini og samstundis áseta, at peningurin sum stendur á festikontuni hjá Heygsgarði, saman við framtíðar inntøkum, verður markað til ábøtur á bygningar og lendi hjá Búnaðarstovuni.

Tó at Heygsgarður í útivið 40 ár ikki hevur virkað sum eitt vanligt festi, er Heygsgarður kortini ongantíð formliga tikin burturúr festiskipanini, og tað kann, sambært landsstýrismanninum, í summum førum elva til ógreiðu. Ætlanin er tí at broyta hetta.

Landsverk hevur ábyrgd av at viðlíkahalda fyrisitingarbygningin, og ætlanin er, at tað skal halda fram. Pengarnir av festikontuni til hetta arbeiði skulu tó bara kunna brúkast við loyvi frá landsstýrismanninum.

---

Tingmál nr. 94/2021 - Uppskot til Løgtingslóg um mát og vekt.

Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Málsøkið mát og vekt varð yvirtikið tann 29. juli 2008. Mát og vekt snýr seg um, at øll søla, har prísurin er ásettur í krónum fyri liturin, kilo o.s.fr., skal fara fram undir røttum fyritreytum við góðkendum mátitólum. Brúkarin skal kunna kenna seg tryggan við, at hann fær ta nøgdina av vøruni, sum hann rindar fyri.

Við yvirtøkuni í 2008 tóku føroyskir myndugleikar yvir lóggávuvaldið og útinnandi valdið á málsøkinum. Ætlanin var í sambandi við yvirtøkuna, at málsøkið skuldi skipast við eini føroyskari lóg, men hetta er enn ikki gjørt.

Endamálið við uppskotinum er at skipa málsøkið mát og vekt við einari tíðarhóskandi føroyskari heimildarlóg, ið greitt ásetur heimildirnar hjá landsstýrinum og hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, sum hevur dagligu fyrisitingina av málinum. Uppskotið ger ikki innihaldsligar ella bygnaðarligar broytingar í, hvussu málsøkið verður fyrisitið, men ger lógarverkið greiðari og meira framtíðartryggjað fyri myndugleikarnar, borgarar og vinnu.

--- 

Tingmál nr. 97/2021 - Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um marknaðarføring (Heimild at tilnevna Brúkaraumboðið sum bólkaumboð í bólkarættarmál).

Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Tað er eitt slag av rættarmálum sum kallast “bólkarættarmál”. Tað er tá rætturin viðgerð fleiri mál saman, tí málini líkjast. Í tí sambandi verður eitt felags bólkaumboð valt, sum umboðar teir einstøku partarnar í málinum.

Sambært rættargangslógini kunnu almennir myndugleikar bara tilnevnast at vera bólkaumboð, um hetta er heimilað við lóg.

Í sambandi við marknaðarføring er natúrligt, at Brúkaraumboðið kann vera bólkaumboð, men heimildin manglar í lógini um marknaðarføring. Hetta verður broytt við hesum lógaruppskotinum.

--- 

Tingmál nr. 98/2021 - Uppskot til Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af § 30 i lov om ændring af konkursloven og forskellige andre love(uppskotið hevur eitt sera langt navn, sum her er stytt).

Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Tað sum hetta í stuttum snýr seg um, er at gera onkrar tillagingar í lógini um innsetara- og íleggjaratrygdarskipan (lógin sum tryggjar øllum vanligum bankakundum trygd fyri 750.000 krónum av innistandandi). Broytingarnar eru fyri tað mesta av tekniskum slag, har nýggj heiti verða sett inn fyri tey gomlu. Eisini verða nýggjar ásetingar gjørdar fyri íleggjara- og umsitingarfeløg. Í løtuni finst einki føroysk feløg sum verða rakt av hesum broytingunum, og tí eru hesar broytingarnar ikki so viðkomandi fyri Føroyar.

--- 

Tingmál nr. 99/2021 - Uppskot til Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af § 2 i lov om ændring af lov om finansiel virksomhed og lov om restrukturering og afvikling af visse finansielle virksomheder og forskellige andre love (Ændrede procedurer vedrørende nedskrivning og konvertering af kapitalinstrumenter m.m.) (uppskotið hevur eitt longri navn, sum her er stytt).

Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Lógin um at endurreisa og avtaka ávísar fíggjarfyritøkur varð sett í gildi fyri Føroyar í 2017 og er ikki dagførd síðani. Neyðugt er alla tíðina at dagføra lóggávuna á peningastovnaøkinum, fyri at fylgja lóggávuni í Danmark og ES.

Lógin snýr seg í stóran mun um, hvussu farast skal fram, tá ein peningastovnur verður neyðstaddur og ikki megnar støðuna sjálvur. Tað er tá at Finansiel Stabilitet kemur upp í leikin. Lógin staðfestir leiklutin hjá hesum stovni og hvussu stovnurin skal arbeiða saman við øðrum stovnum á økinum, serliga Fíggjareftirlitinum.

Hetta uppskotið hevur til endamáls at dagføra lógina.

·       Tað skal ikki longur vera eitt krav, at Fíggjareftirlitið skal hoyra Finansielt Stabilitet, áðrenn Fíggjareftirlitið endaliga boðar Finansielt Stabilitet frá, at allir aðrir møguleikar eru troyttir í samband við avtøku av einum peningastovni.

·       Eitt nýtt slag av skuldbindingum  verður innført, sum sampakkar við konkurslógina.

·       Nýggjar ásetingar eru, ið greina hvussu niðurskrivast skal í samband við, at ein neyðstaddur peningastovnur fær nýggjan kapital, afturfyri at hann niðurskrivar part av aktivum sínum, t.d. part av innlánunum. o.a.

--- 

Tingmál nr. 100/2021 - Uppskot til Løgtingslóg um at byggja sambýli til fólk við menningartarni og fjølbreki.

Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp at geva landsstýrismanninum heimild til at fara undir at byggja nýtt sambýli til fólk við menningartarni og fjølbreki fyri í mesta lagi 54 mió. kr.

---  

Tingmál nr. 101/2021 - Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur (Endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku í sambandi við at barn doyr, stuðul til sjúkuútreiðslur hjá persóni, ið eru í sambandi við sjúkuviðgerð og javning).

Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Uppskotið hevur trý endamál:

1.       Foreldur, ið missa eitt barn, yngri enn 18 ár, ella sum fáa eitt deyðføtt barn, fáa rætt til endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku í tíðini eftir andlátið ella tíðini eftir, at barnið er deyðføtt.

2.       Borgarar skulu ikki detta niðurímillum, tá teir eru staddir uttanlands í sjúkraørindum. Hesir skulu ikki missa rættin til fíggjarligt ískoyti til sjúkraútreiðslur, hóast teir eru staddir uttanlands.

3.       Hægst møguliga veitingin til endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku verður frameftir javnað sambært    løgtingslóg um javningarprosent til almannaveitingar.

Tingfundur týsdagin 8. mars 2022 kl. 10:

Atkvøðugreiðsla:

Atkvøtt verður um skrivligi fyrispurningur nr. 11/2021 skal svarast. Tað er Beinta Løwe Jacobsen sum spyr løgmann um yvirtikin málsøki og uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikk.

3. viðgerð:

Tingmál nr. 56/2021 - Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m. (Longt tíðarskeið, perssónsskari til sjálvbodna trygging, dagpeningur í sambandi við framskundaða pensjón og útsetta pensjón o.a.)

Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Talan er um eitt rættiliga breitt lógaruppskot, har fleiri broytingar verða gjørdar í lógini um dagpening vegna sjúku. Onkrar av broytingunum skulu betra um rættindi hjá borgarum, meðan aðrar eru avleiðingar av broytingum, sum eru gjørdar í øðrum lógum.

Broytingarnar eru hesar:

1.       Endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku í sambandi við ansing av avvarðandi  verður flutt frá  dagpengalógini til almannalógina.

2.       Framskundað pensjón verður javnsett við fyritíðarpensjón í dagpengalógini.

3.       Longt dagpeningatíðarskeið.

4.       Persónur við útsettari pensjón fær rætt til dagpening.

5.       Stjórar í smærri feløgum, sum hava nakað av arbeiðsmegi afturat sær, verða eisini fevndir av sjálvbodnu tryggingarskipanini.

Uppskotið varð einmælt samtykt við 2. viðgerð.

---  

2. viðgerðir:

Tingmál nr.

61/2021 - Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om ændring af lov om Folketingets Ombudsmand.

Bárður Nielsen, løgmaður, hevur lagt uppskotið fram.

Líka sum vit hava ein Løgtingsins umboðsmann, ið hevur eftirlit við virkseminum í yvirtiknum málsøkjum, so hevur Fólkatingsins umboðsmaður eftirlit við virkseminum av teimum pørtum av almennu umsitingini í Føroyum, sum ríkismyndugleikarnir umsita.

Hetta uppskotið snýr seg um at gera nakrar tillagingar í lógini um Folketingets Ombudsmand. Broytingarnar snúgva seg um stovnan av Barnaskrivstovu umboðmansins, og um at avmarka starvstíðina hjá Fólkatingsins umboðsmanni til 10 ár.

Ein samd rættarnevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

---   

Tingmál nr. 64/2021 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í ymsum løgtingslógum o.tíl. í samband við umskipan av Føroya Kærustovni (Avtøka av kærunevndini í lendismálum, Vinnukærunevndini og Skuldarumskipanarnevndini).

Løgmaður hevur lagt uppskotið fram.

Løgtingið samtykti í november eitt uppskot um at skipa Kærustovnin  sum  sjálvstøðugan  og  óheftan  myndugleika.  Hetta  hevur  millum annað við  sær, at 11 kærunevndir og aðrar nevndir, sum Føroya Kærustovnur er skrivstova hjá, komandi tvey árini verða tiknar av.

Nakrar av gomlu kærunevndunum eru longu tiknar av, og sambært løgtingslógini um Føroya Kærustovn skulu tríggjar kærunevndir flytast í Føroya Kærustovn tann 1. juli í ár. Hesar eru Kærunevndin í lendismálum, Vinnukærunevndin og Skuldarumskipanarnevndin.

Í hesum sambandi er neyðugt at gera broytingar í teimum lógunum, sum hesar tríggjar nevndirnar fevna um, og tað er tað, sum verður gjørt við hesum uppskotinum.

Ein samd rættarnevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

---  

1. viðgerðir:

Tingmál nr 65/2021 - Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2022

Beinta Løwe Jacobsen, løgtingskvinna, hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp at játta 500.000 krónur til at seta upp skýli ella bíðirúm til ferðafólk við ferjuleguna á Syðradali.

---  

Tingmál nr. 72/2021 - Uppskot til samtyktar um ásetingar fyri seksualupplýsing í fólkaskúlalógini.

Ingilín Didriksen Strøm.

Skotið verður upp, at løgtingið skal heita á landsstýrið um at gera uppskot um neyðugar broytingar um seksualupplýsing í fólkaskúlalógini, soleiðis at undirvísingin gerst meira skipað og tryggjar nøktandi kunning og innlit í øll viðurskifti, ið viðvíkja seksualundirvísing.

---  

Tingmál nr. 73/2021 -Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Húsalánsgrunn (heimild at stovna almannagagnlig bústaðafeløg).

Javnaðarflokkurin hevur lagt uppskotið fram.

Uppskotið snýr seg um at veita Húsalánsgrunninum (Bústøðum) heimild til at stovna almannagagnlig bústaðafeløg saman við kommununum. Endamálið við slíkum feløgum skal vera, at eingin skal forvinna pening av húsaleiguni. Leigan skal røkka til kostnaðin av íløguni, raksturin, viðlíkahald o.s.fr. Felagið skal ikki hava avlop á roknskapinum. Á henda hátt skal tryggjast eitt lágt leigugjald.

---

Tingmál nr. 79/2021 - Uppskot til samtyktar um kemikaliulóg (evnindalóg).

Ingilín D. Strøm, løgtingskvinna, hevur lagt uppskotið fram.

Talan er um eitt uppskot til samtyktar um at heita á landsstýrið um at gera eitt lógaruppskot um eina kemikaliulóg. Endamálið er at forða fyri, at evni ið hava neilig árin á lendi, sjógv og djóralív, enda úti í náttúruni. Talan er um evni ið fólk nýta í gerandisdegnum, so sum ávís sløg av matpakkapappíri, pakkitilfari og kosmetiskar vørur.

Tingfundur hósdagin 3. mars 2022, kl. 11:

3. viðgerðir:

Tingmál nr. 53/2021 - Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um aling av fiski v.m. (Tilbúgvingarætlan fyri slopnan alifisk)

Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Í  galdandi  lóggávu um aling av fiski og í kunngerð um sjúkufyribyrging frá alibrúkum eru reglur um, at alarin skal taka slopnan alifisk aftur, tá staðfestast kann, hvaðani fiskurin stavar. Men ongar reglur eru, tá tað ikki ber til at staðfesta, hvaðani fiskurin stavar. Tað er tí ógreitt, hvør hevur ábyrgd av at taka ókendan alifisk úr áum, og hvør skal rinda fyri tað. Tað eru heldur ongar greiðar reglur um atgongd til áir og vøtn, fyri at fáa fatur á slopnum fiski. Eisini er avmarkað, hvørji amboð kunnu verða nýtt til at fanga fiskin við, og nær hann kann fiskast.

Við hesum lógaruppskotinum verða nýggjar reglur gjørdar um, at loyvt skal vera at taka slopnan alifisk í áum. Hetta skal kunna gerast, tá Landsdjóralæknin hevur tikið avgerð um tað.

Ætlanin er, at alifeløgini skulu gera avtalu við Landsdjóralæknan um eina tilbúgvingarætlan, og alifeløgini skulu hava skyldu til at rinda útreiðslurnar av tiltøkum sambært tilbúgvingarætlanini. Verður staðfest, at slopni alifiskurin stavar frá ávísum alifelag, kann hesum alifelag verða álagt at rinda útreiðslurnar fyri tiltøk sambært tilbúgvingarætlanini.

Lógaruppskotið gevur eisini persónum, sum landsdjóralæknin hevur góðkent, atgongd til ognir og áir og vøtn, fyri at taka aftur slopnan alifisk.

Uppskotið varð einmælt samtykt við 2. viðgerð.

---

Tingmál nr. 54/2021 - Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um starvsviðurskifti o.a. hjá sjófólki (Rættindi hjá sjófólki í sambandi við sjórán, sjúkrarøkt o.a.)

Føroyar fylgja fleiri altjóða sáttmálum um starvsviðurskifti hjá sjófólki. Við hesum uppskotinum verður skotið upp at gera broytingar í føroysku lógini um starvsviðurskifti hjá sjófólki, soleiðis at lógin samsvarar við ásetingar hjá ILO (altjóða felagsskapinum um rættindi hjá arbeiðandi fólki).

Sáttmálarnir sum hetta uppskotið snýr seg um kallast MLC-sáttmálin (um starvsviðurskifti hjá sjófólki), og ILO-sáttmála nr. 108 um samleikaskjøl hjá sjófólki.

Tann 26. desember 2020 komu nýggjar reglur í MLC-sáttmálanum í gildi altjóða. Reglurnar snúgva seg um rættindi hjá sjófólki undir sjóráni og vápnaðum ráni. Fyri at Føroyar skulu kunna yvirhalda sáttmálan verður við lógaruppskotinum skotið upp, at hesar reglur verða settar í gildi í Føroyum. Eisini verða aðrar smærri broytingar gjørdar í lógini, soleiðis at lógin verður fult í samsvari við hesar sáttmálarnar. 

Uppskotið varð einmælt samtykt við 2. viðgerð.

---   

2. viðgerðir:

Tingmál nr. 56/2021 - Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m. (Longt tíðarskeið, perssónsskari til sjálvbodna trygging, dagpeningur í sambandi við framskundaða pensjón og útsetta pensjón o.a.)

Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Talan er um eitt rættiliga breitt lógaruppskot, har fleiri broytingar verða gjørdar í lógini um dagpening vegna sjúku. Onkrar av broytingunum skulu betra um rættindi hjá borgarum, meðan aðrar eru avleiðingar av broytingum, sum eru gjørdar í øðrum lógum.

Broytingarnar eru hesar:

1.       Endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku í sambandi við ansing av avvarðandi verður flutt frá  dagpengalógini til almannalógina.

2.       Framskundað pensjón verður javnsett við fyritíðarpensjón í dagpengalógini.

3.       Longt dagpeningatíðarskeið.

4.       Persónur við útsettari pensjón fær rætt til dagpening.

5.       Stjórar í smærri feløgum, sum hava nakað av arbeiðsmegi afturat sær, verða eisini fevndir av sjálvbodnu tryggingarskipanini.

Ein samd trivnaðarnevnd tekur undir við uppskotinum og mælir løgtinginum til at samtykkja tað.

---   

Tingmál nr. 21/2021 - Uppskot til samtyktar um at stytta arbeiðsvikuna.

Javnaðarflokkurin hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at Løgtingið skal heita á Landsstýrið um at fyrireika og leggja lógaruppskot fyri Løgtingið um stigvíst at stytta arbeiðsvikuna.

Víst verður á, at í seksti- og sjeytiárunum varð arbeiðsvikan so líðandi stytt úr 48 niður 40 tímar, men síðani hevur hon verið óbroytt. Í Danmark fingu tey 37 tíma arbeiðsviku í 1990. Summi føroysk fakfeløg hava samrátt seg til eina styttri arbeiðsviku í sáttmála millum partarnar. Uppskotssetararnir halda, at tíðin er komin til at stytta arbeiðsvikuna stigvíst niður í 37 tímar komandi árini.

Meirilutin í rættarnevndini (samgonguflokkarnir) sigur, at hetta er sama uppskot, sum rættarnevndin  viðgjørdi í 2020, og at umstøðurnar eru ikki broyttar, síðani málið seinast var til viðgerðar í Løgtinginum. Meirilutin hevur framvegis ta støðu, at spurningurin fyrst og fremst er ein spurningur, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum eiga at samráðast um. Meirilutin tekur tí ikki undir við málinum og mælir  Løgtinginum  frá  at samtykkja uppskotið.

Minnilutin (Javnaðarflokkurin og tjóðveldi) tekur undir við uppskotinum, og mælir til at tað verður samtykt.

---  

Skrivligir fyrispurningar:

Hesir skrivligu fyrispurningarnir verða svaraðir:

Skrivligur fyrispurningur nr. 4/2021 -Nýtt vaktar- og bjargingarskip fyri Tjaldrið.

Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður, spyr Árna Skaale, landsstýrismann.

Spyrjarin vísir á, at vaktar- og bjargingarskipið Tjaldrið, verður skjótt 46 ára gamalt. Tí spyr hann, um skipið er nóg trygt at brúka sum vaktar- og bjargingarskip, um tað lýkur nútímans manningarkrøv, og um skipið fær røkt sínar uppgávur sum sleipari o.a. Eisini spyr hann hvørjar ætlanir eru við at byggja nýtt skip.

---  

Skrivligur fyrispurningur nr. 5/2021 - Greiningar- og viðgerðarmiðstøð í sambandi við rehabilitering, venjing og endurvenjing.

Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður, spyr Kaj Leo Johannesen, landsstýrismann.

Spyrjarin sigur, at árliga fáa millum 100 og 200 føroyingar heilaskaða. Á fíggjarlógini 2022 eru 2 mió. krónur settar av til at stovna eina greiningar- og viðgerðarmiðstøð í sambandi við rehabilitering. Hann spyr tí, hvussu landsstýrismaðurin ætlar at skipa hetta arbeiðið, hvørjir partar fara at luttaka í fyrireikingararbeiðinum, hvør er tíðarætlanin og ætlar landsstýrismaðurin at seta fleiri pengar av til hetta arbeiðið?

---   

Skrivligur fyrispurningur nr. 6/2021 - Framtíðarstøða Kringvarp Føroya.

Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður, spyr Jenis av Rana, landsstýrismann.

Spurningurin snýr seg mest um fíggjarstøðuna hjá Kringvarpi Føroya. Spurt verður um landsstýrismaðurin kennir til fíggjarligu støðuna hjá stovninum, og hvat hann ætlar at gera við støðuna? Spurt verður eisini hvørja uppgávur Kringvarpið eigur at hava í framtíðini, og um stovnurin fær røkt sínar skyldur við verandi fíggjarligu fortreytunum.

--- 

Skrivligur fyrispurningur nr. 7/2021 – Barnaverndarlógin

Bjarni Hammer, løgtingsmaður, spyr Sólvit E. Nolsø, landsstýrismann.

Spyrjarin vísir á, at í almenna kærusavninum hjá Føroya Kærustovni eru dømi um, at hóast harðskapur verður framdur ímóti fosturbarni, so varðveita fosturforeldrini góðkenning sum fosturforeldur. Hann spyr tí um landsstýrismaðurin heldur hetta vera í lagi, um landsstýrismaðurin ætlar at herða barnaverndarlógina, so at harðskapur undir ongum umstøðum verður góðtikin, og eisini spyr hann hvørjar reglur eru galdandi fyri, at biologiskir pápar ella mammur kunnu fáa barnið heimaftur, tá fosturforeldur fremja harðskap ímóti fosturbarni?

Tingfundur hósdagin 24. februar 2022, kl. 11:

2. viðgerðir:

Tingmál nr. 71/2021 - Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um aling av fiski v.m. (Tilbúgvingarætlan fyri slopnan alifisk).

Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Í  galdandi  lóggávu um aling av fiski og í kunngerð um sjúkufyribyrging frá alibrúkum eru reglur um, at alarin skal taka slopnan alifisk aftur, tá staðfestast kann, hvaðani fiskurin stavar. Men ongar reglur eru, tá tað ikki ber til at staðfesta, hvaðani fiskurin stavar.  Tað er tí ógreitt, hvør hevur ábyrgd av at taka ókendan alifisk úr áum, og hvør skal rinda fyri tað. Tað eru heldur ongar greiðar reglur um atgongd til áir og vøtn, fyri at fáa fatur á slopnum fiski. Eisini er avmarkað, hvørji amboð kunnu verða nýtt til at fanga fiskin við, og nær hann kann fiskast.

Við hesum lógaruppskotinum verða nýggjar reglur gjørdar um, at loyvt skal vera at taka slopnan alifisk í áum. Hetta skal kunna gerast, tá Landsdjóralæknin hevur tikið avgerð um tað.

Ætlanin er, at alifeløgini skulu gera avtalu við Landsdjóralæknan um eina tilbúgvingarætlan, og alifeløgini skulu hava skyldu til at rinda útreiðslurnar av tiltøkum sambært tilbúgvingarætlanini. Verður staðfest, at slopni alifiskurin stavar frá ávísum alifelag, kann hesum alifelag verða álagt at rinda útreiðslurnar fyri tiltøk sambært tilbúgvingarætlanini.

Lógaruppskotið gevur eisini persónum, sum landsdjóralæknin hevur góðkent, atgongd til ognir og áir og vøtn, fyri at taka aftur slopnan alifisk.

Ein samd vinnunevnd tekur undir við uppskotinum.

---  

Tingmál nr. 54/2021 - Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um starvsviðurskifti o.a. hjá sjófólki (Rættindi hjá sjófólki í sambandi við sjórán, sjúkrarøkt o.a.)

Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Føroyar fylgja fleiri altjóða sáttmálum um starvsviðurskifti hjá sjófólki. Við hesum uppskotinum verður skotið upp at gera broytingar í føroysku lógini um  starvsviðurskifti hjá sjófólki, soleiðis at lógin samsvarar við ásetingar hjá ILO (altjóða felagsskapinum um rættindi hjá arbeiðandi fólki).

Sáttmálarnir sum hetta uppskotið snýr seg um kallast MLC-sáttmálin (um starvsviðurskifti hjá sjófólki), og ILO-sáttmála nr. 108 um samleikaskjøl hjá sjófólki.

Tann 26. desember 2020 komu nýggjar reglur í MLC-sáttmálanum í gildi altjóða. Reglurnar snúgva seg um rættindi hjá sjófólki undir sjóráni og vápnaðum ráni. Fyri at Føroyar skulu kunna yvirhalda sáttmálan verður við lógaruppskotinum skotið upp, at hesar reglur verða settar í gildi í Føroyum. Eisini verða aðrar smærri broytingar gjørdar í lógini, soleiðis at lógin verður fult í samsvari við hesar sáttmálarnar. 

Ein samd vinnunevnd tekur undir við uppskotinum.

---

1. viðgerðir: 

Tingmál nr. 69/2021 - Uppskot til Løgtingslóg um stuðul til listafólk, sum hava verið fyri fíggjarligum missi í tíðarskeiðinum 9. desember 2021 til 31. januar 2022 í sambandi við COVID-19. 

Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp at veita listafólkum hjálp, ið hava mist pengar orsaka av COVID-19, almennu tilmælunum og avmarkaðu virkismøguleikunum. Skotið verður upp, at uppskotið umfatar fíggjarliga tapið í tíðarskeiðnum frá og við 9. desember 2021 til og við31. januar 2022.

---  

Tingmál nr. 70/2021 - Uppskot til samtyktar um sáttmála millum Føroyar og Evropasamveldið um luttøku Føroya í samstarvsætlanum Samveldisins.

Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at løgtingið góðkennir, at landsstýrið fær sáttmálan millum Føroyar og Evorpasamveldið settan í gildi.

Sáttmálin snýr seg um granskingar- og menningarsamstarv.

---  

Tingmál nr. 71/2021 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um frítíð við løn (Skipanin við frítíðarlønarkontum verður broytt, Frítíðargrunnurin verður avtikin o.a.)   

Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Tá fólk arbeiða, so fáa tey bæði løn og frítíðarløn. Frítíðarlønin verður hvønn mánað flutt á frítíðarlønarkonturnar hjá teirra fakfeløgum. Talan er um 132 frítíðarlønarkontur, sum 68 fakfeløg eiga, og í alt verða gjørdar góðar 500.000 flytingar um árið. TAKS umsitur skipanina. Fakfeløgini hava havt rentuvinning av hesum, men síðani rentan bleiv negativ, hava tey vilja sloppið av við frítíðarlønarkonturnar.

Hetta verður nú gjørt. Konturnar verða samlaðar í eina kontu hjá Føroya Gjaldstovu. TAKS fer at umsita frítíðarlønina, og landskassin skal bera kostnaðin av hesum. Frítíðargrunnurin verður avtikin, og fæ grunsins verður flutt til Granskingarráðið.

---

Tingmál nr. 68/2021 : Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2022-2

Aksel V. Johannesen, løgtingsmaður, hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp at játta 5 mió. krónur til Dalstunnilin, og at taka pengarnar av játtanini til fótbóltshøll. 

Tingfundur mikudagin 23. februar 2022, kl. 11:

Ófráboðaðir fyrispurningar

---

Skrivligir Fyrispurningar:

Hesir skrivligu fyrispurningarnir verða svaraðir:

--- 

Skrivligur fyrispurningur nr. 7/2021 – Barnaverndarlógin

Bjarni Hammer, løgtingsmaður, spyr Sólvit E. Nolsø, landsstýrismann.

Spyrjarin vísir á, at í almenna kærusavninum hjá Føroya Kærustovni eru dømi um, at hóast harðskapur verður framdur ímóti fosturbarni, so varðveita fosturforeldrini góðkenning sum fosturforeldur. Hann spyr tí um landsstýrismaðurin heldur hetta vera í lagi, um landsstýrismaðurin ætlar at herða barnaverndarlógina, so at harðskapur undir ongum umstøðum verður góðtikin, og eisini spyr hann hvørjar reglur eru galdandi fyri, at biologiskir pápar ella mammur kunnu fáa barnið heimaftur, tá fosturforeldur fremja harðskap ímóti fosturbarni?

---  

Skrivligur fyrispurningur nr. 8/2021 - Fiskirættindi, sum nú skulu verða knýtt at egnum fiskifari við veiðiloyvi.

Høgni Hoydal, løgtingsmaður, spyr Árna Skaale, landsstýrismann.

Spurt verður um landsstýrismaðurin kann útvega løgtinginum eitt samlað yvirlit yvir, hvussu øll fiskirættindi eru flutt á ávís fiskifør við veiðiloyvi frá 1. januar 2022, og hvussu nógv veiðiloyvi eru útskrivað í ymsu bólkunum? Nógvir aðrir spurningar verða spurdir hesum viðvíkjandi, og at enda spyr løgtingsmaðurin, um landsstýrismaðurin tekur undir við, at tað skal bera til at selja tað, sum tú ikki eigur, og um landsstýrismaðurin heldur, at hetta er ein góð skipan?

Tingfundur týsdagur 22. februar 2022, kl. 13:

2. viðgerð:

Tingmál nr. 35/2021 - Uppskot um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattafrí samsýning fyri sjálvboðið arbeiði innan ávísar frítíðarfelagsskapir).

Jóhannis Joensen og Djóni Nolsøe Joensen, løgtingsmenn, hava lagt uppskotið fram.

Sambært skattalógini kunnu dómarar,  linjuverjar  og  venjarar  innan  ítróttin umframt leiðarar og hjálparar hjá ítróttafeløgum fáa 50.000 krónur um árið skattafrítt í samsýning. Við hesum uppskotinum verður skotið upp, at hetta skal eisini galda fyri leiðarar og hjálparar hjá skótafeløgum, talvfeløgum, bridgefeløgum og dansifeløgum innan føroyskan dans.

Meirilutin í Fíggjarnevndini (samgonguumboðini og Kristin Michelsen) heldur,  at  um  broytingar  skulu  gerast  í  skattalógini  á  hesum  øki,  eigur tað at  koma  frá landsstýrismanninum í fíggjarmálum, sum nágreinar, hvørjir felagsskapir og áhugabólkar, ið kunnu koma undir hesar treytirnar í skattalógini. “Tað er ikki nøktandi, at broytingar koma í skattalógina, har málbólkurin ikki er greitt nágreinaður og alment galdandi,” sigur meirilutin, sum mælir frá at samtykkja uppskotið.

Minnilutin (Aksel V. Johannesen) tekur undir við uppskotinum.

Ein annar minniluti(Páll á Reynatúgvu og Ruth Vang) tekur støðu í tingsalinum.

---  

1. viðgerðir:

Tingmál nr. 60/2021 - Uppskot til samtyktar um at gera broytingar í dagpeningaskipanini.

Javnaðarflokkurin hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at Løgtingið skal heita á landsstýrið um at gera uppskot um eina afturberingarskipan í sambandi við sjúku, sum skal galda fyri smærri vinnurekandi við starvsmonnum í starvi.

(Starvsmenn eru ein arbeiðsbólkur sum starvast í handli, á skrivstovu, innan tekniska ella kliniska hjálp o.s.fr.).

Uppskotssetararnir vísa á, at Vinnurekandi, sum hava fólk í starvi, sum ikki eru starvsmenn, rinda 1. og 2. sjúkradag hjá starvsfólkum sínum, og síðan verða starvsfólkini fevnd av dagpeningaskipanini hjá Almannaverkinum. Men har talan er um starvsmenn, skal arbeiðsgevarin gjalda løn undir allari sjúkufráveruni.

Uppskotssetararnir halda verandi skipan vera góða, men fyri smærri vinnurekandi, sum hava starvsmenn í starvi, kann hetta vera dýrt.

Tí verður skotið upp at gera eina afturberingarskipan fyri smærru arbeiðsgevararnar við starvsmonnum í starvi.

---

Tingmál nr. 66/2021 - Uppskot til samtyktar um at kriminalisera sálarligan harðskap.

Hervør Pálsdóttir hevur lagt uppskotið fram vegna Tjóðveldi.

Sambært revsilógini kann tann, sum ger skaða á ein annan persón verða revsaður við fongsli upp til 6 ár. Hetta er galdandi fyri likamligan skaða, ella sálarligan skaða sum er framdur saman við tí likamliga harðskapinum. Um sálarligi harðskapurin verður framdur sjálvstøðugt, er hann ikki revsiverdur.

Tað er hetta, sum skotið verður upp at broyta, soleiðis at allur sálarligur harðskapur verður revsiverdur.

Tingfundur hósdagin 17. februar 2022 kl. 11:

Atkvøðugreiðsla:

Atkvøtt verður um ein skrivligan fyrispurning frá Pálli á Reynatúgvu til landsstýrismannin við fíggjarmálum um negativa rentu hjá bankum.

---

1. viðgerðir:

Tingmál nr. 61/2021 - Uppskot til Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om ændring af lov om Folketingets Ombudsmand.

Løgmaður hevur lagt uppskotið fram.

Líka sum vit hava ein Løgtingsins umboðsmann, ið hevur eftirlit við virkseminum í yvirtiknum málsøkjum, so hevur Fólkatingsins umboðsmaður eftirlit við virkseminum av teimum pørtum av almennu umsitingini í Føroyum, sum ríkismyndugleikarnir umsita.

Hetta uppskotið snýr seg um at gera nakrar tillagingar í lógini um Folketingets Ombudsmand. Broytingarnar snúgva seg um stovnan av

Barnaskrivstovu

umboðmansins, og um at avmarka starvstíðina hjá Fólkatingsins umboðsmanni til 10 ár.

---  

Tingmál nr. 64/2021 - Uppskot til Løgtingslóg um broyting í ymsum løgtingslógum o.tíl. í samband við umskipan av Føroya Kærustovni (Avtøka av kærunevndini í lendismálum, Vinnukærunevndini og Skuldarumskipanarnevndini).

Løgmaður hevur lagt uppskotið fram.

Løgtingið samtykti í november eitt uppskot um at skipa Kærustovnin  sum  sjálvstøðugan  og  óheftan  myndugleika.  Hetta  hevur  millum annað við  sær, at 11 kærunevndir og aðrar nevndir, sum Føroya Kærustovnur er skrivstova hjá, komandi tvey árini verða tiknar av.

Nakrar av gomlu kærunevndunum eru longu tiknar av, og sambært løgtingslógini um Føroya Kærustovn skulu tríggjar kærunevndir flytast í Føroya Kærustovn tann 1. juli í ár. Hesar eru Kærunevndin í lendismálum, Vinnukærunevndin og Skuldarumskipanarnevndin.

Í hesum sambandi er neyðugt at gera broytingar í teimum lógunum, sum hesar tríggjar nevndirnar fevna um, og tað er tað, sum verður gjørt við hesum uppskotinum.

---  

Tingmál nr. 62/2021 -
Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eigaraíbúðir
(Broyting av reglum um sundurbýti av eldri bygningum í eigaraíbúðir o.a.).

Magnus Rasmussen, landsstýrismaður hevur lagt uppskotið fram.

Sambært galdandi lóg kunnu hús býtast sundur í fleiri matrikulnummur, um tey eru grundað áðrenn 3. apríl 1970. Hús sum eru grundað eftir henda dagin kunnu ikki sundurmatrikulerast.

Skotið verður nú upp, at eisini nýggjari hús kunnu sundurmatrikulerast.

---

Tingmál nr. 63/2021 - Uppskot til løgtingslóg um barnaváttanir (Barnaváttanarlógin).

Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Breið politisk semja hevur leingi verið um at gera eina lóg, har tað í sambandi við ávís størv og uppgávur verður sett sum treyt at útvega eina sonevnda barnaváttan.

Ein barnaváttan er eitt serligt slag av revsiváttan, ið er avmarkað til upplýsingar um ávís lógarbrot.

Endamálið við uppskotinum er at verja børn móti kynsligum ágangi. Hetta verður gjørt við at landsstovnar,  kommunalir  stovnar  og  privatir  løgfrøðiligir  persónar so sum felagsskapir skulu útvega eina barnaváttan,  áðrenn persónur umvegis starvið ella uppgávuna kemur í beinleiðis og  regluligt  samband  við  børn  undir  15  ár.

Tingfundur týsdagin 15. februar 2022 kl. 13:

2. viðgerð:

Tingmál nr. 40/2021 - Uppskot til samtyktar um at góðkenna landsroknskapin fyri 2020

Uni Rasmussen, Djóni Nolsøe Joensen, Rósa Samuelsen og Beinta Løwe Jacobsen, løgtingsgrannskoðarar, hava lagt uppskotið fram.

Eitt evni sum løgtingsgrannskoðararnir funnust at í teirra frágreiðing er nýggja bíleggingarskipanin hjá Strandferðsluni, har einki útboð var um at gera skipanina, og eingin skrivlig avtala finst við veitaran. Fíggjarnevndin sigur í álitinum, at hon er samd við løgtingsgrannakoðararnar í hesum. Nevndin mælir til, at landsstýrismaðurin neyvt fylgir málinum, soleiðis at hetta verður loyst skjótast til ber.

Løgtingsgrannskoðararnir vísa eisini á onnur viðurskifti, sum ikki eru nøktandi, harav nøkur verða átalað. Fíggjarnevndin tekur undir við hesum og heldur, at avvarðandi landsstýrisfólk eiga at arbeiða miðvíst fyri at fáa tey viðurskifti í rættlag.

Við hesum viðmerkingum tekur ein samd nevnd undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

---

1. viðgerðir:

Tingmál nr. 55/2021 - Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri januar 2022-2

Bjarni Hammer hevur lagt uppskotið fram vegna Javnaðarflokkin.

Skotið verður upp at játta 5. mió. krónur til Strandferðsluna. Hetta skal gerast fyri at fyribyrgja, at gjaldið fyri farmaflutning við Smyrli hækkar.

---  

Tingmál nr.60/2021 – Uppskot til samtyktar um at gera broytingar í dagpeningaskipanini

Javnaðarflokkurin hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at Løgtingið skal heita á landsstýrið um at gera uppskot um eina afturberingarskipan í sambandi við sjúku, sum skal galda fyri smærri vinnurekandi við starvsmonnum í starvi.

(Starvsmenn eru ein arbeiðsbólkur sum starvast í handli, á skrivstovu, innan tekniska ella kliniska hjálp o.s.fr.).

Uppskotssetararnir vísa á, at Vinnurekandi, sum hava fólk í starvi, sum ikki eru starvsmenn, rinda 1. og 2. sjúkradag hjá starvsfólkum sínum, og síðan verða starvsfólkini fevnd av dagpeningaskipanini hjá Almannaverkinum. Men har talan er um starvsmenn, skal arbeiðsgevarin gjalda løn undir allari sjúkufráveruni.

Uppskotssetararnir halda verandi skipan vera góða, men fyri smærri vinnurekandi, sum hava starvsmenn í starvi, kann hetta vera dýrt.

Tí verður skotið upp at gera eina afturberingarskipan fyri smærru arbeiðsgevararnar við starvsmonnum í starvi.

Tingfundur týsdagin 1. februar 2022 kl. 11:

1. viðgerðir:

Tingmál nr. 58/2021 - Uppskot til løgtingslóg um stuðul til ávísar fyritøkur fyri fastar útreiðslur í sambandi við COVID-19

Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Í sambandi við corona mælti landsstýrið til í desember, at fyritøkur sum reka diskoteks- og vertshúsvirksemi lótu aftur í seinasta lagi klokkan 23 í tíðarskeiðinum frá 10. desember til 23. desember. Seinni er hetta tíðarskeiðið longt. Í hesum sambandinum boðaði landsstýrið frá, at uppskot fór at verða lagt fyri løgtingið, um at hesar fyritøkur skuldu fáa endurgjald fyri føstu útreiðslurnar teir dagarnar tær lótu aftur klokkan 23.

Tað er hetta uppskotið, sum nú er lagt fyri løgtingið – um at geva fyritøkunum endurgjald fyri føstu útreiðslurnar.

---   

Tingmál nr. 53/2021 - Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um aling av fiski v.m. (Tilbúgvingarætlan fyri slopnan alifisk)

Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Í  galdandi  lóggávu um aling av fiski og í kunngerð um sjúkufyribyrging frá alibrúkum eru reglur um, at alarin skal taka slopnan alifisk aftur, tá staðfestast kann, hvaðani fiskurin stavar. Men ongar reglur eru, tá tað ikki ber til at staðfesta, hvaðani fiskurin stavar.  Tað er tí ógreitt, hvør hevur ábyrgd av at taka ókendan alifisk úr áum, og hvør skal rinda fyri tað. Tað eru heldur ongar greiðar reglur um atgongd til áir og vøtn, fyri at fáa fatur á slopnum fiski. Eisini er avmarkað, hvørji amboð kunnu verða nýtt til at fanga fiskin við, og nær hann kann fiskast.

Við hesum lógaruppskotinum verða nýggjar reglur gjørdar um, at loyvt skal vera at taka slopnan alifisk í áum. Hetta skal kunna gerast, tá Landsdjóralæknin hevur tikið avgerð um tað.

Ætlanin er, at alifeløgini skulu gera avtalu við Landsdjóralæknan um eina tilbúgvingarætlan, og alifeløgini skulu hava skyldu til at rinda útreiðslurnar av tiltøkum sambært tilbúgvingarætlanini. Verður staðfest, at slopni alifiskurin stavar frá ávísum alifelag, kann hesum alifelag verða álagt at rinda útreiðslurnar fyri tiltøk sambært tilbúgvingarætlanini.

Lógaruppskotið gevur eisini persónum, sum landsdjóralæknin hevur góðkent, atgongd til ognir og áir og vøtn, fyri at taka aftur slopnan alifisk.

---   

Tingmál nr. 54/2021 : Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um starvsviðurskifti o.a. hjá sjófólki (Rættindi hjá sjófólki í sambandi við sjórán, sjúkrarøkt o.a.)

Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Føroyar fylgja fleiri altjóða sáttmálum um starvsviðurskifti hjá sjófólki. Við hesum uppskotinum verður skotið upp at gera broytingar í føroysku lógini um  starvsviðurskifti hjá sjófólki, soleiðis at lógin samsvarar við ásetingar hjá ILO (altjóða felagsskapinum um rættindi hjá arbeiðandi fólki).

Sáttmálarnir sum hetta uppskotið snýr seg um kallast MLC-sáttmálin (um starvsviðurskifti hjá sjófólki), og ILO-sáttmála nr. 108 um samleikaskjøl hjá sjófólki.

Tann 26. desember 2020 komu nýggjar reglur í MLC-sáttmálanum í gildi altjóða. Reglurnar snúgva seg um rættindi hjá sjófólki undir sjóráni og vápnaðum ráni. Fyri at Føroyar skulu kunna yvirhalda sáttmálan verður við lógaruppskotinum skotið upp, at hesar reglur verða settar í gildi í Føroyum. Eisini verða aðrar smærri broytingar gjørdar í lógini, soleiðis at lógin verður fult í samsvari við hesar sáttmálarnar.  

---   

Tingmál nr. 56/2021 - Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m. (Longt tíðarskeið, perssónsskari til sjálvbodna trygging, dagpeningur í sambandi við framskundaða pensjón og útsetta pensjón o.a.)

Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Talan er um eitt rættiliga breitt lógaruppskot, har fleiri broytingar verða gjørdar í lógini um dagpening vegna sjúku. Onkrar av broytingunum skulu betra um rættindi hjá borgarum, meðan aðrar eru avleiðingar av broytingum, sum eru gjørdar í øðrum lógum.

Broytingarnar eru hesar:

1.       Endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku í sambandi við ansing av avvarðandi verður flutt frá  dagpengalógini til almannalógina.

2.       Framskundað pensjón verður javnsett við fyritíðarpensjón í dagpengalógini.

3.       Longt dagpeningatíðarskeið.

4.       Persónur við útsettari pensjón fær rætt til dagpening.

5.       Stjórar í smærri feløgum, sum hava nakað av arbeiðsmegi afturat sær, verða eisini fevndir av sjálvbodnu tryggingarskipanini.

---   

Tingmál nr. 59/2021 - Uppskot til samtyktar viðvíkjandi rættinum at arbeiða fulla tíð.

Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna, hevur lagt uppskotið fram.

Talan er um eitt uppskot til samtyktar, har skotið verður upp, at løgtingið skal heita á landsstýrið um at taka stig til, at almennir løntakarar fáa rætt og møguleika at arbeiða fulla tíð. Hetta skal gerast saman við viðkomandi pørtum (sum eru land og kommunur). Hesi skulu orða eina ætlan viðvíkjandi, hvørji átøk kunnu setast íverk, og grundað áhesa ætlan skal ein frágreiðing leggjast fyri Løgtingið.

Løgtingsfundur hósdagur, 27. januar 2022, kl. 13:00

1. Viðgerðir:

Tingmál nr. 57/2021 - Uppskot um broytingar í tveimum løgtingslógum, ið broyta løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m. (Leingjan av gildistíð vegna COVID-19)

Sólvit E Nolsø, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Endamálið við uppskotinum er at leingja gildistíðina av COVID-19 ásetingunum í lógini um dagpening vegna sjúku. Hetta verður gjørt fyri at fáa samanhang millum ætlanirnar hjá landsstýrinum og lóggávuna. Verandi ásetingar í sambandi við COVID-19 eru settar at fara úr gildi tann 1. februar 2022. Við hesum uppskotinum verður gildistíðin longd til 16. februar 2022.

---

Tingmál nr. 44/2021 - Uppskot um broyting í løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju (Samferðslupakkin).

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp at hækka avgjaldið á tungolju við 13 oyrum fyri liturin. Avgjaldið er frammanundan 10 oyru fyri liturin. Hetta verður mett at geva landskassanum 7,8 mió. krónur í inntøku. Tað er bara SEV sum rindar hetta avgjaldið.

Uppskotið er partur av sonevnda Samferðslupakkanum, sum hevur til endamáls at

·       keypa eina avloysaraferju, ið skal virka sum farmaskip til Suðuroyar og avloysaraskip fyri Smyril, tá hann skal í dokk.

·       Gera tað ókeypis at koyra í Vága- og Norðoyatunlinum, og geva eina betri avsláttarskipan til Eystur-og Sandoyartunnilin.

Til at fíggja hesi átøkini verða gjøldini á bensin, diesel og tungolju hækkað við 13 oyrum fyri liturin, umframt at vegskatturin verður øktur við 300 krónum fyri hvørt akfar. Eisini er ætlanin at selja partabrøvini í feløgunum Smyril Line og Tjaldur, fyri at fíggja hetta.

---   

Tingmál nr. 45/2021 - Uppskot um broyting í løgtingslóg um stuðul til ferðaútreiðslur (Samferðslupakkin).

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Uppskotið er eins og tingmál nr. 44, partur av Samferðslupakkanum.

Skotið verður upp at broyta ferðastuðulin til tey sum ferðast til og frá arbeiði ígjøgnum Eysturoyartunnilin og komandi Sandoyartunnilin. Ferðastuðulin verður avtikin fyri hesi strekki, og í staðin verður peningurin sum landið sparir latin tunnilsfeløgunum, sum afturfyri lækka prísirnar. Á hendan hátt fáa fólk, sum áðrenn fingu serstakan ferðastuðul fyri at koyra gjøgnum ein undirsjóvartunnil, ágóðan beinleiðis gjøgnum lægri prísir.

Samstundis verður ásett, at stuðul bara verður latin fyri stytstu leið. Tað vil siga, at ein sum til dømis býr við Skálafjørðin og arbeiðir í Havn, fær ikki stuðul fyri at koyra gjøgnum Sundalagið.

---  

Tingmál nr. 46/2001 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um veg- og umhvørvisgjald av motorakførum o.a. (Samferðslupakkin. Hækking av veggjaldinum og umhvørvisgjaldinum)

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Uppskotið er, eins og hini málini á skránni fyri tingfundin, partur av Samferðslupakkanum.

Skotið verður upp, at galdandi veg- og umhvørvisgjald hækkað við 300 kr. fyri hvørt akfar. Hetta verður tó ikki galdandi fyri legu- og viðfestivognar og motorsúkklur.

Endamálið við uppskotinum er at fáa til vega fleiri inntøkur til landið.

Umleið 33.000 akfør fara við hesum at rinda 300 kr. afturat árliga. Landskassin fær tí umleið 10 mió. krónur meira inn árliga, men av tí at uppskotið ikki kemur í gildi fyrr enn 1. juli, verður inntøkuhækkanin í ár umleið 5 mió. krónur.

---  

Tingmál nr. 47/2021 : Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi (Samferðslupakkin. Hækking av avgjaldi á bensini og dieselolju).

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Eisini hetta uppskotið er partur av Samferðslupakkanum.

Skotið verður upp, at avgjaldið á bensin og diesel verður hækkað við 13 oyrum fyri liturin.

Uppskotið kemur í gildi beinan vegin, og roknað verður við, at tað fer at geva landskassanum umleið 7 mió. krónur um árið.

týsdagur, 25. januar 2022, kl. 13:00

2. viðgerð:

Tingmál nr. 18/2021 - Uppskot til samtyktar um heildarætlan um at tryggja nøktandi vælferðartænastur í framtíðini

Høgni Hoydal, Sirið Stenberg, Bjørt Samuelsen, Beinta Løwe Jacobsen, Hervør Pálsdóttir og Páll á Reynatúgvu hava lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at løgtingið skal heita á landsstýrið um at leggja eina frágreiðing fyri løgtingið um eina heildarætlan, ið skal lýsa neyðug tiltøk á útbúgvingarøkinum. Hetta skal tryggja, at vit verða før fyri at veita tær vælferðartænastur, sum framtíðin krevur. Heildarætlanin skal lýsa, hvørji átøk eru neyðug á útbúgvingarøkinum, í mun til arbeiðsumstøður og arbeiðstíð, og hvat skal til fyri at tryggja lægstløntum eitt lønarlyft.

Meirilutin í trivnaðarnevndini (samgonguflokkarnir) sigur, at tað eru nógvir viðkomandi tættir í uppskotinum, men at samgongan longu hevur sett sær fyri at kanna nógvar av nevndu spurningunum. Meirilutin tekur tí ikki undir við uppskotinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja tað.

Minnilutin í nevndini (Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi) mælir løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

--- 

1. viðgerð:

Tingmál nr. 48/2021 : Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um talgildan samleika (Aldursmarkið fyri at fáa talgildan samleika verður sett niður til 13 ár og áseting um gjald fyri geyma verður nágreinað)

Tingsetan 2014